Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 2013Nr. 84
Kunngerð um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið
Við heimild í § 5, stk. 2, § 6, stk. 6, § 8, stk. 2, § 10, stk. 2, § 12, § 14, § 16, stk. 2 og 4, § 18, stk. 2 og § 19, stk. 3 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, verður ásett:
Kapittul 1
Stevnumið, bygnaður og upptøka
§ 1. Undirvísingin skal sum heild:
1) Menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan,
2) leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving, og
3) nøkta tørvin hjá vinnuni, tá ið um ræður fakligan førleika og almennan kunnleika.
Stk. 2. Námsætlanirnar í almennum lærugreinum og økislærugreinum, saman og í mest møguligan mun hvør sær, skulu síggja til, at næmingurin ognar sær teir førleikar, sum eru nevndir í lógini, sbr. § 3, stk. 2. Teir meginførleikar, ið skulu røkkast í sambandi við FHS útbúgvingina, eru lýstir í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð.
§ 2. Undirvísingin kann fevna um ein ella fleiri av hesum pørtum, sum landsstýrismaðurin góðkennir hvønn sær:
1) Ein eitt ára útbúgving við atliti at:
a) Veita næminginum sjálvstøðugt prógv, sbr. § 2, stk. 1, í lógini,
b) verða støði undir og partur av yrkisútbúgving, sbr. § 2, stk. 2, í lógini, og
c) verða støði undir upptøku til 2. árið í búskaparbreytini sbrt. § 16 í kunngerð nr. 7 frá 22. januar 2013 um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar, Upptøkukunngerðin.
2) tvey ára støðisútbúgving við atliti at ávísum framhaldandi yrkisútbúgvingum, sbr. § 2, stk. 2 í lógini,
3) støðisútbúgving við avmarkaðari undirvísing fyri næmingar við serligum forkunnleikum, sbr. § 4, stk. 1 í lógini,
4) stakgreinalestur, sjálvlestur ella fjarlestur, sbr. § 4, stk. 4 og 5 í lógini, ella
5) styttri vinnulig framhaldsskeið eftir lokna støðisútbúgving, annaðhvørt sum partur av einari yrkisútbúgving ella sum skeið, ið vinnan ynskir, sbr. § 4, stk. 2 og 3 í lógini.
Stk. 2. Samlisið eigur at verða millum allar partar í tann mun, ið skúlin kann tryggja næminginum nøktandi undirvísing í lærugreinunum.
Stk. 3. Útbúgving eftir stk. 1, nr. 4, nýtist ikki at miða ímóti FHS prógvi.
Stk. 4. Útbúgving eftir stk. 1, nr. 2, kann geva prógv eftir stk. 1, nr. 1, litra a, um treytirnar eru loknar.
Upptøka
§ 3. Upptøka á FHS er treytað av, at umsøkjarin:
1) Hevur lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði, og
2) hevur lokið tær munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.
Stk. 2. Velur umsøkjari framhaldsmál sbrt. § 5, stk. 3, skal hann hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í nevnda framhaldsmáli, og skal hava lokið omanfyri nevndu royndir við nóg góðum úrsliti og vera førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt.
§ 4. Umsøkjari, sum ikki lýkur treytirnar í § 3, stk. 1, kann tó verða tikin upp við støði í meting skúlastjórans. Meting skúlastjórans byggir á ársmet og royndarmet, sum umsøkjarin hevur við sær, umframt á førleikaummæli, samrøðu ella á fakliga upptøkuroynd í eini ella fleiri lærugreinum.
Stk. 2. Fakliga upptøkuroyndin skal vera á sama fakliga stigi, sum royndirnar í 9. flokki í fólkaskúlanum.
Stk. 3. Verður umsøkjari vístur til fakliga upptøkuroynd, skal umsøkjarin sleppa til roynd í seinasta lagi 4 vikur eftir, at umsóknarfreistin er farin.
Stk. 4. Skúlin avger royndarformin, harundir um royndin er skrivlig, munnlig, um tíðarkarm, fyrireikingartíð o.s.fr., og í hvørjum lærugreinum fakliga upptøkuroyndin skal verða hildin.
Stk. 5. Skúlastjórin tekur avgerð um upptøku.
§ 5. Umsøkjari, sum ikki hevur møguleika at lúka treytirnar í § 4, stk. 1, t.d. vegna uppihald uttanlands ella útlendskt upphav, kann verða tikin upp, um skúlin metir, at umsøkjarin hevur tær neyðugu fakligu og málsligu fyritreytirnar fyri at fullføra útbúgvingina til ásetta tíð. Umsøkjarin kann vera vístur til eina upptøkuroynd, ið skúlin, ið søkt verður inn á, skipar fyri.
Stk. 2. Næmingur við serligum forkunnleika sbr. § 2, stk. 1, nr. 3, skal hava lokið miðnámsútbúgving ella samsvarandi.
Stk. 3. Umsøkjari, ið lýkur upptøkutreyt eftir § 3, ella sum eftir meting skúlastjórans lýkur fakligu fortreytirnar í tí ávísu lærugreinini, sum søkt verður um upptøku á, kann takast upp sum stakgreinalesandi ella sjálvlesandi í støkum lærugreinum.
Kapittul 2
Innihaldið í útbúgvingini
§ 6. Lærugreinirnar eru býttar sundur í:
1) Almennar lærugreinir, sum eru kravdar í allari støðisútbúgvingini, tó ikki í útbúgvingini eftir § 2, stk. 1, nr. 3, har góðskrivað verður fyri ávísar lærugreinir, og sum verða kravdar í framhaldi til búskaparbreytina,
2) vallærugreinir, og
3) yrkislærugreinir, ið annaðhvørt eru økislærugreinir ella handilsfak.
Stk. 2. Næmingur, ið ætlar sær víðari á búskarparbreytini, skal hava støddfrøði á C stigi.
Stk. 3. Næmingur, ið ætlar sær víðari á búskarparbreytini, skal hava 35 pultstímar í lestrarmenning.
Stk. 4. Pultstímatalið fevnir ikki um tíðarskeiðið, tá ið skrivligar royndir í sambandi við eftirmeting fara fram.
Stk. 5. Fyri næming, sum hevur eyðsæddan tørv á tí í seinna støðisárinum, kann skúlin annaðhvørt skipa fyri undirvísing og próvtøku á C stigi í staðin fyri á B stigi ella í hendingaføri lata næmingin fylgja undirvísingini á B stigi og fara til próvtøku á C stigi.
Stk. 6. Undirvísing við tveimum støðisárum fer fram eftir góðkenning frá Mentamálaráðnum.
Almennar lærugreinir
§ 7. Almennar lærugreinir eru ástøðilig og verklig undirvísing, ið skal geva útbúgvingini fakliga breidd, persónsmennan, mennan av lestrarførleika næmingsins og fatan hansara av samfelagnum og samfelagsmenningini.
Stk. 2. Almennar lærugreinir í støðisútbúgvingini verða skipaðar undirvísingarliga í D, C og B stig.
Stk. 3. Skipanin av kravdum almennum lærugreinunum 1. árið er henda:
1) Altjóða búskapur C, 105 pultstímar.
2) Enskt C, 123 pultstímar.
3) Føroyskt C, 140 pultstímar.
4) Kunningartøkni C, 105 pultstímar.
5) Samfelagsfrøði C, 105 pultstímar.
6) Sølubúskapur C, 140 pultstímar.
7) Virkisbúskapur C, 158 pultstímar.
Stk. 4. Skipanin av kravdum almennum lærugreinunum 2. árið er henda:
1) Enskt B, 140 pultstímar.
2) Sølubúskapur B, 158 pultstímar.
3) Virkisbúskapur B, 175 pultstímar.
Vallærugreinar
§ 8. Vallærugreinir eru lærugreinir, sum skulu stuðla uppundir at nøkta serligan áhuga og útbúgvingarynski hjá næminginum.
Stk. 2. Allir næmingar í støðisútbúgvingini skulu hava minst eina vallærugrein um árið.
Stk. 3. Vallærugreinirnar eru:
1) Dekoratión C, 105 pultstímar.
2) Forritan C, 105 pultstímar.
3) Innovatión og íverksetan C, 105 pultstímar.
4) Ítrótt og heilsa C, 105 pultstímar.
5) Lestrarmenning, 35 pultstímar.
6) Mentanarfatan C, 105 pultstímar.
7) Oljufrøði C, 105 pultstímar.
8) Spanskt C, 105 pultstímar.
9) Støddfrøði C, 175 pultstímar.
10) Týskt framhaldsmál C, 105 pultstímar.
Økislærugreinir
§ 9. Tilboð skúlans til næmingarnar at taka økislærugreinir og handilsfak sum vallærugrein, skal vera háttað soleiðis, at tey eru fastur liður í undirvísingarætlanini í viðkomandi skúlaári og soleiðis, at næmingurin fær undirvísing í minsta lagi 105 pultstímar í vallærugreinum.
§ 10. Økislærugreinir eru lærugreinir, ið á fleiri stigum skulu rúmka um almennar lærugreinir og samanbinda tær fyri at røkka førleikakrøvunum, sum ásett eru í meginreglum fyri innihaldinum í útbúgvingini, sbr. fylgiskjali 1 til hesa kunngerð. Økislærugreinir eru samstundis lærugreinir, ið geva næminginum serligan førleika, ella sum hansara hugur stendur til, ella sum eru neyðugar við atliti at framtíðini, harímillum fyri at fáa yrkisførleika ella førleika til framhaldslestur.
Stk. 2. Økislærugreinirnar eiga í ein ávísan mun at verða framdar sum partur av undirvísingini í føstu verkætlanunum, men kunnu annars vera fastur partur í tímatalvum skúlans yvir styttri ella longri tíðarskeið.
Stk. 3. Vegleiðandi økislærugreinaskipanin er henda:
1) FHS almenn linja, 105 pultstímar. Dømi um innihald er almenn fyrisiting, fyrisiting og málsviðgerð og grafisk framløga.
2) FHS handils linja, 105 pultstímar. Dømi um innihald er sálarfrøði og tænasta, handilsskapur og sølulýsing.
3) FHS skrivstovu linja, 105 pultstímar. Dømi um innihald er fyrisiting og málsviðgerð, grafisk framløga og logistikkur.
Stk. 4. Høvuðsevnini í økislærugreinunum eru nevnd í fylgiskjali 2 til hesa kunngerð og neyvlýst í námsætlanunum. Mentamálaráðið kann góðkenna nýggjar økislærugreinir og onnur evni. Treytin fyri góðkenning er, at førleikamál, evni og tímatal eru lýst.
Stk. 5. Skúlin skal í árligu undirvísingarætlanini bjóða næmingunum í minsta lagi 105 pultstímar í økislærugreinum at velja ímillum í fyrra støðisárinum, og í minsta lagi 105 tímar í økislærugreinum í seinna støðisárinum.
Stk. 6. Næmingur kann bert hava somu økislærugrein eina ferð á sama stigi.
Handilsfak
§ 11. Handilsfak er felagsheiti fyri undirvísingartímar, sum skúlin setir av í árligu undirvísingarætlanini til serlig tiltøk og serliga undirvísing. Avsetingin kann verða gjørd sum einstakir dagar ella einstakir tímar, sum røkka yvir eitt styttri ella longri tíðarskeið. Dømi um handilsfak eru: Ungt virki, SIMU virksemi, serlig telduforrit, teldukoyrikort, persónlig viðurskifti, virkisvitjan, lestrarferð, tvørfaklig mállæra ella undirvísing í øðrum tvørfakligum evnum, fyrilestrar, biografvitjanir, vitjanir á listarskála og á sølustevnum.
Stk. 2. Føstu verkætlanirnar eru minst 35 pultstímar samanhangandi skeið í tíð og evni, ið verða løgd inn sum fastur partur í árligu undirvísingarætlanini. Endamálið er, at næmingurin lærir at samstarva um loysn av einari ítøkiligari uppgávu, ið skal vera so fjølbroytt og tvørfaklig, sum til ber. Dømi um evni eru í fylgiskjali 3 til hesa kunngerð.
Stk. 3. Evnini í verkætlanunum eiga at verða vald soleiðis, at økislærugreinir kunnu verða partur av evninum. Føstu verkætlanirnar kunnu eisini fevna um, t.d. Ungt virki.
Stk. 4. Fasta verkætlanar undirvísingin eigur hjá tí einstaka næminginum at fevna um í minsta lagi 70 pultstímar í fyrra støðisárinum og í minsta lagi 210 pultstímar í seinna støðisárinum.
Stk. 5. Føstu verkætlanirnar skulu leggjast til rættis eftir reglunum í serstøkum skjali, sbr. fylgiskjal 3 til hesa kunngerð.
Næmingar við serligum forkunnleika
§ 12. Sum grundarlag undir eini framhaldandi yrkisútbúgving fyri næmingum við serligum forkunnleikum, sbr. § 2, stk. 1, nr. 3, eru minstukrøvini fyri lokna støðisútbúgving hesi:
1) Virkisbúskapur á C stigi,
2) sølubúskapur á C stigi,
3) kunningartøkni C, og
4) ein vallærugrein, har valt verður ímillum vinnulívsrætt á C stigi og altjóða búskap, virkisbúskap, sølubúskap og kunningartøkni á B stigi ella økislærugreinir við í minsta lag 105 pultstímum samanlagt.
Stk. 2. Undirvísingin verður løgd til rættis sum stakgreinaundirvísing. Skúlin kann, um fíggjarlig fyritreyt er fyri tí, seta flokkar á stovn sum dag- ella kvøldundirvísing, um næmingagrundarlagið er nóg stórt, og um tímatalið fyri lærugreinirnar verður skert við í minsta lagi einum fimtingi.
Stk. 3. Farið verður til próvtøku eftir reglunum í kapittul 5.
Stk. 4. Skúlin ásetir lærugreinagjald, sum Mentamálaráðið góðkennir, fyri undirvísing eftir hesi grein.
Stakgreinalestur o.l.
§ 13. Skúlin kann skipa fyri stakgreinalestri, sjálvlestri og fjarlestri, sbr. § 4, stk. 4 og 5 í lógini.
Stk. 2. Skúlin kann skipa fyri serligum flokkum til stakgreinalestur í lærugreinum, sum eru partur av útbúgving sbrt. § 2, stk. 1, nr. 1 og 2, um næmingagrundarlagið er nóg stórt, og um tímatalið fyri lærugreinirnar verður skert við í minsta lagi einum fimtingi.
Stk. 3. Skúlin eigur at geva einstaklingum møguleika at taka stakgreinalestur sum fjarlestur, um skúlin hevur møguleika til tess.
Stk. 4. Farið verður til próvtøku eftir reglunum í kapittul 4.
Stk. 5. Skúlin ásetir lærugreinagjald, sum Mentamálaráðið góðkennir, fyri undirvísing eftir hesi grein.
Styttri framhaldsskeið
§ 14. Skúlin kann við loyvi landsstýrismansins skipa fyri styttri vinnuligum framhaldsskeiðum eftir lokna støðisútbúgving, annaðhvørt sum:
1) Partur av einari yrkisútbúgving, sbr. § 4, stk. 2, í lógini, ella
2) sum skeið, ið vinnuni tørvar, sbr. § 4, stk. 3, í lógini.
Stk. 2. Skúlin ásetir gjald, sum Mentamálaráðið góðkennir, fyri undirvísing eftir hesi grein.
Undirvísingar- og námsætlan
§ 15. Skúlin skal, í góðari tíð áðrenn undirvísingin byrjar, lýsa undirvísingina í árligu undirvísingarætlanini.
Stk. 2. Tann einstaki skúlin ger av, hvussu hann í árligu undirvísingarætlanini býtir skúlagongdina sundur ímillum almennar lærugreinir, vallærugreinir, yrkislærugreinir, harímillum økislærugreinir, handilsfak og evnisskeið.
Stk. 3. Skúlin ger av, í hvønn mun lærugreinir verða lisnar saman í smærri ella størri blokkum, treytað av, at undirvísingarmálini verða rokkin, sbr. § 2, stk. 2.
Stk. 4. Árliga pultstímatalið hjá tí einstaka næminginum liggur vanliga um 1200 tímar sbr. tó ásetingarnar um tímatal í kapittul 2. Umleið 5 vikur verða settar av til próvtøku og umleið 35 vikur verða nýttar til undirvísing.
§ 16. Almennar lærugreinir, vallærugreinir og økislærugreinir skulu hava hvør sína námsætlan, sum Mentamálaráðið ger.
Stk. 2. Undirvísing í lærugreinum hjá øðrum skúlum verður framd eftir lesiætlanum hjá hesum skúlum.
Stk. 3. Skúlin skal so langt til ber fremja undirvísingina:
1) Við samstarvi millum lærararnar um undirvísing og millum lærugreinir,
2) við at nýta kunningartøkni í mest møguligan mun, har tað er natúrligt,
3) soleiðis at styrkt verður í øllum lærugreinum um skrivligar og munnligar málbúnar, og
4) soleiðis at endamálini viðvíkjandi fakligari breidd, lestrarførleika, yrkisførleika, førleikunum í § 1, stk. 2, persónsmenning og samfelagsfatan í mest møguligan mun verða rokkin í hvørjari lærugrein sær og sum heild.
Kapittul 3
Eftirmeting og próvtøka
Eftirmeting
§ 17. Undirvísingin skal javnan eftirmetast til innanhýsis nýtslu, so at næmingar og lærarar fáa kunnleika um úrslitið av undirvísingini. Harumframt skal fakliga støðið hjá tí einstaka næminginum eftirmetast til uttanhýsis nýtslu. Hetta verður gjørt við støðumeti og ársmeti.
§ 18. Ársmet verða givin við skúlaárslok í øllum almennum-, yrkis- og vallærugreinum, sum næmingurin hevur havt í minsta lagi 105 pultstímar í, og skrivað í próvtøkubók, í seinasta lagi 5 dagar áðrenn próvtøkuætlanin fyri tær munnligu próvtøkurnar verður almannakunngjørd. Um møguleiki er fyri bæði skrivligari og munnligari próvtøku, skal ársmet gevast í báðum førum. Tó skulu stakgreinalesandi, sjálvlesandi og tey, ið fara upp eftir serligum treytum, ikki hava ársmet, sbr. próvtøkukunngerð til búskaparbreytina.
Stk. 2. Ársmet er meting lærarans av fakligu støðu næmingsins við undirvísingarlok. Miðskeiðis í skúlaskeiðinum skal næmingurin hava støðumet í viðkomandi lærugreinum. Støðumetið er meting lærarans um støðu næmingsins miðskeiðis í skúlaárinum. Lærarin skal undirskriva lista við støðumeti og lata skúlanum hann sbrt. reglum, sum skúlin ásetir. Skúlin skal varðveita hesar listar í minsta lagi 1 ár.
Stk. 3. Í teimum lærugreinum, har næmingurin ikki fer til próvtøku, verður ársmetið sett í teigin: flutt ársmet, í próvtøkubókini.
Innskriving til próvtøku
§ 19. Próvtøka verður hildin í mai-juni, vanligt próvtøkuskeið, og í august-september, sjúkrapróvtøkuskeið.
Stk. 2. Próvtøkukrøv og próvtøkuhættir eru ásett í námsætlanum og reglum, sum Mentamálaráðið ásetir.
Stk. 3. Skúlin skal í seinasta lagi 1. desember boða Mentamálaráðnum frá, hvørjir næmingar skulu til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, og hvørjar lærugreinirnar eru. Skúlin letur inn upplýsingar á oyðublaði, ið Mentamálaráðið ger. Skúlin skal boða Mentamálaráðnum frá broytingum skjótast til ber.
Stk. 4. Eingin næmingur kann innskriva seg til próvtøku í einari lærugrein á sama stigi meira enn 2 ferðir.
Skipan av próvtøku
§ 20. Mentamálaráðið tekur út millum allar almennar lærugreinir og vallærugreinir, sum næmingurin hevur fingið minst 105 pultstímar í, 4 lærugreinir hvørt árið, sum næmingurin skal til próvtøku í. Ein skrivlig og ein munnlig próvtøka telur sum ein próvtøka hvør sær.
Stk. 2. Hvør próvtakari kann bert fara til eina próvtøku um dagin.
Stk. 3. Næmingurin skal eisini til próvtøku í síðstu føstu verkætlanini á C støði í einum ári. Støðið í próvhoyringini er skrivliga avrikið frá verkætlanini, loyvt kann vera fólki, sum hevur gjørt felags avrik, at hava eina felags framløgu áðrenn tann einstaki verður próvhoyrdur.
§ 21. Mentamálaráðið ásetir, nær tær skrivligu og munnligu próvtøkurnar verða hildnar. Próvtøkutalvurnar verða sendar skúlanum í seinasta lagi 15. apríl. Próvtøkutalvurnar eru tá loyniligar, og bert skúlastjórin ella ein av honum heimilaður persónur hevur loyvi at kanna tær.
Stk. 2. Próvtøkutalvurnar mugu ikki kunngerast fyrr enn seinasta undirvísingardag.
§ 22. Næmingur, ið er innskrivaður til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, men sum vegna sjúku heilt ella lutvíst hevur verið forðaður at fara til próvtøku, kann innskriva seg til sjúkrapróvtøku í teimum lærugreinum, hann vegna sjúku var forðaður at fara til próvtøku í. Til innskrivingina skal nýtast oyðublað, sum Mentamálaráðið ger.
Stk. 2. Mentamálaráðið kann, um serlig viðurskifti gera seg galdandi, loyva næmingi, ið er innskrivaður til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, men sum av aðrari orsøk enn sjúku ikki ella bert lutvíst hevur verið til próvtøku, at fara til próvtøku í sjúkrapróvtøkuskeiðinum.
Stk. 3. Næmingur, sum ynskir at fara til endurpróvtøku eftir ávikavist stk. 1 ella 2, skal skrivliga boða skúlanum frá hesum í seinasta lagi 25. juni.
Stk. 4. Próvtøkur í sjúkrapróvtøkuskeiðinum verða hildnar eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri próvtøkur í vanliga próvtøkutíðarskeiðinum, tó soleiðis at Mentamálaráðið skal hava fráboðan um næmingar, ið skulu til próvtøku í sjúkrapróvtøkuskeiðinum, í seinasta lagi 27. juni.
Kapittul 4
Prógv
§ 23. Næmingar, sum hava staðið FHS útbúgvingina, fáa útflýggjað prógv. Mentamálaráðið ger skjal hesum viðvíkjandi.
Stk. 2. Í prógvinum skal standa:
1) Øll ársmet, sum telja við til FHS próvtøkuna,
2) próvtølini, harundir flutt ársmet. Tá ið talan er um flutt ársmet, skal hetta greitt tilskilast, og
3) um ein lærugrein bæði hevur ein skrivligan og ein munnligan tátt, verða ársmet, ávikavíst próvtøl, tilskilað fyri hvønn tátt sær.
Stk. 3. Eitt miðaltal verður við einum desimali roknað út av ársmetunum í lærugreinum, sum telja við til FHS próvtøkuna. Har hvør lærugrein á C stigi hevur vektina 1. Soleiðis at í eini lærugrein sum hevur bæði skrivliga og munnliga próvtøku, hevur munnligi parturin vektina ½ og skrivligi vektina ½.
Stk. 4. Eitt miðaltal verður við einum desimali roknað út av próvtølunum í lærugreinum, sum næmingurin hevur verið til próvtøku í, og av teimum fluttu ársmetunum.
Stk. 5. Endaliga próvtøkuúrslitið verður roknað út sum eitt miðaltal við einum desimali av ársmetunum, sbr. stk. 3, og av próvtølunum og teimum fluttu ársmetunum, sbr. stk. 4.
Stk. 6. Á prógvinum verða tær økislærugreinir tilskilaðar, sum næmingurin hevur havt, burtursæð frá tí síðstu, sum næmingurin fer til próvtøku í.
Stk. 7. Á prógvinum verða tilskilað tey handilsfak, sum næmingurin hevur havt.
§ 24. Næmingar, sum fara til próvtøku sum sjálvlesandi, fáa ikki ársmet ella flutt ársmet.
§ 25. Stakgreinalesandi, sum hevur verið til próvtøku í einari ella fleiri lærugreinum, fær skjalváttan frá skúlanum við frásøgn um próvtøl. Mentamálaráðið ger skjal hesum viðvíkjandi.
Stk. 2. Næmingar kunnu frá skúlanum fáa skjalváttan fyri próvtøkur, sum ikki verða roknaðar við í próvtøkuúrslitinum.
Kapittul 5
Skyldur og skilhald
§ 26. Skúlastjórin ger reglur um at vera til staðar og virkin í undirvísingini og um skilhald.
Stk. 2. Tað áliggur skúlastjóranum at kunna næmingarnar um møtiskyldu, fráveruuppgerð og avleiðingar fyri brot á hesar skyldur.
Stk. 3. Skúlastjórin kunnar næmingarnar um skilhaldsreglur skúlans.
Lestrarvirkni
§ 27. Næmingur skal vera til staðar og virkin í undirvísingini.
Stk. 2. Skylda sbrt. stk. 1 fevnir í minsta lagi um:
1) At vera til staðar í undirvísingarhølinum, fyrireikaður og luttakandi, tá ið lærari undirvísir eftir lagdari ætlan, og
2) at lata inn skrivlig avrik rættstundis, og sum í dygd og vavi lúka ásett krøv.
§ 28. Skúlin skrásetir fráveru næmingsins, eins og orsøkirnar fyri møguligari fráveru, og skrásetir tiltøk mótvegis næminginum í sambandi við brot á galdandi reglur.
Stk. 2. Næmingur skal hava møguleika fyri at eftirkanna skrásetingina av fráveru síni.
§ 29. Næmingur, sum vegna sjúku er burtur frá undirvísingini í styttri tíðarskeiði, skal lata skúlanum sjúkraváttan fyri tíðarskeiðið, hann er sjúkur.
Stk. 2. Skúlin kann í serligum føri, eftir umsókn frá næmingi, játta styttri fráveru frá undirvísingini, um skúlin út frá eini ítøkiligari meting heldur, at næmingurin hóast fráveruna kann røkka málið fyri útbúgvingina.
Burturvísing frá undirvísingini
§ 30. Skúlastjórin kann avgera, at næmingur verður burturvístur frá undirvísingini, um hann uttan lógligt forfall er burtur frá undirvísingini.
Stk. 2. Næmingur kann bert verða burturvístur, um onnur tiltøk, sum t.d. samtalur ella ávaringar, eru roynd. Skúlastjórin sær til, at tílík tiltøk verða skrásett.
Stk. 3. Skúlastjórin avger, hvørji tiltøk eftir stk. 2 skulu setast í verk í mun til brot næmingsins, m.a. samrøður, ávaringar ella burturvísing frá undirvísingini.
Stk. 4. Hevur næmingurin framt eitt misbrot av serliga grovum slagi, kann hann verða burturvístur frá undirvísingini alt fyri eitt uttan ávaring.
Kapittul 6
Kærur
Fyrisitingarlig avgerð
§ 31. Fyrisitingarlig avgerð, sum skúlastjórin hevur tikið sambært § 4, stk. 5, § 5, stk. 3, § 29, stk. 2 og § 30 kann kærast til landsstýrismannin. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at næmingurin hevur móttikið avgerðina.
Stk. 2. Um næmingur ikki er myndugur, kunnu tey, ið hava foreldramyndugleika, kæra.
Próvtøkur í almennum lærugreinum
§ 32. Næmingur, ella tey, ið hava foreldramyndugleika, kunnu kæra viðurskifti í sambandi við próvtøku har ímillum um próvtøl og talmet, sum telja við sum próvtøl. Kæran verður latin skúlastjóranum og skal vera grundgivin.
Stk. 2. Kæran skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at próvtøkuúrslitið er kunngjørt próvtakaranum.
Stk. 3. Kærarin fær útflýggjað avrit av próvtøkuuppgávuni ella próvtøkugrundarlagnum, sum hann hevur viðgjørt og svarað. Er talan um skrivligt próvtøkuavrik fær kærarin útflýggjað avrit av egnum próvtøkuavriki.
Stk. 4. Kæra um munnligt ella skrivligt próvtal kann hava við sær, at ásetta próvtalið verður hækkað, lækkað ella staðfest.
§ 33. Kært verður persónliga, og kæran skal ítøkiliga lýsa veruligu umstøðurnar, ið sambært fatan kærarans eru orsøk til, at kæran eigur at verða gingin á møti. Kæran kann snúgva seg um:
1) Próvtøkugrundarlagið, t.d. próvtøkuspurningar og próvtøkuuppgávur, í mun til krøv og mál í námsætlanini í avvarðandi lærugrein,
2) próvtøkugongdina, og
3) dømingina.
Stk. 2. Hevur Mentamálaráðið gjørt uppgávuna til próvtøkuna, ið kært verður um, sendir skúlastjórin Mentamálaráðnum kæruna um próvtøkugrundarlagið, sbrt. stk. 1, nr. 1, og tekur Mentamálaráðið avgerð í málinum við støði í fakligari ráðgeving.
§ 34. Skúlastjórin avger, um kærumál sbrt. § 33, stk. 1 skal viðgerast, ella um tað verður víst aftur. Afturvísing skal vera skrivlig og grundgivin.
Stk. 2. Tekur leiðari útbúgvingarstovnsins avgerð um, at kæran verður víst aftur, kann kærarin umvegis skúlastjóran kæra málið til Mentamálaráðið innan 7 dagar eftir, at afturvísingin er kunngjørd kæraranum. Skúlastjórin sendir Mentamálaráðnum sítt tilmæli saman við kæruni.
§ 35. Tekur skúlastjórin avgerð um, at kæran skal viðgerast, letur hann kæruna beinanvegin til próvhoyrara og próvdómara. Próvhoyrari og próvdómari skulu innan 7 dagar frá tí, teir hava fingið kæruna frá skúlastjóranum, gera eina fakliga meting umframt eina felags niðurstøðu í kærumálinum.
Stk. 2. Skúlastjórin sendir fakligu metingina og niðurstøðuna til kæraran, sum fær høvi til innan 7 dagar at gera møguligar viðmerkingar.
Stk. 3. Við støði í frágreiðingunum og møguligum viðmerkingum, sbrt. stk. 1 og 2, avger skúlastjórin, um kæran skal viðgerast ella verður víst aftur. Avgerðin hjá skúlastjóranum skal vera skrivlig og grundgivin. Skúlastjórin sendir próvtakara, próvhoyrara og próvdómara fráboðan um avgerðina.
§ 36. Tekur skúlastjórin avgerð um, at kæran skal viðgerast víðari, sendir hann Mentamálaráðnum kæruna saman við grundgeving síni, frágreiðing frá próvhoyrara og próvdómara um próvtøkuna og møguligar viðmerkingar frá kæraranum.
Stk. 2. Snýr kæran seg um at áseta próvtal í sambandi við skrivliga próvtøku, sendir skúlastjórin Mentamálaráðnum alt tilfar í kærumálinum, sbrt. stk. 1, so umdøming kann fara fram. Mentamálaráðið tilnevnir síðani ástøðufólk, sum við støði í øllum tilfarinum í kærumálinum ásetir próvtal. Próvtalið, sum ástøðufólkið ásetir, skal vera grundgivið og er endaligt.
Stk. 3. Snýr kæran seg um at áseta próvtal í sambandi við munnliga próvtøku, tekur Mentamálaráðið við støði í øllum tilfarinum í kærumálinum støðu til kæruna. Mentamálaráðið avger, um endurpróvtøka skal verða boðin kæraranum, ella um kæran verður víst aftur.
Stk. 4. Verður endurpróvtøka sbrt. stk. 3 boðin kæraranum, tilnevnir Mentamálaráðið nýggjan próvdómara, og endurpróvtøka verður framd so skjótt sum til ber.
Stk. 5. Meðan kærumál verður viðgjørt, skal skúlin hava frumprógvið í varðveitslu. Ber umdøming ella endurpróvtøka í sær, at próvtal verður broytt, útskrivar leiðari útbúgvingarstovnsins nýtt prógv, og gamla frumprógvið verður burturbeint.
Stk. 6. Umdøming og endurpróvtøka kann hava við sær, at próvtalið verður hækkað, lækkað ella verður tað sama, sum fyrr ásett.
Kapittul 7
Aðrar ásetingar
§ 37. Skúlaárið er 199 dagar, íroknað próvtøkuskeiðið.
§ 38. Skúlin ásetir gjald fyri stakgreinalesandi, sjálvlesandi og fjarlesandi, sum verður mett eftir kostnaðinum, ið skúlin hevur av hesum. Mentamálaráðið skal góðkenna gjøldini.
Stk. 2. Skúlin ásetir gjøld fyri ljóstøku, sum verður mett eftir kostnaðinum, skúlin hevur av hesum.
Kapittul 8
Gildiskoma
§ 39. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2013.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 15 frá 14. februar 2000 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, sum seinast broytt við kunngerð nr. 34 frá 23. apríl 2010.
Mentamálaráðið, 7. juni 2013
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Fylgiskjal 1
FØRLEIKAØKI Í FHS-ÚTBÚGVINGINI
Skjalið fevnir um málini fyri førleikaøkini, sbr. § 3, stk. 2, í løgtingslóg um støðisútbúgvingar innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS-útbúgvingar).
Persónligan førleika
Endamálið er at fremja persónliga menning, sjálvstøði, ábyrgdarkenslu, evni at samstarva og hug at læra. Næmingurin skal í verki sannroyna, at arbeiðstilgongdir krevja yrkisligar, sosialar og persónligar førleikar.
Samfelagsligan førleika
Endamálið er, at næmingurin ognar sær førleikar at taka virknan lut í einum fólkaræðisligum samfelag, ið byggir á andsfrælsi, tolsemi og javnrættindi, og at taka á seg ábyrgd og skyldur í hesum høpi. Næmingur skal ogna sær breiða vitan bæði um almen og privat virki og læra at skilja sín egna leiklut og møguleikar at ávirka.
Búskaparligan førleika
Endamálið er, at næmingurin ognar sær førleikar um vanligastu hugtøkini og spurningarnar í húsarhalds-, vinnu-, samfelags- og altjóða búskapi, og hvussu hesir hanga saman. Næmingurin skal eisini duga at nýta grundleggjandi roknskaparligar reglur og arbeiðshættir í sambandi við búskaparliga og fyrisitingarliga stýring.
Samskiftisligar og kunningartøkniligar førleikar
Endamálið er, at næmingurin ognar sær førleikar og gerst tilvitaður um týdningin av kunningarviðgerð og samskifti í virkinum og í samskifti við samfelagið uttanfyri. Næmingurin skal kunna loysa munnligar og skrivligar samskiftis- og kunningaruppgávur í virkinum við hóskandi málsligum og analytiskum førleikum og hóskandi tøkniligum amboðum.
Altjóða og mentanarligar førleikar
Endamálið er, at næmingurin ognar sær málsligan og mentanarligan førleika at kunna virka í og skoða altjóða viðurskifti. Næmingurin skal ogna sær vitan um mentanarlig virði og vinnu- og samfelagsviðurskifti í viðkomandi málsøki.
Handilsligar og tænastuligar førleikar
Endamálið er, at næmingurin ognar sær førleikar og innlit í handil og tænastu í heimligum og altjóða høpi. Við støði í endamálinum við virkinum og marknaðarmøguleikunum skal næmingurin kunna nýta tey ávirkingarparametur, sum eru grundarlag undir vali av strategium og atferðum í sølu og marknaðarførslu.
Fyriskipanarligir førleikar
Endamálið er, at næmingur ognar sær vitan og innlit í bygnaðir, tilgongdir og serliga fyriskipanarliga mentan, sum mest vanliga koma fyri á virkjum. Næmingur skal menna førleikar og ogna sær vitan um fyriskipanarlig samanhang á virkinum, um hvussu hesi hanga saman sínámillum, við búskaparligu stýringina, fyrisitingina, leiðsluna, samstarvið innanvirkjað og í umhvørvið.
Móðurmálsligan og mentanarligan førleika
Endamálið er, at næmingurin ognar sær vitan um føroyskt mál og mentan við serligum atliti at føroyska vinnulívinum við tí fyri eyga, at hann í øllum lutum natúrliga nýtir gott føroyskt mál og mentan sum upprunastøði. Næmingur skal læra at virða og røkja sína egnu mentan, og hann skal læra, at aðrar mentanir og onnur samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.
Fylgiskjal 2
FHS-kunngerðin
VEGLEIÐANDI INNIHALD Í ØKISLÆRUGREINUM
Sálarfrøði og tænasta
Atferð hjá viðskiftafólki
Sølupsykologi
Samband og samrøða
Persónlig framkoma
Samrøðuformar
Ósemjuloysn
Handilsskapur
Virkisins hugsjónargrundarlag, sermerkjan og konsept
Kundagrundarlag og kundastreymur
Keyp og framferð í samsvar við sermerki virkisins og kundarnar
Vørustreymar í mun til prís og góðsku
Góðska og góðskustýring
Logistikkur
Teori og praksis
Vøru-, peninga- og kunningarstreymar
Logistikkur og virkissermerki
Keyp, goymsluformar og søla
Visuell marknaðarførsla (dekoratión)
Vørulýsing
Prýðing
Konsept og visuell sermerkjan
Gongubreytasøla
Skelting
Handilsspegil og kundastreymur
Fyrisiting og málsviðgerð
Val av arbeiðsgongdum
Málstýring
Fyriskipan
Arbeiðsplanlegging
Almenn umsiting
Arbeiðsuppgávur og arbeiðshættir í almennari umsiting
Umsitingarmeginreglur
Viðskiftabólkar hjá umsitingini
Tænasta í almennari umsiting
Mál og mentan
Landalýsingar
Mentan
Samfeløg
Mál
Átrúnaður
KT-amboð
Val av standardamboðum
Operativskipanir
Brúkaravegleiðingar
Dátuflytingar
Grafisk nýtaramót
Samskipan
Grafisk framløga
Prentmyndir (typugrafi)
Kunnleiki til skráir
Uppseting
Grafisk nýtaramót
Fígging
Langleiga
Fíggingarkeldur, fremmanda- og eginpeningur
Ársroknskapur, umhvørvisroknskapur og siðfrøðiligur roknskapur
Vinnufelagsformar
Kapitalkostnaður
Vandi og avhyljing
Umhvørvi og tilfeingi
Tilvitska um umhvørvið
Innara umhvørvið
Uttara umhvørvið
Umhvørvisroknskapur
Ígongdsetari
Lívshættir
Hugskotagrundarlag og orðing av hugskoti
Fyrireiking
Vøra - framleiðsla
Fíggingarsløg og -møguleikar
Formlist
Formur og funksjón
Stílur, móti og status
Fagurfrøði og uppfatan
Litir og tilfar
Ergonomiur
Tøkni
Umhvørvisviðurskifti
Sølulýsing
Lýsingarformar
Lýsingar"boðskapurin"
Brúkarin og sølulýsingar
Fyrireikan
Miðlaval
Eftirlit
Aling og fiskaframleiðsla
Lívfrøðiligir møguleikar fyri aling
Alingarvirksemið - framleiðslutíðin
Goymsluviðurskifti í aling og fígging
Søluviðurskifti - JIT (just in time)
Góðskustýring - HACCP-innaneftirlit
Oljuvinna
Jarðfrøði, tilfeingi og framleiðsla
Umhvørvið
Uppstreymvirksemi
Vinnumøguleikar
Útbúgving
Samfelagsbúskaparligur týdningur
Økislærugreinirnar verða neyvlýstar í lesiætlanunum.
Fylgiskjal 3
FHS-kunngerðin
Vegleiðandi reglur um fastar verkætlanir
Teir lærarar, sum skulu standa fyri fremjingini av einari verkætlan, leggja gjølliga ætlan í góðari tíð frammanundan.
Ætlanin verður lýst skrivliga og skal í minsta lagi fevna um:
1) | Heiti | |
2) | Grundgeving | |
3) | Endamál | |
4) | Mál fyri nøktan av | |
a) | Fakmálum (samanhang við fastar lærugreinir) | |
b) | Førleikamálum | |
5) | Skipan av undirvísingini | |
6) | Innihaldið í undirvísingini | |
7) | Skipan av lærarum | |
8) | Tíðarætlan | |
9) | Høli og útgerð | |
10) | Eftirmeting av | |
a) | Næmingunum | |
b) | Lærarunum og samstarvi teirra | |
c) | Skeiðinum | |
11) | Møgulig próvøkuverkætlan |
Dømi um verkætlanir:
Tú og umheimurin
Tíðindablað
Eitt virki (t.d. at stovna)
Sølustevna
Mentanartiltak
Uttanlandsferð
Nærumhvørvið
Privatøkonomi
Persónlig menning
Kundar virkisins
Virkisspæl
Allar yrkislærugreinir