Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. august 2014Nr. 88
Kunngerð um grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara
Við heimild í § 4, § 6 og § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. verður ásett:
Endamál
§ 1. Grundskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara skal geva næminginum grundleggjandi ástøðiligar og verkligar førleikar, so at næmingurin er førur fyri at átaka sær alt fyrifallandi arbeiði á dekki og í maskinrúmi umborð á skipi á tryggan og fullgóðan hátt.
Stk. 2. Útbúgvingin til skipsatstøðara skal lúka krøvini til sjóvinnu og vaktarhald sbrt. STCW-sáttmálanum, áseting VI/1 um grundleggjandi upplæring í trygd og ástøðiliga partinum sbrt. áseting II/4 um vaktarhald.
Stk. 3. Endamálið við grundskeiðnum í útbúgvingini til skipsatstøðara er harumframt at virka sum fyrsti partur í framhaldandi útbúgving við sigling og endaskeiði til fulltiknan skipsatstøðara.
Førleikamál
§ 2. Grundskeiðið til skipsatstøðara skal geva næminginum neyðugu amboðini at menna seg í tí bindandi felagsskapi, sum neyðturviliga er í einari skipsmanning.
§ 3. Førleikamálini fevna um ta vitan, tey evni og teir førleikar, sum næmingurin skal røkka á grundskeiðnum.
Stk. 2. Vitanarførleikarnir sbrt. stk. 1 geva næminginum:
1) Kunnleika til vanligt fyrifallandi arbeiði umborð á einum skipi,
2) kunnleika til brúgvavakt, arbeiði á skipsatstøði og í maskinrúmi við vanligum amboðum og maskinum,
3) almennan kunnleika til uppbygging av einum skipi, innrætting, maskinarí og aðra útgerð,
4) almennan kunnleika til siglingarfrøðiligu og maskinteknisku arbeiðsøkini umborð á einum skipi,
5) kunnleika til vandan fyri heilsu og trygd við útinnan av arbeiðinum, so at vanlukkur og arbeiðsskaðar kunnu fyribyrgjast, og
6) kunnleika til grundleggjandi hugtøk og íblástur til at bøta um mannagongdir og arbeiðsgongdir.
Stk. 3. Evnisførleikarnir sbrt. stk. 1 umfata:
1) útinnan av ítøkiligum viðlíkahaldsarbeiði og umvælingararbeiði umborð á skipi,
2) útinnan av arbeiði í samsvari við ásettar normar fyri dygd,
3) útinnan av veruligari eldsløkking, og
4) kunnleika innan grundleggjandi maritimt enskt mál innan viðkomandi arbeiðsøki.
Stk. 4. Umframt teir førleikar, ið nevndir eru í stk. 2 og 3, nemur næmingurin sær førleikar at:
1) Luttaka virkin í samstarvinum við at tilrættisleggja arbeiðsuppgávur,
2) útinna verkligar uppgávur sjálvstøðugt í sambandi við vanligt skipsarbeiði, harímillum viðlíkahaldsarbeiði og umvælingararbeiði, sbrt. § 3, stk. 3, nr. 1,
3) verða tilvitaður um týdningin av einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, og
4) menna eitt gott arbeiðsumhvørvi og samstarv á ein virknan hátt.
Stk. 5. Eftir staðið grundskeið skal næmingurin lúka krøvini í STCW-sáttmálanum viðvíkjandi:
1) Ástøðiligari útbúgving til vaktarhaldsprógv sbrt. áseting II/4 í STCW-sáttmálanum, tó undantikið siglingartíðina,
2) grundleggjandi trygd á sjónum, sbrt. áseting A-VI/1, paragraf 2.1.1.1 í STCW-sáttmálanum,
3) eldsløkking umborð á skipi sbrt. áseting A-VI/1, paragraf 2.1.1.2 í STCW-sáttmálanum,
4) arbeiðstrygd og arbeiðsumhvørvi á sjónum sbrt. áseting A-VI/1, paragraf 2.1.1.4,
5) fyrstuhjálp sbrt. áseting A-VI/4, paragraf 1-3 í STCW-sáttmálanum,
6) grundleggjandi atgerðir umborð á tangaskipi fyri oljutangaskipum, kemikaliutangaskipum og gastangaskipum sbrt. áseting V/1-1, paragraf 2.2, og áseting V/1-2, paragraf 2.2 í STCW-sáttmálanum,
7) reinførisførleikar fyri sjófólk sum handfara matvørur umborð á skipi, og
8) verndartilbúgving sbrt. áseting A-VI/6, paragraf 4 í STCW-sáttmálanum.
Upptøka
§ 4. Skúlin hevur ábyrgdina av upptøku á grundskeið í útbúgvingini til skipsatstøðara, og skúlin hevur ábyrgdina av, at umsøkjarar lúka upptøkukrøvini.
Stk. 2. Til upptøku á grundskeið í útbúgvingini til skipsatstøðara skal umsøkjari hava staðið fráfaringaroynd fólkaskúlans og verða fyltur 17½ ár.
Stk. 3. Umsøkjari, sum er fyltur 16 ár, kann tó verða upptikin á grundskeið í útbúgvingini til skipsatstøðara, um viðkomandi umsøkjari hevur gjørt útbúgvingaravtalu við eitt reiðarí.
Stk. 4. Upptøka til útbúgving til skipsatstøðara krevur, at umsøkjari:
1) Hevur galdandi heilsuprógv fyri sjófólk uttan avmarkingar og
2) er skikkaður til útkikk.
Skipan av útbúgvingini
§ 5. Skúlin ásetur í námsskipan, reglur og vegleiðingar um, hvussu útbúgvingin skal leggjast til rættis, og hvussu útbúgvingin skal fremjast í verki. Námsskipanin skal harumframt lýsa, hvussu skúlin í síni tilrættislegging av útbúgvingini lýkur krøvini til innihaldið sbrt. fylgiskjali 1, umframt krøvini í STCW-sáttmálanum.
Stk. 2. Námsskipanir og munandi broytingar í skipanini fáa gildi frá skeiðsbyrjan.
Stk. 3. Námsskipanir og munandi broytingar í skipanini skulu áseta skiftisreglur.
Stk. 4. Galdandi námsskipan skal verða atkomulig á heimasíðu skúlans og skal harumframt verða skjalprógvað í dygdarskipan skúlans.
Próvtøka og prógv
§ 6. Próvtøkur og eftirmetingar skulu viðgerast sbrt. kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar.
§ 7. Eftir staðið grundskeið við nøktandi úrsliti skrivar skúlin út prógv. Skúlin skrivar eisini eitt førleikaprógv í samsvari við krøvini í kunngerð um førleikakrøv til sjófólk og um sjóvinnubrøv.
Stk. 2. Er næmingurin undir 18 ár eftir skeiðslok, fær viðkomandi ikki útskrivað førleikaprógv, men viðkomandi næmingur fær eina váttan fyri staðið skeið. Førleikaprógvið kann útskrivast, tá ið viðkomandi næmingur er vorðin 18 ár.
Undirvísingarførleiki
§ 8. Lærari skal samanlagt hava eitt førleikastøði, sum liggur hægri enn fráfaringarstøðið fyri útbúgvingina. Førleikastøðið skal umframt námsfrøðiligan førleika fevna um skjalprógvaðar fakligar og yrkisligar førleikar.
Stk. 2. Nýggir lærarar skulu innan trý ár eftir starvssetan hava lokið viðkomandi námsfrøðiliga útbúgving svarandi til 30 ECTS-stig. Útbúgvingin er ein samanseting av ástøðiligari undirvísing og framhald á egnum skúla.
Aðrar ásetingar
§ 9. Grundskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara er ásett at verða eitt ½ ár.
Stk. 2. Avgerðir, sum skúlin tekur sbrt. hesi kunngerð, kunnu kærast til Mentamálaráðið.
Stk. 3. Kærur um avgerðir sbrt. stk. 2 skulu latast leiðara skúlans til hoyringar. Kærarin skal hava høvi at gera viðmerkingar til hoyringarsvarið frá leiðara skúlans í seinasta lagi 7 dagar frá tí degi, at leiðari skúlans skrivliga hevur fráboðað hoyringina fyri kæraranum.
Stk. 4. Leiðari skúlans sendir kæruna, hoyringarsvarið og møguligar viðmerkingar frá kæraranum til Mentamálaráðið.
Stk. 5. Freistin at kæra avgerðir sbrt. stk. 2 er 2 vikur frá tí degi, avgerð skúlans skrivliga er fráboðað kæraranum.
Stk. 6. Kærur um próvtøkur og próvtøkuviðurskifti annars skulu viðgerðast sbrt. kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar.
Stk. 7. Skúlin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at grundskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara verður framt sbrt. fylgiskjali við lýsing av innihaldinum í grundskeiðnum til útbúgvingina til skipsatstøðara.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 4. august 2014
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Fylgiskjal 1
Lýsing av innihaldinum í grundskeiðnum í skipsatstøðaraútbúgvingini
YRKISLÆRUGREINAR UMFRAMT MASKIN OG El-læra (40%)
Fakevni: Inngangur til yrkisliga útbúgvingarpartin
Við undirvísing skal næmingurin fáa ástøðiligar og yrkisligar førleikar, sum viðkomandi kann menna í víðari lestri á endaskeiðnum, og kann nýta til útinnan av ítøkiligum viðlíkahalds- og umvælingararbeiði umborð á einum skipi.
Krav til eftirmeting: Intern roynd.
Central evni:
1) Arbeiðstrygd: vandar í sambandi við verkligt arbeiði og fyribygging fyri vandum, týdningin av trygdini við forðingum, avbyrgingum, heingja upp skelti og ljósføri, skilhald á arbeiðsplássinum, persónlig verndarútgerð, røtt útgerð og amboð, leiðbeiningar og mannagongdir um trygd, heildarmeting av arbeiðstrygdini áðrenn eitt arbeiði verður framt, fyribyrgja vanlukkur, vandan við nýtslu av evnum og tilfari í eini arbeiðsgongd.
2) Teknisk dokumentatión: tekningarreglur og almennar tekningarupplýsingar (endamál, loyvd frávik, mørk, slag av yvirflatu v.m.), tulking av maskintekniskum tekningum, gera einfaldar framleiðslu- og installatiónstekningar.
3) Tilfarslæra: meta um hóskandi konstruktións-, samansetingar- og pakkingartilfar til ítøkiligar arbeiðsuppgávur við støði í kunnleika til eginleikar og avmarkingar hjá hesum tilfari.
4) Verkstaðartøkni: skrúvustikka arbeiði og termiskar samanskoytingar- tilrættalegging av smáum uppgávum, evna til, umvæla og viðlíkahalda, har skrúvustikka verður nýtt, sveising og skeribrenning, loyvd frávik og mál fyri góðsku.
Fakevni: Maskinlæra og El-læra
Við undirvísing skal næmingurin fáa kunnleika til teir mest týðandi maskinlutirnar í einum maskinrúmi við atliti at endamáli og høvuðsverki. Harumframt skal næmingurin fáa kunnleika til vanliga rakstrarstøðu við framdráttar- og hjálparmaskinarí við tilhoyrandi skipanum.
Við undirvísing skal næmingurin harumframt fáa grundleggjandi kunnleika til el-veitingarskipanir og generatorar, uppbygging av skipanum og brúkarum, so at tann lesandi í starvsvenjingartíðini ikki setir seg sjálvan í vanda ella elvir til órógv í rakstrinum.
Krav til eftirmeting: Intern roynd.
Central evni:
1) Bygnings- og virknaðarhátturin hjá einum dieselmotori: tveytakts- og fýrataktsmotorar, trunk- og krosshøvuðsmotorar, turboløðarar.
2) Tilhoyrandi luteindir hjá einum dieselmotori: pumpur, filtur, stongsilstól, smyrji- og brenniolja, luft- og kølivatnsskipanir.
3) Nýtsla av dieselmotori: regluligu nýtslustøðurnar, gera klárt, seta í gongd, steðga og avrigga.
4) Benzinmotorurin: bygnings- og virknaðarháttur, regluligu nýtslustøðurnar, gera klárt, seta í gongd, steðga og avrigga.
5) Trygd: eyðmerking av umstøðum, har nertingarvandi kann koma fyri, kortslutningur ella vandi fyri eldi í sambandi við elektriskar skipanir, vandar við nýtslu av el-sveisiútgerð, avbrótan av el-veiting undir vanligum umstøðum og í neyðstøðu.
6) Elektriskir høvuðslutir: eyðmerking av høvuðslutunum í elektriskum høvuðsbýtis skipanum umborð á skipi við støði í eittstriku diagrammum.
7) Yvirstreyms verja og spenningur: endamálið við yvirstreymsverju har býtiskipanirnar umborð á skipi fara út, spenningsskipanum og nýtslu av somu, umframt nýtslu av trygdarspenningi og battaríveiting.
MARITIM FAKEVNI (60%)
Fakevni: Vaktartænasta, sjóreglur, skipstøkni
Við undirvísing skal næmingurin fáa kunnleika til grundleggjandi meginreglur og galdandi viðtøkur fyri vaktarhaldi umborð á skipi. Harumframt skal næmingurin lúka treytirnar í STCW-sáttmálanum, reglu II/4 í fyrsta starvsvenjingar tíðarskeiðnum. Við undirvísing í skipstøkni skal næmingurin ogna sær ástøðiligan og yrkisligan kunnleika til bygging, innrættan av skipi og útgerð umborð á skipi.
Krav til eftirmeting: Intern roynd umframt ástøðiliga útbúgving til vaktarhaldsprógv.
Central evni:
1) Vaktarhald: kunngerð um vaktarhald umborð á skipi umframt reglur fyri deksmanningina viðvíkjandi luttøku í vaktarskipanum, róðurboð á føroyskum og enskum.
2) Sjóreglur: altjóða sjóreglurnar, neyðsignalir, dagsignalir, skipsljós, víkiskyldur og vanliga nýtt signalfløgg.
3) Sjókort og kumpass: hvussu eitt sjókort er gjørt, umframt kunnleika til altjóða uppmerkingar av siglingarleiðum, nýtslu av kumpassi í stigum og relativar peilingar.
4) Uppbyggingin av skipum: vanliga uppbyggingin av ymiskum skipasløgum, innrætting og útgerð, umframt nýtslu av viðkomandi frøðimáli.
5) Megin hugtøk innan skipstøkni: kunning um tyngdarpunkt, uppdrift, djúpgang, støðufesti og tættir, sum ávirka støðufesti.
Fakevni: Lóggáva um sosial- og arbeiðsrætt
Næmingurin skal fáa kunnleika til ta sjófartssosialu lóggávuna, fáa sær hýru og mynstra, so at viðkomandi er fyrireikaður til tær serligu treytir, sum eru galdandi umborð á skipi.
Krav til eftirmeting: Intern roynd.
Central evni:
1) Umsókn: kunning um, hvussu umsókn um hýru verður skrivað, og hvørji skjøl eru neyðug fyri at mynstra og fylla út eina hýruavtalu.
2) Sjólógin: sjólógina, undir hesum setanarkrøv umframt skyldur og rættindi sjómansins.
Fakevni: Verkligur sjómansskapur og røkt
Við undirvísing skal næmingurin ogna sær førleikar í verkligum sjómansskapi við tí fyri eyga at brúka og menna hesar førleikar í verkligum uppgávum í sambandi við vanligt skipsarbeiði, røkt, binda/loysa skip, nýta akker, gera surringar, loðsleytara, landgongd og handfaring av spølum.
Krav til eftirmeting: Intern roynd.
Central evni:
1) Knútar, stikk og spleisingar: fyrimunir og vansar við nýtslu av teimum ymisku knútunum og stikkunum, eygaspleisingar í tríslignum flættaðum togi, kunning um spleising av veirum, nýtslu av talju, stillingi, loðsleytara og bátmansstóli við m.a. at rigga til og frá.
2) Binda/loysa skip og surring: binda og loysa skip, handfara spøl, rigga landgongd til og frá, eftir ávísing surra leysan farm.
3) Røkt: verkliga røkt umborð á handilsskipi, reingerðing, fyribyrgja rust og at smyrja amboð til nevndu arbeiði.
Fakevni: Maritimt enskt
Við undirvísing skal næmingurin ogna sær teir førleikar í maritimum enskum, sum eru neyðugir fyri at skilja vanligar skrivligar vegleiðingar, umframt at verða førur fyri munnliga at samskifta viðvíkjandi dagligu skipatænastuni, undir hesum vaktartænastu og sjótrygd.
Krav til eftirmeting: Intern roynd.
Central evni:
1) Grundleggjandi orðatilfar í maritimum enskum og samskifti: orðatilfar innan økini skipstøkni, maskinlæra og verkstaðartøkni, samskifti viðvíkjandi eftirliti og tilburðum í sambandi við dagliga skiparaksturin.
2) Skelti og merking umframt mannagongdir á enskum: fatan av skeltum og merkingum, sum eru vanlig umborð á skipum og í havnum, fatan av grundleggjandi skrivligum trygdar- og arbeiðsmannagongdum.
3) Samskifti á enskum viðvíkjandi vaktartænastu: munnlig boð og tilburðir í sambandi við sjótrygd, brúgva- og maskinrúmsvaktartænastu umframt í sambandi við at loysa ella binda skip.
Fakevni: Arbeiðstrygd/arbeiðsumhvørvi
Við undirvísing skal næmingurin ogna sær fatan av vanligum trygdar- og umhvørvisviðurskiftum umborð á skipi. Næmingurin skal harumframt ogna sær fatan av, hvussu persónlig verndarútgerð skal nýtast, og hvat hon ítøkiliga skal nýtast til.
Krav til eftirmeting: Intern roynd.
Central evni:
1) Arbeiðsumhvørvi: galdandi reglur fyri arbeiðsumhvørvi umborð á handilsskipum, reglur um trygdarskipanir umborð á handilsskipum.
2) Persónlig verndarútgerð: røtt nýtsla í sambandi við arbeiði og gongd umborð á skipi.
3) Vandamikið góðs: merking av tilfari, sum kunnu verða vandamikil fyri heilsu og trygd, eyðmerking og lýsing av merking, tryggum og røttum atburði í sambandi við vandamikið góðs.
4) SMS og near miss: mannagongdir og tilbúgving til handfaring av vanlukku- og neyðstøðum umborð, og týdningin at læra av near miss-umstøðum.
5) Sálarligt arbeiðsumhvørvi: amboðini at menna seg í tí bindandi felagsskapi, sum neyðturviliga er í einari skipsmanning, handfaring av ósemjum, umframt menning av evnum og vilja til at skilja sínar skipsfelagar og teirra serstaka tørv og avbjóðingar.
Fakevni: Eldsløkking
Við undirvísing skal næmingurin fáa kunnleika til at fyribyrgja og sløkkja eld. Næmingurin skal fáa fatan av at seta í verk brunatrygd í sambandi við viðlíkahaldsarbeiði og skal verða førur fyri at vísa ein ábyrgdarfullan atburð við handfaring av opnum eldi og eldfimum evnum. Næmingurin skal duga at brúka eldsløkkjarar sum kunnu flytast, hava kunnleika til eldsløkkingarútgerð umborð á skipi og skilja brandrullur umborð á skipum.
Krav til eftirmeting: Skeið í eldsløkking umborð á skipi sambært galdandi førleikakrøvum.
Central evni:
1) Fyribyrging av eldi og eldsløkking umborð á skipi: hóskandi eldsløkkjarar, sum kunnu flytast til at sløkkja eldar í flokki A, B, C, D og E, vandan við eldi umframt ávaringar- og eldsløkkingarskipanir umborð á skipi.
2) Tiltøk, brunatrygd og brandrullur: tiltøk, tá ið rakt verður við eld, atburð fyri at koma sær undan eldstaðnum, brunatrygd í sambandi við viðlíkahaldsarbeiði, endamálið við brandrullum og leiðreglur fyri brandvenjingum.
Fakevni: Sjótrygd og kunnleika til maritima vernd
Næmingurin skal ogna sær kunnleika til trygdarskipan, trygdarrullur ( báta- brand- og maður- fyri- borð rullur), sum er neyðugur til tess at verða ein virkin partur í rullunum. Næmingurin skal duga at nýta persónliga bjargingarútgerð og yvirlivingaratburð, undir leiðslu og fakligari vegleiðing verða førur fyri at nýta og viðlíkahalda trygdarútgerð, bjargingarbátar og –flakar.
Krav til eftirmeting: Skeið í grundleggjandi sjótrygd sambært galdandi førleikakrøvum.
Central evni:
1) Bjargingarútgerð: Rætta nýtslu av persónligari bjargingarútgerð, sjóseta bjargingarbát og –flaka umframt maður- fyri- borð bátar, viðlíkahald av bjargingarútgerðini umborð á einum handilsskipi.
2) Trygdarrullur: ávaringarsignal, samanseting og nýtsla av trygdarrullum, undir her rættan atburð í sambandi við rullurnar.
3) Neyðsignalútgerð: neyðradio og neyðboyur og nýtsla av pyrotøkniligari neyðsignalútgerð.
4) Kunnleika til maritima verndartilbúgving: sambært galdandi førleikakrøvum, kunnleika til umstøður við fangatøku og tess avleiðingar.
5) Sjóbjarging og evakuering: bygnaðurin hjá bjargingartænastuni, røtt handfaring í neyðstøðum, og tá ið neyðugt er við sjóbjarging ella evakuering.
Fakevni: Heilsulæra og fyrstahjálp
Við undirvísing skal næmingurin fáa tann neyðuga førleikan, sum ger hann føran fyri at geva fyrstuhjálp við vanlukkum og bráðsjúku. Harumframt skal næmingurin hava kunnleika til vanlig heilsulig viðurskifti, sum serliga eru tengd at sjóvinnuni.
Krav til eftirmeting: Staðið fyrstahjálparskeið á meðalstigi.
Central evni:
1) Sigling í hita: sermerki við sigling har nógur hiti er, góð ráð at vera í hitanum, fyribyrging móti hitaávirkan, fyrstahjálp til persónar, sum eru ovurhitaðir, ílending.
2) Sigling í kulda: balling av persóni við kuldaskaða, fyribyrging móti kulda, eyðkenni við ávirkan av kulda, fyrstahjálp við hóvligari niðurkøling.
3) Sjúkur bornar við kynsligum sambandi: smittuháttur, sjúkueyðkenni, viðgerð, fyribyrging.
4) Nýtsla av rúsevnum: sjúkueyðkenni við nýtslu av alkohol- og pillaramisnýtslu, fyrstuhjálp við alkohol- og pillaramisnýtslu.
5) Persónligt reinføri og skipsreinføri: endamálið við persónligum reinføri, endamálið við vanligum reinføri umborð á skipi, dømi um sjúkur orsaka av vantandi reinføri.
6) Maritima heilsuskipanin: samskipanin og luttakarar, ávaringarskipanir og Radio Medical.
Fakevni: Reinførisskeið fyri sjófólk
Krav til eftirmeting: Tikið skeið í reinføri fyri sjófólk, sum skulu handfara matvørur umborð á skipi sambært galdandi førleikakrøvum.
Central evni:
1) Innaneftirlit: umsjón av hættisligum støðum og eftirlitsmannagongdum.
2) Vanlig mikrobiologi: undir hesum sjúkur orsaka av matvørum.
3) Meginreglur fyri reinføri: reingerð, persónligt reinføri og viðgerð og goymsla av matvørum.
4) Matvørulóggávan og virksemið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í hesum sambandi.
Fakevni: Grundleggjandi tangaskipaskeið
Við undirvísing skal næmingurin fáa neyðugan førleikan viðvíkjandi trygdar- og heilsuvanda við farmahandfaring umborð í tangaskipi, fyri at kunna luttaka í arbeiðinum umborð við atliti at galdandi reglum um heilsusemi.
Krav til eftirmeting: Tikið grundleggjandi skeið fyri tangaskip sambært galdandi førleikakrøvum.