Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 08-06-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 80 frá 4. juni 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

4. juni 2018Nr. 80

Kunngerð um upptøku í ognarmeklaraskránni

Við heimild í § 25, stk. 2, nr. 6 og 7 og stk. 7 í løgtingslóg nr. 136 frá 6. oktober 2011 um keyp og sølu av fast­ogn o.a. verður ásett:

§ 1. Skráseting Føroya førir eina almenna skrá yvir ognarmeklarar.

Stk. 2. Til tess at verða tikin upp í ta í stk. 1 nevndu skrá, skal umsøkjari, umframt at lúka krøvini í § 25, stk. 2, nr. 1-4 og 8-10 í løgtingslógini,

1)   prógva at hava verið í fulltíðarstarvi í minst 2 ár í einari ognarmiðlanarfyritøku og við hesum hava fingið aktuella praktiska vitan um ognarmiðlan ella gjøgnum annað starv hava fingið samsvarandi prak­tiska vitan um ognarmiðlan,

2)   leggja fram prógv um at hava staðið ognarmekla­raútbúgving og á tann hátt at hava ognað sær ástøðiligt innlit í ognarmiðlan, og

3)   rinda eitt gjald upp á 1.000 kr. 

Stk. 3. Skráseting Føroya lýsir nærri ta kravdu prak­tisku vitanina um og ástøðiliga innlitið í ognarmiðlan, nevnt í stk. 2, nr. 1 og 2.

§ 2. Skráseting Føroya viðger umsóknir um upptøku í ognarmeklaraskránni.

Stk. 2. Søkt verður um at verða tikin upp í ognarmek­laraskránni við at lata inn umsókn til Skráseting Føroya.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 4. juni 2018

 

Poul Michelsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Herálvur Joensen (sign.)