Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juli 2012Nr. 87
Kunngerð um Grannskoðaranevndina
Við heimild í § 41, stk. 1 og 7 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 26. mars 2012, verður ásett:
Kapittul 1
Málsræði og skipan av Grannskoðaranevndini
§ 1. Grannskoðaranevndin viðger kærur um, at løggildur ella skrásettur grannskoðari, tá hann ger uppgávur sambært § 1, stk. 2 og 3 í grannskoðaralógini, hevur sett til síðis tær skyldur, ið hoyra starvinum til. Mál, sum er ella verður lagt fyri Grannskoðaranevndina og snýr seg um brot á løgtingslóg nr. 120 frá 21. mai 1993 um løggildar grannskoðarar, løgtingslóg nr. 119 frá 21. mai 1993 um skrásettar grannskoðarar ella løgtingslóg nr. 116 frá 11. desember 2007 um løggildar og skrásettar grannskoðarar, verður viðgjørt eftir teimum reglum, ið vóru galdandi, tá ið brotið fór fram.
Stk. 2. Kæra um samsýning til grannskoðara og felagslig mál kunnu ikki leggjast fyri Grannskoðaranevndina.
§ 2. Í Grannskoðaranevndini er ein formaður, sum er løgfrøðingur, og 4 limir, harav 1 limur er løggildur grannskoðari, 1 limur er skrásettur grannskoðari, og 2 limir umboða roknskaparbrúkararnar. Fyri hvønn lim verður valdur ein varalimur. Ein ella fleiri løgfrøðingar kunnu verða tilnevndir sum næstformenn. Umboðini fyri roknskaparbrúkararnar mugu ikki innanfyri seinastu 3 árini hava verið góðkendir grannskoðarar.
Stk. 2. Skráseting Føroya tilnevnir formannin, nevndarlimirnar og varalimirnar fyri fýra ár í senn.
Stk. 3. Formaðurin avger út frá einari meting í hvørjum einstøkum máli, hvussu nógvir og hvørjir nevndarlimir skulu luttaka í viðgerðini av málinum. Í sambandi við viðgerðina av einum máli skulu altíð vera líka nógvir grannskoðarar sum umboð fyri roknskaparbrúkararnar.
Stk. 4. Tá nevndin viðger mál viðvíkjandi løggildum grannskoðara, skal í minsta lagi 1 løggildur grannskoðari og 1 umboð fyri roknskaparbrúkararnar luttaka í viðgerðini. Tá nevndin viðger mál um skrásettan grannskoðara, skal somuleiðis í minsta lagi 1 skrásettur grannskoðari og 1 umboð fyri roknskaparbrúkararnar luttaka. Hetta er ikki galdandi í teimum málum, har formaðurin sambært § 7 tekur avgerð einsamallur. Í málum, har tað kann koma upp á tal at taka aftur góðkenningina, sbr. § 42, stk. 2 og 4 í grannskoðaralógini, skulu, umframt formannin, í minsta lagi luttaka 2 løggildir ávíkavist 2 skrásettir grannskoðarar og tilsvarandi tal av limum umboðandi roknskaparbrúkaran, og verða tá varalimirnir bidnir um at luttaka í viðgerðini.
§ 3. Formaðurin ella nevndarlimir mugu ikki vera við í viðgerðini av einum máli, um viðkomandi eftir reglunum í rættargangslógini hevði verið ógegnigur sum dómari.
Stk. 2. Formaðurin og nevndarlimir hava skyldu til at boða nevndini frá um umstøður, ið kunnu hava ógegni við sær, sbrt. stk. 1.
Stk. 3. Ivamál um gegni eiga so vítt gjørligt at verða tikin upp, áðrenn málið verður tikið til nevndarviðgerðar.
Stk. 4. Grannskoðaranevndin avger, um ein limur kann vera við í viðgerðini av einum máli.
§ 4. Formaðurin leggur arbeiðið hjá Grannskoðaranevndini til rættis.
Stk. 2. Formaðurin ásetir tíð, stað og fundarskrá fyri fundin, og syrgir fyri at kallað verður inn til fundar. Er ein fundur almennur, sbr. § 9, stk. 3, skal hetta verða kunngjørt í minsta lagi 3 dagar frammanundan við tilskilan um tíð og stað fyri fundin.
Stk. 3. Í sambandi við fundir í nevndini verður fundarbók skrivað, har tíð og stað fyri fundin verður tilskilað, um fundurin hevur verið almennur, hvørjir limir hava luttikið og nøvnini á teimum, sum hava verið til staðar sum partar, umboðandi partarnar ella sum hjálparfólk. Formaðurin avger annars í hvørjum einstøkum máli, hvat kemur í fundarbókina.
Stk. 4. Formaðurin leiðir fundirnar í nevndini.
Stk. 5. Formaðurin skal syrgja fyri, at málini verða viðgjørd við hóskandi tíðarfreist.
Stk. 6. Formaðurin tekur avgerð, hvussu málini verða býtt millum formannin og næstformannin. Næstformaðurin røkir í teimum málum, sum formaðurin hevur givið honum, tær heimildir, ið við hesi kunngerð eru givnar formanninum.
Kapittul 2
Hvussu mál verða fyrireikað
§ 5. Kæra skal vera skrivlig og sendast til Grannskoðaranevndina, c/o Skráseting Føroya, Postboks 264, 110 Tórshavn.
Stk. 2. Kæran skal innihalda eina frágreiðing um tær umstøður, ið kærarin ynskir Grannskoðaranevndina at viðgera. Kæra skal vera latin nevndini í seinasta lagi 5 ár eftir, at tað vansketni, ið kæran viðvíkur, er endað.
Stk. 3. Við kæruni skal fylgja eitt gjald áljóðandi 500 kr. Verður ikki goldið beinanvegin, ásetur formaðurin eina gjaldsfreist, og verður kæran ikki viðgjørd, um gjaldið ikki er goldið innan hesa freist.
Stk. 4. Skráseting Føroya, Fíggjareftirlitið, Tryggingareftirlitið, Fíggjarmálaráðið, kommunala eftirlitið, ákæruvaldið, Felagið fyri góðkendar grannskoðarar og Grannskoðaraeftirlitið skulu ikki rinda gjald sambært stk. 3 fyri at fáa kæru viðgjørda.
§ 6. Løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina, við seinni broytingum og løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg eru galdandi fyri virksemi nevndarinnar.
§ 7. Formaðurin vísir kæru frá sær, sum ikki kemur undir virkisøkið hjá nevndini, herundir kæru frá persóni, sum ikki hevur rættarligan áhuga í teimum viðurskiftum, ið kæran viðvíkur, og kæru, ið frammanundan eyðsýnt verður mett ógrundað.
§ 8. Grannskoðaranevndin skal senda avrit av kæruni við møguligum fylgiskjølum til kærda við áheitan um at koma við viðmerkingum, innan eina nærri ásetta freist. Samstundis skal kærdi hava fráboðan um, at viðkomandi hevur rætt til at møta í nevndini við einum umboðsmanni, t.d. einum advokati, og at kæran kann verða viðgjørd á fyriliggjandi grundarlagi, um kærdi ikki kemur við fleiri upplýsingum til málið.
Stk. 2. Úttalilsi frá kærda við møguligum fylgiskjølum verða løgd fyri kæraran. Metir formaðurin tað verða neyðugt, skulu partarnir við einari ávísari freist hava møguleika at koma við fleiri viðmerkingum til málið.
Stk. 3. Formaðurin syrgir fyri, at neyðugu upplýsingarnar fyri at viðgera kæruna eru fingnar til vega, og at tær neyðugu kanningarnar eru gjørdar. Til eina og hvørja tíð undir viðgerðini av málinum kunnu fleiri upplýsingar verða innheintaðar.
Stk. 4. Formaðurin syrgir fyri, at partarnir fáa innlit í upplýsingar frá mótpartinum, sum verða mettar at hava týdning fyri avgerðina í málinum, uttan so, at avgerandi atlit til almenn ella privat áhugamál tala ímóti hesum, herundir vinnu- og fíggjarviðurskifti hjá viðskiftafólki.
Kapittul 3
Avgerðin í málinum
§ 9. Partarnir í málinum hava rætt til at møta í Grannskoðaranevndini og at leggja fram frágreiðing fyri nevndina.
Stk. 2. Formaðurin kann loyva, at aðrir persónar verða kallaðir inn fyri at leggja fram frágreiðing fyri nevndina.
Stk. 3. Fundir í nevndini eru ikki almennir. Formaðurin kann eftir ynski frá pørtunum loyva, at almenningurin fær høvi til at koma á fund í nevndini. Hetta er tó ikki galdandi í teimum førum, har tað fyri onkran kann hava óneyðugar vansar við sær, m.a. tí, at handils- ella rakstararloyndarmál harvið verða avdúkað.
§ 10. Um hvørgin partur ynskir at møta í nevndini, og formaðurin og nevndarlimirnir eru samdir um framferðarháttin, kann nevndin viðgera málið skrivliga.
§ 11. Avgerðir hjá nevndini verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.
Stk. 2. Avgerðir skulu grundgevast, og er avgerðin ikki einmælt samtykt, skal avgerðin lýsa sjónarmið minnilutans.
Stk. 3. Avgerðir hjá Grannskoðaranevndini kunnu ikki leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika.
Kapittul 4
Almannakunngerð og frágreiðing v.m.
§ 12. Avgerðir hjá Grannskoðaranevndini verða skrivaðar í eina skipaða fundarbók, sum formaðurin undirskrivar.
Stk. 2. Avgerðir hjá nevndini verða sendar pørtunum í málinum, Felagnum fyri góðkendar grannskoðarar og Skráseting Føroya.
Stk. 3. Avgerðirnar hjá Grannskoðaranevndini verða almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.
Stk. 4. Fær kærarin heilt ella lutvíst viðhald, kann Grannskoðaranevndin ella formaðurin vegna nevndina taka avgerð um, at inngoldna gjaldið sambært § 5, stk. 3 verður afturgoldið heilt ella lutvíst. Tað sama er galdandi, tá kærur ikki verða tiknar upp til viðgerðar, sbr. § 7, stk. 1.
§ 13. Grannskoðaranevndin útgevur eina árliga frágreiðing um sítt virksemi.
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 3 frá 13. januar 2009 um dissiplinernevnd fyri løggildar og skrásettar grannskoðarar.
Vinnumálaráðið, 2. juli 2012
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Gunnleyg Árnafjall (sign.)