Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. juni 2001Nr. 97
Kunngerð um próvtøku á støðisútbúgving innan fiskivinnu (SIF) og hægri próvtøku innan fiskivinnu (HIF)
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 43 frá 5. mei. 1987 um Føroya Yrkisskúla fyri Fiskiídnað og Havbúnað, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 10. mai 2000, verður ásett:
Kapittul 1
Meginreglur um próvtøku
§ 1. Mentamálstýrið leggur próvtøkuna til rættis og hevur eftirlit við henni.
Stk. 2. Mentamálastýrið ásetir nærri reglur um próvtøkufreistir, her í millum seinasta undirvísingardag og seinasta skúladag, innlating og góðkenning av lesi- og próvtøkupensum, kunngerð av próvtøkuætlan, varðveitslu og sending av próvtøkuuppgávum, freistir fyri døming, fráboðan um loyvi og undantaksloyvi, fremjan av munnligari sjúkrapróvtøku, umframt fráboðan annars um onnur viðurskifti í sambandi við próvtøku.
§ 2. Skúlastjórin hevur mótvegis Mentamálastýrinum ábyrgdina av próvtøkuni á skúlanum, sbr. tó § 32, stk. 3.
Stk. 2. Skúlastjórin ella ein av honum heimilaður persónur skal vera til staðar á skúlanum, meðan próvtøkan fer fram.
§ 3. Vanliga próvtøkan verður hildin í mai-juni mánaði (summarpróvtøkuskeiðið). Sjúkrapróvtøka verður hildin í september-oktober mánaði. Harumframt kunnu eftir áseting hjá Mentamálastýrinum verða hildnar próvtøkur aðrar tíðir í árinum. Mentamálastýrið ásetir freistir í hesum sambandi.
Kapittul 2
Lesipensum og próvtøkupensum
§ 4. Próvtøkupensum skal á fjølbroyttan hátt umboða lesipensum í lærugreinini, um talan er um serstakt próvtøkupensum. Nærri er ásett um próvtøkukrøv og próvtøkuhættir í avvarðandi lærugreinakunngerð.
Stk. 2. Lærarin velur próvtøkupensum í samráð við næmingarnar. Viðvíkjandi sjálvlesandi verður víst til § 9.
Stk. 3. Talan kann vera um ymisk lesipensum fyri bólkar ella einstakar næmingar í einum flokki ella valbólki.
§ 5. Skúlastjórin sendir Mentamálastýrinum lesipensum og próvtøkupensum til góðkenningar fyri 1. mars (til vanligu próvtøkuna). Um próvtøka fer fram aðrar tíðir í árinum, ásetir Mentamálastýrið innlatingarfreistina fyri próvtøkupensum. Næmingarnir fáa ljóstak av lesipensum og próvtøkupensum. Um broytingar verða gjørdar í lesi- ella próvtøkupensum aftaná at tey eru send inn, verða broytingarnar sendar Mentamálastýrinum til góðkenningar, eins og næmingarnir fáa ljóstak av broytingunum.
Stk 2. Skúlastjórin sendir próvdómarunum lesipensum og próvtøkupensum eftir nærri ásetingum frá Mentamálastýrinum.
Stk. 3. Ljóstak av lesipensum og próvtøkupensum skal varðveitast á skúlanum í 3 ár.
Kapittul 3
Innskriving til próvtøku
§ 6. Næmingar eru innskrivaðir til próvtøku í teimum lærugreinum, har teir fylgja undirvísingini. Eisini eru teir innskrivaðir til verkætlanina í hægri próvtøku innan fiskivinnu (HIF).
Stk. 2. Farið verður til próvtøku í fyrsta próvtøkuskeiði, eftir at undirvísingin í lærugreini er lokin. Fer næmingur til próvtøku seinni, fer innskrivingin til próvtøku fram sbrt. reglunum fyri sjálvlesandi, sbr. § 9, uttan so at próvtøkan fer fram sbrt. § 8, stk 2, ella sbrt. reglunum fyri sjúkrapróvtøku, sbr. §§ 42-46.
Stk. 3. Stakgreinalesandi ella sjálvlesandi, sum er innskrivaður til próvtøkuna, kann geva avboð til próvtøku í seinasta lagi 1. apríl. Avboð í sambandi við verkætlanina í HIF-útbúgvingini skal verða givið í seinasta lagi 18. desember. Avboð seinni hevur við sær, at innskrivingin telur sum onnur av teimum 2 møguligu próvtøkunum.
Stk 4. Næmingur sum fylgir undirvísingini ella hevur innskrivað seg til próvtøku í fleiri lærugreinum, ið hava skrivliga próvtøku sama dagin, fer til skrivliga próvtøku í lærugreinunum í vanliga próvtøkuskeiðinum, ella í tí tilhoyrandi sjúkrapróvtøkuskeiðinum í tí raðfylgju, sum Mentamálastýrið ásetir.
Stk. 5. Fyri próvtakara, sum av aðrari orsøk enn sjúku, sbr. tó § 44, ikki kemur til eina próvtøku, sum ikki byrjar eina próvtøku, ella sum slítur eina próvtøku, sbr. § 13, telur henda próvtøkan sum ein av teimum 2 møguligu próvtøkunum. Í sambandi við møguliga nýggja próvtøku er próvtøkupensum hjá hesum próvtakara tað sama sum hjá sjálvlesandi, uttan so at hann hevur fylgt samlaðu undirvísingini av nýggjum og hildið ásetingarnar um møtiskyldu í viðkomandi lærugrein.
Stk. 6. Næmingur í 1. HIF, ið kemur undir stk. 5, ella verður burturvístur, verður ikki fluttur upp í næsta flokk.
§ 7. Næmingur í 1. HIF, sum í eini lærugrein hevur fingið 5 ella minni til próvtøku, ella sum hevur fingið 5 ella minni í ársmeti í eini lærugrein, sum ikki er tikin út til próvtøku, kann fara til próvtøku/endurpróvtøku í lærugreinini í næsta próvtøkuskeiði. Í lærugreinum, sum ikki verða tiknar út til próvtøku, telur eitt flutt ársmet sum ein próvtøka. Próvtalið frá møguligari endurpróvtøku er tað endaliga galdandi, og verður hetta skrivað í próvbók. Innskriving til endurpróvtøku fer fram í seinasta lagi 25. februar.
Stk. 2. Endurpróvtøka í eini lærugrein sbrt. stk. 1 skal ikki roknast við í samlaða talið av próvtøkum, sum er ásett fyri útbúgvingarnar.
Stk. 3. Næmingur, ið nýtir møguleikan at fara til endurpróvtøku, kann ikki krevja fakliga vegleiðing og rindar ikki gjald. Skúlastjórin tilnevnir próvhoyrara, og Mentamálastýrið tilnevnir próvdómara til próvtøkuna.
§ 8. Skúlastjórin kann loyva næmingi at ganga umaftur. Næmingur kann tó í mesta lagi fylgja udirvísingini á einum floksstigi 2 ferðir. Skrivlig umsókn um loyvi at ganga umaftur skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi seinasta skúladag.
Stk. 2. Skúlastjórin kann frítaka ein næming, sum hevur fingið loyvi at ganga umaftur, fyri at luttaka í undirvísingini og/ella fyri at fara til próvtøku í einari ella fleiri lærugreinum, sum næmingurin longu hevur lokið.
Stk. 3. Eitt flutt ársmet í einari lærugrein kann ikki setast saman við einum ársmeti í somu lærugrein frá eini aðrari undirvísingargongd.
Sjálvlesandi
§ 9. Sjálvlesandi, her í millum næmingar, ið eru burturvístir frá undirvísingini, innskriva seg til próvtøku á skúlanum í seinasta lagi 25. februar. Samstundis sum innskrivingin til próvtøku fer fram, letur lærari pensumlista inn til skúlan.
Stk. 2. Fyri næming, sum ikki lýkur krøvini um møtuskyldu ella innlating av skrivligum avrikum, sum verður vístur at fara til próvtøku eftir serligum treytum, ella sum verður vístur burtur frá undirvísingini aftaná 25. februar, ásetur skúlastjórin eina freist fyri innskriving til próvtøku og innlating av lesipensum.
Kapittul 4
Almennar reglur um próvtøkuhald
§ 10. Mentamálastýrið ger samlaðu próvtøkuætlanina, og munnliga próvtøkan verður gjørd í samstarvi við skúlastjóran. Próvtøkan verður løgd soleiðis til rættis, at einstaki próvtakarin í mesta lagi fer til eina próvtøku um dagin.
Stk. 2. Mentamálastýrið sendir út próvtøkuætlan fyri próvtøkuna og ásetir somuleiðis dagin, tá skúlin almannakunnger próvtøkuætlanina.
Stk. 3. Eftir seinasta undirvísingardag kann hvørki undirvísing ella spyrjitímar fara fram í einstøku flokkunum ella valbólkunum.
Stk. 4. Skúlastjórin sær til, at einstaki næmingurin hevur neyðuga atgongd til undirvísingarmiðlar, ið eru nýttir í undirvísingini, og sum eru partar av próvtøkupensum.
§ 11. Skúlastjórin sær til, at næmingarnir, í góðari tíð áðrenn próvtøkan byrjar, skrivliga verða kunnaðir um tíðirnar og reglurnar fyri próvtøku, og um avleiðingarnar av ikki at halda tær. Somuleiðis skulu næmingarnir skrivliga kunnast um galdandi kærureglur í sambandi við próvtøku.
§ 12. Mentamálastýrið tilnevnir próvdómarar og áleggur teimum próvdómarauppgávur.
Stk. 2. Próvdómari skal hava undirvíst og próvhoyrt í viðkomandi lærugrein og lærugreinastigi. Mentamálastýrið kann tó tilnevna próvdómarar við samsvarandi førleika.
Stk. 3. Ein lærari kann ikki verða próvdómari á somu skúladeild, sum hann starvast á.
Stk. 4. Próvdómarin skal
1. síggja til, at próvtøkan samsvarar við endamálini og krøvini annars í lærugreinini,
2. hjálpa til og ansa eftir, at próvtakararnir fáa eina einsháttaða og rættvísa viðferð, og at avrikið verður dømt á eftirfarandi hátt.
Stk. 5. Staðfestir próvdómarin, at krøvini í stk. 4 ikki eru lokin, ella at próvhoyringin gevur grundaðan illgruna um, at brek hava verið í undirvísingini, gevur hann Mentamálastýrinum skrivliga boð um hetta, og skúlastjórin fær samstundis avrit av hesum. Próvdómarin hevur herumframt skyldu til at gera skrivliga frágreiðing um próvtøkugongd og -úrslit, um Mentamálastýrið heitir á hann um hetta.
Stk. 6. Ein próvdómari og lærarin døma skrivligu próvtøkuavrikini, her í millum verkætlanaruppgávuna á HIF.
Stk. 7. Tveir próvdómarar døma skrivligu próvtøkuavrikini í støddfrøði og í føroyskum.
Stk. 8. Próvdómarin skal gera uppskriftir um avrikið og um ásetan av próvtali. Uppskriftirnar eru hansara egnu, og skulu kunna nýtast sum støði í eini frágreiðing, um kært verður um próvtalið.
§ 13. Ein skrivlig próvtøka er byrjað, tá ið farið er undir at býta út uppgávurnar. Ein munnlig próvtøka er byrjað, tá ið próvtakarin hevur tikið próvtøkuspurningin. Verkætlanaruppgávan er byrjað, tá ið verkætlanarvegleiðarin skrivliga hevur góðkent uppgávuorðingina.
§ 14. Munnligu próvtøkurnar eru almennar, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Skúlastjórin kann avmarka atgongdina til próvtøkuhølið vegna plásstrot, eins og fyri at tryggja frið og skil í sambandi við próvtøkuna. Skúlastjórin kann harafturat víkja frá ásetingini í stk. 1, um serlig viðurskifti hjá próvtakaranum tala fyri tí.
Stk. 3. Ljóð- og myndaupptøka er ikki loyvd í fyreikingar- og próvtøkuhølunum í sambandi við skrivligu og munnligu próvtøkurnar.
Kapittul 5
Skrivlig próvtøka
§ 15. Mentamálastýrið ger uppgávurnar til skrivligu próvtøkurnar.
Stk. 2. Uppgávunevndir, ið Mentamálastýrið setir, gera uppskot til skrivligar próvtøkuuppgávur, ella skrivligar próvtøkuuppgávur verða gjørdar til Mentamálastýrið sbrt. avtalu við aðrar myndugleikar.
Stk. 3. Tað neyðuga talið av uppgávum verður lagt í ein brævbjálva, ið er latin aftur við segli, og skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 4 dagar undan próvtøkudegnum. Brævbjálvarnir við uppgávunum verða sendir skúlastjóranum í innskrivaðum brævi ella latnir skúlastjóranum móti kvittan.
Stk. 4. Skúlastjórin skal beinanvegin, hann hevur móttikið uppgávurnar, vissa seg um, at upplýsingarnar á brævbjálvunum við uppgávunum samsvara við tey neyðugu uppgávusløgini og neyðuga talið á uppgávum. Um okkurt ikki samsvarar, skal skúlastjórin alt fyri eitt boða Mentamálastýrinum frá hesum.
Stk. 5. Brævbjálvar við uppgávum skulu goymast á tryggum stað og mugu ikki latast upp, áðrenn próvtøkan í viðkomandi lærugrein byrjar.
§ 16. Mentamálastýrið ásetir tíðirnar fyri skrivligu próvtøkurnar.
Stk. 2. Skúlastjórin sær til at próvtøkurnar fara fram undir tryggum umstøðum og at friður valdar, meðan próvtøkan fer fram. Bert próvtakararnir, eftirlitsfólkini og skúlastjórin ella ein av honum heimilaður persónur kunnu verða til staðar í próvtøkuhølinum, meðan próvtøkan fer fram. Próvtakararnir skulu sita soleiðis, at eingin røkkur hvørjum øðrum.
Stk. 3. Til allar skrivligar próvtøkur hava próvtakararnir við sær loyvdar hjálparmiðlar sbrt. nærri ásetingum fyri einstøku lærugreinarnar. Harumframt er loyvt próvtakarunum at hava við sær allar orðabøkur.
§ 17. Skúlastjórin setir eftirlitsfólk til skrivligu próvtøkurnar. Eingin lærari kann hava eftirlit við næmingunum í eini lærugrein, har hann sjálvur undirvísir teimum.
Stk. 2. Í hvørjum próvtøkuhøli skal talið á eftirlitsfólki vera 2 fyri 20 teir fyrstu próvtakararnar og ein afturat fyri 20. hvønn próvtakara umframt.
Stk. 3. Skúlastjórin skal tryggja, at eftirlitsfólkini í góðari tíð eru kunnað um almennu reglurnar fyri skrivligari próvtøku, og møguligum serstøkum reglum fyri ávísu lærugreinina.
Stk. 4. Eftirlitsfólkini skulu á hóskandi hátt spjaða seg í próvtøkuhølinum. Tey mugu ikki gera nakað, sum órógvar próvtakararnar, og skulu støðugt hava eyguni við teimum. Til próvtakari hevur latið uppgávusvarið inn, kann hann ikki fara úr próvtøkuhølinum, uttan at eftirlitsfólk er við.
Stk. 5. Eftirlitsfólkini mugu ikki geva próvtakara upplýsingar um, hvussu ein uppgáva skal skiljast ella loysast.
§ 18. Próvtøkuhølið verður latið upp í seinasta lagi 10 minuttir, áðrenn próvtøkan byrjar. Øll eftirlitsfólk skulu vera til staðar, tá ið próvtøkuhølið verður latið upp.
Stk. 2. Áðrenn próvtøkan byrjar verða svarørk og møgulig hjálparørk býtt út. Á hesum ørkunum skal vera teigur við navni og skrátali skúlans. Harafturat koma teigar til navn, nummar, flokk/valbólk og lærugrein hjá próvtakaranum, arknummar, avhent arkatal og navnamerki hjá eftirlitsfólki. Próvtakararnir hava rætt til at fáa útflýggjað fleiri ørk. Ørkini mugu ikki faldast ella býtast í fleiri petti.
Stk. 3. Uppgávusvar, møguligar kladdur og uppskriftir mugu bert skrivast á tey í stk. 2 nevndu svarørkini, uttan í teimum førum, har uppgávurnar hava fylgiskjøl, ið skulu nýtast í sambandi við svarið.
§ 19. Skúlastjórin, ella ein av honum heimilaður persónur, hevur ábyrgdina av, at próvtøkuuppgávurnar verða býttar út til skrivligu próvtøkurnar.
Stk. 2. Er illgruni um, at feilir eru í uppgávuni, t.d. prentvillur ella onnur brek, skulu eftirlitsfólkini alt fyri eitt venda sær til skúlastjóran, so Mentamálastýrið kann fáa boð um hetta.
Stk. 3. Einki eintak av einari próvtøkuuppgávu ella próvtøkusvari má takast úr próvtøkuhølinum, áðrenn próvtøkutíðin er lokin.
§ 20. Verður próvtakari ov seinur til eina skrivliga próvtøku, verður hann roknaður sum ikki møttur, sbr. § 6, stk. 5, og hevur ikki rætt til at luttaka í próvtøkuni. Skúlastjórin kann tó innan fyrsta tíman av próvtøkuni loyva einum próvtakara at luttaka í írestandi partinum av próvtøkuni, um hann heldur tað vera ógjørligt, at próvtakarin hevur fingið upplýsingar um uppgávuna, og um skúlastjórin metir orsøkina til seinkanina vera nóg væl grundaða.
Stk. 2. Skúlastjórin skal alt fyri eitt lata Mentamálastýrinum skrivliga fráboðan um loyvið, hann hevur givið sbrt. stk. 1.
§ 21. Um próvtakari verður tikin í óreiðiliga at útvega sær ella veita øðrum próvtakara hjálp at svara einari skrivligari uppgávu, ella roynir tað, ella hevur við sær ikki loyvdar hjálparmiðlar,vísir skúlastjórin honum burtur frá próvtøkuni og frá skúlanum. Burturvísingin verður beinanvegin fráboðað Mentamálastýrinum skrivliga.
Stk. 2. Er illgruni um, meðan próvtøka fer fram, ella tá ið svar verður próvdømt, at ein próvtakari óreiðiliga hevur útvegað sær ella veitt øðrum hjálp, skal Mentamálastýrið beinanvegin hava skrivliga fráboðan um hetta. Verður illgrunin staðfestur, tekur Mentamálastýrið avgerð um burturvísing frá próvtøku og frá skúlanum, og eitt møguligt próvtal fyri nevndu próvtøku dettur burtur.
Stk. 3. Burturvísing frá próvtøku sbrt. stk. 1 og 2 fevnir eisini um írestandi próvtøkur í sama próvtøkuskeiði og ber eisini í sær burturvísing frá møguligari framhaldandi undirvísing í skúlaárinum.
§ 22. Tá ið próvtakari ynskir at lata avrik sítt inn, skal tað latast einum eftirlitsfólki. Próvtakarin má ikki fara frá sínum plássi, fyrr enn eftirlitsfólk hevur kvittað fyri móttøku av uppgávusvarinum. Próvtakarin ger sjálvur av, hvørji ørk verða latin inn til dømingar. Próvtakarin talmerkir hesi ørkini, og skrivar samlaða talið av ørkum á hvørt ark. Eftirlitsfólkið skal tryggja sær, at allir teigar eru fyltir rætt út. Eftirlitsfólkið váttar við sínum navnamerki, at svarið er endaliga latið inn til dømingar, at talið á ørkum svarar til tað, sum er uppgivið í teigunum, og at svarørkini eru talmerkt í talrøð. Svarørk, ið ikki eru latin inn til dømingar, skulu vera eftir í hølinum, til próvtøkan er av.
Stk. 2. Fer próvtakari úr próvtøkuhølinum uttan loyvi frá ella uttan at fylgjast við einum eftirlitsfólki, verður uppgávusvarið mett sum ikki latið inn.
§ 23. Eingin próvtakari kann fara frá próvtøkuni fyrsta tíman, og seinasta hálva tíman fyri próvtøkulok má eingin próvtakari fara frá sínum plássi, heldur ikki eftir at hann hevur latið uppgávusvarið inn.
Stk. 2. Tá ið tíðin, sum er sett av til próvtøkuna, er úti, siga eftirlitsfólkini frá, at próvtøkan er av. Próvtakararnir skulu vera sitandi og mugu ikki samskifta við hvønn annan, fyrr enn øll uppgávusvørini eru latin inn.
Stk. 3. Tá ið tíðin, sum er sett av til próvtøkuna, er lokin, og uppgávusvørini eru savnað saman, kanna eftirlitsfólkini eftir, at øll uppgávusvørini eru latin inn. Hesi verða síðan beinanvegin latin skrivstovu skúlans.
Stk. 4. Próvtakarar, sum lata uppgávusvarið inn við próvtøkulok, kunnu taka við sær uppgávuna og tey svarørk, ið ikki eru latin inn til dømingar. Beint eftir próvtøkulok kunnu próvtakarar, sum hava latið inn áðrenn próvtøkulok, fáa eitt eintak av uppgávuni, umframt egin svarørk, ið ikki eru latin inn til dømingar. Ørk, sum ikki eru heintað, kunnu burturbeinast.
§ 24. Skúlastjórin tryggjar, at øll uppgávusvør til skrivligu próvtøkurnar verða goymd á tryggan hátt og at tey verða send víðari í innskrivaðum brævi til próvdómara sama dagin, ið próvtøkan hevur verið. Saman við próvtøkusvørunum verður sendur próvtalslisti og eitt eintak av uppgávuni, pakkað í sterkt og haldgott umslag, ið verður afturlatið og forseglað. Uppgávuslag, tal av uppgávum og upplýsingar um lærara og próvdómara verða skrivað á umslagið. Próvdómarin sendir læraranum uppgávusvørini til rættingar, soleiðis at tey eru honum í hendi í seinasta lagi mitt í tíðarskeiðinum millum próvtøkuna og dagin, har próvtalið verður ásett.
Stk. 2. Fyri einstaka próvtakarin verður bert eitt svar av eini uppgávu dømt. Um veljast kann millum fleiri javnstillaðar uppgávur ella partsspurningar í eini uppgávu, verður bert eitt svar dømt. Verður meira enn eitt svar av tílíkum uppgávum/partsspurningum latið inn, verður bert tað svarið dømt, sum stendur fremst, ávikavist hevur lægsta síðunummarið.
Stk. 3. Hvørki próvdómari, lærari ella onnur mugu skriva ella seta tekin í upprunauppgávusvørini.
Stk. 4. Í teimum førum, har lærari og próvdómari ikki kunnu semjast um próvtal fyri skrivligt avrik, tilnevnir Mentamálastýrið ástøðumann.
Stk. 5. Fyri ástøðumenn er § 12, stk. 2-5 galdandi.
Stk. 6. Aftaná at skúlastjórin hevur móttikið próvdømdu uppgávusvørini verða próvtakararnir kunnaðir um próvtølini.
Stk. 7. Í seinasta lagi 2 samdøgur eftir at næmingurin er kunnaður um próvtal við skrivliga próvtøku, kann hann sbrt. § 64 kæra avgerðina til skúlastjóran. Skúlastjórin innheintar ummæli frá lærara og próvdómara. Við støði í teirra niðurstøðum ger hann sítt tilmæli til Mentamálastýrið. Um mett verður, at grundarlag er fyri eini endurmeting, tilnevnir Mentamálastýrið ástøðumann. Hesin gevur eina sjálvstøðuga meting av avrikinum og ásetir eitt endaligt próvtal.
Stk. 8. Frumritið av uppgávusvari kann latast próvtakara, ið ynskir tað, tá ið kærufreistin sbr. § 64, stk. 1, er úti. Svør, ið ikki eru útflýggjað, kunnu beinast burtur, tá ið eitt ár er umliðið.
Kapittul 6
Munnlig próvtøka
§ 25. Lærarin í flokkinum/valbólkinum, ávikavist tann lærarin, ið hevur ábyrgdina av undirvísingini hjá tí einstaka næminginum, er próvhoyrari við munnligu próvtøkuna, sbr. tó stk 2 og § 7, stk 3. Fyri sjálvlesandi tilnevnir skúlastjórin próvhoyrara.
Stk. 2. Skúlastjórin kann víkja frá regluni í stk. 1, tá ið heilt serligar umstøður tala fyri tí, t.d. forfall hjá lærara vegna sjúku.
§ 26. Próvhoyrarin ger próvtøkuspurningarnar, sum fjølbroytt skulu umboða próvtøkupensum, uttan mun til tal á próvtakarum. Talið á próvtøkuspurningum skal í minsta lagi svara til talið á próvtakarum umframt 4, um onki annað er ásett í teimum einstøku lærugreinunum.
Stk. 2. Ongin spurningur má ganga aftur í einum flokki/valbólki, um ikki annað er ásett í teimum einstøku lærugreinunum.
Stk. 3. Næmingarnir mugu ikki kunnast um, hvussu spurningarnir eru orðaðir, ella um talið á spurningunum í teimum einstøku pørtunum av próvtøkupensum.
Stk. 4. Próvhoyrarin sendir umvegis skúlastjóran próvdómaranum próvtøkuspurningarnar, soleiðis at teir eru honum í hendi í seinasta lagi 4 dagar undan próvtøkudegnum. Fylgiskjøl verða send við í neyðugan mun.
Stk. 5. Próvdómarin kann - í so góðari tíð sum gjørligt og í seinasta lagi dagin fyri próvtøkudagin - heita á próvhoyraran um, at einstakir nærri tilskilaðir spurningar verða strikaðir, broyttir ella lagdir afturat. Próvhoyrari og próvdómari skulu í felag tryggja, at ásetingin í stk. 1 verður hildin. Verður ein slík áheitan ikki tikin til eftirtektar, skrivar próvdómarin Mentamálastýrinum frágreiðing eftir lokna próvtøku.
Stk. 6. Próvtøkuspurningarnir og møguligir ólisnir tekstir verða skrivaðir á ella festir í eitt serligt oyðublað, sum Mentamálastýrið ger. Aftaná próvtøkuna skriva bæði próvhoyrari og próvdómari undir oyðublaðið. Hetta verður síðan latið skúlastjóranum saman við møguligum fylgiskjølum til spurningarnar.
§ 27. Próvhoyrarin leiðir samrøðuna við próvtakaran, um ikki annað er ásett í teimum einstøku lærugreinunum. Tó eigur próvtakarin at leggja fyri. Próvdómarin kann seta próvtakaranum einstakar spurningar.
Stk. 2. Um stuðulslærari hevur havt ábyrgdina av undirvísingini, er hann próvhoyrari.
§ 28. Verður ein próvtakari ov seinur til eina munnliga próvtøku, verður hann roknaður sum ikki komin, sbr. § 6, stk. 5. Skúlastjórin kann tó við støði í eini meting av, um seinkingin hevur eina rímiliga grundgeving, gera av, at próvtakarin kann próvhoyrast í lærugreinini seinni í próvtøkugongdini.
Stk. 2. Reglurnar í § 21 eru somuleiðis at nýta fyri munnliga próvtøku.
§ 29. Í fyrireikingartíðini er loyvt próvtakaranum at hava við sær tilfar og hjálparmiðlar eftir egnum vali, sbr. tó §§ 34-38. Próvtakarin skal sjálvur hava við sær skrivi- og tekniamboð, umframt loyvdar roknimaskinur og teldur.
Stk. 2. Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at møguligur útbúnaður, ið skal brúkast í sambandi við fyrireiking og próvhoyring, er til staðar í fyrireikingarhølinum og í próvtøkuhølinum.
§ 30. Próvtakararnir fáa próvtøkuspurningarnar við at velja millum seðlar, sum skulu vera óglærir og einsháttaðir. Allir spurningarnir skulu vera lagdir fram, tá ið próvtøkan byrjar. Einstaki próvtakarin skal hava í minsta lagi 5 seðlar at velja ímillum. Próvtøkuspurningurin verður latin próvtakaranum skrivliga í sambandi við fyrireikingina.
Stk. 2. Um ein próvhoyring fevnir um fleiri spurningar, sum eru óheftir hvør av øðrum, velur próvtakarin ein seðil fyri hvønn spurning.
Stk. 3. Próvdómari og próvhoyrari skulu báðir vera hjástaddir, tá ið próvtakarin velur ein spurning. Próvhoyrarin skal, meðan próvdómarin lýðir á, tryggja sær, at próvtakarin hevur skilt spurningin.
§ 31. Í fyrireikingartíðini má próvtakarin ikki hava møguleika at venda sær til onnur við fakligum spurningum. Próvtakara skal vera tryggjaður friður, og hann skal so vítt gjørligt sita einsamallur í einum høli. Um fleiri próvtakarar fyrireika seg í sama høli, skal eftirlitsfólk vera í hølinum.
Stk. 2. Í fyrireikingartíðini er loyvt próvtakaranum at gera uppskriftir á serligum pappíri, sum skúlin hevur lagt fram til endamálið.
Stk. 3. Meðan próvhoyringin fer fram, kann próvtakarin styðja seg til próvtøkuspurningin og uppskriftir, sum eru gjørdar í fyrireikingartíðini. Próvhoyrari og próvdómari hava rætt at síggja uppskriftirnar hjá próvtakaranum.
Stk. 4. Próvdómarin ger av, nær próvhoyringin er liðug, og próvtakarin fer síðan úr próvtøkuhølinum.
§ 32. Próvdømt verður beint eftir hvørja próvhoyring. Fevnir próvtøkan um eina felags framløgu, skal hvør einstakur próvtakari í bólkinum próvdømast beint eftir, at felags framløgan er liðug.
Stk. 2. Próvdómarin sigur sína døming fyrst.
Stk. 3. Bert próvhoyrarin og próvdómarin mugu vera hjástaddir, tá próvdømingin fer fram. Próvdómarin skal í sambandi við próvdømingina gera uppskriftir um avrikið og próvtalsásetan hjá einstaka próvtakaranum. Uppskriftirnar eru persónligar, og skal próvdómarin nýta tær í eini frágreiðing, um kært verður um próvtalið. Próvdómarin skal goyma uppskriftirnar í 1 ár.
Stk. 4. Beint eftir at próvtalið er ásett, skrivar próvdómarin próvtalið á ein próvtalslista, sum Mentamálastýrið ger. Próvhoyrarin sigur síðan próvtakaranum frá próvtalinum, meðan próvdómarin lýðir á.
Stk. 5. Próvtalið er endaligt, tá ið tað er skrivað á próvtalslistan, og próvtakarin hevur fingið tað at vita. Síðan kann bert Mentamálastýrið í sambandi við kæru broyta próvtalið.
Stk. 6. Próvdómarin viðmerkir á próvtalslistan, um ein próvtakari ikki er møttur, ella um próvtalið er úrslit av einum miðaltali av próvtalsuppskoti hjá próvdómara og próvhoyrara. Hvønn dag, tá ið próvhoyringin er liðug, dagfesta og skriva próvhoyrarin og próvdómarin próvtalslistan undir og lata hann inn til skúlastjóran.
Kapittul 7
Verkætlanin
§ 33. Skúlastjórin sendir eftir ávísing frá Mentamálastýrinum sum skjótast og í seinasta lagi 3. mai próvdómarunum verkætlanaruppgávurnar, saman við nøvnunum á næmingunum v.m., umframt próvtalslista. Samstundis verður ljóstak av uppgávusvørunum latið avvarðandi vegleiðara/um.
Stk. 2. Innlatna uppgávusvarið verður í vanliga próvtøkuskeiðnum nýtt sum støði undir eini munnligari próvhoyring í verkætlanini. Eitt samlað próvtal verður givið fyri skrivliga avrikið og munnligu próvtøkuna. Próvdømt verður annars sbrt. § 32.
Stk. 3. Reglurnar í § 21 eru somuleiðis at nýta viðvíkjandi verkætlanini, um tað verður staðfest, at próvtakarin ikki sjálvur hevur skrivað verkætlanaruppgávuna, ella at ein partur av henni er avskrift ella umskriving av ikki uppgivnum keldum, har í millum av fyrr dømdum skrivligum avrikum hjá próvtakaranum.
Stk. 4. Um próvtakari nýtir brot úr egnari uppgávu, sum fyrr er dømd, skal hetta síggjast greitt aftur í uppgávusvarinum. Fyrr dømda uppgávan skal tilskilast í bókmentalistanum og verða løgd hjá.
Stk. 5. Er illgruni um, at talan er um viðurskifti, ið eru nevnd í stk. 3, kann skúlastjórin innkalla próvtakaran til samrøðu um innihaldið í uppgávusvarinum. Lærarin, ið hevur virkað sum vegleiðari í verkætlanaruppgávuni, er við til samrøðuna. Um próvtakarin er undir 18 ár og ógiftur, skal foreldramyndugleikin kunnast um og fáa høvi at vera við til samrøðuna. Verður tað undir samrøðuni staðfest, at talan er um eina støðu sbr. stk. 3, vísir skúlastjórin próvtakaranum burtur og ein frágreiðing verður skrivað Mentamálastýrinum. Próvtakarin skal innan 5 dagar hava møguleika at gera viðmerkingar til frágreiðingina, áðrenn hon verður send Mentamálastýrinum. Møguligu viðmerkingar próvtakarans verða lagdar við frágreiðingini.
Stk. 6. Ein nýggj verkætlanaruppgáva kann í fyrsta lagi skrivast í fylgjandi skúlaári. Skúlastjórin ásetir tíðarskeiðið fyri nýggju uppgávuni.
Stk. 7. Ásetingarnar í § 24, stk. 3, eru eisini galdandi viðvíkjandi verkætlanini.
Stk. 8. Við endurpróvtøku í verkætlanini verður nýggj verkætlan skrivað við aðrari uppgávuorðing.
Stk. 9. Skúlastjórin kann í samráð við Mentamálastýrið góðtaka, at ein verkætlanaruppgáva verður ov seint latin inn, um heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi, og um seinkingin hevur eina rímiliga grundgeving. Frágreiðing hesum viðvíkjandi verður skrivað Mentamálastýrinum alt fyri eitt.
Kapittul 8
Teldur, lummaroknarar o.a.
§ 34. Próvtakararnir mugu ikki læna lummaroknarar frá hvørjum øðrum undir eini skrivligari ella munnligari próvtøku.
§ 35. Forrit og lummaroknarar, sum verða brúkt til skrivligar og munnligar próvtøkur, mugu ikki kunna gera abstrakta algebraiska súmbolhandfaring.
Stk. 2. Próvtakararnir mugu undir einari próvtøku ikki nýta lummaroknarar til at býta um upplýsingar hvør við annan.
Stk. 3. Próvtakararnir mugu ikki til próvtøkuna hava við sær aðrar mekaniskar ella elektroniskar hjálparmiðlar, her í millum fartelefon, ið kunnu nýtast til at býta um upplýsingar við onnur.
Stk. 4. Um ein lummaroknari ikki virkar, meðan próvtøkan fer fram, skal skúlin bjóða próvtakaranum at læna annan lummaroknara.
§ 36. Skrivligu próvtøkurnar í støddfrøði á C-stigi verða gjørdar við støði í, at próvtakararnir nýta lummaroknarar við knøttum fyri eksponentiella notatión, potenslyfting og funkurnar cos, sin, tan, ln og log umframt teirra øvugtu funkur. Harafturat skal minnið í lummaroknararanum vera tømt.
Stk. 2. Skrivligu próvtøkurnar í støddfrøði á A- og B-stigi, verða gjørdar við støði í, at próvtakararnir nýta lummaroknarar við grafiskum skýggja.
§ 37. Til skrivligar og munnligar próvtøkur skulu próvtakarar, ið nýta skrivimaskinu, sita í próvtøkuhøli fyri seg.
Stk. 2. Skúlastjórin kann áseta ískoytisreglur fyri nýtslu av teldu og skrivimaskinu til skrivliga próvtøku.
§ 38. §§ 34–36 eru eisini galdandi fyri nýtslu av teldu til skrivliga próvtøku, sbr. fylgiskjal 3.
Kapittul 9
Serligar reglur fyri næmingar við breki ella fremmandamálsligum bakstøði
§ 39. Næmingar við breki ella við fremmandamálsligum bakstøði kunnu fáa undantaksloyvi frá reglunum í hesari kunngerð, tá ið mett verður, at broyttar próvtøkutreytir eru neyðugar fyri at javnstilla tann brekaða ella tann fremmandamálsliga næmingin við aðrar til próvtøkuna. Tað er ein fyritreyt, at undantaksloyvið ikki ber í sær lækking av fakliga støðinum til próvtøkuna.
Stk. 2. Skúlastjórin skal síggja til, at brekaðir og fremmandamálsligir næmingar verða kunnaðir um møguleikarnar fyri at fáa undantaksloyvi, og um at tað í ávísum førum ber í sær átekning á prógvið, ávikavist skjalváttan fyri próvtal, sbr. § 56, stk. 1 og 2, umframt fylgiskjal 2.
Stk. 3. Næmingur kann eftir skrivligari umsókn fáa undantaksloyvi frá reglunum í hesari kunngerð, sbr. stk. 1. Skúlastjórin, sbr. § 40, stk. 1, ella Mentamálastýrið, sbr. § 40, stk. 2, gevur undantaksloyvið, eftir eini einmenniligari, fakligari meting av teimum trupulleikum, sum brekið ella fremmandamálsliga bakstøðið ber í sær í tí ítøkiligu próvtøkustøðuni.
Stk. 4. Saman við øllum umsóknum um undantaksloyvi orsakað av breki ella fremmandamálsligum bakstøði skal fyriliggja ummæli frá einum serkønum fólki innan avvarðandi øki (lækna, sálarfrøðingi, sjónráðgeva e.t.). Snýr tað seg um at loyva fremmandamálsligum próvtakarum at nýta serligar orðabøkur, sbr. § 40, stk. 1, nr. 3, er eitt ummæli frá læraranum nøktandi.
Stk. 5. Ummælið sbrt. stk. 4 skal lýsa verandi virkisstøði hjá brekaða/fremmandamálsliga næminginum og má ikki vera meiri enn 2 ára gamalt. Eitt ummæli, sum er givið fyrr í sambandi við aðra skúlagongd, kann ikki vera støði undir undantaksloyvi.
§ 40. Skúlastjórin gevur undantaksloyvi viðvíkjandi:
1. Serligum verkligum tiltøkum og nýtslu av tøkniligum hjálparmiðlum.
2. Nýtslu av ljóðbondum, stórprenti ella punktskrift. Bílegging av próvtøkuuppgávum á bandi, í stórprenti ella í punktskrift fer fram um Mentamálastýrið.
3. Nýtslu av serligum orðabókum fyri fremmandamálsligar próvtakarar, ið ikki hava fullført eina samlaða fólkaskúlagongd í Føroyum.
4. Hjáveru av einum av skúlastjóranum tilnevndum hjálparfólki ella skrivara, sum ikki má vera lærari hjá próvtakaranum. Tað er ikki loyvt hjálparfólki/skrivara at hjálpa próvtakaranum í fakligum spurningum, bert í reint verkligum høpi.
5. Longdari fyrireikingartíð og/ella próvhoyringartíð, herímillum longdari próvtøkutíð til skrivligu próvtøkuna og tíðarskeiðið til verkætlanaruppgávuna.
6. Frítøku fyri próvhoyring í kortum og myndatilfari fyri sjónbrekaðar próvtakarar.
Stk. 2. Mentamálastýrið kann í heilt serligum førum geva undantaksloyvi frá innihaldi og próvtøkuhátti til próvtøkuna. Umsóknir um undantaksloyvi viðvíkjandi innihaldi og próvtøkuhátti í einstøku lærugreinunum, sbr. § 39, stk. 4 og 5, verða sendar Mentamálastýrinum til støðutakan saman við tilmæli skúlastjórans og hjáløgdum tilmælum annars.
Stk. 3. Umsóknir um undantaksloyvi sbrt. stk. 1 skulu latast skúlastjóranum í seinasta lagi 1 mánað, áðrenn próvtøkuskeiðið byrjar.
Stk. 4. Umsóknir um undantaksloyvi sbrt. stk. 2 og umsóknir, ið viðvíkja tilevning av skrivligum uppgávum, skulu latast skúlastjóranum í seinasta lagi 5. januar, ávikavist 1. oktober.
Stk. 5. Skúlastjórin kunnar skrivliga næmingin, ið hevur søkt um undantaksloyvi, um avgerðina hjá skúlastjóranum ella hjá Mentamálastýrinum.
Stk. 6. Eitt undantaksloyvi er bert galdandi fyri einstaka próvtøkuskeiðið.
§ 41. Dømingin av próvtøkuavrikinum fer fram uttan mun til undantaksloyvi, sbrt. § 40.
Stk. 2. Skúlastjórin boðar beint eftir, at próvtøkuskeiðið er lokið, Mentamálastýrinum frá nýttum undantaksloyvum sbrt. § 40, stk. 1, eftir nærri ásetingum hjá Mentamálastýrinum.
Kapittul 10
Sjúkrapróvtøka
§ 42. Fær næmingurin vegna sjúku ikki møtt til eina próvtøku, skal næmingurin alt fyri eitt boða skúlanum frá hesum. Hevur skúlin ikki fingið boð um hetta fyri kl. 15 próvtøkudagin, er viðkomandi næmingur at rokna sum ikki møttur til próvtøkuna, sbr. § 6, stk. 5.
Stk. 2. Um ein próvtakari hóast sjúku byrjar eina próvtøku, sbr. § 13, sleppur viðkomandi ikki til sjúkrapróvtøku.
Stk. 3. Um sjúka tekur seg upp undir próvtøkuni, verður víst til § 44.
Stk. 4. Munnlig sjúkrapróvtøka kann eftir avgerð skúlastjórans verða hildin í vanliga próvtøkuskeiðnum.
Stk. 5. Próvtakari, sum vegna sjúku ikki sleppur til sjúkrapróvtøku í sjúkrapróvtøkuskeiðnum, kann søkja Mentamálastýrið um loyvi at fara til sjúkrapróvtøku í øðrum tíðarskeiði. Próvtøkan fer fram sbrt. teimum treytunum, sum eru galdandi fyri vanligu sjúkrapróvtøkuna.
§ 43. Innskriving til sjúkrapróvtøku fer fram í seinasta lagi 25. juni. Innskrivingin fer fram hjá skúlastjóranum á einum oyðiblaði, sum Mentamálastýrið ger, og sum fevnir um ta í § 44, stk. 1 og 2, nevndu læknaváttan. Innskriving til sjúkrapróvtøkuna er bindandi.
§ 44. Skúlastjórin gevur próvtakaranum loyvi at fara til sjúkrapróvtøku, tá ið hesar fyritreytir eru í lagi, sbr. tó stk. 3 og 4:
1. Próvtakarin skal hava verið hjá lækna í seinasta lagi próvtøkudagin,
2. Sjúkan er skjalprógvað við læknaváttan. Mentamálastýrið ger oyðubløð, sum læknin skal nýta í hesum sambandi .
Stk. 2. Próvtakarin rindar útreiðslurnar fyri læknaváttanina.
Stk. 3. Skúlastjórin kann geva undantaksloyvi frá kravinum í stk. 1, tá ið heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Stk. 4. Skúlastjórin kann í samráð við Mentamálastýrið loyva einum próvtakara, sum av heilt serligum orsøkum ikki hevur kunnað farið til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðnum, at fara til próvtøku í sjúkrapróvtøkuskeiðnum.
§ 45. Skúlastjórin sendir í seinasta lagi seinasta skúladag Mentamálastýrinum frágreiðing um allar teir næmingar, sum hava fingið loyvi at fara til sjúkrapróvtøku, har í millum um orsøkina til loyvið.
Stk. 2. Reglurnar í stk. 1, umframt í §§ 42-44, eru eisini at nýta í sambandi við verkætlanaruppgávuna.
§ 46. Mentamálastýrið ásetur dagarnar fyri próvtøkurnar til skrivligu sjúkrapróvtøkuna.
Stk. 2. Munnligu sjúkrapróvtøkurnar skulu fara fram, so skjótt sum til ber í komandi skúlaári, um ikki sjúkrapróvtøka verður sbrt. § 42, stk. 4, soleiðis at allar munnligar próvtøkur eru lidnar í seinasta lagi 3 vikur eftir skúlaársbyrjan. Mentamálastýrið tilnevnir próvdómarar, meðan skúlastjórin í samráð við lærarar og próvdómarar avtalar dag og tíð fyri sjúkrapróvtøkurnar. Lærari kann ikki vera próvdómari á egnum undirvísingarstaði.
Kapittul 11
Próvtalsgeving
§ 47. Grundleggjandi førleiki próvtakarans í lærugreinini er støðið undir dømingini. Í dømingini av skrivligum próvtøkum telja staviførleikin og skrivligu framsetingarevni próvtakarans við, eins og lesileiki og uppseting av uppgávuni. Í dømingini við munnligu próvtøkuna telja málburður og sjálvstøðug framsetingarevni hjá próvtakaranum við. Upplestur ella avskrift á talvuna av uppskriftum, evnissøvnum o. ø. telja í sjálvum sær ikki uppeftir við ásetan av próvtali.
Stk.2. Í dømingini av verkætlanini eru metingarreglurnar í stk. 1 eisini galdandi.
Stk. 3. Próvtølini, sum eru partar av próvtøkuni, verða givin soleiðis:
1. Próvtølini til tær skrivligu próvtøkurnar verða skrivað á próvtalslista, sum próvdómari og lærari undirskriva. Próvdómarin ger fyrst sína døming og síðani lærarin. Aftaná fer samráðing fram um dømingina. Próvdómarin tekur stig til hesa samráðing. Er semju um próvtølini, skrivar próvdómarin próvtalið í próvtalslistan í teigin “próvtal”. Verða partarnir ikki samdir um eitt próvtal, skrivar próvdómarin próvtølini hjá lærara og próvdómara í teigin “viðmerkingar”, og einki verður skrivað í teigin “próvtal”. Próvdómarin – og lærarin, um hann er hjástaddur – undirskrivar síðan próvtalslistan, tekur ljóstak og handar ella sendir skúlanum hann í seinasta lagi dagin eftir, at próvdømingin er liðug. Lærarin letur skúlanum uppgávurnar so skjótt dømingin er liðug. Próvtølini eru endalig, og bert Mentamálastýrið kann broyta tey, sbr. tó § 24, stk. 7. Um próvdómari og lærari ikki semjast um eitt próvtal til skrivligu próvtøkuna, ásetir Mentamálastýrið próvtalið við støði í einum skrivligum tilmæli frá teimum báðum.
2. Próvtølini til tær munnligu próvtøkurnar verða ásett sum tilskilað í § 32.
Stk. 4. Tey ásettu próvtølini verða skjalprógvað við tí undirskrivaða próvtalslistanum sbrt. § 54, stk. 2, ella við avgerð hjá ástøðumanni ella Mentamálastýrinum, sbrt. § 54, stk. 3.
Stk. 5. Fær miðaltalið, sum komið er fram til við útrokning, meiri enn ein desimal, verður hækkað/lækkað til næsta tal við einum desimali. Liggur miðaltalið mitt í millum tvey tøl við einum desimali, verður hækkað.
§ 48. Fyri næming, sum er farin til próvtøku í somu lærugrein á sama stigi 2 ferðir, verður próvtalið, ið er fingið við endurpróvtøkuna, skrivað í prógvið, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Til eina HIF-próvtøku í eini 2 ára útbúgvingargongd kunnu bert próvtøkur, ið eru tiknar í beinleiðis framhaldi av undirvísingini í lærugreinini vera roknaðar við. Undantikið frá hesum eru lærugreinir, sum eftir góðkenning skúlastjórans eru avriksfluttar, ella próvtøkur, sum eru tiknar á øðrum skúlum ella endurpróvtøku sbrt. § 7, ella til sjúkrapróvtøku sbrt. §§ 42-46.
Kapittul 12
Serligar reglur fyri SIF-próvtøkuna
§ 49. Ein SIF-próvtøka er staðin, tá ið kravið um miðaltal er lokið bæði viðvíkjandi ársmetum og próvtølum hvør sær, sbr. reglurnar í kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming við seinni broytingum. Um ársmet í serligum føri ikki er givið, er kravið um miðaltal bert galdandi fyri próvtøl til próvtøkuna.
Stk. 2. Um ongin próvtøka verður í einari lærugrein, har próvtøka kann haldast, telur ársmetið eisini sum próvtal, og verður ársmetið tá skrivað í próvtøkubók sum flutt ársmet.
§ 50. Ársmetini verða skrivað á ársmetlistar, ið lærarin undirskrivar. Tá ið skúlastjórin hevur fingið teir undirskrivaðu ársmetlistarnar, eru ársmetini endalig. Ársmet, sum telja við til eina SIF-próvtøku, kann bert Mentamálastýrið broyta. Av øllum ársmetum, sum eru partar av próvtøkuni, verður roknað eitt miðaltal við einum desimali.
Stk. 2. Av øllum próvtølunum, har í millum flutt ársmet, verður eitt miðaltal roknað við einum desimali.
Stk. 3. Próvtøkuúrslitið verður roknað við einum desimali sum miðaltalið av miðaltalinum av ársmetunum og miðaltalinum av próvtølunum.
Kapittul 13
Serligar reglur fyri HIF-próvtøkuna
§ 51. Tá ið roknað verður, um næmingur lýkur treytirnar fyri at standa eina samlaða HIF-próvtøku, skal hetta telja við:
1. Próvtølini í kravdu lærugreinunum.
2. Próvtølini í vallærugreinum.
3. Próvtalið fyri verkætlanina.
Stk. 2. Tá ið próvtøkuúrslitið verður roknað, vektast tølini sbrt. reglunum í kunngerð um støðisútbúgving og hægri próvtøku innan fiskivinnu við seinni broytingum (SIF- og HIF-kunngerðin). Endaliga próvtøkuúrslitið verður roknað við einum desimali sum miðaltalið av miðaltalinum av ársmetunum og miðaltalinum av próvtølunum.
Kapittul 14
Serligar reglur fyri stakgreinalesandi
§ 52. Tá ið roknað verður, um næmingur lýkur treytirnar fyri at standa stakgreinapróvtøku í SIF, skulu próvtølini í øllum lærugreinum telja við.
Stk. 2. Próvtøkuúrslitið, sbr. § 10 í Kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming, við seinni broytingum, verður roknað við einum desimali sum miðaltalið av próvtølunum.
§ 53. Tá ið roknað verður, um næmingur lýkur treytirnar fyri at standa eina samlaða stakgreina HIF-próvtøku, skal hetta telja við:
1. Próvtølini í kravdu lærugreinunum.
2. Próvtølini í vallærugreinum.
3. Próvtalið fyri verkætlanina.
Stk. 2. Próvtøkuúrslitið verður roknað við einum desimali sum miðaltalið av próvtølunum, sbr. § 17 í kunngerð um støðisútbúgving og hægri próvtøku innan fiskivinnu við seinni broytingum (SIF- og HIF-kunngerðin),.
Kapittul 15
Próvtøkubók
§ 54. Á hvørjum skúla verður førd próvtøkubók, sbrt. reglum hjá Mentamálastýrinum. Í próvtøkubókini verða fyri hvønn næming skrivað upp øll próvtølini, sum hesin hevur fingið á skúlanum, har í millum í verkætlanini. Ársmet verða eisini skrivað upp. Um próvtakarin hevur verið til endurpróvtøku, sbrt. §§ 7-8, skulu bæði próvtølini tilskilast í próvtøkubókini, eins og frávera ella ov sein frámelding til eina próvtøku skal tilskilast. Møguligar próvtøkur frá einum øðrum skúla, sum er partur av eini samlaðari próvtøku, ið skúlin skrivar út prógv fyri, skulu tilskilast. Møguligar átekningar um undantaksloyvi ella avriksflutning sbrt. § 56 skulu tilskilast í próvtøkubókini.
Stk. 2. Próvtølini verða skrivað í próvtøkubókina eftir teimum undirskrivaðu próvtalslistunum. Luttøka í kravdari undirvísing uttan próvtøku verður skjalprógvað og førd í próvtøkubók við støði í neyðugari luttøku, sbr. skráseting av fráveru.
Stk. 3. Próvtøl, sum ástøðumaður ella Mentamálastýrið hava ásett, verða skrivað í próvtøkubókina sbrt. skrivligu avgerðini.
Stk. 4. Próvtalslistarnir eru skjalprógv skúlans fyri próvtølini, til hesi eru skrivað í próvtøkubókina. Um próvtøkubókin er teldutengd, verður útskrift gjørd, hvørja ferð eitt próvtøkuskeið er lokið. Próvtøkubók ella útskrift av próvtøkubók, ið skúlastjórin skrivar undir, verður goymt á skúlanum. Próvtalslistarnir skulu goymast í 1 ár, og útskriftirnar av próvtøkubók skulu goymast 40 ár.
Stk 5. Í próvtøkubókina verður fyri einstaka næmingin hetta skrásett: skrátal skúlans, próvtøl, próvtøkuskeið fyri einstøku próvtølini og møguligur avriksflutningur, ið stavar frá aðrari útbúgving, og sum er partur av einari SIF- ella HIF-próvtøku. Skjalváttan fyri tílík próvtøl ella avriksflutning skal goymast á skúlanum í 40 ár.
Stk. 6. Próvtøkuúrslit verða fráboðað Mentamálastýrinum sbrt. nærri ásetingum.
Kapittul 16
Prógv og skjalváttan
§ 55. Tá ið ein undirvísingargongd til SIF-próvtøkuna ella til HIF-próvtøkuna er lokin, og treytirnar fyri at standa próvtøku eru loknar, skal næmingurin hava skrivað út prógv fyri eina samlaða SIF-próvtøku, ávikavist HIF-próvtøku. Stakgreinaprógv verður eftir áheitan frá próvtakaranum skrivað út, um treytirnar eru loknar, sbr. §§ 52-53
Stk. 2. Skúlastjórin á skúlanum, har síðsta próvtøkan er lokin, undirskrivar og útflýggjar prógvið. Mentamálastýrið tilevnar próvskjalið.
Stk. 3. Tá ið prógv fyri eina samlaða próvtøku verður útflýggjað, skulu skjalváttirnar fyri stakgreinapróvtøkur, ið telja við til próvtøkuna, latast skúlanum og beint verður fyri teimum.
Stk. 4. Bert eitt frumprógv kann útflýggjast fyri eina próvtøku, sbr. tó stk. 5. Eitt ljóstak, heruppií umseting til eitt fremmandamál, skal verða áteknað: "Ljóstak (copy)".
Stk. 5. Mentamálastýrið kann heimila skúlastjóranum at skriva út nýtt frumprógv, t.d. orsakað av feilskriving ella hækkan/lækkan av einum próvtali. Ein treyt fyri at skriva út nýtt prógv er, at hald verður lagt á hitt prógvið, sum síðani verður fyribeint.
§ 56. Um næmingur hevur fingið undantaksloyvi frá ásetingunum um ársmet ella próvtøku í einari lærugrein, verður tað tilskilað á próvnum, sbr. fylgiskjal 2.
Stk. 2. Mentamálastýrið kann í heilt serligum føri gera av, at átekning um undantaksloyvi ikki stendur á próvnum, sbr. stk. 1.
Stk. 3. Á próvnum fyri eina samlaða próvtøku kunnu í mesta lagi 3 lærugreinir avriksflytast við støði í einum hægri framhaldslestri ella einari útlendskari miðnámsútbúgving, undantikið frá einari miðnámsútbúgving úr øðrum Norðurlandi.
Stk. 4. Um ein lærugrein, sum í tí avriksflutningsgevandi útbúgvingini hevur bæði eina skrivliga og munnliga próvtøku, kemur í staðin fyri eina lærugrein, har bert munnlig próvtøka verður hildin til SIF- ella HIF-próvtøkuna, er avriksflutta próvtalið miðaltalið av teimum báðum próvtølunum.
Stk. 5. Um ein lærugrein, sum í tí avriksflutningsgevandi útbúgvingini annaðhvørt hevur eina skrivliga ella eina munnliga próvtøku, kemur í staðin fyri eina lærugrein, har bæði ein munnlig og ein skrivlig próvtøka verður hildin til SIF- ella HIF-próvtøkuna, verður próvtalið, sum er fingið, avriksflutt til SIF-prógvið, ávikavist HIF-prógvið, fyri samsvarandi próvtøku, meðan hin próvtøkan verður tilskilað við "Frítøka" í próvtalsteiginum.
§ 57. Næmingar, ið hava staðið eina SIF-próvtøku ella stakgreina SIF-próvtøku og fingið útflýggjað prógv, kunnu ikki fáa roknað nýtt próvtøkuúrslit ella útflýggjað nýtt prógv við støði í próvtøkum, sum eru tiknar seinni.
Stk. 2. Stk. 1 er somuleiðis galdandi fyri eina HIF-próvtøku, ávíkavist eina stakgreina HIF-próvtøku.
§ 58. Á próvnum fyri lokna SIF-próvtøku verður tilskilað:
1. Ársmetini, ið telja við til próvtøkuna,
2. próvtølini til próvtøkuna, umframt ársmetini, ið telja við sum flutt ársmet. Tey fluttu ársmetini verða sett í próvtalsteigin, og tað skal greitt tilskilast, at talan er um flutt ársmet,
3. miðaltalið av ársmetunum og miðaltalið av próvtølunum, sbr. § 50, stk. 1 og 2,
4. próvtøkuúrslitið, sbr. § 50, stk. 3, og
5. hvar og í hvørjum próvtøkuskeiði møguligar próvtøkur, sum eru tiknar fyrr, og sum eru partar av samlaðu próvtøkuni, eru tiknar.
§ 59. Á próvnum fyri lokna stakgreina SIF-próvtøku verður tilskilað:
1. Próvtølini, sum telja við í útrokningini sbrt. § 52, stk. 1,
2. próvtøkuúrslitið, sbr. §52, stk. 2, og
3. hvar og í hvørjum próvtøkuskeiði møguligar próvtøkur, sum eru tiknar fyrr, og sum eru partar av samlaðu próvtøkuni, eru tiknar.
§ 60. Á próvnum fyri lokna HIF-próvtøku verður tilskilað:
1. Próvtølini, sum telja við í útrokningini sbrt. § 51, stk. 1,
2. partspróvtøl í tann mun, hetta er tilskilað í reglunum fyri tær einstøku lærugreinirnar í HIF-próvtøkuni,
3. próvtøkuúrslitið, sbr. § 51, stk. 2, og
4. hvar og í hvørjum próvtøkuskeiði møguligar próvtøkur, sum eru tiknar fyrr, og sum eru partar av samlaðu próvtøkuni, eru tiknar.
§ 61. Á próvnum fyri lokna stakgreina HIF-próvtøku verður tilskilað:
1. tey próvtølini, sum telja við í útrokningini sbrt. § 53, stk. 1 í hesi kunngerð og § 17 í kunngerð um støðisútbúgving og hægri próvtøku innan fiskivinnu við seinni broytingum (SIF- og HIF-kunngerðin),
2. partspróvtøl í tann mun, hetta er tilskilað í reglunum fyri tær einstøku lærugreinirnar í Kunngerð um støðisútbúgving og hægri próvtøku innan fiskivinnu (SIF- og HIF-kunngerðin), við seinni broytingum,
3. próvtøkuúrslitið, sbr. § 53, stk. 2, og
4. hvar og nær møguligar próvtøkur,sum eru partar av samlaðu próvtøkuni, eru tiknar.
Skjalváttan
§ 62. Stakgreinalesandi og næmingar, sum gevast í skúlagongdini, hava rætt til at fáa skjalváttan fyri próvtøl, tey hava fingið til próvtøku í loknu lærugreinunum.
Stk. 2. Næmingar hava rætt til at fáa skjalváttan fyri ársmet, ið orsakað av, at ein lærugrein ikki er tikin til próvtøku, er flutt sum "Flutt ársmet", umframt ársmet, ið eru skrivað í próvtøkubók, men sum orsakað av broyting av vallærugrein ella sliti í skúlagongd ikki verða brúkt í sambandi við útskriving av prógvi. Skjalváttan kann bert verða útflýggjað fyri próvtøkur í lærugreinum, sum ikki eru partar av einum samlaðum próvtøkuúrsliti.
Stk. 3. Næmingar hava rætt til at fáa útflýggjað skjalváttan fyri vallærugreinir, ið eru tiknar afturat teimum kravdu.
Stk. 4. Reglurnar í § 56, stk. 1 og 2, verða nýttar fyri skjalváttanir.
Stk. 5. Skúlastjórin undirskrivar skjalváttanirnar. Mentamálastýrið ger skjal til skjalváttan.
Váttan
§ 63. Stakgreinalesandi og næmingar hava rætt til at fáa eina váttaða útskrift úr próvtøkubókini viðvíkjandi luttøku í kravdari undirvísing í lærugreinum, ið ikki enda við próvtøku.
Stk. 2. Stakgreinalesandi og næmingar hava rætt til at fáa skrivliga váttan fyri luttøku í undirvísing, ið ikki er ein full undirvísingargongd, herundir tvørfakligar verkætlanir. SIF- og HIF-næmingar kunnu fáa skrivliga váttan fyri støðismet, ávikavist ársmet fyri lærugreinir, sum ikki eru loknar. Hesi met kunnu ikki vera partur av eini próvtøku.
Stk. 3. Næmingar hava rætt til at fáa skrivliga váttan fyri, at teir eru givnir við einari SIF- ella HIF-útbúgving.
Kapittul 17
Kærur um próvtøku o.a.
§ 64. Kæra frá næmingi um avgerðir skúlastjórans, tiknar sbrt. hesi kunngerð, har í millum kæra um próvtøl og ársmet, sum telja við til próvtøkuna, skal verða latin skúlastjóranum í seinasta lagi 7 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd næminginum, í vanliga próvtøkuskeiðnum tó í seinasta lagi seinasta skúladag. Tó skal kæra um próvtøl við skrivliga próvtøku verða latið skúlastjóranum í seinasta lagi 2 dagar eftir, at próvtalið er kunngjørt næminginum. Kærarin hevur rætt at fáa útflýggjað ljóstak av egnum skrivligum uppgávusvørum og av ólisnum tekstum, sum hava verið brúktir til munnligu próvtøkuna.
Stk. 2. Um næmingurin er undir 18 ár og er ógiftur, kann foreldramyndugleikin kæra.
Stk. 3. Kæran verður latin einsæris og skrivliga. Kæran skal nágreinliga tilskila og grundgeva, hvat kært verður um. Ein kæra kann fevna um:
1. Próvtøkugongdina.
2. Grundarlagið undir dømingini.
3. Sjálva dømingina.
4. Burturvísing frá próvtøkuni.
§ 65. Í seinasta lagi 7 dagar aftaná at skúlastjórin hevur móttikið kæruna, skal hann hava útvegað sær neyðugu frágreiðingarnar um hana. Snýr kæran seg um ársmet, verður frágreiðing fingin frá viðkomandi lærara, snýr kæran seg um próvtøl, verður frágreiðing fingin frá próvhoyrara og próvdómara. Hevur ástøðumaður ásett próvtalið, sbr. § 47, stk. 2 og 3, verður frágreiðing fingin frá honum.
Stk. 2. Skúlastjórin gevur kæraranum 7 dagar at gera viðmerkingar til frágreiðingina.
Stk. 3. Í málum, sum Mentamálastýrið tekur avgerð um, skal kærarin harafturat innan 7 dagar hava høvi at gera viðmerkingar til tilmæli skúlastjórans, sbr. §§ 66 og 67, stk. 2.
§ 66. Í málum, har kæran snýr seg um dømingina, metir skúlastjórin við støði í kæruni og frágreiðingunum, um umstøðurnar eru av tílíkum slagi, sbr. § 66, stk. 3, at tað gevur orsøk at ivast um dømingina. Heldur skúlastjórin ikki, at talan er um slíkar umstøður, verður kæran víst aftur. Heldur skúlastjórin, at grundaður ivi er um dømingina, verða kæran, allar frágreiðingar og tilmæli skúlastjórans send Mentamálastýrinum til støðutakan. Er talan um eina kæru um døming við skrivligu próvtøkuna, verður uppgávufrumsvarið eisini sent Mentamálastýrinum. Eitt avrit av svarinum skal varðveitast á skúlanum.
Stk. 2. Í málum, har kæran snýr seg um próvtøkugrundarlagið, próvtøkugongdina ella onnur viðurskifti viðvíkjandi próvtøku, tekur skúlastjórin avgerð um annaðhvørt at bjóða endurpróvtøku ella at vísa kæruni aftur. Heldur skúlastjórin, at kæran er um viðurskifti, ið krevja eina fakliga meting, sendir skúlastjórin kæruna saman við øllum frágreiðingum og tilmæli sínum til Mentamálastýrið at taka støðu til.
Stk. 3. Um skúlastjórin bjóðar endurpróvtøku, orsakað av kæru um brek í sambandi við eina próvtøku, hevur avgerðin gildi fyri allar próvtakarar, hvørs próvtøka hevur havt sama brek.
§ 67. Kærast kann um avgerð skúlastjórans sbrt. § 66 til Mentamálastýrið innan 7 dagar, eftir at avgerðin er kunngjørd kæraranum.
Stk. 2. Kæran verður umvegis skúlastjóran send Mentamálastýrinum saman við tilmæli hansara í málinum.
§ 68. Mentamálastýrið tekur avgerð um umdøming, endurpróvtøku ella afturvísing av kæruni.
Stk. 2. Er úrslitið av kæruni, at umdøming skal fara fram, fremur Mentamálastýrið hana.
Stk. 3. Avgerð um umdøming hevur sum fortreyt, at
1. avgerðandi brek hava verið í mannagongdini við próvtøkuna ella dømingina,
2. próvdómari ella ástøðumaður í sínum tilmæli tala fyri, at próvtalið verður broytt,
3. eitt ársmet, sum kært verður um, í minsta lagi er 2 stig undir seinasta støðumet, ella
4. serligar umstøður elva til grundaðan iva um dømingina.
Stk. 4. Um Mentamálastýrið bjóðar endurpróvtøku orsakað av kæru um brek við eina próvtøku, hevur avgerðin gildi fyri allar próvtakarar, hvørs próvtøka hevur sama brek.
Stk. 5. Ein kæra kann bera í sær, at próvtalið/ársmetið verður hækkað/lækkað, sbr. tó § 70, stk. 5, um ógilding av próvtøkum, sum eru hildnar.
§ 69. Próvtakari kann um skúlastjóran kæra avgerð um burturvísing til Mentamálastýrið innan 7 dagar eftir, at avgerðin um burturvísing er fráboðað honum. Um próvtakari ikki er myndugur, kann eisini tann, sum hevur foreldramyndugleikan, senda kæruna.
Stk. 2. Kæran verður skrivliga send skúlastjóranum, sum sendir hana víðari til Mentamálastýrið saman við einum ummæli av málinum. Áðrenn málið verður sent Mentamálastýrinum, skal skúlastjórin geva tí, ið kærir 7 dagar at gera viðmerkingar til ummælið. Møguligar viðmerkingar skulu eisini sendast Mentamálastýrinum.
Stk. 3. Mentamálastýrið ger av, um avgerð skúlastjórans skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, sum kært hevur. Henda avgerð er endalig.
Kapittul 18
Mannagongd, tá ið brek ella brot á galdandi reglur verða staðfest
§ 70. Verða brek á próvtøkumannagongdina staðfest, meðan próvtøkan fer fram ella aftaná, ella verða galdandi reglur og leiðbeiningar um próvtøkuhald ikki hildnar, skal skúlastjórin alt fyri eitt leggja uppí.
Stk. 2. Skúlastjórin kann í teimum førum, ið nevnd eru í stk. 1, gera av, at bjóða próvtakaranum endurpróvtøku. Um so er, at endurpróvtøka verður boðin, verður frágreiðing um hetta send Mentamálastýrinum.
Stk. 3. Um so er, at skúlastjórin metir, at talan er um so álvarsligt óreglusemi, at hetta kann elva til uppílegging frá Mentamálastýrinum, skal hann beint eftir at óreglusemið er staðfest, senda Mentamálastýrinum eina frágreiðing um, hvussu málið er viðgjørt, umframt eitt tilmæli.
Stk. 4. Mentamálastýrið fær umvegis skúlastjóran eina frágreiðing frá pørtunum í málinum. Mentamálastýrið kann gera av, at prógvið hjá viðkomandi próvtakara verður hildið aftur, til málið er loyst.
Stk. 5. Mentamálastýrið tekur avgerð um, um próvtalið skal lækkast/hækkast, um næmingur skal hava tilboð um endurpróvtøku, ella um málið skal vísast aftur. Um brekini ella brotini eru grov ella óduld, kann Mentamálastýrið gera av, at próvtøkur, sum eru hildnar frammanundan, verða ógildaðar.
Stk. 6. Har fráboðan er farin fram sbrt. stk. 3, skal skúlastjórin alt fyri eitt skrivliga kunna teir próvtakarar, sum hava tikið lut í viðkomandi próvtøkum. Um ein próvtakari er undir 18 ár og er ógiftur, skal tann, sum hevur foreldramyndugleikan, somuleiðis hava skrivliga fráboðan.
§ 71. Um Mentamálastýrið ger av at ógilda eina próvtøku, skal tað tryggjast, at tað verður til minst møguligan ampa hjá próvtakara/um. Um endurpróvtøka verður framd, kann Mentamálastýrið gera av, at ein onnur próvtøka dettur burtur fyri viðkomandi próvtakara/ar.
§ 72. Avgerð um at ógilda eina munnliga próvtøku skal verða tikin innan ein mánað eftir, at próvtøkan er hildin. Fyri skrivligar próvtøkur skal avgerðin vera tikin innan ein mánað eftir, at próvtalið er kunngjørt viðkomandi próvtakara.
Stk. 2. Mentamálastýrið kann í serliga grovum føri víkja frá freistunum í stk. 1.
Kapittul 19
Ymiskar ásetingar
§ 73. Próvtakarin hevur upphavsrætt til egin uppgávusvør.
§ 74. Mentamálastýrið kann geva undantaksloyvi frá reglunum í hesi kunngerð, um orsøkin er heilt óvanlig viðurskifti, ella tá ið talan er um námsfrøðiligt royndar- og menningarvirksemi.
Stk. 2. Umsókn um undantaksloyvi til royndar- og menningarvirksemi, ið sum fyritreyt hevur í sær undantaksloyvi frá próvtøkureglunum, har í millum próvtøkuhættum og próvtøkuskipan, verður sent Mentamálastýrinum í seinasta lagi 1. oktober í tí skúlaári, viðkomandi próvtøka skal haldast.
Stk. 3. Mentamálastýrið kann sum eftirlitsmyndugleiki í sambandi við próvtøku útinna tær heimildir, ið sbrt. hesari kunngerð eru litnar skúlastjóranum upp í hendur.
Kapittul 20
Gildiskoma
§ 75. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálastýrið, 8. juni 2001
Torbjørn Jacobsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)
Próvtøkukunngerðin fyri støðisútbúgving innan fiskivinnu (SIF) og hægri próvtøku innan fiskivinnu (HIF)
Fylgiskjal 1
Mai 2001
Orðabókafortreytir í sambandi við skrivligar uppgávur, sbr. § 16, stk 3.
Í enskum og týskum eru tær skrivligu uppgávurnar gjørdar við støði í, at próvtakararnir nýta orðabøkur, sum í minsta lagi hava eitt fakligt orðabókastøði, sum svarar til hesar orðabøkur:
Enskt
Ensk-føroysk orðabók (forlagið Stiðin)
Gyldendals røde ordbøger (1995 ella seinni)
Advanced Learner's Dictionary (Oxford, 1995 ella seinni)
Comtemporary Dictionary of Modern English (Longman, 1995 ella seinni)
Dansk-engelsk handelsfaglig ordbog
Týskt
Gyldendals røde ordbøger
Skúlin sær til, at omanfyri nevndu orðabøkur eru til taks í próvtøkuhølinum í hóskandi tali, meðan skrivliga próvtøkan fer fram.
Próvtøkukunngerðin fyri støðisútbúgving innan fiskivinnu (SIF) og hægri próvtøku innan fiskivinnu (HIF)
Fylgiskjal 2
Mai 2001
Átekning í próvtøkubók, á prógvi og á skjalváttan, sbrt. § 54, stk. 1, § 56, stk. 1 og § 62, stk. 4.
Ein átekning skal tryggja, at avvarðandi partar (útbúgvingarstovnar og arbeiðsgevarar) fáa kunnleika um frítøkur og/ella undantaksloyvi, ið kunnu hava týdning fyri eina meting av tí ítøkiligu próvtøkuni.
Átekning á prógvið verður tilskilað í viðmerkingarteiginum.
1. Undantaksloyvi við próvtøku orsakað av breki ella fremmandamálsligum bakstøði
Átekning skal fevna um bæði upplýsingar um orsøkina til undantaksloyvið og um slag og stødd á undantaksloyvinum. Átekningin skal orðast alment og orðingar, sum kunnu elva til mismun, mugu ikki nýtast.
Átekningin skal orðast eftir hesum myndli (dømi):
Orsakað av sjónbreki
.... hoyrnarbreki
.... talubreki
.... rørslubreki
.... serligum málsligum trupulleikum
.... fremmandamálsligum bakstøði
.... sjúku
.... eftirráki av sjúku
hevur skúlastjórin/Mentamálastýrið givið undantaksloyvi frá
.... teimum almennu próvtøkutreytunum við munnliga/skrivliga próvtøku í (lærugreinin verður tilskilað).
.... tíðarkarmunum við munnliga/skrivliga próvtøku í (lærugreinin verður tilskilað).
ella
hevur skúlastjórin/Mentamálastýrið givið loyvi til at
.... longja fyrireikingartíðina við munnliga próvtøku/próvtøkutíðina við skrivliga próvtøku í (lærugreinin verður tilskilað).
.... longja próvhoyringartíðini við munnliga próvtøku í (lærugreinin verður tilskilað).
Gevur Mentamálastýrið undantaksloyvi, skal skrátalið fyri undantaksloyvinum altíð tilskilast.
Hesi frávik frá teimum almennu próvtøkuásetingunum krevja ikki átekning:
Serlig verklig tiltøk (t.d. um próvtøkan verður hildin í einum serligum høli).
Brúk av tøkniligum hjálparmiðlum (t.d. skrivimaskina, telda og CCTV).
Serligar gjørdar próvtøkuuppgávur (t.d. ljóðbond, stórprint ella punktskrivt).
Brúk av serligum orðabókum.
Leggið tó til merkis: Um ljóðbond verða brúkt við munnliga próvtøku í fremmandamálum, skal átekning fara fram.
Um eitt undantaksloyvi, sum er givið, ikki verður brúkt, dettur átekningin, sum er knýtt at tí, burtur. Tað er galdandi bæði, tá ið tann avvarðandi lærugreinin ikki verður drigin til próvtøkuna, og tá ið próvtakarin í seinasta lagi beint undan próvtøkubyrjan ger vart við, at hann ikki ynskir at brúka undantaksloyvið.
Próvtøkukunngerðin fyri støðisútbúgving innan fiskivinnu (SIF) og hægri próvtøku innan fiskivinnu (HIF)
Fylgiskjal 3
Mai 2001
Reglur um nýtslu av teldu til skrivligar próvtøkur til SIF- og HIF-próvtøkuna, sbr. § 38.
1. Lærugreinir, har loyvt er at nýta teldu
1.1 Tað er loyvt at nýta teldu í øllum lærugreinum. Um nýtslu av teldu í støddfrøði verður tó víst til lærugreinakunngerðirnar í støddfrøði.
1.2 Nýtsla av teldu í teimum málsligu lærugreinunum fevnir um tekstviðgerð og rættstavara. Tó má rættstavarin ikki hava grammatiskar eftirkanningarskipanir á avvarðandi máli, undantikið í lærugreinini enskum.
1.3 Tá ið telda verður brúkt til skrivliga próvtøku, er tað loyvt at nýta elektroniska útgávu av teimum orðabókunum, sum eru loyvdar. Í mállærugreinunum – uttan í enskum - er tað ikki loyvt at nýta møguligt mállæru- ella orðalagsforrit.
2. Teldur hjá skúlanum ella egintelda hjá próvtakaranum
2.1 Skúlastjórin kann bjóða próvtakarunum at nýta teldur skúlans. Skúlin ger reglur fyri, hvussu teldurnar verða býttar millum próvtakararnar, um talið á próvtakarum er størri enn talið á teldum.
2.2 Próvtakarin hevur rætt til at hava við sær egna teldu, sum lýkur krøvini í §§ 34-36, sbr. tó fortreytirnar í punkt 3.1.
2.3 Skúlin letur í góðari tíð undan próvtøkuni próvtakarunum, sum ynskja at nýta teldu til skrivligu próvtøkuna, skrivligu reglurnar fyri nýtslu av teldu.
3. Tær skrivligu próvtøkurnar
3.1 Tað er ein treyt fyri at nýta teldu til skrivligu próvtøkurnar, at próvtakarin hevur havt høvi til í lærugreinunum at nýta teldu undir próvtøkukendum umstøðum.
3.2 Skúlastjórin ásetir talið á eftirlitsfólki til próvtøkur, har telda verður nýtt, í samsvari við ásetingarnar í § 17 við atliti at teimum ítøkiligu viðurskiftunum á staðnum.
3.3 Teldurnar skulu setast soleiðis, at próvtakararnir ikki hava møguleika fyri at lesa á skíggjunum hjá hvørjum øðrum.
3.4 Próvtakarin hevur sjálvur ábyrgd av, meðan próvtøkan fer fram, regluliga at goyma tekstin og at trygdarrita fíluna. At teksturin ikki er goymdur ella trygdarritaður, gevur ikki grundarlag fyri at fara til endurpróvtøku.
3.5 Próvtakarar, sum nýta teldur skúlans, skulu undir próvtøkuni hava høvi at prenta út á prentarum hjá skúlanum. Fyri próvtakarar, sum nýta egna teldu, skal tað framanundan vera gjørt av, í hvønn mun prentararnir hjá skúlanum eru til taks, og hvussu prenting skal fara fram.
3.6 Skúlastjórin skal gera skipan fyri útskriving, so tað er møguligt eintýðugt at eyðmerkja hvørt einstakt útprentað ark. Mannagongdin skal tryggja, at ein próvtakari bert hevur atgongd til egnar útskriftir. Mannagongdin í sambandi við útskriving og útskrivingin sjálv má ikki órógva hinar próvtakararnar ella próvtøkuna í sínari heild óneyðugt.
3.7 Skúlastjórin skal síggja til, at uppgávusvarið frá einum próvtakara verður latið inn í einari kápu, sum hevur upplýsingarteigar, sbr. § 18, stk. 1. Uppgávusvarið skal við próvtøkulok vera til taks liðugt útskrivað á pappíri. Próvtakarin ger sjálvur av, hvørji av teimum útskrivaðu ørkunum skulu latast inn til dømingar, sbr. § 22.
3.8 Disklar ella avrit av goymdum fílum á ambætara skúlans ella stakir harðdisklar kunnu ikki leggjast hjá ella á annan hátt nýtast sum skjalprógv fyri, hvat skuldi verið latið inn til dømingar.
3.9 Skúlastjórin skal síggja til, at tøknilig hjálp kann verða veitt, meðan próvtøkan fer fram, so bøtt kann verða um møguligar tøkniligar trupulleikar við útgerð skúlans.
3.10 Skúlastjórin skal skrivliga kunna próvtakarar, sum nýta egna teldu ella egnan prentara, um, í hvønn mun skúlin kann bjóða tøkniliga hjálp, meðan próvtøkan fer fram.
3.11 Um streymslit er, meðan próvtøkan fer fram, ella taka aðrir trupulleikar seg upp, sum ikki beinleiðis kunnu verða bøttir, í sambandi við nýtslu av telduútgerðini, heldur próvtøkan fram uttan nýtslu av teldu. Hava trupulleikarnir við sær munandi ampa fyri próvtøkuhaldið, herundir útskriving av próvtøkusvørum ella partar av hesum, skal skúlastjórin alt fyri eitt venda sær til Mentamálastýrið, sum tekur avgerð um, hvussu haldast skal fram við próvtøkuni.
3.12 Um ein próvtakari í sambandi við nýtslu av teldu til próvtøkuna nýtir hjálparmiðlar, sum ikki eru loyvdir, verður hann sbrt. § 21 burturvístur frá próvtøkuni og skúlanum.
4.6 Um ivaspurningar viðvíkjandi teldunýtslu í sambandi við uppgávuskrivingina taka seg upp, skal skúlastjórin venda sær til Mentamálastýrið, sum tekur avgerð í málinum.