Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. juni 2015Nr. 92
Kunngerð frá Fjarskiftiseftirlitinum um nummarportabilitet
Við heimild í § 15 g, stk. 3 og 6 og § 15 h, stk. 2 í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti, sum broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 6. mai 2014, verður ásett:
Allýsingar
§ 1. Í hesi kunngerð verða tilskilaðu hugtøk allýst soleiðis:
1) Haldaranummar: Eitt og hvørt nummar, sum er fevnt av tí samlaðu nummarætlanini, og sum kann latast einum endabrúkara umvegis ein veitara.
2) Latandi veitari: Tann veitarin, haðani haldaranummarið hjá einum endabrúkara skal flytast til nýggjan veitara.
3) Móttakandi veitari: Tann veitarin, ið skal taka ímóti haldaranummarinum hjá einum endabrúkara frá einum latandi veitara.
4) Nummarportering: Tað, at haldaranummarið hjá endabrúkaranum verður ført frá tí latandi veitaranum til tann móttakandi veitaran.
5) Veitari: Tann, sum við einum handilsligum endamáli bjóðar út vørur, fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastur.
6) Vertsnet: Tað fjarskiftiskervið, sum haldaranummarið hjá einum endabrúkara er stovnað og er virkið í.
Nummarportering
§ 2. Veitarar skulu tryggja, at endabrúkarar teirra kunnu taka haldaranummur teirra við, tá teir skifta veitara innan ávikavist fartelefonnet og fastnet, undir hesum fastnet VoIP.
Stk. 2. Fjarskiftiseftirlitið kann gera av at fríhalda ávís serlig nummur, ið eru umbiðin til serligar tænastur, frá kravinum um nummarportering.
Stk. 3. Veitarar skulu við sínámillum avtalum tryggja, at tað eru fastar og avtalaðar mannagongdir fyri at fremja nummarportering sambært tilskilaðu reglunum í hesi kunngerð.
Stk. 4. Kunnu partarnir ikki koma fram til eina avtalu sbrt. stk. 3 eftir eitt rímiligt tíðarskeið, skal Fjarskiftiseftirlitið við seming royna at fáa partarnar at gera avtaluna. Um tað, eftir semingsroyndir, ikki verður semja um eina avtalu, kann Fjarskiftiseftirlitið áseta treytirnar í avtaluni.
§ 3. Umbøn um at fremja nummarportering fyri ein endabrúkara verður send av tí móttakandi veitaranum til tann latandi veitaran.
Stk. 2. Ein umbøn um portering skal innihalda upplýsingar um navn, bústað, sáttmálaeyðmerking hjá endabrúkaranum og haldaranummarið, sum skal porterast. Harafturat skal tann móttakandi veitarin í umbønini vátta, at endabrúkarin hevur heimilað honum at siga avtaluna hjá endabrúkaranum upp við tann latandi veitaran og biðja um portering.
§ 4. Tann latandi veitarin hevur bert rætt til at vísa portering aftur, um:
1) tað viðkomandi nummarið ikki er fevnt av ætlaðu nummarporteringini sbrt. § 2, stk. 2,
2) tann viðkomandi endabrúkarin hevur gjaldfalna, ógoldna skuld til tann latandi veitaran viðvíkjandi viðkomandi haldaranummarinum. Portering kann í fyrsta lagi fara fram, tá tað er goldið, sbr. tó niðanfyri,
3) tað viðkomandi haldið hjá tí latandi veitaranum er sagt úr gildi, soleiðis at talan ikki er um galdandi avtalu millum endabrúkaran og tann latandi veitaran, ella
4) haldaranummarið er tillutað endabrúkaranum sum ein partur av einari samlaðari avtalu við endabrúkaran, og tað ikki er atgongd til partvísa uppsøgn av tí samlaðu avtaluni.
§ 5. Tann latandi veitarin skal avgreiða eina umbøn um portering í seinasta lagi eftir eitt samdøgur. Við hesum skilst í seinasta lagi innan vanliga arbeiðstíð dagin eftir at umbønin er móttikin.
Stk. 2. Fjarskiftiseftirlitið kann leingja freistina, nevnd í stk. 1, um Fjarskiftiseftirlitið ítøkiliga metir, at freistin ikki er rímilig, undir hesum orsakað av, at talan er um eina nýggja skipan, eitt tillagingartíðarskeið ella eina umbøn um portering av somikið stórari nøgd av numrum, at tann latandi veitarin ikki megnar at avgreiða øll numrini til tíðina.
Stk. 3. Hóast stk. 1 og 2, skal porteringin altíð avgreiðast á tann hátt, at tann latandi og móttakandi veitarin saman tryggja, at haldarasambandið hjá endabrúkaranum verður slitið í so stutta tíð sum møguligt.
§ 6. Tann latandi veitarin skal fremja porteringina uttan útreiðslur fyri endabrúkaran. Porteringin má annars, frá tí latandi veitaranum, ikki geva høvi til nakað slag av mismuni mótvegis endabrúkaranum, í mun til aðrar líknandi endabrúkarar.
§ 7. Ein endabrúkari, ið hevur biðið um at portera haldaranummur, skal ikki bíða til eitt møguligt bindingstíðarskeið ella ein uppsagnartíð er farin, áðrenn porteringin verður virkin. Endabrúkarin verður tó ikki loystur frá møguligum skyldum, ið eru ásettar í sáttmála við tann latandi veitaran, herundir at rinda fyri eitt møguligt bindingstíðarskeið ella í eini uppsagnartíð.
Stk. 2. Veitararnir hava skyldu til at hava almennar og gjøgnumskygdar reglur fyri afturrindan av saldo á haldum og fyri ómaksgjald í hesum sambandi.
§ 8. Um so er, at tann móttakandi veitarin hevur virkað uttan heimild frá endabrúkaranum, skal tann móttakandi veitarin, um endabrúkarin og tann latandi veitarin krevja tað, føra haldaranummarið aftur til tann latandi veitaran og endurrinda tí latandi veitaranum allar rímiligar útreiðslur fyri báðar porteringarnar. Endabrúkarin skal tó koma við kravinum um afturføring, so skjótt sum hann átti at verið kunnugur um porteringina.
Stk. 2. Um so er, at ein veitari fleiri enn 3 ferðir innan fyri eitt tíðarskeið upp á 6 mánaðir mótvegis einum øðrum veitara hevur biðið um portering, ið ikki hevur grundarlag í eini heimild frá endabrúkaranum, kann hesin seinni veitarin, í sambandi við komandi nummarportering, fyri næsta mánaðin, krevja, at allar umbønir um nummarportering verða fylgdar av einari skrivligari heimild til tann móttakandi veitaran, undirskrivað av endabrúkaranum.
§ 9. Um so er, at haldaranummarið verður porterað aftur til tann latandi veitaran, sbrt. § 8, stk. 1, hevur tann móttakandi veitarin einki krav mótvegis endabrúkaranum, hvørki sum fastar útreiðslur ella sum brúkarabundnar útreiðslur fyri porteringina ella fyri tað tíðarskeiðið, sum haldaranummarið hevur verið virkið hjá tí móttakandi veitaranum.
§ 10. Tann latandi veitarin kann fyri hvørja portering frá tí móttakandi veitaranum krevja at fáa endurgoldið rímiligar útreiðslur fyri at gjøgnumføra porteringina.
Stk. 2. Við rímiligum útreiðslum skal skiljast tær beinleiðis meirútreiðslur, sum ein virkin veitari fær við at flyta nummarið til tann móttakandi veitaran, í staðin fyri bert at strika endabrúkaran og gera nummarið óvirkið.
Stk. 3. Takstir fyri porteringina verða ásettir í avtaluni sbrt. § 2, stk. 3.
Meginnummardátugrunnur
§ 11. Til at tryggja, at framd verður ein virkin nummarportering, skal ein meginnummardátugrunnur stovnast, sum veitarar skulu binda seg til, og sum til eina og hvørja tíð hevur dagførdar upplýsingar um, í hvørjum vertsneti og hjá hvørjum veitara eitt nummar tilhoyrir.
Stk. 2. Veitararnir skulu tryggja, at megindátugrunnurin leypandi fær allar dagføringar viðvíkjandi haldaranumrum, sum hava týdning fyri rætta beining og nummarportering.
Stk. 3. Útreiðslurnar til at stovna og reka dátugrunnin verða goldnar av veitarunum gjøgnum luttakaragjald. Í tann mun, veitararnir gera ella nýta eina felags loysn í samband við verksetan, skipan og rakstur, skulu útreiðslurnar gjaldast við støði í marknaðarbýtinum, sum ásett av Fjarskiftireftirlitinum.
§ 12. Í megindátugrunninum verða skrásett nummur, ið eru tillutað teimum ymsu veitarunum.
Stk. 2. Um so er, at haldið hjá einum endabrúkara verður uppsagt, og tað tilknýtta haldaranummarið hoyrir til eina seriu av numrum, ið eru tillutað einum øðrum veitara enn tí, ið síðst hevði avtalu við endabrúkaran, verður nummarið ført aftur til tann veitaran, ið fekk tillutað nummarrøðina.
§ 13. Í samband við húsagang, virksemissteðg ella aðra brádliga hending, ið beinanvegin hevur við sær, at virksemið hjá einum veitara steðgar, kann ein íbundin endabrúkari gera avtalu við ein nýggjan veitara, og hesin skal so í samarbeiði við meginnummardátugrunnin gjøgnumføra nummarportering á best møguligan hátt, uttan hjálp frá tí latandi veitaranum. Útreiðslurnar til meginnummardátugrunnin verða goldnar av tí móttakandi veitaranum.
Klagur um nummarportering
§ 14. Um tað verður klagað um nummarporteringar, um tað so snýr seg um átalur frá endabrúkara mótvegis einum ella fleiri veitarum ella átalur frá veitara mótvegis øðrum veitarum, verða hesar viðgjørdar av Fjarskiftiseftirlitinum, ið tekur umsitingarliga avgerð viðvíkjandi møguligum broti á galdandi reglur.
Stk. 2. Um so er, at tað eisini verða reist fíggjarlig krøv sambært hesum reglum, ella út frá vanligum rættarreglum og høvuðsreglum, kann Fjarskiftiseftirlitið viðvirka í samráðingum um eina semju, um ein slík er møgulig, og annars mugu krøvini vísast til teir vanligu dómstólarnar.
Gildiskoma
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2015.
Fjarskiftiseftirlitið, 12. juni 2015
Jógvan Thomsen (sign.)
/ Súsanna Leo (sign.)