Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. juni 2000Nr. 94
Kunngerð um sernámsfrøðiligan stuðul til næmingar við likamligum ella sálarligum breki, sum broytt við kunngerð nr. 28 frá 6. mars 2001
1) Við heimild í § 5, stk. 9, í løgtingslóg nr. 106 um studentaskúlar v.m. frá 29. juni 1995 við seinni broytingum, í § 9, stk. 1, í løgtingslóg nr. 107 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. frá 29. juni 1995 við seinni broytingum, í § 10, stk. 2, í løgtingslóg nr. 43 um hægri handilsútbúgving frá 23. apríl 1999, í § 11, stk. 2, í løgtingslóg nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, í § 11, stk. 2 og 4, í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, í § 10, stk. 2, í løgtingslóg nr. 42 frá 23. apríl 1999 um hægri tøkniliga útbúgving og í § 15, stk. 4, í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, verður ásett:
§ 1. Um næmingur, ið hevur tørv á sernámsfrøðiligari hjálp orsakað av sálarligum ella likamligum breki, søkir inn í miðnámsskúla, skal skúlin seta seg í samband við Sernámsdepilin, áðrenn upptøka fer fram.
Stk. 2. Skúlin og Sernámsdepilin gera av í felag, í hvønn mun næminginum tørvar stuðul, og hvørji møgulig hjálpartiltøk skulu verða sett í verk, tá ið næmingurin byrjar í skúlanum.
Stk. 3. Verður tørvurin ávístur, eftir at skúlagongdin er byrjað, verða hjálpartiltøk framd skjótast til ber.
§ 2. Tá avgerð um upptøku er tikin, ella tá tørvurin er ávístur, boðar rektarin/skúlastjórin Sernámsdeplinum frá tørvinum. Fráboðanin skal fara fram í samráði við næmingin, faklærarar og lestrarvegleiðara næmingsins.
Stk. 2. Í tann mun tilvísing til sernámsfrøðiliga hjálp hevur við sær, at aðrir stovnar skulu verða tiknir við upp á ráð, hevur skúlin ábyrgdina av, at hetta verður gjørt.
§ 3. Við støði í tørvinum hjá næminginum ger skúlin í samstarvi við Sernámsdepilin eina virkisætlan fyri næmingin.
Stk. 2. Skúlin hevur ábyrgdina av, at lagda virkisætlanin verður fylgd, soleiðis at brekið í minst møguligan mun forðar næminginum í at fylgja undirvísingini. Skúlin skal í minsta lagi einaferð hvørt hálva ár eftirmeta virkisætlanina.
Stk. 3. Um tørvurin hjá næminginum broytist í útbúgvingargongdini, skal støða sum skjótast verða tikin til, um onnur virkisætlan skal verða gjørd. Skúlin hevur ábyrgdina av, at hetta verður gjørt.
§ 4. Skúlin ger í samstarvi við Sernámsdepilin tilmæli um tørvin á stuðli og um hvørji hjálpartól og hjálparamiðlar eiga at útvegast.
Stk. 2. Skúlin ger kostnaðarætlan fyri sernámsfrøðiligu stuðulstiltøkini, íroknað kostnaðin av hjálpartólum og hjálparmiðlum. Kostnaðarætlanin fevnir um samlaðu útbúgvingargongd næmingsins.
Stk. 3. Skúlin kann við støði í tí staðfesta tørvinum hjá næminginum søkja Undirvísingar- og Mentamálastýrið um játtan til sernámsfrøðiligu tiltøkini.
§ 5. Skúlin skal í samstarvi við Sernámsdepilinum lata Undirvísingar- og Mentamálastýrinum skrivliga frágreiðing um samlaðu støðu næmingsins einaferð um árið. Frágreiðing skal eisini latast eftir umbøn hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.
§ 6. Skúlin skal saman við Sernámsdeplinum hjálpa næmingi við serligum tørvi at samskifta við aðrar myndugleikar um framhaldandi veiting, tá ið tílík er neyðug fyri at næmingurin kann fullføra útbúgvingina.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið, 22. juni 2000
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)