Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. juni 2018Nr. 92
Kunngerð um serlig førleikakrøv til manning við skipum, fevnd av IGF-koduni
Við heimild í § 10, stk. 1, § 11, stk. 1, § 17, stk. 4 og § 25, stk. 5 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 52 frá 12. mai 2015, og í samráð við umboð fyri reiðara- og sjómannafeløgini, verður ásett:
Allýsingar
§ 1. Í hesari kunngerð merkir:
1) IGF-kodan: Altjóða kodan um trygd á skipum, sum nýta gass ella annað brennievni við lágum flammupunkti sum drívmegi. Nærri allýst í altjóða sáttmálanum um trygdina fyri mannalívum á sjónum (SOLAS) reglu II-1/2.29.
2) STCW: Altjóða sáttmálin um útbúgving av sjófólki, sjóvinnubrøv og vaktarhald umborð á skipum.
Tænastu við skipum, fevnd av IGF-koduni
§ 2. Áðrenn arbeiðsuppgávurnar verða tillutaðar umborð, skal skiparin tryggja sær, at øll sjófólk, sum verða sett í starv ella í tænastu umborð, fáa hóskandi kunning og leiðbeining um skipið og útgerð tess við tilknýti til teirra arbeiðsuppgávur umborð.
Stk. 2. Sjófólk, sum hava serligar trygdaruppgávur í sambandi við handfaring ella nýtslu av brennievni, ella við ábyrgd av neyðtilbúgvingini í hesum sambandi, skulu hava galdandi førleikaprógv til skip, fevnd av IGF-koduni, STCW kap.V/3, grein 5.
Stk. 3. Skiparar, maskinmeistarar og ein og hvør annar við beinleiðis ábyrgd av handfaringini og nýtsluni av brennievni og brennievnisskipanum umborð, skulu hava galdandi leiðaraprógv til skip, fevnd av IGF-koduni, STCW kap. V/3, grein 8.
Førleikaprógv til skip, fevnd IGF-koduni, STCW kap. V/3, grein 5
§ 3. Fyri at fáa førleikaprógv til skip, fevnd av IGF-koduni krevst, at umsøkjari hevur:
1) heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum prógvið gevur rætt til, og
2) í mesta lagi 5 ár áðrenn førleikaprógvið verður útskrivað, staðið góðkent skeið í grundleggjandi venjing til tænastu við skipum, fevnd av IGF-koduni, STCW kap. A-V/3, grein 1.
Leiðaraprógv til skip, fevnd av IGF-koduni, STCW kap. V/3, grein 8
§ 4. Fyri at faa leiðaraprógv til skip, fevnd av IGF-koduni krevst, at umsøkjari hevur:
1) heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum prógvið gevur rætt til,
2) í mesta lagi 5 ár áðrenn leiðaraprógvið verður útskrivað, staðið góðkent skeið í víðkaðari venjing til tænastu við skipum, fevnd av IGF-koduni, STCW kap. A-V/3, grein 2 og eftir staðið skeið og
3) 1 mánað siglingartíð í starvi, har førleikaprógv, sbrt. § 2, stk. 2 er kravt og kann skjalprógva í hesum tíðarskeiðið at hava verið við til í minsta tríggjar bunkringar.
Stk. 2. Tvær av trimum uppgávum, sbrt. stk. 1, nr. 3, kunnu útinnast við góðkendari similatorvenjing, sum partur av skeiðnum, sbrt. stk. 1, nr. 2.
Útgáva av prógvi og gildistíð
§ 5. Sjóvinnustýrið útskrivar prógv, sbrt. § 3 og § 4, sbr. tó stk. 4. Prógv verður útgivið í tí skapi, sum Sjóvinnustýrið fyriskipar.
Stk. 2. Prógv, sbrt. §§ 3 og 4 er í gildi í 5 ár, roknað frá tí degi, tað er útskrivað.
Stk. 3. Endurnýggjan av prógvi, sbrt. §§ 3 og 4 kann í fyrsta lagi fara fram 6 mánaðir, áðrenn prógvið gongur út.
Stk. 4. Sjóvinnustýrið kann heimila øðrum persónum ella stovnum at skriva út prógv givin við heimild í §§ 3 og 4.
Endurnýggjan av prógvi
§ 6. Fyri at endurnýggja prógv, sbrt. §§ 3 og 4, krevst, at umsøkjari hevur heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum prógvið gevur rætt til og antin hevur:
1) 3 mánaðir siglingartíð seinastu 5 árini við skipum, fevnd av IGF-koduni, ella
2) staðið viðkomandi endurnýggjanarskeið.
Revsifyriskipanir
§ 7. Brot skiparans á § 2 verður revsað við sekt ella fongsli í upp til eitt ár.
Gildiskoma
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2018.
Skiftisreglur
§ 9. Sjófólk, fevnd av § 2, stk. 3 og sum hava galdandi leiðaraprógv til gasstangaskip, STCW kap. A-V/1-2, grein 2, verða mett at lúka kravið um skeið, sbrt. § 4, stk. 1, nr. 2, tá ið tey:
1) lúka krøvini um bunkringar í § 4, stk. 1, nr. 3 ella kunnu skjalprógva at hava havt í minsta lagi tríggjar uppgávur í sambandi við at landa og lossa umborð á einum gasstangaskipi, og
2) hava í minsta lagi 3 mánaðir siglingartíð, seinastu 5 árini umborð á:
a) skipum fevnd av IGF-koduni,
b) tangaskipum, sum føra farm fevndur av IGF-koduni, ella
c) skipum, sum nýta gass ella annað brennievni við lágum flammupunkti sum drívmegi.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 27. juni 2018
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)