Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juli 2012Nr. 86
Kunngerð um starvsskipan fyri Grannskoðaraeftirlitið, sum broytt við kunngerð nr. 136 frá 23. september 2021
1) Við heimild í § 32, stk. 1 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 26. mars 2012, løgtingslóg nr. 76 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 51 frá 4. mai 2021, verður ásett:
Kapittul 1
Limir og skrivstova hjá Grannskoðaraeftirlitinum
§ 1. 1) Grannskoðaraeftirlitið hevur 1 formann og 4 aðrar limir, harav 2 limir skulu hava hóskandi útbúgving og viðkomandi royndir innan grannskoðan og roknskapargreiðslu, og 2 limir skulu umboða roknskaparbrúkararnar. Formaðurin og limirnir skulu ikki innanfyri seinastu 3 árini hava verið góðkendir grannskoðarar ella hava verið í starvi hjá ella rikið eitt grannskoðanarvirki saman við góðkendum grannskoðarum. Fyri hvønn lim verður valdur ein varalimur. Tá ið limur hevur forfall luttekur varalimurin í hansara stað. Varalimirnir verða valdir á sama hátt sum limirnir.
Stk. 2. Skráseting Føroya tilnevnir formannin, limirnar og varalimirnar fyri í mesta lagi eitt 4 ára tíðarskeið hvørja ferð. Limirnir kunnu verða tilnevndir aftur, tá ið hetta tíðarskeiðið er farið.
§ 2. Skráseting Føroya, Postboks 264, 110 Tórshavn (skr@skraseting.fo) er skrivstova hjá Grannskoðaraeftirlitinum.
Kapittul 2
Heimildir
§ 3. Grannskoðaraeftirlitið røkjur tær uppgávur viðvíkjandi góðskueftirliti við løggildum og skrásettum grannskoðarum og grannskoðanarvirkjum, sum ásett í § 27 og §§ 32-34 í grannskoðaralógini.
§ 4. Formaðurin í Grannskoðaraeftirlitinum skipar og leiðir arbeiðið hjá eftirlitinum. Formaðurin syrgir fyri, at avgerðir hjá eftirlitinum verða almannakunngjørdar og útintar. Formaðurin undirskrivar avgerðir hjá eftirlitinum.
Kapittul 3
Fundir og atkvøðureglur í Grannskoðaraeftirlitinum
§ 5. Formaðurin leiðir fundirnar í Grannskoðaraeftirlitinum.
Stk. 2. Formaðurin ásetir fundartíð og -stað. Fundur verður annars hildin, tá 3 limir ella Skráseting Føroya setir fram ynski um fund til at viðgera nærri tilskilaðar spurningar. Einstaki limurin kann biðja um, at eitt mál verður sett á fundarskrá til fund í eftirlitinum.
Stk. 3. Limir verða kallaðir inn til fund við í minsta lagi 7 daga freist, uttan so at formaðurin tekur aðra avgerð.
Stk. 4. Saman við fundarinnkallingini skal fylgja ein fundarskrá við teimum málum, sum skulu viðgerast. Tað tilfar, ið er neyðugt fyri at viðgera málini, skal helst vera viðlagt fundarskránni.
Stk. 5. Mál, sum ikki eru komin á fundarskrá, kunnu verða viðgjørd á fundinum, um í minsta lagi 3 limir góðkenna tað, ella formaðurin, tá málið hevur skund, tekur avgerð um hetta.
Stk. 6. Skráseting Føroya kann leggja mál fyri eftirlitið. Harumframt kann Skráseting Føroya krevja, at eitt evni kemur á fundarskrá til næsta fund hjá eftirlitinum.
§ 6. Limir, ið ikki fáa møtt á fundi, skulu skjótast gjørligt geva skrivstovuni hjá eftirlitinum boð um hetta. Limurin gevur tá sjálvur boð til varalimin um at møta á fundinum og gevur varaliminum tað tilfar, sum longu er sent limunum.
§ 7. Umboð fyri skrivstovuna luttekur á fundum hjá eftirlitinum.
Stk. 2. Formaðurin kann loyva øðrum at luttaka í ávísum málum, sum eru á skránni.
§ 8. Fundirnir hjá Grannskoðaraeftirlitinum eru ikki almennir.
§ 9. Eftirlitið er viðtøkuført, tá í minsta lagi helvtin av limunum eru til staðar undir viðgerðini av málinum, sbr. tó stk. 3.
Stk. 2. Eftirlitið tekur avgerð við vanligum atkvøðumeiriluta millum teir møttu limirnar. Stendur á jøvnum í atkvøðum, er atkvøðan hjá formanninum avgerandi.
Stk. 3. 1) Tá eftirlitið viðgerð ávís mál skulu, umframt formannin, eins nógvir limir við serkunnleika innan grannskoðan luttaka, sum limir, ið umboða roknskaparbrúkararnar.
§ 10. Formaðurin syrgir fyri, at samráðingar og avgerðir hjá eftirlitinum verða førdar í fundarbók.
Stk. 2. Í fundarbókini skal standa, hvørjir limir hava verið á fundi. Limur kann krevja sínar viðmerkingar skrivaðar í fundarbókina.
Stk. 3. Skrivstovan hjá eftirlitinum ger eina frásøgn frá fundum í eftirlitinum, sum eftir at hava fingið formansins góðkenning, verður send limunum. Limirnir skulu helst senda møguligar viðmerkingar til skrivstovuna, eftir at hava móttikið frásøgnina, men kunnu tó koma við viðmerkingum til frásøgnina á næstkomandi fundi.
Stk. 4. Limir, sum luttaka á fundi, skulu undirskriva fundarfrásøgnina.
Stk. 5. 1) Grannskoðaraeftirlitið kann taka avgerð um, at fundarbókin skal vera talgild, og at møguligar viðmerkingar skulu gerast talgilt, sbr. stk. 1 og 2. Harumframt kann eftirlitið avgera, at fundarfrásøgnin skal sendast limunum talgilt, at limirnir gera viðmerkingar talgilt, og at frásøgnin skal góðkennast við talgildari undirskrift, smb. stk. 3 og 4.
Kapittul 4
Gegni
§ 11. Limirnir í Grannskoðaraeftirlitinum eru undir somu reglum um gegni sum grannskoðarar, sbr. § 34, stk. 1 í grannskoðaralógini.
Stk. 2. Limir hava skyldu til at boða eftirlitinum frá um umstøður, ið kunnu sáa iva um gegni hjá viðkomandi.
Stk. 3. Limir, sum hava kunnleika til slíkar umstøður annars, hava skyldu til at boða formanninum í eftirlitinum frá hesum.
Stk. 4. 1) Grannskoðaraeftirlitið avger, uttan at viðkomandi limur luttekur, um viðkomandi er ógegnigur í málinum. Ein limur kann altíð sjálvur lýsa seg sum ógegnigan, sbr. stk. 1.
Stk. 5. Tá ein limur hevur vikið sín sess, kann varalimur verða kallaður inn til viðgerðina og avgerðina í viðkomandi máli.
Stk. 6. Er formaðurin ógegnigur átekur tann limurin, sum hevur hægsta starvsaldur og er umboð fyri roknskaparbrúkararnar, sær uppgávurnar hjá formanninum.
Kapittul 5
Tagnarskylda
§ 12. Formaðurin, limirnir, varalimirnir, skrivstovan og onnur, sum luttaka á fundi í eftirlitinum hava, av umhugsni fyri teimum kannaðu grannskoðanarvirkjunum og teirra viðskiftafólki, tagnarskyldu eftir §§ 152, 152 a, 152 c-152 f í revsilógini, sbr. § 34, stk. 2 í grannskoðaralógini.
Stk. 2. Limur kann tó altíð umrøða mál, ið er partur av fundarskránni við varalimin, og útflýggja tilfar hesum viðvíkjandi til hansara. Formaðurin kann í serligum førum taka avgerð um, at limirnir í eftirlitinum ikki kunnu umrøða tilfar við varalimir teirra. Hetta skal tá standa á tilfarinum, sum verður sent út.
Stk. 3. Formaðurin kann í serligum føri avgera, at skrivligt tilfar verður býtt út á fundinum, og síðani latið inn aftur, tá fundurin endar.
§ 13. Eftirlitið ger eina árliga frágreiðing um sítt virksemi. Frágreiðingin inniheldur yvirskipaðu úrslitini frá góðskueftirlitinum. Úrslitini verða almannakunngjørd í hagfrøðiligum líki uttan at tilskila, hvørji grannskoðanarvirkini eru. Frágreiðingin verður almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya - www.skraseting.fo.
Kapittul 6
Gildiskoma
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. juni 2012. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 4 frá 13. januar 2009 um starvsskipan fyri Grannskoðaraeftirlitið.
Vinnumálaráðið, 2. juli 2012
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Gunnleyg Árnafjall (sign.)