Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2015Nr. 89
Kunngerð um broyting í kunngerð um fíggjarligt frípláss
(Hækking av inntøkumarki)
§ 1
Í kunngerð nr. 88 frá 17. juni 2009 um fíggjarligt frípláss verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Fult fíggjarligt frípláss kann játtast eftir løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt § 6 a, stk. 2 um inntøkugrundarlagið er 253.300 kr. ella lægri.
Stk. 2. Fyri inntøkur hægri enn 253.300 kr. til og við 254.100 kr. verður veitt 95% frípláss. Eftir hetta lækkar fríplássið við 1% fyri hvørjar 800 kr. inntøkugrundarlagið er hægri enn 254.100 kr.
Stk. 3. Inntøkumarkið sambært stk. 1 og 2 verður á hvørjum ári javnað við lutfalsligu lønarhækkingini sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kunnger á hvørjum ári, í seinasta lagi 1. juni, í rundskrivi eina útrokningartalvu, sum vísir inntøkumarkið fyri fíggjarligum fríplássi, og hvussu nógv fíggjarligt frípláss kann játtast tí ávísa inntøkugrundarlagnum.”
2. Í § 3, stk. 1 verða nr. 3 og 4 strikað.
Nr. 5-9 verða eftir hetta nr. 3-7.
3. Í § 3, stk. 3 verður “og váttan frá Almannastovuni um uppihaldsveitingar” strikað.
4. § 3, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Tá inntøkugrundarlagið verður uppgjørt, skulu skattafríar inntøkur sambært stk. 1, nr. 2-5 upproknast soleiðis, at tær samsvara við skattskylduga inntøku, og síðani leggjast afturat skattskyldugu inntøkuni.”
5. Í § 3 verða sum stk. 5, 6 og 7 sett:
“Stk. 5. Er skattskylduga inntøkan 65.000 kr. ella hægri, verður funnið fram til inntøkugrundarlagið við at leggja afturat skattskyldugu inntøkuni eina upphædd samsvarandi við skattafríu inntøkuna faldað við 1,83.
Stk. 6. Er skattskylduga inntøkan lægri enn 65.000 kr., verður fyrst funnið fram til samlaða nettoinntøkugrundarlagið, og síðani verður inntøkugrundarlagið funnið við at upproknað samlaða nettoinntøkugrundarlagið til skattskylduga inntøku. Samlaða nettoinntøkugrundarlagið verður roknað soleiðis:
1) Er skattskylduga inntøkan hægri enn 30.000 kr., men lægri enn 65.000 kr., er samlaða nettoinntøkugrundarlagið nettoinntøkan umframt 75% av skattskyldugu inntøkuni umframt 6.300 kr.
2) Er skattskylduga inntøkan 30.000 kr. ella lægri, er samlaða nettoinntøkugrundarlagið nettoinntøkan umframt 96% av skattskyldugu inntøkuni.
Stk. 7. Samlaða nettoinntøkugrundarlagið sambært stk. 6 verður upproknað til skattskylduga inntøku soleiðis:
1) Er nettoinntøkugrundarlagið 28.750 kr. ella lægri, verður nettoinntøkugrundarlagið faldað við 1,04.
2) Er nettoinntøkugrundarlagið hægri enn 28.750 kr., men lægri enn 54.900 kr., verður nettoinntøkugrundarlagið faldað við 1,34, og síðani verður 8.500 kr. drigið frá.
3) Er nettoinntøkugrundarlagið 54.900 kr. ella hægri, verður nettoinntøkugrundarlagið faldað við 1,83, og síðani verður 35.400 kr. drigið frá.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2015.
Almannamálaráðið, 29. mai 2015
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)