Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. juni 2018Nr. 91
Kunngerð um førleikakrøv til manning við skipum, ið sigla í pólhøvum
Við heimild í § 10, stk. 1 og § 11, stk. 1 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009 og løgtingslóg nr. 52 frá 12. mai 2015, og í samráð við umboð fyri reiðara- og sjómannafeløgini, verður ásett:
Allýsingar
§ 1. Í hesari kunngerð merkir:
1) Pól-kodan: Altjóða kodan fyri skip, ið sigla í pólhøvum, sbr. kap. XIV um trygdaratgerðir fyri skip, ið sigla í pólhøvum í kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggi- og útgerðarkrøv o.a. (Fráboðan B).
2) Pólhav: Sjógvurin í Arktis og kring Antarktis, sbr. allýsing í kap. XIV um trygdaratgerðir fyri skip, ið sigla í pólhøvum í kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggi- og útgerðarkrøv o.a. (Fráboðan B).
3) STCW: Altjóða sáttmálin um útbúgving av sjófólki, sjóvinnubrøv og vaktarhald umborð á skipum.
Tænasta við skipum, ið sigla í pólhøvum
§ 2. Skiparar, yvirstýrimenn og aðrir yvirmenn, sum hava vaktarhald á brúnni, skulu hava galdandi førleikaprógv til skip, ið sigla í pólhøvum, sum ásett í Pól-koduni.
Stk. 2. Skiparar og yvirstýrimenn skulu hava galdandi leiðaraprógv til skip, ið sigla í pólhøvum, sum ásett í Pól-koduni.
Førleikaprógv til skip, ið sigla í pólhøvum
§ 3. Fyri at fáa førleikaprógv til skip, ið sigla í pólhøvum, krevst, at umsøkjari hevur:
1) heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum prógvið gevur rætt til, og
2) í mesta lagi 5 ár áðrenn førleikaprógvið verður útskrivað, staðið góðkent skeið í grundleggjandi venjing til tænastu við skipum, ið sigla í pólhøvum sbrt. STCW, kap. A-V/4, grein 1.
Leiðaraprógv til skip, ið sigla í pólhøvum
§ 4. Fyri at fáa leiðaraprógv til skip, ið sigla í pólhøvum, krevst, at umsøkjari lýkur krøvini í § 3 og hevur:
1) heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum prógvið gevur rætt til,
2) í mesta lagi 5 ár áðrenn leiðaraprógvið verður útskrivað, staðið skeið í víðkaðari venjing til tænastu við skipum, ið sigla í pólhøvum, og
3) 2 mánaðir siglingartíð við skipum, ið sigla í pólhøvum, ella aðra samsvarandi siglingartíð, sum brúgvayvirmaður.
Útgáva og gildistíð
§ 5. Sjóvinnustýrið útskrivar prógv, sbrt. § 3 og § 4, sbr. tó stk. 4. Tey verða útgivin í tí skapi, sum Sjóvinnustýrið fyriskipar.
Stk. 2. Prógv, sbrt. § 3 og § 4, eru í gildi í 5 ár, roknað frá tí degi, tað er útskrivað.
Stk. 3. Endurnýggjan kann í fyrsta lagi fara fram 6 mánaðir áðrenn prógvið gongur út.
Stk. 4. Sjóvinnustýrið kann heimila øðrum persónum ella stovnum at skriva út prógv, givin við heimild í § 3 og § 4.
Endurnýggjan
§ 6. Fyri at endurnýggja prógv, sbrt. § 3 og § 4, krevst, at umsøkjari hevur heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum prógvið gevur rætt til, og antin hevur:
1) 2 mánaðir siglingartíð seinastu 5 árini í starvi, har prógv, sbrt. hesi kunngerð, er kravt, ella
2) staðið viðkomandi endurnýggjanarskeið.
Gildiskoma
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2018.
Skiftisreglur
§ 8. Til 1. juli 2020 kann umsøkjari sleppa undan kravinum um skeið, sbrt. § 3, nr. 2, um hann hevur:
1) 3 mánaðir siglingartíð við skipum, ið sigla í pólhøvum, ella aðra samsvarandi siglingartíð, millum 1. juli 2013 og 1. juli 2018, sum brúgvayvirmaður, ella
2) staðið góðkent upplæringarskeið, sum lýkur ásetingarnar í STCW, kap. B-V/g.
§ 9. Til 1. juli 2020 kann umsøkjari sleppa undan krøvunum, sbrt. § 4, nr. 2 og 3, um hann hevur:
1) 3 mánaðir siglingartíð við skipum, ið sigla í pólhøvum, ella aðra samsvarandi siglingartíð, millum 1. juli 2013 og 1. juli 2018, sum skipari ella yvirstýrimaður, ella
2) 2 mánaðir siglingartíð millum 1. juli 2013 og 1. juli 2018 sum brúgvayvirmaður við skipum, ið sigla í pólhøvum, og staðið góðkent upplæringarskeið, sum lýkur ásetingarnar í STCW, kap. B-V/g.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 27. juni 2018
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)