Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. august 2015Nr. 106
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
(Fiskidagar 2015/2016)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 18. august 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 27 verður orðað soleiðis:
“§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum frá 1. september 2015 til 31. august 2016 fyri fiskifør undir føroyskum flaggi.”
2. § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, sum vóru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin, og endaligum avhendingum av fiskidøgum millum undirbólkarnar 4 A og 4 B í tíðarskeiðinum frá 1. september 2014 til 31. august 2015:
1) Bólkur 2: Trolarar:
a) Innara fiskidagaleið: 4.455 fiskidagar.
b) Ytra fiskidagaleið: 1.530 fiskidagar.
2) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 2.387 fiskidagar.
3) Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons: 1.029 fiskidagar.
4) Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu: 1.530 fiskidagar.
5) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu: 1.386 fiskidagar.
6) Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu: 9.865 fiskidagar.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tinganes, 5. august 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 1/2015