Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. mai 2017Nr. 87
Kunngerð um útbúgvingarráð fyri heilsuhjálparaútbúgvingar og heilsurøktaraútbúgvingar
Við heimild í § 21, stk. 5 í løgtingslóg nr. 57 frá 26. mai 2010 um heilsuútbúgvingar verður ásett:
§ 1. Fyri støðugt at menna heilsuhjálparaútbúgvingarnar og heilsurøktaraútbúgvingarnar setir landsstýrismaðurin eitt útbúgvingarráð, ið hevur til endamáls at fylgja gongdini innan heilsuútbúgvingarnar og viðgera uppskot um at broyta og endurnýggja hesar.
Stk. 2. Útbúgvingarráðið skal ummæla námsskipan skúlans, námsætlanir fyri lærugreinirnar, innihaldið annars í útbúgvingunum, umframt viðgera viðkomandi mál, ið eru av týdningi fyri útbúgvingarnar.
Stk. 3. Ráðið kann heita á serkøn fólk at vera sær til hjálpar í sínum arbeiði at menna útbúgvingarnar.
§ 2. Útbúgvingarráðið fyri heilsuútbúgvingarnar hevur 7 limir og 7 tiltakslimir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir fyri eitt 4 ára skeið í senn eftir tilmæli frá stovnum og pørtum, nevndir í stk. 2 og 3.
Stk. 2. Útbúgvingarráðið verður tilmælt soleiðis:
1) Almannamálaráðið gevur landsstýrismanninum tilmæli um val av einum limi og einum tiltakslimi.
2) Heilsu- og innlendismálaráðið gevur landsstýrismanninum tilmæli um val av einum limi og einum tiltakslimi.
3) Kommunufelagið gevur landsstýrimanninum tilmæli um val av einum limi og einum tiltakslimi.
4) Heilsuhjálparafelag Føroya gevur landsstýrismanninum tilmæli um val av einum limi og einum tiltakslimi
5) Heilsurøktarafelagið gevur landsstýrismanninum tilmæli um val av einum limi og einum tiltakslimi.
6) Lærararnir í Heilsuskúla Føroya geva landsstýrismanninum tilmæli um val av einum limi og einum tiltakslimi millum lærarar skúlans.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir ein lim, sum er formaður, umframt tiltakslim hansara.
Stk. 4. Um limur í útbúgvingarráðnum tekur seg úr ráðnum, tekur tiltakslimurin við, og viðkomandi felag ella partur, sum limurin hevur umboðað, sendir Mentamálaráðnum tilmæli um val av nýggjum tiltakslimi.
Stk. 5. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya er skrivari í útbúgvingarráðnum, men hevur ikki atkvøðurætt.
Stk. 6. Umboð fyri Mentamálaráðið umframt leiðarin fyri sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina kunnu taka lut á útbúgvingarráðsfundunum eftir áheitan frá ráðnum.
§ 3. Formaður útbúgvingarráðsins boðar til fundar eftir tørvi, tó skulu í minsta lagi 2 fundir vera um árið.
Stk. 2. Formaðurin ásetir fundartíð og fundarstað.
Stk. 3. Formaðurin ger fundarskrá, sum saman við møguligum skjølum verður send ráðslimunum í seinasta lagi 7 dagar undan fundinum. Formaðurin kann í serligum førum víkja frá tíðarfreistini.
Stk. 4. 3 ráðslimir kunnu skrivliga krevja fund um ítøkilig evni. Formaðurin boðar í hesum føri til fundar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at áheitanin er formanninum í hendi.
§ 4. Útbúgvingarráðið er viðtøkuført, tá ið í minsta lagi 4 ráðslimir eru á fundi.
§ 5. Gerðabók verður førd á útbúgvingarráðsfundunum, og fundarfrásøgn verður send ráðslimunum í seinasta lagi 14 dagar eftir fundin.
§ 6. Skrivstova útbúgvingarráðsins er í Heilsuskúla Føroya.
§ 7. Heilsuskúli Føroya rindar fundarsamsýning og ferðaútreiðslur hjá limunum í útbúgvingarráðnum sambært reglum hjá Fíggjarmálaráðnum.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 10 frá 19. januar 2011 um útbúgvingarráð fyri heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar úr gildi, tó soleiðis at sitandi útbúgvingarráð heldur fram við virksemi sínum til nýtt útbúgvingarráð verður tilnevnt.
Mentamálaráðið, 31. mai 2017
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)