9. desember 2016Nr. 122
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin)
(Broyting viðvíkjandi váttan, tá skip verða útleigað)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 51 frá 9. mai 2005 um skatt av reiðarívirksemi verður § 19, stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Verða skip leigað út, sbr. § 4, stk. 2, er tað ein treyt fyri at nýta tonsaskattaskipanina, at leigarin einans nýtir skipið til virksemi, sum er umfatað av hesi løgtingslóg, og at góðkendur grannskoðari á hvørjum ári gevur eina váttan um, at treytirnar í § 4, stk. 2 eru loknar.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 9. desember 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 15/2016