28. august 2017Nr. 127
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi
(Økt játtan)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 76 frá 7. juni 2011 um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi, sum broytt við løgtingslóg nr. 136 frá 16. desember 2015, verður í § 1, stk. 2 “215 mió. kr.” broytt til: “286 mió. kr.”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 28. august 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 11/2017