Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. januar 2013Nr. 8
Kunngerð um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 108 frá 16. juli 2019
(Próvtøkukunngerðin)
Við heimild í § 19, stk. 1 og 2, § 20, stk. 1, § 21, stk. 2, § 32, stk. 3, § 39, stk. 4 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnsialar miðnámsútbúgvingar verður ásett:
Kapittul 1
Endamál
§ 1. Endamálið við próvtøkum og royndum er at skjalprógva, í hvønn mun próvtakarin hevur rokkið teimum málum og lýkur tey krøv, sum ásett eru í teimum einstøku útbúgvingunum og í teimum einstøku lærugreinunum.
Stk. 2. Kunngerðin er galdandi fyri tær próvtøkur og royndir, sum skulu við á prógv ella skjalváttan.
Stk. 3. Í undirvísingarkunngerðini, í námsætlanunum og í hesi kunngerð er ásett, hvørjar próvtøkur eru partar av samlaðu próvtøkuni á teim ymisku breytunum, sbr. § 41.
Stk. 4. Her eftir sipar próvtøka eisini til royndir, so sum ársroyndir, várroyndir, sjúkraroyndir o.s.fr.
Kapittul 2
At leggja til rættis
§ 2. Próvtøkurnar verða skipaðar soleiðis, at váttan fæst fyri, í hvønn mun próvtakari hevur rokkið málunum og lokið krøvini í útbúgvingini.
§ 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur mótvegis Mentamálaráðnum ábyrgd av, at allar próvtøkur á stovninum fara fram sambært reglunum í hesi kunngerð, sambært ásetingum frá Mentamálaráðnum og sambært innanhýsis mannagongdum hjá útbúgvingarstovninum sjálvum sbrt. § 6, stk. 4.
§ 4. Mentamálaráðið ásetur dag og tíðarkarmar fyri tær munnligu og skrivligu próvtøkurnar. Próvtøkurnar verða hildnar í mai-juni mánaði, ið er summarpróvtøkuskeið, og í august mánaði, ið er sjúkrapróvtøkuskeið.
Stk. 2. Mentamálaráðið ásetur dag, tá ið útbúgvingarstovnarnir skulu kunngera próvtøkuætlanina.
Stk. 3. Mentamálráðið ger vegleiðing um verklig viðurskifti og mannagongdir í sambandi við próvtøkuhald.
Stk. 4. Mentamálaráðið útvegar uppgávur til skrivligu próvtøkurnar.
§ 5. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal skipa so fyri, at grundarlagið undir teimum munnligu próvtøkunum sbrt. §§ 78 og 79 í undirvísingarkunngerðini, er tøkt í seinasta lagi 14 dagar, áðrenn munnligu próvtøkurnar verða kunngjørdar.
§ 6. Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur ábyrgd av, at próvtakarar verða kunnaðir um tey mál og tey krøv, sum hava týdning í sambandi við próvtøkurnar.
Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal í góðari tíð undan próvtøkuni, og ongantíð minni enn 14 dagar undan próvtøkuni, kunna próvtakarar um hesi viðurskifti:
1) próvtøkudagar og próvtøkutíðir,
2) tal á próvtøkum og hvørjar lærugreinar Mentamálaráðið kann taka út at vera próvtøkulærugreinar,
3) tíðarfreistir í sambandi við innskriving sbrt. § 8 og
4) treytirnar fyri at luttaka í eini próvtøku sbrt. § 7, m.a. reglurnar fyri at lata inn uppgávur og verkætlanir, ið antin eru partar av sjálvari royndini ella próvtøkuni ella skulu skjalprógvast, áðrenn próvtøka kann byrja.
Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal í góðari tíð undan próvtøkuni skipa so fyri, at próvtakarar og onnur, sum hava við próvtøkuna at gera, eru kunnug við hesi viðurskifti:
1) avleiðingar av sjúku ella avleiðingar av fráveru av orsøkum, próvtakarin ikki hevur ræði á, sbrt. § 9,
2) reglurnar fyri nýtslu av hjálparmiðlum, sbrt. § 14,
3) nær ein próvtøka er byrjað, og nær hon er lokin, sbrt. § 15,
4) reglurnar í sambandi við innlating av skrivligum próvtøkuavrikum, sbrt. § 18,
5) avleiðingar av at vera ov seinur ella als ikki at møta til próvtøku, sbrt. § 16,
6) serligar próvtøkutreytir, sbrt. § 17,
7) avleiðingar av at útvega sær sjálvum ella veita øðrum ólógliga hjálp, sbrt. § 18 og
8) kærufreistir og kærumannagongdir, sbrt kap. 10.
Stk. 4. Útbúgvingarstovnurin ger sjálvur nærri reglur og mannagongdir í sambandi við próvtøku, m.a. reglur um avleiðingar av órógvandi atburði, um samleikaprógv hjá próvtakaranum, og um hvussu hjálparmiðlar verða nýttir, sbr. § 14.
Stk. 5. Reglur og mannagongdir nevndar í stk. 2-4 skulu liggja á sjónligum staði á heimasíðu útbúgvingarstovnsins.
Kapittul 3
Loyvi at fara til próvtøku
§ 7. Næmingur, sum hevur fylgt undirvísingini avvarðandi skúlaár, er innskrivaður til próvtøku og kann fara til próvtøku beint eftir, at undirvísingin í lærugreinini er lokin.
Stk. 2. Ein treyt fyri at fara til próvtøku er, at formligu krøvini til kravdar uppgávur, verkætlanir, samandráttir o.a., sum próvtakarin skal nýta í sambandi við próvhoyringina sambært ásetingunum, ið galda fyri einstøku lærugreinina, í seinasta lagi 5 dagar undan seinasta undirvísingardegi, eru lokin. Stovnurin skal síggja til at, krøvini eru lokin.
Stk. 3. Næmingur, sum hevur valt lærugrein á hægri stigi, skal ikki til próvtøku á tí lægra stiginum.
Stk. 4. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger av, hvørt næmingurin lýkur krøvini sbrt. stk. 2.
§ 8. 1) Sjálvlesandi kann í einari miðnámsútbúgving innskriva seg til próvtøku í einari ella fleiri lærugreinum til summarpróvtøkuskeiðið í seinasta lagi 15. mars, sbr. tó stk. 6. Mentamálaráðið lýsir, nær innskrivingarfreistin er. Er bæði skrivlig og munnlig próvtøka í einari lærugrein, kann næmingurin skriva seg inn til próvtøku í ávikavist tí munnligu og tí skrivligu próvtøkuni hvør sær. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann í serligum føri víkja frá innskrivingarfreistini.
Stk. 2. Innskriving fer fram á tí útbúgvingarstovni, har próvtakarin ynskir at fara til próvtøku og har hann undan innskriving skal skjalprógva sítt próvtøkugrundarlag.
Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 2, kann útbúgvingarstovnurin av verkligum orsøkum vísa sjálvlesandi at fara til próvtøku á øðrum útbúgvingarstovni.
Stk. 4. Fyri at innskrivingin skal hava gildi, skal tann sjálvlesandi í ávísum lærugreinum, áðrenn eina av leiðara útbúgvingarstovnsins ásetta freist, taka tey starvsstovuskeið, ið eru kravd sbrt. § 70 í undirvísingarkunngerðini.
Stk. 5. Sjálvlesandi skal rinda útbúgvingarstovninum trygd fyri hvørja lærugrein, viðkomandi skrivar seg inn at fara til próvtøku í.
Stk. 6. Trygdin skal rindast stovninum samstundis, sum tann sjálvlesandi skrivar seg inn til próvtøku. Um trygdin ikki er goldin í seinasta lagi 15. mars, er tann sjálvlesandi ikki innskrivaður til próvtøku.
Stk. 7. Sjálvlesandi fær trygdina sbrt. stk. 5 aftur frá útbúgvingarstovninum, um viðkomandi møtti til próvtøku.
Stk. 8. Einstaki útbúgvingarstovnurin ger sjálvur skipan fyri inn- og útgjaldi av trygd, sbr. stk. 5 og 7.
§ 9. Próvtakari, sum ikki fær møtt til próvtøku vegna skjalprógvaða sjúku, ella er forðaður at luttaka av aðrari orsøk, sum próvtakarin ikki hevur ræði á, skal hava møguleika at fara til próvtøku skjótast gjørligt í sama próvtøkuskeiði. Sjúka skal vera skjalprógvað í seinasta lagi tann dagin próvtøkan skal fara fram.
Stk. 2. Um próvtøkan í einari lærugrein er í tveimum ella fleiri pørtum, har próvtal verður givið fyri hvønn part sær, fer próvtakarin bert til sjúkrapróvtøku í tí parti av próvtøkuni, sum ikki er lokin, sbr. stk. 1. Hetta er eisini galdandi, um einstøku próvtølini eru lutapróvtøl av einum samlaðum próvtali í lærugreinini.
Stk. 3. Sjúka í sambandi við breytaverkætlan skal skjalprógvast sama dag, sum sjúkan verður fráboðað stovninum. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann gera av, at leingja innlatingarfreistina ella at áseta sjúkrapróvtøku við nýggjari verkætlan innan sama øki, men við nýggjari uppgávuorðing.
§ 10. Næmingur, sum fylgir einari samlaðari undirvísingargongd, kann í mesta lagi fara til somu próvtøku á sama stigi tvær ferðir, tó ikki í sama próvtøkuskeiði.
Stk. 2. So leingi, einki samlað prógv er útskrivað, kann næmingur, sum til próvtøku hevur fingið 00 ella minni, innskrivað seg til endurpróvtøku í somu lærugrein á sama stigi í næsta vanliga próvtøkuskeiði.
Stk. 3. Næmingur, sum nýtir høvi at fara til endurpróvtøku sbrt. stk. 1 og 2, skal nýta sama próvtøkugrundarlag sum til fyrru próvtøkuna. Próvtalið frá endurpróvtøkuni er tað, sum skal við á endaliga prógvið.
Stk. 4. Innskriving til endurpróvtøku sbrt. stk. 1 og 2 fer fram í seinasta lagi 15. mars. Er bæði skrivlig og munnlig próvtøka í einari lærugrein, kann næmingurin skriva seg inn til endurpróvtøku í ávikavist tí munnligu og tí skrivligu próvtøkuni hvør sær.
Kapittul 4
Próvtøkuhættir
§ 11. Ymiskir próvtøkuhættir skulu stuðla undir, at endamálið við útbúgvingini verður rokkið. Próvtakarar skulu verða dømdir hvør sær.
Stk. 2. Próvtøkurnar verða skipaðar sum einstaklingspróvtøkur, um ikki annað er ásett í reglunum í námsætlanini í teimum einstøku lærugreinunum.
§ 12. Tá ið próvtøkuháttur verður valdur, skulu hesir lutir verða tiknir við:
1) Próvtøkugrundarlag
a) tilfar, og
b) møguligt ískoytistilfar.
2) Próvtøkugongd
a) tíðarkarmur,
b) val av próvtøkuspurningi,
c) møgulig fyrireiking, og
d) próvhoyring.
3) Svarháttur
a) skrivligur,
b) munnligur, ella
c) verkligur.
d) Samansetingar av a-c.
Stk. 2. Próvtøkan kann lutvíst ella heilt vera talgild, tá ið tað snýr seg um próvtøkugrundarlag, próvtøkugongd og svarhátt.
Stk. 3. Tann einstaka próvtøkan kann vera í einari lærugrein ella í fleiri lærugreinum samstundis.
Stk. 4. 2) Próvtøkuspurningar til eina munnliga próvtøku skulu próvtakararnir fáa við lutakasti, um ikki annað er ásett. Lutakast vil í hesum sambandi siga, at við próvtøkubyrjan liggja allir próvtøkuspurningar frammi og hvør próvtakari velur sær ein próvtøkuspurning, so hvørt próvtøkan fer fram. Talið av próvtøkuspurningum skal í minsta lagi vera tríggir fleiri enn próvtakaratalið. Sami próvtøkuspurningur kann vanliga ikki lutast út meir enn einaferð, um ikki annað er ásett í námsætlanini fyri próvtøkulærugreinina.
Stk. 5. Kenna próvtakararnir ikki próvtøkuspurningarnar frammanundan, skal próvhoyrari og antin próvdómari, útbúgvingarleiðari stovnsins ella ein av honum útnevndur persónur vera til staðar, tá ið útlutingin fer fram.
Stk. 6. Próvtøkuspurningar og frumtilfar skal vera próvdómara í hendi í seinasta lagi 5 yrkadagar fyri próvtøkuna, um ikki serlig viðurskifti forða fyri tí.
Kapittul 5
Próvtøkuhald
§ 13. Munnligar og verkligar próvtøkur eru almennar, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Útbúgvingarstovnurin kann víkja frá ásetingunum í stk. 1, um serligar umstøður tala fyri tí. Útbúgvingarstovnurin kann vegna plásstrot avmarka áhoyraratalið.
Stk. 3. Tá ið próvtakari fer til munnliga próvtøku við støði í einum bólkaavriki, kann eingin av hinum próvtakarunum í bólkinum, sum hava verið við til at framleitt avrikið, vera til staðar í próvtøkuhølinum, fyrr enn teir, hvør sær, sjálvir skulu próvhoyrast.
Stk. 4. Ljóð- og myndaupptøka í fyrireikingar- ella próvtøkuhølunum er ikki loyvd til skrivligu og munnligu próvtøkurnar, uttan so at hesar upptøkur eru partar av próvtøkuni sambært ásetingunum í námsætlanini í einstøku lærugreinini.
Stk. 5. Tá ið próvtal verður ásett í sambandi við munnliga ella verkliga próvtøku, kunnu bert próvhoyrari og próvdómari vera til staðar. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann tó í samráði við próvdómaran gera av, at ein ikki royndur próvhoyrari kann vera hjástaddur og lurta, meðan samráðst verður um ásetan av próvtali.
§ 14. Útbúgvingarstovnurin skal skipa so fyri, at próvtakarin hevur hóskandi arbeiðsumstøður undir próvtøkuni, og at próvtøkurnar kunnu verða hildnar ótarnaðar. Próvtøkuumstøðurnar verða skipaðar soleiðis, at tað er ómøguligt hjá próvtakara at samskifta óætlað.
Stk. 2. Próvtakarin kann nýta hjálparmiðlar og telduútgerð til próvtøkuna. Reglurnar í námsætlanunum fyri lærugreinarnar og umstøðurnar annars kunnu tó avmarka nýtsluna.
Stk. 3. Útbúgvingarstovnurin ger ítøkiligar mannagongdir um verklig viðurskifti í sambandi við próvtøkuumstøðurnar og í sambandi við nýtslu av hjálparmiðlum til próvtøkuna, sbr. § 6.
§ 15. Ein skrivlig próvtøka er byrjað, tá byrjað verður at býta út próvtøkuuppgávurnar. Ein munnlig próvtøka er byrjað, tá próvtakarin er kunnaður um próvtøkuspurningin, uppgávuna, uppgávuorðingina, fyrireikingartilfarið ella samsvarandi.
Stk. 2. Próvtøkur skulu vera hildnar innan fyri ásetta tíðarkarmin. Í sambandi við munnliga próvtøku er tíðin, tað tekur at útflýggja próvtøkuspurning, tilfar o.tíl., íroknað fyrireikingartíðina, og tíðin, tað tekur at samráðast og áseta próvtal, íroknað próvtøkutíðina.
§ 16. Próvtakari, sum ikki møtir ella kemur ov seinur til próvtøku, kann ikki krevja at sleppa til royndina. Eru próvhoyrari og próvdómari samdir, kunnu teir sleppa ov seinum næmingi til munnliga roynd.
Stk. 2. Um leiðari útbúgvingarstovnsins heldur, at próvtakari, sum er ov seinur til skrivliga próvtøku, ikki kann hava fingið upplýsingar um uppgávuna, og at seinkanin er stutt og hevur rímiligar orsøkir, kann leiðarin kortini loyva próvtakaranum at luttaka. Próvtøkutíðin kann ikki verða longd uttan undir heilt serligum umstøðum.
Stk. 3. Um hildið verður, at frávera frá próvtøku ella long seinking er av góðum grundum, kann próvtakarin fáa boðið at fara til próvtøku seinni í sama próvtøkutíðarskeiði ella eftirfylgjandi sjúkrapróvtøkutíðarskeiði, treytað av, at sjúkrapróvtøka annars verður hildin.
§ 17. Útbúgvingarstovnurin kann gera av at bjóða próvtakara við niðursettum sálarligum ella likamligum virkisføri ella við øðrum serligum trupulleikum serligar próvtøkuumstøður, sum javnseta hann við aðrar próvtakarar. Í slíkum føri má próvtøkustigið ikki verða lækkað og serligu royndarumstøðurnar skulu lýsast skrivliga fyri próvdómara og próvhoyrara.
§ 18. Eitt próvtøkusvar skal vera próvtakarans egna sjálvstøðuga svar, um ikki annað er ásett. Leiðari útbúgvingarstovnsins vísir próvtakara burtur frá avvarðandi próvtøku, um próvtakarin útvegar sær sjálvum ella veitir øðrum ólógliga hjálp, ella nýtir hjálparmiðlar, sum ikki eru loyvdir.
Stk. 2. Er illgruni um, meðan próvtøkan fer fram, ella seinni, at próvtakari ólógliga hevur útvegað sær ella veitt øðrum hjálp, ella hevur latið avrik hjá øðrum inn sum sítt egna, ella endurnýtt áður dømt avrik, skal leiðari útbúgvingarstovnsins hava fráboðan um hetta. Verður illgrunin staðfestur og brotið mett at kunna hava havt ávirkan á dømingina, verður próvtakarin vístur burtur frá avvarðandi próvtøku.
Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann vísa burtur próvtakara frá avvarðandi próvtøku, um hann undir próvtøkuni brýtur ásetingarnar í § 6.
Stk. 4. Burturvísing frá próvtøku sbrt. stk. 1-3 hevur við sær, at møgulig próvtøl detta burtur. Próvtakari, sum er burturvístur sbrt. Stk. 1-3, kann fara til nýggja próvtøku seinni, t.e. í einum próvtøkutíðarskeiði seinni, tá ið próvtøka annars verður hildin í lærugreinini. Tó kann próvtøkan ikki bíða longur enn 14 mánaðir eftir burturvísing.
Stk. 5. Tá próvtakari letur inn skrivligt svar, skal hann vátta við undirskrift, at svarið er framleitt á lógligan hátt.
§ 19. Próvtøkurnar fara fram á føroyskum. Próvtøkurnar kunnu í ávísum førum fara fram á øðrum máli, tó ikki í teimum førum har endamálið við próvtøkuni er at skjalprógva førleika próvtakarans í føroyskum. Tað er ein fyritreyt, at próvtakari, próvhoyrari og próvdómari hava neyðugan førleika í avvarðandi máli.
Kapittul 6
Próvdómarar og próvhoyrarar
§ 20. Øll próvtøkuavrik skulu dømast av próvdómara, um ikki annað er ásett í reglunum fyri lærugreinina.
§ 21. Mentamálaráðið tilnevnir próvdómarar við støði í upplýsingum frá útbúgvingarstovnunum, bæði til munnligar og skrivligar próvtøkur.
Stk. 2. Mentamálaráðið kann tilnevna aðrar próvdómarar enn teir, sum hava tilknýti til útbúgvingarstovn.
Stk. 3. Mentamálaráðið áleggur próvdómarum próvdómarauppgávur.
§ 22. Útbúgvingarstovnarnir hava ábyrgd av, at upplýsingar, um lærarar, sum kunnu gerast próvdómarar, eru rættir, sbrt. §21, stk. 1.
Stk. 2. Lærari hevur próvdómaraførleika í eini lærugrein, tá ið hann hevur framt eina fulla undirvísingargongd, ið leiðir fram til próvtøku í avvarðandi lærugrein á tí stigi, hann skal próvdøma, ella tá hann hevur próvhoyrt í lærugreinini áður.
Stk. 3. Mentamálaráðið kann við støði í ítøkiligari meting víkja frá ásetingunum í stk. 2.
§ 23. Próvdómari og próvhoyrari kunnu starvast á sama útbúgvingarstovni, men skulu ikki hava høvuðsstarv á somu útbúgvingarbreyt á sama stovni. Fyri próvdómara og próvhoyrara eru ásetingarnar um gegni og tagnarskyldu í løgtingslóg um fyrisiting galdandi. Próvdómari og próvhoyrari kunnu ikki døma hjá hvørjum øðrum í sama próvtøkutíðarskeiði. Próvdómari kann ikki próvdøma næming, hann sjálvur undirvísir í aðrari lærugrein.
Stk. 2. Mentamálaráðið tekur í hvørjum einstøkum føri avgerð um, hvørjir próvdómarar og hvørjir próvhoyrarar kunnu krøkjast saman í sambandi við próvtøkuna.
§ 24. Um tilnevndur próvdómari knappliga fær forfall, ella líknandi serstøða tekur seg upp, tilnevnir Mentamálaráðið í samráð við útbúgvingarstovnin annan próvdómara.
§ 25. Próvdómarin skal
1) ansa eftir, at próvtøkan er í samsvari við málini og krøvini í teimum avvarðandi lærugreinunum,
2) hjálpa til og ansa eftir, at próvtøkan fer fram sambært galdandi reglum, og
3) hjálpa til og ansa eftir, at próvtakarar fáa einsháttaða og rættvísa viðferð, og at avrikið verður dømt álítandi og í samsvari við reglurnar um próvtalsgeving og aðrar galdandi reglur fyri útbúgvingina.
Stk. 2. Próvdómari kann seta próvtakara dýpandi spurningar.
Stk. 3. Próvdómari skal til egna nýtslu skriva upp tað mest týðandi um próvtøkuavrikið og ásetanina av próvtalinum hjá einstaka próvtakaranum.
Stk. 4. Próvhoyrarin kann til egna nýtslu skriva upp stikkorð um próvtøkuavrikið og ásetan av próvtali hjá einstaka próvtakaranum.
Stk. 5. Uppskriftir og stikkorð sbrt. stk. 3 og 4 skulu nýtast, um kært verður um próvtal ella í sambandi við møguliga ósemju um ásetan av próvtali.
Stk. 6. Próvdómari og próvhoyrari skulu goyma uppskriftir eitt ár.
Stk. 7. Staðfestir próvdómarin, ella hevur hann illgruna um, at krøvini sbrt. stk. 1 ikki eru lokin, ella gevur próvhoyringargongdin illgruna um, at brek hevur verið í undirvísingini frammanundan ella í vegleiðingini, verður próvtøkan kortini gjøgnumførd, men próvdómarin skal eftir próvtøkulok skriva frágreiðing til leiðara útbúgvingarstovnsins.
Stk. 8. Leiðari útbúgvingarstovnsins sendir beinanvegin frágreiðingina sbrt. stk. 7 víðari til Mentamálaráðið saman við sínum egnu møguligu viðmerkingum.
Stk. 9. Mentamálráðið kann heita á próvdómara um at geva ráðnum skrivliga frágreiðing um próvtøkugongd og próvtøkuúrslit.
§ 26. Lærarin, sum hevur ábyrgd av undirvísingini hjá einstaka næminginum, er próvhoyrari til munnliga próvtøku, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Um fleiri lærarar sbrt. § 47, stk. 4 í undirvísingarkunngerðini hava havt undirvísingina í einum bólki, verður tann lærarin, sum hevur undirvíst í tí spurningi, sum einstaki próvtakarin tekur, próvhoyrari.
Stk. 3. Lærari floksins ella valbólksins í avvarðandi próvtøkulærugrein ger allar próvtøkuspurningar til munnligu próvtøkuna.
Stk. 4. Hevur stuðulslærari havt ábyrgd av undirvísingini, er stuðulslærarin próvhoyrari.
Stk. 5. Í serligum førum, t.d. forfall vegna sjúku, kann útbúgvingarstovnurin í samráð við Mentamálaráðið tilnevna annan próvhoyrara.
Kapittul 7
Døming
§ 27. Til allar próvtøkur skal einsæris døming fara fram, eisini tá ið talan er um bólkapróvtøku.
Stk. 2. 1) Øll døming verður framd sbrt. kunngerð um próvtalsstiga og døming í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
§ 28. Tá ið dømingin av einum munnligum próvtøkuavriki er liðug, verður úrslitið kunngjørt próvtakaranum beinanvegin.
§ 29. Í útbúgvingum, har Mentamálaráðið stílar fyri skrivligum próvtøkum, verða uppgávurnar dømdar av tveimum próvdómarum, sum Mentamálaráðið tilnevnir.
Kapittul 8
Prógv
§ 30. Leiðari útbúgvingarstovnsins skrivar út prógv og skjalváttanir í navni stovnsins.
Stk. 2. Mentamálaráðið ásetur tilfar, stødd, snið, búmerki o.s.fr. av prógvi. Dømi um prógv skulu liggja á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum.
§ 31. Á próvnum skulu ikki standa upplýsingar um serligar próvtøkutreytir, sbr. § 17.
§ 32. Næmingur, sum gongur skúlaárið umaftur, fer til próvtøku av nýggjum, uttan so hann hevur fingið avriksflutning fyri próvtøkuna eftir reglunum um avriksflutning. Tað er próvtalið frá hansara seinastu próvtøku, sum skal við á prógvið.
Stk. 2. Hevur næmingur verið til próvtøku í lærugrein á ávísum stigi og síðani fer til próvtøku í somu lærugrein á hægri stigi, skal bert próvtali frá tí hægra stiginum verða sett á prógvið.
Stk. 3. Um endaligt ársmet verður givið í eini lærugrein, skal ársmetið telja við á próvnum.
Stk. 4. Hevur næmingur fingið avriksflutning, skal antin próvtalið, ársmetið ella bæði verða skrivað á prógvið eftir reglunum um avriksflutning.
§ 33. Fyri samlaða próvtøku ella fyri stakgreinapróvtøku kann bert eitt frumprógv skrivast. Útbúgvingarstovnurin kann eftir umbøn skriva út avrit av prógvi, um frumprógvið er horvið. Tilskilast skal, at talan er um avrit.
Stk. 2. Útbúgvingarstovnurin kann skriva út nýtt frumprógv, um gamla frumprógvið verður latið stovninum og síðani fyribeint.
§ 34. Næmingur, sum gevst, hevur rætt at fáa skjalváttan fyri einstakar próvtøkur, sum hann hevur lokið, og skjalváttan fyri øll ársmet, hann áður hevur fingið í lærugreinunum.
§ 35. Tá samlað prógv ella skjalváttan hjá næmingi er útskrivað, skal útbúgvingarstovnurin goyma allar upplýsingar um prógv og skjalváttanir í 30 ár.
Stk. 2. Um útbúgvingarstovnurin verður tikin av ella lagdur saman við øðrum stovni, skal útbúgvingarstovnurin lata Føroya Landsskjalasavni ella nýggja stovninum skjalatilfarið, sbrt. stk. 1.
§ 36. Mentamálaráðið kann biðja miðnámsútbúgvingarstovnar um at útflýggja upplýsingar, sum eru fortreyt fyri vanligari hagtalsuppgerð innan útbúgvingar so sum talmet, støðumet, ársmet og próvtøl.
§ 37. Í endaliga próvnum fyri miðnámsútbúgvingina skulu vera upplýsingar um
1) breytina,
2) næmingin,
3) tøl, t.e. endalig ársmet og próvtøl,
4) lærugreinar og lærugreinastig,
5) lærugreinavektir,
6) ECTS-próvtøl,
7) útbúgvingarstovnin,
8) próvtøkuskeið,
9) avriksflutning, um slíkur finst,
10) breytarverkætlan,
11) fyribils úrslit,
12) úrslit,
13) viðmerkingar,
14) stovnsupplýsingar, og
15) undirskrift stovnsleiðarans.
Stk. 2. Mentamálaráðið lýsir nágreiniligar ásetingar í vegleiðing.
§ 38. 3) Í endaliga próvnum verða próvtøl og endalig ársmet vektað soleiðis:
1) Lærugreinar á A-stigi hava vektina 2,
2) lærugreinar á B-stigi hava vektina 1,5,
3) lærugeinar á C-stigi hava vektina 1,
4) breytarverkætlanin á 3 ára breytunum hevur vektina 2 og
5) breytarverkætlanin á fyrireikingarbreytini hevur vektina 2,0.
Stk. 2. Verða fleiri enn eitt próvtal givin í eini lærugrein, verður vektin lutað javnt millum próvtølini. Verður lærugreinin ikki tikin út til próvtøku, verða bert endalig ársmet skrivað í prógvið.
§ 39. Á próvnum skal standa fyribils úrslit og úrslit.
Stk. 2. Fyri at næmingur kann standa próvtøkuna, má fyribils úrslitið lúka kravið um at standa, sambært kunngerð um próvtalstiga og døming.
Stk. 3. Um endalig ársmet verða givin skulu hesi við á prógvið og telja við í fyribils úrslitinum.
Stk. 4. Fyribils úrslitið verður roknað, sum eitt vektað miðaltal av øllum próvtølum, eisini endaligum ársmetum, sum standa á próvnum.
§ 40. Um næmingur hevur tikið eina eyka lærugrein á A-stigi, verður úrslitið roknað sum fyribils úrslitið falda við 1,03, og um næmingur hevur tikið tvær ella fleiri eyka lærugreinar á A-stigi, verður úrslitið roknað sum fyribils úrslitið falda við 1,06.
Stk. 2. Fyri øll onnur prógv er endaliga úrslitið tað sama sum fyribils úrslitið.
Stk. 3. Fyri at lærugrein á A-stigi kann verða roknað sum ein eyka lærugrein á A-stigi skal næmingurin frammanundan hava
1) 4 A-stig á búskaparbreytini,
2) 4 A-stig á hugbreytini,
3) 4 A-stig á náttúrubreytini,
4) 3 A-stig á tilfeingisbreytini,
5) 3 A-stig á tøknibreytini ella
6) 2 A-stig á fyrireikingarbreytini.
§ 41. 1) Tann einstaki næmingurin í 3 ára breytaskipanini skal í minsta lagi hava 3 skrivligar próvtøkur og í minsta lagi 3 munnligar próvtøkur.
Stk. 2. 1) Næmingar á tøknibreytini skulu altíð upp í tøkni A, og verkætlanin telur sum ein skrivlig próvtøka.
Stk. 3. 1) Næmingar á tilfeingisbreytini skulu altíð upp í tilfeingi A, og verkætlanin telur sum ein skrivlig próvtøka.
Stk. 4. 1) Tá ið skúlaárið endar 3. árið, verður endaliga próvtøkuætlanin fyri tann einstaka næmingin ásett soleiðis:
1) Talið av skrivligum próvtøkum skal í minsta lagi verða 3 samanlagt, og um gjørligt 4. Er talið av áður tiknum skrivligum próvtøkum minni enn 4, velur Mentamálaráðið, eftir einum raðfestum lista, eyka skrivligar próvtøkur, soleiðis at samlaða talið verður júst 4. Eru 4 skrivligar próvtøkur ikki møguligar, verður talið 3.
2) Í lærugreinum á A-stigi, sum hava skrivliga og munnliga próvtøku, skal næmingurin í minsta lagi upp í antin skrivligum ella munnligum. Mentamálaráðið staðfestir eftir einum raðfestum lista, hvørjar lærugreinar talan er um, og ásetir um próvtøkuformurin skal vera skrivligur ella munnligur.
3) Talið av munnligum próvtøkum skal í minsta lagi vera 3 samanlagt. Er talið av áður tiknum munnligum próvtøkum minni enn 3, velur Mentamálaráðið eyka munnligar próvtøkur, soleiðis at samlaða talið verður júst 3.
4) Um talið av lærugreinum á A-stigi er, sum ásett í § 40, stk. 3, er samlaða talið av próvtøkum 8, breytaverkætlanin ikki íroknað. Hevur næmingur eina ella tvær eyka lærugreinar á A-stigi, smb. § 40, stk. 3, verður samlaða talið av próvtøkum ávikavist 9 ella 10, breytaverkætlanin ikki íroknað.
5) Er samlaða talið av próvtøkum minni enn 8, 9 ella 10 velur Mentamálaráðið eyka lærugreinar, munnligar ella skrivligar, soleiðis at samlaða talið verður júst 8, 9 ella 10.
Stk. 5. 1) Hevur næmingur ikki valt enskt A, kann hann fara til skrivliga próvtøku, munnliga próvtøku ella bæði skrivliga og munnliga próvtøku í enskum á B-stigi.
Stk. 6. 1) Hevur næmingur støddfrøði B, og ikki valt støddfrøði A, kann hann fara til skrivliga próvtøku, munnliga próvtøku ella bæði skrivliga og munnliga próvtøku í støddfrøði á B-stigi.
Stk. 7. 1) Mentamálaráðið skipar fyri, at allir næmingar eftir 2. árið hava í minsta lagi verið til tvær próvtøkur.
§ 42. Á fyrireikingarbreytini verður farið til próvtøku í øllum lærugreinum uttan í lærugreinini ítrótti og heilsu.
Kapitul 9
Skeivleikar ella brek undir próvtøku
§ 43. Verður útbúgvingarstovnurin varur við skeivleika ella brek, sum kunnu verða rættað, tekur leiðari útbúgvingarstovnsins, møguliga í samráði við próvdómara ella tey, sum hava sett uppgávuna, avgerð um, hvussu skeivleiki ella brek verður rættað.
Stk. 2. Er talan um skeivleika ella brek av stórum týdningi, skal stovnurin bjóða umdøming ella endurpróvtøku. Er skeivleikin ella brekið komið fyri hjá fleiri próvtakarum, skulu allir hava sama tilboð um umdøming ella endurpróvtøku. Verður talan um umdøming ella endurpróvtøku, skal tað vera møguligt at nýta annan próvdómara.
Stk. 3. Er talan um heilt grovar skeivleikar ella grov brek, kann Mentamálaráðið ógilda eina próvtøku, sum áður er hildin.
Stk. 4. Er talan um skrivligar uppgávur sum Mentamálaráðið hevur útvegað, skal útbúgvingarstovnurin venda sær til ráðið beinanvegin, sum síðani tekur avgerð í málinum sbrt. stk. 1-3.
§ 44. Umdøming ella endurpróvtøkur, sum eru elvdar av skeivleika ella breki, kunnu ikki enda við einum lægri próvtali, uttan so at talan er um umdøming ella endurpróvtøku, av tí at upprunaliga próvtøkan varð ógildað.
Kapittul 10
Kærur um próvtøku
§ 45. Próvtakari kann leggja inn kæru um próvtøku til leiðara útbúgvingarstovnsins. Kæran skal vera skrivlig og hava ítøkiliga grundgeving. Er kærarin ikki myndigur, kann foreldramyndugleikin kæra í hansara stað.
Stk. 2. Kæran skal vera leiðara útbúgvingarstovnsins í hendi í seinasta lagi 7 dagar eftir, at próvtøkuúrslitið er kunngjørt próvtakaranum.
Stk. 3. Um kærarin biður um at fáa avrit av próvtøkuuppgávu ella próvtøkuspurningi, sum hevur verið viðgjørdur og svaraður, ella avrit av egnum skrivligum próvtøkusvari, skal stovnurin útflýggja nevnda tilfar.
§ 46. Kærur sbrt. § 45 verða latnar leiðara útbúgvingarstovnsins hvør sær, t.e. ein kæra frá hvørjum kærara. Kæran skal ítøkiliga og nágreiniliga lýsa veruligu umstøðurnar, sum sambært fatan kærarans eru orsøk til, at kæran átti at verið gingin á møti. Kæran kann snúgva seg um
1) próvtøkugrundarlagið, sum t.d. próvtøkuspurningar og próvtøkuuppgávur og tílíkt, í mun til krøv og mál í útbúgvingini,
2) próvtøkugongdina, og
3) dømingina.
Stk. 2. Hevur Mentamálaráðið útvegað uppgávuna til próvtøkuna, ið kæran snýr seg um, sendir leiðari útbúgvingarstovnsins Mentamálaráðnum kæruna um próvtøkugrundarlagið.
§ 47. Leiðari útbúgvingarstovnsins avger, um kærumálið skal verða tikið upp, ella um tað verður víst aftur, tí málið er eyðsýnt ógrundað. Afturvísing av kæru skal vera skrivlig og grundgivin.
Stk. 2. Tekur leiðari útbúgvingarstovnsins avgerð um, at kæran skal verða tikin upp, leggur hann alt fyri eitt kæruna fyri próvhoyrara og próvdómara við umbøn um, at teir áðrenn 7 dagar – í summarpróvtøkuskeiðnum tó í seinasta lagi seinasta skúladag, lata honum eina fakliga meting.
Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins leggur fakligu metingarnar fyri kæraran, sum fær høvi at gera møguligar viðmerkingar áðrenn 7 dagar.
§ 48. Leiðari útbúgvingarstovnsins tekur við støði í fakligu metingunum og viðmerkingum kærarans avgerð í málinum. Avgerðin skal vera skrivlig og grundgivin, og hon skal hava eina av hesum niðurstøðum:
1) Kærarin fær boðið umdøming. Tá skal ikki vera talan um munnliga próvtøku, ella
2) kærarin fær boðið endurpróvtøku, ella
3) kærarin fær ikki viðhald í kæruni.
Stk. 2. Avgerðin skal verða fráboðað kærara, próvdómara og próvhoyrara skjótast gjørligt, og kærarin skal hava at vita, at umdøming ella endurroynd kann enda við lægri próvtali.
§ 49. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann í avgerð síni bert bjóða umdøming ella endurroynd, um umstøðurnar eru av slíkum slag, at grundaður ivi er um dømingina ella um próvtøkumannagongdina.
§ 50. Tað er bert próvtakarin sjálvur, sum kann taka í móti tilboði um umdøming ella endurpróvtøku. Sama er galdandi fyri próvtakara undir 18 ár. Tað skal hann gera áðrenn 7 dagar eftir, at hann hevur fingið tilboðið. Endurpróvtøka ella umdøming skal setast í verk so skjótt til ber, og Mentamálaráðið útvegar nýggjar próvdómarar. Talið av nýggjum próvdómarum, umdómarum, skal altíð vera tað sama, sum talið av teimum, sum dømdu í fyrstu atløgu.
Stk. 2. Er talan er um umdøming, skulu umdómararnir hava alla forsøguna at vita: uppgávuna, uppgávusvarið, kæruna, fakligu metingarnar hjá upprunadómarunum, viðmerkingar kærarans til fakligu metingarnar, avgerðirnar hjá leiðara útbúgvingarstovnsins og hjá Mentamálaráðnum.
Stk. 3. Umdómararnir skulu áseta endaliga próvtalið.
Stk. 4. Fyri umdómara eru ásetingarnar um gegni og tagnarskyldu í løgtingslóg um fyrisiting galdandi.
Stk. 5. Er prógv útskrivað, verður tað kallað aftur og, um próvtalið verður broytt, skrivað út av nýggjum, so skjótt endalig avgerð fyriliggur.
§ 51. Tekur leiðari útbúgvingarstovnsins avgerð um, at kæran sbrt. § 45 skal verða víst aftur, kann kærarin umvegis leiðara útbúgvingarstovnsins kæra afturvísingina til landsstýrismannin áðrenn 7 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd honum.
Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal ummæla málið og kærarin skal hava 7 daga freist at koma við viðmerkingum til ummæli leiðarans. Leiðari útbúgvingarstovnsins sendir saman við sínum egna ummæli og viðmerkingum kærarans kæruna til Mentamálaráðið.
Stk. 3. Avgerð Mentamáalráðsins skal hava eina av hesum niðurstøðum:
1) Útbúgvingarstovnurin skal geva kærara tilboð um umdøming. Tá skal ikki vera talan um munnliga próvtøku, ella
2) útbúgvingarstovnurin skal geva kærara tilboð um endurpróvtøku, ella
3) kærarin fær ikki viðhald í kæruni.
Stk. 4. Útbúgvingarstovnurin skal kunna próvdómara og próvhoyrara um avgerð Mentamálaráðsins.
Kæra um onnur viðurskifti
§ 52. Avgerðir leiðara útbúgvingarstovnsins í rættarligum spurningum í sambandi við próvtøkur og royndir, um avgerð at sleppa til próvtøku sbrt. § 7, avgerð um serligar próvtøkuumstøður sbrt. § 17, og avgerð um burturvísing frá próvtøku ella royndum sbrt. §18, skulu fylgja reglunum um almenna fyrisiting.
Stk. 2. Kærur um avgerðir eftir stk. 1 kunnu kærast til Mentamálaráðið.
Kapittul 11
Aðrar reglur
§ 53. Mentamálaráðið kann eftir umsókn frá útbúgvingarstovni góðkenna frávik frá ásetingunum í hesi kunngerð, tá ið umsóknin er grundað á óvanlig viðurskifti.
Stk. 2. Mentamálaráðið kann loyva fráviki frá ásetingunum í hesi kunngerð, um talan er um royndar- og menningarvirksemi, ið hevur eitt greitt lýst endamál og undirvísingargrundarlag.
Kapittul 12
Gildiskoma
§ 54. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri næmingar, sum byrja skúlagongdina 1. august 2013 ella seinni.
Mentamálaráðið, 22. januar 2013
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 59 frá 11. mai 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Ásetingin í § 1, nr. 3 fevnir um teir næmingar, sum fara undir gymnasiala miðnámsútbúgving eftir 1. august 2016.”
2) Broytt við kunngerð nr. 22. frá 7. apríl 2014.
3) Broytt við kunngerð nr. 108 frá 16. juli 2019, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja á fyrireikingarbreytini í august 2019 og seinni.”