18. august 2005Nr. 8000
Leiðbeining viðvíkjandi stovnsetan av dagstovnum
(Til allar kommunur)
Tá ið tað vísir seg at vera ein vaksandi trupulleiki, at dagstovnar verða stovnsettir, uttan at neyðug loyvi fyriliggja, verður hetta skriv sent kommununum.
Sambært § 7, stk. 3, í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, skal kommunan hava góðkenning frá neyðugum myndugleikum sambært aðrari lóggávu, áðrenn stovnurin verður stovnsettur.
Við hesum skal verða sagt frá, at kommunan/stovnarin eigur at syrgja fyri, at dagstovnurin hevur fingið ummæli til vega frá Landslæknanum, og góðkenning frá avvarðandi myndugleikum t.e. Brunaumsjón landsins og Arbeiðseftirlitinum, áðrenn stovnurin byrjar at taka ímóti børnum.
Tá ið hesar góðkenningar fyriliggja, eigur kommunan/stovnarin smb. § 7, stk. 1 at kunna
landsstýrismannin um stovnsetanina.
Almanna- og heilsumálaráðið
Aibritt á Plógv (sign.)
aðalstjóri