Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 123 9. desember 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)
(Entry-reglur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 109 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 121 frá 1. desember 2003, løgtingslóg nr. 23 frá 17. mai 2004, løgtingslóg nr. 141 frá 15. desember 2005, løgtingslóg nr. 46 frá 16. mai 2006, løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, løgtingslóg nr. 173 frá 22. desember 2009, løgtingslóg nr. 77 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 42 frá 6. mai 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
Aftan á § 2 d verður sum kapittul 1 b sett:
“Kapittul 1 b
Tilflyting
§ 2 e. Tá persónur skattliga gerst heimahoyrandi í Føroyum, verða virðisbrøv, ið hesin persónur eigur, við atliti at hesi løgtingslóg, roknað sum útvegað tann dagin, hesi veruliga eru útvegað, men til handilsvirðið tann dagin persónurin gerst heimahoyrandi í Føroyum.
Stk. 2. Eru virðisbrøvini skrásett á keypskála, er handilsvirðið kursvirðið tann dagin, persónurin gerst heimahoyrandi í Føroyum. Eru virðisbrøvini ikki skrásett á keypskála, verður handilsvirðið ásett við støði í innara virðinum í felagnum við endan av seinasta roknskaparskeiðnum, áðrenn persónurin gerst skattliga heimahoyrandi í Føroyum.
Stk. 3. Ístaðin fyri at nýta innara virðið sum ásett í stk. 2, kann TAKS loyva at annað mett virði verður nýtt, um skattgjaldarin kann skjalprógva, at annað mett virði gevur betri ábending um veruliga handilsvirðið tann dagin, persónurin gerst heimahoyrandi í Føroyum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 19. apríl 2016.
Í Tinganesi, 9. desember 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 25/2016