Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. januar 2018Nr. 8001
Vegleiðing til ferðauppgerð fyri tænatuferðir uttanlands 1)
Galdandi frá 1. januar 2018
Fyri tænastuferðir til Danmarkar er dagpeningurin kr. 360,- um dagin eisini heimferðardagin. Harumframt verður goldið fyri innivist á hotelli eftir rokning, tó í mesta lagi kr. 1.020,- fyri hvørja nátt.
Skjalprógvar starvsfólk ikki útreiðslur til hotell, fær tað náttarviðbót kr. 250,- fyri hvørja nátt.
Fyri tænastuferðir aðrastaðni enn í danska ríkinum, verða hesar upphæddir nýttar. Galdandi frá 1. januar 2018.
|
Dag-peningur |
Hotell– lokalt gjaldoyra |
|
Dagpeningur |
Hotell–lokalt gjaldoyra | ||
Belgia |
498 |
EUR |
161 |
Kanada |
498 |
CAD |
217 + tax |
Bretland |
498 |
GBP |
151 |
Luksemburg |
498 |
EUR |
164 |
Eysturríki |
498 |
EUR |
104 |
Noreg |
498 |
NOK |
1.878 |
Finnland |
498 |
EUR |
134 |
Portugal |
498 |
EUR |
128 |
Frakland |
498 |
EUR |
136 |
Spania |
498 |
EUR |
126 |
Grikkaland |
498 |
EUR |
110 |
Sveis |
498 |
CHF |
198 |
Háland |
498 |
EUR |
125 |
Svøríki |
498 |
SEK |
1.935 |
Írland |
498 |
EUR |
149 |
Týskland |
498 |
EUR |
105 |
Ísland |
498 |
ISK |
27.768 |
USA (New York og Washington D.C.) |
498 |
USD |
233 + tax |
Italia |
498 |
EUR |
122 |
USA (Annars) |
471 |
USD |
177 + tax |
Fyri innivist á hotelli verður goldið eftir rokning, tó í mesta lagi upphæddin, ið stendur omanfyri. Eru útreiðslurnar fyri hotell ikki skjalprógvaðar, er náttarviðbótin 1/3 av hotellupphæddini.
Verður farið í onnur lond, enn tey, sum standa omanfyri, verða upphæddirnar hjá Uttanríkisráðnum nýttar. Vegleiðingin hjá Moderningsstyrelsen sæst her: https://modst.dk/nyheder/nyhedsarkiv/2017/december/nye-satser-for-tjenesterejser-og-supplerende-flyttegodtgoerelse/
Av dagpeningi skal kostarhald verða rindað. Útreiðslur av ferðapeningi við skipi, flogfari, bussi o.t. verða endurgoldnar eftir rokning. Altíð tá ið tað ber til, skal almenna ferðasambandi verða nýtt.
Útreiðslur fyri telefon verða endurgoldnar, eru telefonsamrøðurnar tænastuligar.
Eru skjøl ikki løgd við, verður ikki endurgoldið.
Verður fari á skeið ella tílíkt, har allar máltíðirnar eru roknaður upp í skeiðgjaldið (ella innbjóðing), verður bara goldið 40% av dagpeninginum.
Eru ikki allar máltíðirnar roknaðar upp í skeiðgjaldið, verður drigið frá dagpeninginum soleiðis: fyri døgurða 30% og fyri nátturða 30%.
Er gisting roknað upp í skeiðgjaldið, verður ikki goldin náttarviðbót ella endurgjald fyri hotell.
Full viðbót verður veitt upp í 28 dagar. Fyri longri tíð verður gjørd avtala millum arbeiðsgevara og starvsfólk um viðbót í hvørjum einstøkum føri. Hendan viðbót skal góðkennast av Fíggjarmálráðnum.
Í teiginum til viðmerkingar á uppgerðini skal verða greitt frá:
1) Hvørjar dagar fundir verða hildnir.
2) Nær skeiðið byrjar, og nær tað endar.
3) Ella á annan hátt greiða frá døgunum, ið ferðin varar.
Ferðatrygging: Stovnsleiðslan hevur ábyrgd av, at starvsfólk eru tryggjaði, tá tey fara á tænastuferð. Víst verður til rundskriv um tryggingarviðurskifti landsins, ið Fíggjarmálaráðið sendi út í desember 2002.
Frídagar í samband við tænastuferð: Tá starvsfólk knýta nakrar frídagar afturat tænastuferðini, ber til at víðka sáttmálan, soleiðis at starvsfólkið eisini er tryggjað teir frídagarnar. Starvsfólkið rindar sjálvt tryggingargjaldið, ið verður drigið frá í ferðauppgerðini fyri hvønn dag.
Stovnurin má halda skil á hesum døgum til árligu uppgerðina.
Gjørt verður vart við, at tænastuferðatryggingin ikki veitir sama fulnað, sum ferðatryggingarnar til vanligar frítíðarferðir.
Oyðublað til ferðauppgerð kallast EK 8.5