Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. september 2010Nr. 92
Kunngerð um grannskoðaravirksemi
Við heimild í § 13, stk. 6 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin) verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Henda kunngerð er galdandi fyri grannskoðanarvirkir, sum eru góðkend sambært § 13 í grannskoðaralógini.
Kapittul 2
Navn
§ 2. Grannskoðanarvirkir, sbr. § 1, skulu í sambandi við, at navnið hjá grannskoðanarvirkinum verður nýtt, vísa, at virkið er eitt góðkent grannskoðanarvirki, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Eitt grannskoðanarvirki, har meirilutin av atkvøðurættunum er ogn hjá løggildum grannskoðarum ella løggildum grannskoðanarvirkjum, ávíkavist skrásettum grannskoðarum ella skrásettum grannskoðanarvirkjum, hava einkarrætt at nýta heitið ”løggilt grannskoðanarvirki” ávíkavist ”skrásett grannskoðanarvirki” ella samansetingar við hesum, sbr. § 13, stk. 4 í grannskoðaralógini.
Stk. 3. Eitt grannskoðanarvirki, har meirilutin av atkvøðurættunum er ogn hjá grannskoðarum ella grannskoðanarvirkjum, sum eru góðkend sambært reglum, ið fremja fyriskipan hjá ES-tinginum og Ráðnum um lógbodna grannskoðan og eru fevnd av sínámillum avtalu, sum Føroyar hava við ES, EBS ella beinleiðis við einstøk lond, sbr. § 13, stk. 2 í grannskoðaralógini, skal í sambandi við, at útlendskt virkisheiti verður nýtt, vísa, at grannskoðanarvirkið er eitt góðkent grannskoðanarvirki.
Kapittul 3
Atkvøðurættur
§ 3. Eitt grannskoðanarvirki skal til eina og hvørja tíð hava eitt dagført yvirlit yvir einstøku eigararnar av atkvøðurætti í grannskoðanarvirkinum, har fult navn og starvsheiti er tilskilað, og harumframt atkvøðupartarnir. Yvirlitið skal vera alment atkomuligt.
Stk. 2. Skráseting Føroya og Grannskoðaraeftirlitið skulu til eina og hvørja tíð hava atgongd til bæði søguligar og dagførdar upplýsingar um atkvøðupartin hjá hvørjum einstøkum eigara í grannskoðanarvirkinum.
Stk. 3. Hjá likamligum persónum skal viðmerkjast, um teir eru í starvi í grannskoðanarvirkinum, og harumframt starvsheiti, sum teir hava rætt til aftaná góðkenning sambært reglum, sum fremja fyriskipan hjá ES-tinginum og Ráðnum um lógbodna grannskoðan av ársroknskapum og konsolideraðum roknskapum.
Stk. 4. Hjá løgfrøðiligum persónum skal v-talið standa. Løgfrøðiligir perónar sambært § 2, stk. 3 skulu skriva skrásetingarnummarið í heimlandinum. Harumframt skal standa, at grannskoðanarvirkið er góðkent sambært reglum, sum fremja fyriskipan hjá ES-tinginum og Ráðnum um lógbodna grannskoðan av ársroknskapum og konsolideraðum roknskapum. Løgfrøðiligir persónar skulu hava eitt dagført atkvøðu- ella limayvirlit, har fult navn og atkvøðupartar eru tilskilaðir. Skráseting Føroya og Grannskoðaraeftirlitið skulu til eina og hvørja tíð hava atgongd til eigara- og limayvirlitið.
§ 4. Bert tann, sum eigur atkvøðurættin, kann nýta hann.
Stk. 2. Eigari av atkvøðurættinum kann hóast ásetingina í stk. 1 lata fulltrúa umboða seg á aðalfundinum hjá grannskoðanarvirkinum. Ein fulltrúi fyri ein góðkendan grannskoðara skal sjálvur vera góðkendur grannskoðari.
Atkvøðurættur latin av hondum
§ 5. Atkvøðurættur í einum grannskoðanarvirki kann bert avhendast, um leiðslan frammanundan hevur samtykt hetta, sí tó § 8 og §§ 10-11.
Stk. 2. Grannskoðanarvirkið skal í viðtøkunum ella samsvarandi avtalu, ið regulerar viðurskiftini hjá grannskoðanarvirkinum, áseta nærri reglur um treytirnar fyri samtykki.
Kapitul 4
Uppathald v.m.
§ 6. Lýkur eitt grannskoðanarvirki ikki longur krøvini í § 13 í grannskoðaralógini, skal virkið í seinasta lagi innan 3 mánaðir frá tí at viðurskiftini hjá virkinum eru komin í stríð við grannskoðaralógina, fáa viðurskiftini í rættlag ella taka avgerð um at broyta grannskoðanarvirkið til annað virksemi enn grannskoðanarvirksemi. Tekur grannskoðanarvirkið ikki ta neyðugu avgerðina í seinasta lagi innan ásettu freistina, ella tekur grannskoðanarvirkið avgerð um at broyta grannskoðaravirksemið til annað virksemi, skal grannskoðanarvirkið ella tann, sum tekur avgerðir vegna virkið, beinanvegin skráseta hetta í skránni yvir grannskoðanarvirkir ella fráboða hetta til Skráseting Føroya, sum síðani strikar grannskoðanarvirkið úr skránni yvir grannskoðanarvirkir.
Stk. 2. Lýkur grannskoðanarvirkið ikki ásetingarnar í § 13, stk. 5 í grannskoðaralógini um krøvini til meirilutan í leiðsluni, skal virkið fáa viðurskiftini í rættlag í seinasta lagi innan 4 vikur. Eru viðurskiftini ikki fingin í rættlag, tá freistin er úti, skal grannskoðanarvirkið ella tann, sum tekur avgerðir vegna virkið, beinanvegin skráseta strikingina í skránni yvir grannskoðanarvirkir ella fráboða hetta til Skráseting Føroya, sum síðani strikar grannskoðanarvirkið úr skránni yvir grannskoðanarvirkir.
Varðveitsla
§ 7. Ein grannskoðari, sum letur sína góðkenning í varðveitslu, kann bert eiga upp til 10% av atkvøðurættinum, sbr. § 13, stk. 2, 3. pkt. í grannskoðaralógini.
Stk. 2. Avmarkingin í stk. 1 er ikki galdandi, um ein grannskoðari, sum letur sína góðkenning í varðveitslu, er í starvi í grannskoðanarvirkinum, ella atkvøðurætturin er forvunnin sum liður í eini starvsfólkaskipan, sbr. § 13, stk. 2, pkt. 3.
Húsagangur
§ 8. Um ein eigari fer á húsagang, og grannskoðanarvirkið ikki longur lýkur krøvini í § 13, stk. 2 í grannskoðaralógini, hevur trotabúgvið møguleika til at nýta atkvøðurættin.
Stk. 2. Í trotabúgvum skal bústjórin eftir ásetingunum í konkurslógini fáa sær serkøna hjálp, í tann mun hetta er neyðugt, fyri at umsita atkvøðurættin hjá tí, sum er farin á húsagang í samsvari við grannskoðaralóggávuna.
Stk. 3. Trotabúgvið kann nýta atkvøðurættin, sbr. stk. 1 inntil búgvið er liðugt viðgjørt, tó í mesta lagi í 1 ár frá tí, at fútarættaravgerð er tikin um húsagang. Grannskoðanarvirkið skal skjótast gjørligt taka stig til, at viðurskiftini koma í samsvar við krøvini sambært § 13, stk. 2 í grannskoðaralógini.
Stk. 4. Lýkur grannskoðanarvirkið ikki krøvini í § 13, stk. 2 í grannskoðaralógini, tá ið búgvið er endað, ella tá ið eitt ára freistin er farin, skal grannskoðanarvirkið ella tann, sum tekur avgerðir vegna grannskoðanarvirkið, beinanvegin fráboða hetta til Skráseting Føroya, sum síðani strikar grannskoðanarvirkið úr skránni yvir grannskoðanarvirkir.
Stk. 5. Grannskoðanarvirkið kann í sínum viðtøkum ella líknandi avtalu, ið regulerar viðurskiftini hjá virkinum, avgera, at trotabúgvið ikki kann nýta atkvøðurættin hjá tí, sum er farin á húsagang. Hetta hevur við sær, at grannskoðanarvirkið skal fáa í lag at strika virkið úr skránni yvir grannskoðanarvirkir.
§ 9. Um grannskoðanarvirkið kemur undir trotabúsviðgerð, og grannskoðanarvirkið ikki longur lýkur krøvini í § 13, stk. 5 í grannskoðaralógini, kann bústjórin útinna leiðsluheimildirnar í grannskoðanarvirkinum.
Stk. 2. Í trotabúgvum skal bústjórin eftir ásetingunum í konkurslógini fáa sær serkøna hjálp, í tann mun hetta er neyðugt, fyri at umsita leiðsluheimildirnar samsvarandi grannskoðaralóggavuni.
Stk. 3. Útinnan av leiðsluheimildunum sambært stk. 1 kann halda fram inntil búgvið er liðugt viðgjørt, tó í mesta lagi í 1 ár frá tí, at fútarættaravgerð er tikin um húsagang. Grannskoðanarvirkið skal skjótast gjørligt taka stig til, at viðurskiftini koma í samsvar við krøvini sambært § 13, stk. 2 í grannskoðaralógini.
Stk. 4. Lýkur grannskoðanarvirkið ikki krøvini í § 13, stk. 5 í grannskoðaralógini, tá ið búgvið er endað, ella tá ið eitt ára freistin er farin, skal grannskoðanarvirkið ella tann, sum tekur avgerðir vegna grannskoðanarvirkið, beinanvegin fráboða hetta til Skráseting Føroya, sum síðani strikar grannskoðanarvirkið úr skránni yvir grannskoðanarvirkir.
Stk. 5. Grannskoðanarvirkið kann í sínum viðtøkum ella líknandi avtalu, ið regulerar viðurskiftini hjá virkinum, avgera, at bústjórin ikki skal kunna útinna leiðsluheimildirnar. Hetta hevur við sær, at grannskoðanarvirkið skal fáa í lag at strika virkið úr skránni yvir grannskoðanarvirkir.
Verja
§ 10. Kemur ein eigari av atkvøðurætti undir verju, og grannskoðanarvirkið ikki longur lýkur krøvini í § 13, stk. 2 í grannskoðaralógini, hevur tann tilnevndi verjin møguleika til at nýta atkvøðurættin í grannskoðanarvirkinum.
Stk. 2. § 8, stk. 2-5 eru somuleiðis galdandi við teimum neyðugu tillagingunum.
Deyðsbúgv
§ 11. Um ein eigari av atkvøðurætti doyr, og grannskoðanarvirkið ikki longur lýkur krøvini í § 13, stk. 2 í grannskoðaralógini, hevur deyðsbúgvið møguleika til at nýta atkvøðurættin.
Stk. 2. § 8, stk. 2-5 eru somuleiðis galdandi við teimum neyðugu tillagingunum.
Kapittul 5
Revsi - og gildiskomureglur
§ 12. Brot á §§ 2-11 í hesi kunngerð verður revsað við bót.
Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittli 5 í revsilógini.
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 118 frá 18. desember 2008 um grannskoðaravirksemi
Vinnumálaráðið, 6. september 2010
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)