Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. september 2017Nr. 129
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um húsarhaldsskúlar
(Undirvísingartilfar og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum og aldursmark)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 11, stk. 1, nr. 5 verður orðað soleiðis:
”5) Landskassin rindar 70% av øllum øðrum góðkendum rakstrarútreiðslum, heruppií útreiðslur til læraralønir, ljós, hita, leigu, umvæling av húsum, rentur, trygging, undirvísingartilfar og mat.”
2. § 11, stk. 2, nr. 2 verður orðað soleiðis:
”2) at skúlin í viðkomandi fíggjarári hevur havt minst 12 ársnæmingar. Bert næmingar, sum hava verið á skúlanum í meira enn eina undirvísingarviku, verða taldir við í ársnæmingatalið. Næmingar, sum hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarandi aldur, verða roknaðir upp í ársnæmingatalið, og”
3. Í § 12, stk. 3 verður “fylt 16 ár.” broytt til: “lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarandi aldur, sum næmingar, ið hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 11. september 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 6/2017