Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. september 2016Nr. 97
Kunngerð um kravda eftirútbúgving fyri góðkendar grannskoðarar
Við heimild í § 4, stk. 2 og § 9, stk. 3 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 22. mai 2015 verður ásett:
Kapittul 1
Krøv um leypandi eftirútbúgving
Almenn krøv til eftirútbúgving
§ 1. Grannskoðarar, ið eru góðkendir eftir § 3 og § 10, stk. 1 í grannskoðaralógini, skulu støðugt taka lut í eftirútbúgving, sbr. § 2, ið tryggjar, at grannskoðarar áhaldandi halda sín ástøðiliga kunnleika, sín yrkisførleika og sín kunnleika um krøvini til álitisumboðið hjá almenninginum á einum nóg høgum støði.
§ 2. Grannskoðarar skulu, fyri at lúka eftirútbúgvingarkrøvini, í minsta lagi taka lut í eftirútbúgving á 120 tímar innan fyri eitt trý ára tíðarskeið.
Stk. 2. Eftirútbúgvingin skal vera á einum hóskandi fakligum støði (masterstøði) innan fyri somu fakøki, sum eru kravd fyri at standa próvtøku sum góðkendur grannskoðari. Eftirútbúgvingin skal í minsta lagi fevna um:
1) 24 tímar innan fyri grannskoðanar- og váttanarøkið, t.d. rættarlig krøv og fakligar standardar fyri lógarkravda grannskoðan og fyri grannskoðarar, altjóða og heimligar grannskoðanarstandardar, váðastýring og innanhýsis eftirlit, fakligan etikk, óheftni umframt góðan almennan grannskoðanarsið og fyrisitingargrannskoðan o.a.,
2) 24 tímar innan fyri rættarlig krøv og standardar fyri at gera ársroknskap og konsolideraðar roknskapir, vanliga roknskaparástøði og roknskaparmeginreglur, altjóða roknskaparstandardar, roknskapargreining, rakstrarbókhald, fíggjarstýring og innanhýsis roknskap umframt vinnufelagarætt, og
3) 12 tímar innan fyri økið beinleiðis ella óbeinleiðis skattir.
Stk. 3. Teir 60 tímarnir, sum resta í, skulu hava við tey fakøki at gera, sum eru nevnd í stk. 2, og verða eftir tørvinum hjá tí einstaka grannskoðaranum. Hevur grannskoðari serkunnleika innan eitt ella fleiri av nevndu fakøkjum, skulu í minsta lagi 30 tímar viðvíkja hesum økjum, sbr. tó § 4, stk. 1 og 2.
§ 3. Trý ára tíðarskeið sambært § 2, stk. 1 verða roknað frá 1. januar 2010, og renna sum føst trý ára tíðarskeið.
Stk. 2. Fyri grannskoðarar, ið fáa góðkenning sambært §§ 3 og 10, stk. 1 í grannskoðaralógini mitt í einum trý ára tíðarskeiði, kemur skyldan at luttaka í eftirútbúgving í gildi tann komandi 1. januar, og tímatalið verður lækkað lutfalsliga til tað, sum er eftir av trý ára tíðarskeiðnum. Lækkingin verður fyrst gjørd í teimum í § 2, stk. 3 nevndu tímunum og síðani lutfalsliga í teimum í § 2, stk. 2 nevndu tímunum.
Stk. 3. Fyri grannskoðarar, sum í seinasta ársfjórðingi í einum ári standa grannskoðarapróvtøkuna, og verða góðkendir í fyrsta ársfjórðingi í árinum eftir, kemur skyldan at luttaka í eftirútbúgving, uttan mun til stk. 2, at fáa virknað frá 1. januar í árinum eftir, at viðkomandi hevur staðið grannskoðarapróvtøkuna.
Serstøk krøv til eftirútbúgving av grannskoðarum, ið Finanstilsynet hevur góðkent
§ 4. Grannskoðari, sum Finanstilsynet hevur loyvisgóðkent sambært § 199, stk. 1, 1. pkt. í lov om finansiel virksomhed, som sat i kraft for Færøerne med kongelig anordning til at grannskoða peningastovnar, sbr. § 5, stk. 1, litra a í lov om finansiel virksomhed, som sat i kraft for Færøerne med kongelig anordning, skal innan fyri eitt trý ára tíðarskeið taka lut í eftirútbúgving á 60 tímar afturat, ið skal vera innan grannskoðan av fíggjarfyritøkum, sbr. §§ 5 og 6, tó soleiðis at viðkomandi í minsta lagi skal luttaka í eftirútbúgving á 15 tímar árliga. § 2, stk. 3, 2. pkt. er ikki galdandi fyri grannskoðarar, ið eru fevndir av 1. pkt.
Stk. 2. Eftirútbúgvingin skal fakliga vera á einum hóskandi støði (masterstøði).
Stk. 3. Trý ára tíðarskeiðið í stk. 1 fylgir trý ára tíðarskeiðnum í § 3, stk. 1. Fyri grannskoðarar, sum fáa loyvisgóðkenning mitt einum í trý ára tíðarskeiði, kemur skyldan sambært stk. 1 at luttaka í eftirútbúgving í gildi tann komandi 1. januar, og tímatalið verður lækkað lutfalsliga til tað, sum eftir er av trý ára tíðarskeiðnum. Lækkingin verður gjørd lutfalsliga í teimum í §§ 5 og 6 nevndu tímum.
§ 5. Eftirútbúgving skal í minsta lagi fevna um 30 tímar innan fyri lov om finansiel virksomhed, undir hesum meginreglur, vavið av loyvum, fatan av fíggjarfyritøkum og tænastuveitingum frá slíkum fyritøkum, kunnleika til leiðslu og stjórn av fíggjarfyritøkum, realkredittstovnum, tryggingarfeløgum og tvørgangandi pensjónskassum, bekendtgørelsen om revisionens gennemførelse i finansielle virksomheder m.v., umframt fíggjarsamtøk, undir hesum um vanliga og serstaka frágreiðing til eftirlitsmyndugleikar.
§ 6. Eftirútbúgving fyri ein grannskoðara, sum er loyvisgóðkendur til at grannskoða peningastovnar, skal útyvir teir í § 5 nevndu tímar í minsta lagi fevna um:
1) 15 tímar innan roknskaparframløgu, solvensuppgerð, kapitaldekningsreglur umframt leiðslu og stjórn av peningastovnum við serstøkum denti á kreditøkið, marknaðarváða, operationellar váðar, likviditets váðar og KT-trygd, undir hesum meginregluna um balansu, lánsbrævaútgávu, kapitalcenterstruktur, skuldbindingarviðurskifti, umframt stór engagement, og
2) 15 tímar innan grannskoðan, undir hesum ítøkiligu partarnar í bekendtgørelse om revisionens gennemførelse i finansielle virksomheder m.v. um lánistovnar og fíggjarsamtøk, serstakar avbjóðingar við grannskoðan av mettum upphæddum, klassifikatión, innroknan, mátingar og virðisásetan, umframt grannskoðan av generellum og forritaðum eftirlitum í KT skipanum í peningastovnum.
Kapittul 2
Bygnaður fyri eftirútbúgving
§ 7. Tá grannskoðari luttekur á innanhýsis skeiði í grannskoðanarvirkinum umframt uttanhýsis skeiði, ið skeiðsveitari bjóðar út, undir hesum námsskeið og ráðstevnur, sum verða hildin her í landinum ella í altjóða høpi, er hetta at meta sum eftirútbúgving.
Stk. 2. E-læring ella líknandi KT skipað undirvísing er at meta sum eftirútbúgving, um fakliga støðið og longdin á skeiðinum kann skjalprógvast.
Stk. 3. Ein skeiðstími á 45 minuttir svarar til eftirútbúgving í 1 tíma. Tað kunnu ikki verða roknaðir fleiri tímar sum eftirútbúgving enn, hvat samlaða longdin á einum skeiði er.
§ 8. Tá grannskoðari luttekur í innanhýsis og uttanhýsis fakligum nevndararbeiði, er hetta at meta sum eftirútbúgving.
Stk. 2. Arbeiði í Grannskoðaranevndini, Grannskoðaraeftirlitinum, fakligum nevndum hjá grannskoðarafeløgunum og líknandi nevndum er at meta sum eftirútbúgving.
Stk. 3. Arbeiði í fakligari nevnd í 1 tíma svarar til eftirútbúgving í 1 tíma.
§ 9. Undirvísingar- og fyrilestrarvirksemi er at meta sum eftirútbúving, um viðkomandi við sjálvur at luttaka hevði lokið krøvini til eftirútbúgving. Arbeiði sum próvhoyrari og próvdómari ella sum vegleiðari til eina høvuðsuppgávu eru somuleiðis at meta sum eftirútbúgving.
Stk. 2. Ein undirvísingar- og fyrilestrartími á 45 minuttir svarar til eftirútbúgving í 2 tímar.
Stk. 3. Arbeiði sum próvhoyrari telur dupult í mun til próvhoyringartíðina. Arbeiði sum próvdómari telur samsvarandi veruligi tíðarnýtsluni. Arbeiði sum vegleiðari til eina høvuðsuppgávu telur við 1/3 av tíðini, ið er tillutað til arbeiðið.
§ 10. Rithøvundavirksemi er at meta sum eftirútbúgving, um viðkomandi
1) hevur skrivað ella verið við til at skriva eitt fakligt bókmentunarligt verk, ið eitt forlag gevur út,
2) hevur skrivað ella verið við til at skriva eina fakliga grein, ið verður almannakunngjørd í einum tíðarriti, aftaná at ritstjórnin á tíðarritinum frammanundan hevur kannað fakliga støðið, ella
3) hevur skrivað ella verið við til at skriva eina granskingarritgerð, undir hesum t.d. eina ph.d. ritgerð.
Stk. 2. Rithøvundavirksemi verður umroknað við støði í, hvussu nógv tekn eru skrivað. 2340 tekn uttan millumrúm svara til eftirútbúgving í 1 tíma. Hava fleiri rithøvundar verið um útgávuna, verður talið av eftirútbúgvingartímum roknað við støði í, hvussu stóran part tann einstaki grannskoðarin eigur í útgávuni.
Kapittul 3
At flyta avlopstímar
§ 11. Grannskoðari, sum í einum 3 ára tíðarskeiði sambært § 2, fer upp um kravdu 120 eftirútbúgvingartímarnar, kann í mesta lagi flyta 20 tímar til tað næsta eftirútbúgvingartíðarskeiðið.
Stk. 2. Grannskoðari, ið Finanstilsynet hevur loyvisgóðkent, sum í tí í § 4, sbr. § 2, nevnda 3 ára tíðarskeiði hevur luttikið í fleiri enn 60 eftirútbúgvingartímum, sbr. § 4, stk. 1, kann í mesta lagi flyta 10 tímar til tað næsta eftirútbúgvingartíðarskeiðið.
Kapittul 4
Skjalprógvan og frágreiðing
§ 12. Grannskoðari skal kunna skjalprógva luttøku í innanhýsis ella uttanhýsis skeiðum, ið lúka krøvini til ta kravdu eftirútbúgvingina.
Stk. 2. Í skjalprógvanini skulu í minsta lagi vera upplýsingar um
1) navn á skeiðsveitara,
2) lýsing av skeiðsinnihaldi, og hvør hevur staðið fyri undirvísingini, og
3) tíðarnýtsla umframt møguliga fakliga býtið av evnum á skeiðnum.
Stk. 3. Í sambandi við E-læring skal tað greitt skjalprógvast, at eftirútbúgvingin er lokin, og tíðarnýtslan skal svara við ta ásettu tíðina.
§ 13. Grannskoðari skal kunna skjalprógva luttøku í innanhýsis ella uttanhýsis fakligum nevndararbeiði.
Stk. 2. Í skjalprógvanini skulu í minsta lagi vera upplýsingar um
1) nevndararbeiði hjá viðkomandi nevnd,
2) málbólkurin fyri nevndararbeiðinum,
3) tíðarnýtslan til nevndararbeiðið, og
4) hvørja tíðarnýtslu og fakligan lut grannskoðarin hevur havt í arbeiðinum.
§ 14. Grannskoðari skal kunna skjalprógva undirvísingar- og fyrilestrarvirksemi, próvhoyrara- og próvdómaraarbeiði, umframt arbeiði sum vegleiðari í sambandi við eina høvuðsritgerð, ið kann telja sum eftirútbúgving.
Stk. 2. Í skjalprógvanini skal í minsta lagi vera upplýsingar um
1) málbólkin fyri undirvísingini, fyrilestrinum ella próvtøkuni,
2) fakliga innhaldið í undirvísingini, fyrilestrinum ella próvtøkuni, og
3) tíðarnýtslu í sambandi við undirvísingar- og fyrilestrarvirksemi, umframt próvhoyrara- og próvdómaraarbeiði ella teir tillutaðu tímarnir til arbeiðið sum vegleiðari.
§ 15. Grannskoðari skal kunna skjalprógva rithøvundavirksemi, ið kann telja sum eftirútbúgving.
Stk. 2. Í skjalprógvanini skal í minsta lagi vera
1) ein tilvísing til tað skrivliga tilfarið, og
2) upplýsingar um málbólkin fyri skrivliga tilfarinum.
§ 16. Grannskoðari hevur skyldu til at fráboða eftirútbúgvingartímatalið eftir §§ 2 og 4-6 til almennu skránna fyri góðkendar grannskoðarar, sbr. § 2 í grannskoðaralógini. Fráboðanin skal gerast eftir reglum, sum Skráseting Føroya ásetur.
Stk. 2. Upplýsingar sambært stk. 1 um tímar sambært § 2 skulu verða fráboðaðar í seinasta lagi tann 1. apríl í árinum eftir, at eitt 3 ára tíðarskeið er runnið, sbr. § 3, stk 1. Upplýsingar um tímar sambært §§ 4-6 skulu árliga verða fráboðaðar árliga og innan tann 1. apríl fyri tímar í árinum, sum er farið.
Stk. 3. Hevur grannskoðari, sbr. § 11, avlop av eftirútbúgvingartímum í einum 3 ára tíðarskeiði skal fráboðanin um avlopstímar verða givin í tíðarskeiðnum, sum kemur eftir hetta.
Stk. 4. Hevur grannskoðari, sum hevur fingið loyvisgóðkenning frá Finanstilsynet, ikki fráboðað eftir stk. 2, 2. pkt., gevur Skráseting Føroya Finanstilsynet boð um hetta. Tað sama er galdandi, um fráboðaða talið av tímum er minni enn kravda tímatalið.
Kapittul 5
Varðveitsla, frátøka og -døming v.m
§ 17. Tá persónur, hvørs góðkenning í meira enn 3 ár hevur verið í varðveitslu hjá Skráseting Føroya, ella hevur verið fallin burtur, frátikin ella frádømd í meira enn 3 ár, aftur ynskir at verða góðkendur, kann ein serlig roynd vera sett ístaðin fyri ta eftirútbúgving, sum viðkomandi ikki hevur tikið í hesum sama tíðarskeiðinum.
Stk. 2. Royndin skal vera munnlig, og fevna um tey í § 2, stk. 2 og 3 umrøddu øki.
Stk. 3. Skráseting Føroya skipar fyri royndini eftir stk. 1.
Stk. 4. Ásetingin í § 3, stk. 2 er somuleiðis galdandi fyri ein grannskoðara, sum hevur fingið góðkenningina aftur.
§ 18. Tá grannskoðari er burtur frá sínum starvi í eitt samanhangandi tíðarskeið á 2 mánaðar ella meira, og hetta ikki er orsakað av, at góðkenningin er í varðveitslu, fallin burtur, frátikin ella frádømd, verður eftirútbúgvingartímatalið á 120 tímar, sbr. § 2, lækkað samsvarandi stk. 2. Treytin fyri at lækka tímatalið er, at grannskoðarin skjalprógvar lógligt forfall, t.d. óarbeiðsføri í starvinum orsakað av sjúku ella barnsburðarfarloyvi.
Stk. 2. Kravið um eftirútbúgving á 120 tímar sambært § 2, stk. 1, verður í teimum í stk. 1 nevndu førum lækkað við 7 tímum fyri hvørjar 2 mánaða fráveru úr starvinum. Lækkingin verður fyrst gjørd í teimum í § 2, stk. 3 nevndu tímum og hareftir lutfalsliga í teimum í § 2, stk. 2 nevndu tímum.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri eftirútbúgvingartímar sambært § 4.
Kapittul 6
Eftirlit
§ 19. Skjalprógvan fyri fráboðaða eftirútbúgving, sbr. § 16, verður kannað í samband við kravda góðskueftirlitið, sbr. § 27 í grannskoðaralógini.
§ 20. Grannskoðari, ið ikki er skrásettur í almennu skránni til at vera knýttur at einum grannskoðanarvirki, skal eftir áheitan frá Skráseting Føroya kunna skjalprógva ta fráboðaðu eftirútbúgvingina. Skjalprógvini skulu vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at áheitanin er fráboðað grannskoðaranum. Um skjalprógvanin ikki er móttikin í seinast lagi, tá freistin er úti, kann Skráseting Føroya taka góðkenningina aftur, sbr. § 8, stk. 2 í grannskoðaralógini.
Kapittul 7
Tiltøk orsakað av manglandi eftirútbúgving
§ 21. Manglar grannskoðari at taka ein minni part av eftirútbúgvingini, tó í mesta lagi 40 tímar, tá ið 3 ára tíðarskeiðið, sbr. § 2, er við at vera runnið, kann Skráseting Føroya aftaná umsókn geva undantak og áseta eina freist fyri, nær grannskoðarin skal hava tikið ta eftirútbúgving, sum manglar.
Stk. 2. Umsókn um undantak kann í fyrsta lagi verða latin Skráseting Føroya, tá ið eitt 3 ára tíðarskeið er runnið, og skal vera móttikin á Skráseting Føroya í seinasta lagi tann 1. apríl í árinum eftir, at 3 ára tíðarskeiðið er runnið.
Stk. 3. Eitt undantak eftir stk. 1, ávirkar ikki krøvini til komandi 3 ára eftirútbúgvingartíðarskeiðið eftir § 2.
Stk. 4. Lýkur grannskoðari ikki kravið um eftirútbúgving innan ásettu freistina sambært stk. 1, kann Skráseting Føroya taka góðkenningina frá viðkomandi, sbr. § 8, stk. 2, nr. 2 í grannskoðaralógini.
§ 22. Manglar ein grannskoðari, sum hevur fingið loyvisgóðkenning frá Finanstilsynet, í endanum av 3 ára tíðarskeiðnum sambært § 4, stk. 4, sbr. § 3, stk. 1, at taka ein minni part av eftirútbúgvingini sambært § 4, stk. 1, tó í mesta lagi 10 tímar, kann Skráseting Føroya aftaná umsókn geva undantak og samstundis áseta eina freist fyri, nær grannskoðarin skal hava tikið ta eftirútbúgving, sum manglar.
Stk. 2. Umsókn um undantak kann í fyrsta lagi verða latin Skráseting Føroya, tá ið eitt 3 ára tíðarskeið er runnið, og skal vera móttikin á Skráseting Føroya í seinasta lagi tann 1. apríl í árinum eftir, at 3 ára tíðarskeiðið er runnið.
Stk. 3. Eitt undantak eftir stk. 1, ávirkar ikki krøvini til komandi 3 ára eftirútbúgvingartíðarskeiðið eftir § 4.
Stk. 4. Lýkur grannskoðari ikki kravið um eftirútbúgving innan ásettu freistina sambært stk. 1, gevur Skráseting Føroya Finanstilsynet fráboðan um hetta.
§ 23. Lýkur grannskoðari, sum hevur fingið loyvisgóðkenning frá Finanstilsynet, ikki kravið um meiri eftirútbúgving, og hevur viðkomandi ikki fingið undantak frá hesum, sbr. § 22, stk. 1, tá 3 ára tíðarskeiðið gongur út, sbr. § 4, stk. 4 og § 3, stk. 1, gevur Skráseting Føroya Finanstilsynet fráboðan um hetta.
Kapittul 8
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 24. Hendan kunngerð kemur í gildi tann 1. november 2016, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 151 frá 3. desember 2009 um kravda eftirútbúgving fyri góðkendar grannskoðarar.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 23. september 2016
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)