Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. juli 2018Nr. 95
Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. til fiskiskip 1)
(Fráboðan E)
Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11 og 14, § 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, verður ásett:
§ 1. Henda kunngerð er galdandi fyri fiskiskip 15 metrar ella longri, umframt fiskiskip við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira. Kunngerðin er somuleiðis galdandi fyri løgfrøðiligar og likamligar persónar í Føroyum, sum umbyggja fiskifør, ið eru fevnd av hesum regluverki.
Stk. 2. Dimensiónstalið verður funnið við at falda størstu longd á skipinum, LOA, sum er fjarðstøðan í beinari linju millum fremsta punktið á forstavninum, til aftasta punktið á afturstavninum, við størstu breidd á skipinum, soleiðis sum hesi mát eru ásett í málibrævi skipsins.
§ 2. Byggikrøvini og útgerðarkrøvini til tey í § 1 nevndu skip eru nærri útgreinaði í skjali 2 til hesa kunngerð.
§ 3. Eitt eintak av hesi kunngerð skal altíð vera til staðar umborð á skipum, ið eru fevnd av kunngerðini. Hetta kravið kann tó eisini lúkast við at hava elektroniska atgongd til hesa kunngerð umborð.
§ 4. Løgfrøðiligir ella likamligir persónar í Føroyum, sum sambært kap. I, regel 5.3 umbyggja og umvæla føroysk skip fevnd av hesi kunngerð, skulu frammanundan boða Sjóvinnustýrinum frá umbyggingini ella umvælingini.
§ 5. Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð ella ásetingarnar í skjali 2 verða revsað við sekt ella fongsul í upp til 2 ár.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 15. juli 2018.
Stk. 2. Pkt. 4 í skjali 1 undir serføroyskar reglur kemur í gildi 1. januar 2019 ella til næsta millumliggjandi sýn ella høvuðssýn eftir 1. januar 2019, tó í seinasta lagi 1. januar 2020.
Sjóvinnustýrið, 6. juli 2018.
Hans Johannes á Brúgv (sign.)
/ Gunnvá S. á Lofti (sign.)
1) Fylgiskjølini eru ikki løgd út á logir.fo, men eru at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo, og á Regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum.