Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. juni 2018Nr. 90
Kunngerð um virking av alifiski í Suðuroy, sum broytt við kunnger nr. 106 frá 4. juli 2022
Við heimild í § í 6 c, stk. 2, § 24 og § 25 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 30. apríl 2018 verður ásett:
Fevnd o.a.
§ 1. Kunngerðin fevnir um virking av laksi frá aling á sjónum av matfiski á alifirðum í Suðuroy.
Stk. 2. Alifirðir í Suðuroy eru alifirðir, sum eru ásettir sbrt. § 6 a, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um aling av fiski v.m., ella, um alifirðir ikki eru ásettir eftir § 6 a, stk. 1 og 2, alifirðir ásettir í fylgiskjali 1 til kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum.
Virking í Suðuroy
§ 2. Laksur frá alibrúkum á alifirðum í Suðuroy skal verða virkaður í Suðuroy. Við virking eftir 1. pkt. skal skiljast bløðging, kryvjing, pakking av heilum rundum fiski, ísaður ella frystur.
Stk. 2. Tann, sum hevur aliloyvi, hevur ábyrgdina av, at kravið um virking í Suðuroy verður hildið.
Upplýsingar o.a. frá loyvishavara
§ 3. Loyvishavari skal lata Aliumsitingini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni frágreiðing um virkið og felagið, har fiskurin verður virkaður. Slík frágreiðing skal latast bæði, um fiskurin verður virkaður á virki hjá loyvishavara, og um fiskurin verður virkaður á einum virki, sum loyvishavari ikki eigur.
Stk. 2. Í frágreiðing sbrt. stk. 1 skulu vera hesar upplýsingar:
1) Navn og skrásetingarnummar á felagið, ið eigur virkið.
2) Staðseting og slag av virki.
3) Framleiðslukapasitetur.
4) Góðkenningar eftir løgtingslóg um matvørur v.m.
5) Møguligar um ella útbyggingarætlanir fyri at lúka krøv eftir løgtingslógini um matvørur v.m. og fyri at lúka krøv eftir hesi kunngerð.
6) Møguligar avtalur millum alifyritøku og virkið, sbr. stk. 3.
Stk. 3. Verður avtala gjørd við virki, sum loyvishavari ikki eigur ella á samsvarandi hátt hevur ræði á, skal loyvishavari mótvegis Aliumsitingini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni skjalprógva, at tað í avtaluni er sett sum treyt, at fiskurin verður virkaður í samsvari við § 1, stk. 3 í hesi kunngerð, og at tað í avtaluni eru settar reglur, sum tryggja, at treytin verður hildin uppi, herundir reglur um uppsøgn og endurgjald, um treytin ikki verður hildin.
Undantøk
§ 4.1) Hóast ásetingina í § 2 er loyvt at flyta laks frá alibrúkum í Suðuroy til virkingar norðanfyri treytað av, at í minsta lagi sama tal av fiski verður flutt suður aftur at virka í sama álmanakkaári.
Stk. 2. 1) Tann, sum hevur aliloyvi, skal skjalprógva, at kravið í stk. 1 er lokið.
Álegging um at virka aðrastaðni
§ 5. Í sambandi við sjúku og sjúkufyribyrgjandi tiltøk, undir hesum fyribyrging og niðurberjing av lús á laksi, kann Landsdjóralæknin áleggja, at fiskur verður virkaður aðrastaðni enn í Suðuroy. Álegging um 1. pkt. kann t.d. verða nýtt í førum, har tað er neyðugt at taka stórar nøgdir innan fyri stutta tíð, og virkir í Suðuroynni ikki hava nóg stóra framleiðsluorku at virka fiskin.
Afturtøka av aliloyvi
§ 6. Um grov brot ella endurtikin brot verða framd á ásetingar í hesi kunngerð, kann aliloyvi verða tikið aftur.
Eftirlit
§ 7. Aliumstingin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hevur eftirlit við, at ásetingarnar í kunngerðini verða hildnar.
Kæra
§ 8. Avgerðir, tiknar av Aliumsitingini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni ella av Landsdjóralæknanum eftir hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
Revsing
§ 9. Tann, sum tilætlað ella av grovum ósketni, ger brot á §§ 2 og 3, verður revsaður við sekt.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Skiftisreglur
§ 11. Feløg, sum, tá kunngerðin kemur í gildi, hava loyvi til aling á sjónum av matfiski á alifirðum í Suðuroy, skulu innan 1. januar 2019 hava fingið viðurskiftini í samsvar við ásetingarnar í hesi kunngerð.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 27. juni 2018
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)