Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. august 2016Nr. 83
Kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul
(Dagføringar í sambandi við stuðulsheimilaðar útbúgvingar, ferðastudningin innanoyggja, barnsburðarstudningin og ásetingar um ábyrgdina hjá útbúgvingarstovnum)
§ 1
Í kunngerð um lestrarstuðul nr. 107 frá 25. august 2011, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 2. juli 2013 og broytt við kunngerð nr. 91 frá 29. august 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Stuðulsheimilaðar hægri útbúgvingar eru útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, ið lúka treytirnar í § 4 stk. 1 í løgtingslógini, maskinmeistari, skipari, skiparaaspirantur, skipsførari, teldustøðingur, fíggjarbúskapur, marknaðarførslubúskapur, framleiðslutøkningur og byggitøkningur.
Stk. 2. Stuðulsheimilaðar styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar eru: Heilsuhjálpari, heilsurøktari, maskinistur og skipsatstøðari.
Stk. 3. Stuðulsheimilaðar miðnámsútbúgvingar eru útbúgvingar á miðnámsskúlunum, ið lúka treytirnar í § 4 stk. 1 í løgtingslógini og ikki eru nevndar í stk. 1 og stk. 2.
Stk. 4. Stuðulsheimilaðar útbúgvingar á framhaldsdeildarstigi fyri umsøkjarar, ið eru eldri enn 18 ár, eru: 8., 9. og 10. flokkur á framhaldsdeildunum kring landið, á Dugna við Áir og í Skúlanum á Trøðni.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um, hvussu útbúgvingar, ið ikki eru nevndar í hesi grein, verða bólkaðar.
Stk. 6. Lesandi, sum fáa løn ein part av útbúgvingartíðini, kunnu fáa stuðul í ólønta tíðarskeiðnum.”
2. Í § 2, stk. 1 verður “, partar av miðnámsútbúgvingum” strikað.
3. § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Ferðastudningurin innanoyggja verður latin lesandi, ið nýta Strandfaraskip Landsins til og frá skúla. Umsókn verður latin Strandfaraskipum Landsins. Við at lata tí lesandi studnaferðakortið váttar lærustovnurin yvirfyri Strandfaraskipum Landsins, at tann lesandi er lesandi við lærustovnin og at treytirnar í stk. 3 eru uppfyltar. Lærustovnarnir fráboða Studna, ið fráboðar Strandfaraskipum Landsins, tá lesandi ikki uppfyllir treytirnar longur.”
4. Í § 5 verður sum nýtt stk. 8 sett:
“Stk. 8. Studnaferðakortið er persónligt. Tann lesandi skal kunna skjalprógva at viðkomandi er ánari av kortinum.”
5. Í § 6, stk. 1 verður eftir 2. pkt. sett: “Barnsburðarfarloyvisstudningur kann eisini veitast frá upp til 3 mánaðum eftir føðing.”
6. Í § 9, stk. 6, 2. pkt. verður “Barnastuðulin” broytt til: “Barnastudningurin”.
7. § 20, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Søkt kann ikki verða um ferðastudning fyrrenn lestrarhálvuna eftir, at lesandi er byrjaður at lesa, og søkjast skal innan lestrarárið er lokið.”
8. § 22, stk. 3, nr. 1 verður orðað soleiðis:
“1) Størri uppgáva í sambandi við hægri lesnað. Talan skal verða um kanningarferð í sambandi við høvuðsuppgávu ella størri ritgerð, ið er kravdur partur av lestri, ið telur í minsta lagi 10 ects,”
9. § 29, stk. 1, nr. 5 verður orðað soleiðis:
“5) fara í barnsburðarfarloyvi sbrt. § 6 ella annað farloyvi,”.
10. § 29, stk. 1, nr. 7 verður orðað soleiðis:
“7) ikki longur eru undir heiltíðarlestri sbrt. § 2, og”.
11. Í § 29, stk. 1 verður sett sum nýtt nr. 8:
“8) ikki longur eru lestrarvirkin sbrt. § 3 í lógini.”
12. Aftaná § 29, verður sett:
“§ 29 a. Í sambandi við umsitingina av lestarstuðulinum skulu útbúgvingarstovnarnir:
1) Vátta, at tann lesandi gongur á eini stuðulsheimilaðari útbúgving sbrt. § 1.
2) Veita vegleiðing í sambandi við lestrarstuðulin og útfyllan av umsóknarbløðum um lestrarstuðul.
3) Vátta, at útbúgvingartíðarskeiðið, søkt verður um, er rætt útfylt.
4) Veita vegleiðing í sambandi við ferðastudningin innanoyggja.
5) Beinanvegin at boða Studna frá, tá ið lesandi gevast við lestrinum ella ikki eru lestrarvirkin sbrt. § 3 í lógini.
6) Vera millumliður millum Studna og tann lesandi í ymiskum spurningum, ið stinga seg upp.
7) Boða Studna frá viðurskiftum hjá lesandi, ið hava ávirkan á lestrarstuðulin.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. august 2016.
Mentamálaráðið, 16. august 2016
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)