Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. februar 2016Nr. 8
Kunngerð um broyting í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2016
(Atgongd til ES sjógv og reglur um íblanding av ungfiski)
§ 1
Í kunngerð nr. 172 frá 28. desember 2015 um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2016 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 2, 3, 4, 6, 7 og 8, § 9, stk. 2, § 10, stk. 1 og 3, § 32, stk. 1, § 36, stk. 1 og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. juni 1995, § 6 í løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 80 frá 20. august 2007 og løgtingslóg nr. 74 frá 7. juni 2012, verður ásett:”
2. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Fyri fiskifør undir føroyskum flaggi verður fyri 2016 fyribils ásett ein heildarkvota á 150.000 tons av svartkjafti. Fiskiskapurin kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi, ES sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum. Fiskiskapurin í ES sjógvi av hesi kvotu er avmarkaður til í mesta lagi 21.500 tons.
Stk. 2. Umframt ásetingarnar sambært stk. 1 kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í ES sjógvi í 2016 fiska 9.000 tons av svartkjafti.“
3. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Kvoturnar, sambært § 2, verða latnar eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum í 2015 høvdu rætt til egna árskvotu av svartkjafti, ella fiskiførum, sum hesin rættur er fluttur á. Kvotan verður latin sum egin árskvota.”
4. Í § 3 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 2 og 3 fevna ikki um kvotuna sambært § 2, stk. 2.”
5. § 4, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap í íslendskum sjógvi, ES sjógvi og altjóða sjógvi, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum Ísland ella ES hava givið loyvi at fiska í teirra sjóøki, ella eru fráboðað NEAFC at fiska í altjóða sjógvi.”
6. Aftan á § 5 verður sett:
“§ 5 a. Tá fiskað verður í íslendskum sjógvi, skal fiskifarið halda seg til tær reglur, sum galda fyri fiskiskap eftir svartkjafti fyri skip undir føroyskum flaggi í íslendskum sjógvi.
Stk. 2. Tá fiskað verður í ES sjógvi, skal fiskifarið halda seg til tær reglur, sum galda fyri fiskiskap eftir svartkjafti fyri skip undir føroyskum flaggi í ES sjógvi.”
7. Aftaná § 10 verður sett:
“§ 10 a. Í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti, skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ikki vera meira enn 50% í tali. Svartkjaftur, ið er minni enn 23 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 2. Er íblandingin av ungfiski, sambært stk. 1, størri enn ásetta hámarkið, skal skiparin alt fyri eitt boða Vørn frá. Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski, tá ið Vørn biður um tað.”
8. § 16 verður orðað soleiðis:
“§ 16. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 2:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í íslendskan sjógv, ES sjógv ella NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv, ES sjógv ella NEAFC-skipanarøkið.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Skipið skal, hvønn fyrrapart áðrenn kl. 12 UTC, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr íslendskum sjógvi, ES sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi, ES sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 2. Fiskifør, sum fiska í ES sjógvi sambært hesi kunngerð, skulu senda fráboðan til ES myndugleikar, sum nærri ásett í skjali 3 til hesa kunngerð.”
9. § 17, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Brot á § 4, stk. 1 og 3, §§ 5-8, § 10, 10 a, stk. 2 ella §§ 12, 13 og 16 verða revsað við bót, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum virkar, letur ella tekur ímóti veiðu uttan loyvi, sambært § 14, stk. 1 ella ikki fylgir treytum ásettar sambært § 14, stk. 2.”
10. Í § 17 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Sambært § 45, stk. 2, 2. pkt. í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur fiskiloyvið, um brot verður staðfest á § 10 a, stk. 2. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 3 vikur hvørja ferð.”
11. Skjal 2 í kunngerð nr. 172 frá 28. desember 2015 um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2016 verður orðað sum ásett í skjali 1.
12. Skjal 2 verður sett sum skjal 3 í kunngerð nr. 172 frá 28. desember 2015 um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2016.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 10. februar 2016
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
“Skjal 2
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv ella í NEAFC-skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð | OB | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi ella úr NEAFC-skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu) í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn | PO | Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað | TR | Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað | PD | Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað | PT | Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking | RE | Viðmerking |
“
Skjal 2
“Skjal 3
Fráboðanir til ES myndugleikar í sambandi við veiðu eftir svartkjafti í ES sjógvi í 2015
Føroysk fiskifør, ið hava loyvi at fiska svartkjaft í ES sjógvi, skulu halda seg til hesar treytir um fráboðanir at senda ES myndugleikum:
a) Fiskifar, sum hevur veiðu umborð, kann bert fara undir fiskiskap í ES sjógvi, um tað hevur fingið loyvi frá avvarðandi myndugleika í ES-limalandi. Fiskifarið skal sigla inn í ES sjógv gjøgnum eitt av hesum eftirlitsøkjum:
A. ICES rektangul 48 E2 í ICES øki VIa
B. ICES rektangul 50 F1 í ICES øki IVa
C. ICES rektangul 46 F1 í ICES øki IVa
D. ICES rektangul 36 D4 í ICES øki VIIc
E. ICES rektangul 37 D4 í ICES øki VIIc
Skiparin á fiskifarinum skal, áðrenn skipið kemur inn í ES sjógv, seta seg í samband við Fisheries Monitoring Centre hjá avvarðandi myndugleika í ES-limalandi,
(i) UK (Edinburgh) við telduposti til ukfcc@scotland.gsi.gov.uk ella á telefon +44 131 271 9700 í seinasta lagi fýra tímar áðrenn skipið kemur inn í eitt av nevndu eftirlitsøkjum A, B ella C, ella
(ii) Írland (Haulbowline) við telduposti til fmcireland@defenceforces.ie ella á telefon (+353 21 4378752) í seinasta lagi 12 tímar áðrenn skipið kemur inn í eitt av eftirlitsøkjunum D ella E.
Í fráboðanini skal upplýsast navn, kallibókstavir, havnarkenningarnummar hjá fiskifarinum, samlað nøgd av fiski umborð flokkað á fiskasløg, og á hvørjari knattstøðu (longdarstig/breidddarstig) skiparin væntar, at fiskifarið kemur inn í ES sjógv, umframt økið í ES sjógvi, ætlanin er at byrja fiskiskap. Fiskifarið kann ikki byrja fiskiskap, fyrr enn tað hevur fingið játtan um fráboðanina og boð, um fiskifarið skal kannast ella ikki. Hvør játtan um fráboðan hevur eitt nummar, sum skiparin skal hava umborð, til túrurin endar.
Hóast eftirlit vanliga verður gjørt á sjónum, kann avvarðandi myndugleiki í heilt serligum førum krevja, at fiskifarið kemur til eftirlit í Blacksod Bay ella í havn í Killybegs, Lerwick ella Scrabster.
b) Skip, ið sigla inn í ES sjógv við ongari veiðu umborð, eru undantikin ásetingunum í pkt. a). Skipið skal kortini boða avvarðandi myndugleikum frá fýra tímar áðrenn og upplýsa ætlanina í ES sjógvi samsvarandi pkt a).
c) Túrurin endar, tá ið skipið fer úr ES sjógvi, ella tá skipið fer í ES havn, og øll veiðan verður landað.
Skip kunnu bert fara úr ES sjógvi gjøgnum eitt av hesum eftirlitsleiðum:
A. ICES rektangul 48 E2 í ICES øki VIa
B. ICES rektangul 46 E6 í ICES øki IVa
C. ICES rektangul 48 E8, 49 E8 ella 50 E8 í ICES øki IVa
Skiparin skal, í seinasta lagi fýra tímar áðrenn skipið fer úr ES sjógvi og kemur í eina av nevndu eftirlitsleiðum, boða UK Fisheries Monitoring Centre (Edinburgh) frá á telduposti ukfcc@scotland.gsi.gov.uk ella á telefon +44 131 271 9700. Í fráboðanini skal upplýsast navn, kallibókstavir, havnarkenningarnummar hjá fiskifarinum, samlað nøgd av fiski umborð flokkað á fiskasløg, og hvat fyri eftirlitsleið fiskifarið fer úr ES sjógvi ígjøgnum.
Skipið skal ikki fara av eftirlitsleiðini, fyrr enn tað hevur móttikið játtan um fráboðanina og boð, um fiskifarið skal kannast ella ikki. Hvør játtan um fráboðan hevur eitt nummar, sum skiparin skal hava umborð, til skipið fer úr ES sjógvi.
Hóast eftirlit vanliga verður gjørt á sjónum, kann avvarðandi myndugleiki í heilt serligum førum krevja, at fiskifarið kemur til eftirlit í Blacksod Bay ella í havn í Killybegs, Lerwick ella Scrabster.
d) Fiskifør, ið sigla gjøgnum ES sjógv, skulu hava fiskireiðskapin goymdan burtur, so hann ikki lættliga kann brúkast, samsvarandi hesum treytum:
(i) Net, vektir og líknandi útgerð skal vera loyst úr trollemmum og trolveirum og breidlum, og
(ii) net, sum er omandeks, skal vera trygt surrað.“