Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. juli 2016Nr. 79
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin)
(Eftirútbúgving av vinnuførarum og Førleikaprógv)
§ 1
Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru, sum seinast broytt við kunngerð nr. 102 frá 3. august 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftan á § 16 verður sett:
“§ 16 a. Persónar, sum skulu koyra vinnuligan fólkaflutning við bussi, bólkur DV, og flutning av góðsi við lastbili, bólkur C, og stórum viðfestiakfari, bólkur CE og DE, sum ikki eru av privatum slag, á øki har Evropeiski sáttmálin um arbeiðið fyri manningar á akførum í altjóða vegaflutningi, AETR, er galdandi, skulu framman undan hava lokið eftirbúgving í førleikakrøvum fyri førarar á ávísum akførum, ið verða nýtt til góðsflutning ella fólkaflutning. Persónarnir skulu hava koyrikort til ein ella fleiri av nevndu koyrikortbólkum og fyri bólkarnar C og CE, hava fylt 21 ár, og fyri bólkarnar DV og DE, hava fylt 24 ár, fyri at kunna ogna sær førleikaprógv, sbr. stk. 3.
Stk. 2. Endamálið við eftirútbúgvingini, er at geva handhavanum av einum førleikaprógvi, møguleika at dagføra sín kunnleika, sum er av týdningi fyri teirra starv sum vinnuførari, við serligum denti á ferðslutrygd og skynsama brennievnisnýtslu. Eftirútbúgvingin sbr. stk. 1, skal fara fram á einum góðkendum útbúgvingarstaði og frálæran skal vera framd í samsvari við ásetingarnar í skjali 10. Eftirútbúgvingarskeiðið skal í minsta lagi fevna um 35 tímar og hvør skeiðsdagur skal í minsta lagi vera 7 tímar.
Stk. 3. Tá eftirútbúgvingin sbr. stk. 1 og 2 er lokin, letur útbúgvingarstaðið persóninum eitt prógv fyri lokin førleikakrøv, sbr. stk. 2.
Stk. 4. Persónar, sum hava lokið eftirútbúgving í førleikakrøvum sbr. stk. 2, skulu lata Akstovuni umsókn um átekning á koyrikortið, saman við prógvi fyri lokin førleikakrøv sbr. stk. 3. Galdandi førleikaprógv útgivin uttanlands hava samsvarandi gildi her. Eftirútbúgvingin skal vera endurtikin fimta hvørt ár, áðrenn gildistíðin er lokin.
Stk. 5. Lokin førleikakrøv sbr. stk. 1 og 2, verða sett á koyrikortið við eini talkotu, sbr. skjali 8. Gildistíðin er 5 ár frá dagfesting av førleikapróvnum. Gjaldið fyri átekning av vinnuførleikum á koyrikortið er sbr. § 64 k, stk. 1, nr. 3 í ferðslulógini.
§ 16 b. Úbúgvingarstaðið skal góðkennast av Akstovuni og lúka treytirnar nevndar niðan fyri. Saman við skrivligari umsókn um góðkenning, skulu vera skjøl við hesum upplýsingum:
1) Ein nøktandi førleikaætlan og frálæruætlan við frágreiðing um, hvørjum lærugreinum undirvíst verður í, ein frálæruætlan og hvørjir frálæruhættir, ið verða nýttir.
2) Útbúgvingar og førleikar hjá lærarunum.
3) Upplýsingar um frálæruhølir, frálærutilfar, útgerð til verkliga partin og hvørji akfør, ið verða nýtt.
4) Treytir fyri luttøku í frálæruni, tal av skeiðsluttakarum.
Stk. 2. Lýkur umsøkjari treytirnar, gevur Akstovan góðkenning við hesum fylgistreytum:
1) Frálæran skal fara fram sambært teimum skjølum, ið fylgdu við umsóknini.
2) Akstovan hevur rætt til at senda heimilaðar persónar at vera hjástaddir meðan frálæran fer fram og hava eftirlit við góðkenda útbúgvingarstaðnum, serliga við atliti at arbeiðshátti, fremjing av frálæruni og royndum.
3) Góðkenningin kann vera tikin aftur fyribils ella varandi, um treytirnar ikki verða fylgdar.
4) Góðkenda útbúgvingarstaðið skal tryggja, at lærararnir hava gjølligan kunnleika til seinastu gongdina í reglum og útbúgvingarkrøvum. Lærararnir skulu skjalprógva neyðugan fakligan kunnleika og ástøðiliga vitan. Hvat viðvíkur tí verkliga partinum av útbúgvingini, skulu lærararnir hava góðkenning sum koyrilærari til stór vinnuakfør.”
2. Skjal 2 til kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru verður orðað sum ásett í skjali 1.
3. Skjal 8 til kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru verður orðað sum ásett í skjali 2.
4. Skjal 3 verður sett sum skjal 10 til kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Samferðslumálaráðið, 4. juli 2016
Henrik Old (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)
Skjal 1
Í skjali 2, Minstakrøv viðvíkjandi kropsligum og sálarligum førleika at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, litra E. Diabetes, verður nr. 5 orðað soleiðis:
“5) Koyrikort kann bert í heilt serligum førum vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum, ið eru í viðgerð við heilivági (tvs. insulin og/ella møguliga øðrum heilivági), sum hevur við sær vanda fyri tilburði við lágum blóðsukri (hypoglykæmi), og tá eftir ummæli frá serlækna í internum medisini ella øðrum serlækna við serligum kunnleika til diabetes ella egnum lækna, um tað er hesin, sum viðgerð og kannar umsøkjarans diabetessjúku. Ummæli frá serlækna í internum medisini við serligum kunnleika til diabets, kann tó verða kravt, um tað verður mett neyðugt. Í metingini av, um koyrikort kann vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt, skal vera tikið serligt atlit til slag av diabetes og koyrikortbólk, eins og støðuleika í sjúkuni. Útgáva, endurnýggjan ella varðveitsla av koyrikorti, fer fram við treyt um einsæris ásetta tíðaravmarkan upp á í mesta lagi 3 ár og í minsta lagi undir hesum fortreytum:
a) tað hevur ikki verið tilburður av álvarsliga lágum blóðsukri (hypoglykæmi), seinasta 12 mánaðar tíðarskeiðið,
b) umsøkjarin ella førarin kann fata og reagera upp á ávaringar um sjúkueyðkenni fyri nærverandi lágt blóðsukur,
c) umsøkjarin ella førarin við læknakanningina sannar, at vera førur fyri sjálvur at hava eftirlit við sjúkuni við regluligum mátingum av blóðsukurhæddini, í minsta lagi 2 ferðir dagliga og í tíðarbilum, tá viðkomandi skal koyra,
d) umsøkjarin ella førarin við læknakanningina sannar, at hann skilur vandan í sambandi við lágt blóðsukur, og
e) tað ikki eru aðrar eftirsjúkur (t.d. sjónviknan, nervasjúka (neuropati) ella kognitiv viknan) í sambandi við diabetessjúkuna, sum kunnu føra við sær týðandi váða fyri ferðslutrygdina.”
Skjal 2
Í skjali 8, Ásetingar um treytir og avmarkingar í koyrikortum, Fyrisiting, verður aftan á kotu 90.07 nýtiligur sett:
“95 Førari, ið er handhavi av einum førleikaprógvi, sum lýkur kravið um vinnuførleikar í ES reglugerð 2003/59/EF til .......[t.d. 95(01.07.2021)]”
Skjal 3
“Skjal 10
Minstakrøv til førleikar og útbúgving, sum vinnuførari
I. Evnisyvirlit
Teir kunnleikar, sum hædd skal takast fyri í sambandi við grundleggjandi førleikakrøv og eftirútbúgving av vinnuførarum, skulu í minsta lagi fevna um teir partar, sum eru nevndir niðanfyri. Persónar, sum ætla at gerast vinnuførarar, skulu hava rokkið einum slíkum støði av kunnleika og verkligum førleika, sum er neyðugt fyri, at tey á tryggan hátt kunnu koyra eitt akfar í viðkomandi koyrikortbólki.
1. Eftirútbúgving í skynsamari koyring við høvuðsdenti á trygd
Galdandi fyri øll koyrikort
1.1. Mál: Kunnleiki til sermerktu eginleikarnar við orkuflutningi fyri at kunna fáa sum mest burturúr orkuni,
· snúningsmáttur í motorinum,
· árinsstrikumynd og strikumynd av brennievnisnýtslu,
· optimalt koyriøki á snúningsteljara,
· strikumynd fyri hvussu gearini umskarast.
1.2. Mál: Kunnleiki til sermerktu eginleikarnar við trygdarskipanum og hvussu hesir virka við tí fyri eyga, at hava tamarhald á akfarinum, minka um slit og fyribyrgja brekum,
· serlig eyðkenni við trýstluft/hydrauliskum bremsuskipanum,
· mørk fyri nýtslu av bremsum og retardara,
· samansett nýtsla av bremsum og retardara,
· besta val av ferð og gearum,
· nýtsla av akfarsins treka (inerti),
· nýtsla av ymiskum háttum at seta ferðina niður og bremsing við koyring í undanbrekku,
· atgerð við virkisbrek.
1.3. Mál: At fáa sum mest burturúr brennievnisnýtsluni,
· at fáa sum mest burturúr brennievnisnýtsluni við at bera seg at, sum ein hevur lært undir pkt. 1.1 og 1.2.
Galdandi fyri koyrikort til bólkarnar C, C/E, C1 og C1/E
1.4. Mál: At kunna lasta eitt akfar, samstundis sum ein lýkur trygdarkrøvini og røttu nýtsluna av akfarinum,
· ávirkan av mátti á akfarið meðan koyrt verður,
· nýtsla av ymiskum gearum alt eftir hvussu akfarið er lasta og longdarskurði á vegnum,
· útrokning av nyttulast hjá akfari ella vognraði,
· útrokning av stødd á lastrúmi,
· hvussu farmurin verður frásettur í lastrúmi,
· fylgjur av ov stórum ástrýsti,
· akfarsins stabilitetur og tyngdarpunkt,
· sløg av pakkitilfari og plattar.
· høvuðsbólkar av góðsi, ið krevja surring,
· trygdar- og surringsmannagongdir,
· nýtsla av reimum til surringar,
· eftirlit við surringsútbúnaði,
· nýtsla av útgerð til handfaring av góðsi,
· nýtsla av presending.
Galdandi fyri koyrikort til bólkarnar D, D/E, D1 og D1/E
1.5. Mál: At kunna taka sær av trygd og vælveru hjá ferðafólkunum,
· javning av rørslum til síðurnar og uppá longs,
· felags nýtsla av vegakervinum,
· pláss á akbreytini,
· smidlig bremsing,
· úthang,
· nýtsla av serligum infrakervum (almenn øki, serligar koyribreytir),
· loysn av tvídrátti millum trygga koyring og aðrar av førarans uppgávum,
· samband við ferðandi og serlig sjónarmið, tá koyrt verður við ávísum sløgum av ferðandi (rørslutarnað, børn).
1.6. Mál: At kunna lasta eitt akfar, samstundis sum ein lýkur trygdarkrøvini og røttu nýtsluna av akfarinum,
· ávirkan av mátti á akfarið meðan koyrt verður,
· nýtsla av ymiskum gearum alt eftir hvussu akfarið er lasta og longdarskurði á vegnum,
· útrokning av nyttulast hjá akfari ella vognraði,
· hvussu farmurin verður frásettur í lastrúmi,
· fylgjur av ov stórum ástrýsti,
· akfarsins stabilitetur og tyngdarpunkt,
2. Nýtsla av reglunum
Galdandi fyri øll koyrikort
2.1. Mál: Kunnleiki til samfelagsliga samanhangið og reglurnar í vegaflutningsskipanini,
· sermerktar arbeiðstíðsreglur fyri flutning,
· meginreglur í ES fyriskipan nr. 3820/85 frá 20. december 1985 um harmonisering av ávísum ásetingum á samfelagsliga økinum innan vegaflutningsskipanina,
· meginreglur í ES fyriskipan nr. 165/2014 frá 4. februar 2014 um ferðskrivarar (takografar) í vegaflutningsskipanini,
· nýtsla og avleiðingar,
· sanktiónir fyri manglandi, skeivum ella svikafullari nýtslu av ferðskrivara (takografi),
· kunnleiki til samfelagsliga samanhangið í vegaflutningsskipanini: rættindi og skyldur førarans hvat viðvíkur grundleggjandi førleikum og eftirútbúgving.
Galdandi fyri koyrikort til bólkarnar C, C/E, C1 og C1/E
2.2. Mál: Kunnleiki til reglurnar á góðsflutningsøkinum,
· flutningsloyvir
· skyldur samsvarandi standardsáttmálum fyri flutning av góðsi,
· uppseting av skjølum, sum geva einum sáttmála ítøkiligt skap,
· altjóða flutningsloyvir,
· skyldur í mun til CMR sáttmálan um altjóða flutning av góðsi á vegi,
· uppseting av altjóða farmabrævi,
· koyring tvørtur um landamørk,
· speditørar og serlig fylgiskjøl til góðs.
Galdandi fyri koyrikort til bólkarnar D, D/E, D1 og D1/E
2.3. Mál: Kunnleiki til reglurnar fyri flutning av ferðafólki,
· flutningur av serligum bólkum,
· trygdarútgerð inni í bussinum,
· trygdarbelti,
· lasting av akfarinum.
3. Heilsa, ferðslutrygd og umhvørvistrygd, tænasta og vørustreymssamskipan (logistik)
Galdandi fyri øll koyrikort
3.1. Mál: At gáa eftir vandum í ferðsluni og arbeiðsóhappum,
· sløg av arbeiðsóhappum á flutningsøkinum,
· hagtøl fyri ferðsluóhappum,
· íblanding av stórum akførum,
· menniskjaligar, útbúnaðarligar og fíggjarligar avleiðingar.
3.2. Mál: At fyribyrgja brotsverkum og menniskjasmugling,
· almenn vitan,
· avleiðingar fyri bilføraran,
· fyribyrgjandi atgerðir,
· minnislisti,
· lóggáva um ábyrgdina hjá flutningsfyritøkuni.
3.3. Mál: At fyribyrgja likamligum vandum,
· arbeiðsskipanarlæra
· vandamiklar rørslur og støður,
· likamlig venjing,
· venjing í handfaring av góðsi og persónlig verndarútgerð.
3.4. Mál: At vera tilætlaður um týdningin av likamligum og sálarligum førleika,
· meginreglur um heilsugóðar matvanar, sum eru í javnvág,
· ávirkan av rúsdrekka, heilivági og øðrum evnum, ið kunnu broyta atferðina,
· tekin um møði og overving og orsøkir og ávirkan av hesum,
· grundleggjandi týdningur av broyting millum arbeiði og hvíld.
3.5 Mál: At meta um neyðstøður,
· atferð í neyðstøðum:
· meta um støðuna,
· fyribyrgja at vanlukkan versnar,
· biðja um hjálp,
· hjálpa skaddum og veita fyrstuhjálp,
· atferð við eldsbruna,
· burturflutningur av fólki í tungum vinnuakførum og ferðafólkum í bussi,
· syrgja fyri trygd hjá ferðandi,
· atferð í sambandi við øði,
· høvuðsmeginreglur fyri útfyllan av felags skaðafráboðan.
3.6 Mál: At kunna laga sín atburð til ein slíkan hátt, sum stuðlar undir at hækka ímyndina av einum tænastuvirki,
· atburður og ímynd vinnuførarans:
· týdningurin fyri virkið av dygdini á tænastuni, sum førarin veitir,
· ymisku leiklutir førarans,
· ymisk sløg av fólki, sum førarin hevur samband við,
· røkt av akfarinum,
· skipan av arbeiðinum
· handilsligar og fíggjarligur avleiðingar av trætum.
Galdandi fyri koyrikort til bólkarnar C, C/E, C1 og C1/E
3.7 Mál: Kunnleiki til fíggjarliga samanhangin fyri góðsflutning í vegaflutningsskipanini og marknaðarskipanina,
· góðsflutningur eftir vegi í mun til aðrar flutningshættir (kapping, speditørar)
· ymiskt virksemi í vegaflutningsskipanini (flutningur fyri rokning hjá triðjaparti, egið virkið, atknýtt flutningsvirksemi),
· høvuðssløg av virkjum, sum flyta góðs og atknýtt flutningsvirksemi og hvussu tey eru skipað,
· servitan um flutning (tangar, máta hita v.m.),
· framgongd í góðsflutningsvinnuni á landi (størri val av tænastum, samskipan av flutningi millum veg og sjógv, sáttmáli við undirarbeiðstakarar).
Galdandi fyri koyrikort til bólkarnar D, D/E, D1 og D1/E
3.8 Mál: Kunnleiki til fíggjarliga samanhangin fyri ferðafólkaflutning í vegaflutningsskipanini og marknaðarskipanina,
· ferðafólkaflutningur eftir vegi í mun til aðrar flutningshættir (persónbilar, tok),
· ymiskt virksemi fyri ferðafólkaflutningi eftir vegi,
· koyring um landamørk (altjóða fólkaflutningur),
· høvuðssløg av virkjum, sum fremja ferðafólkaflutning eftir vegi.”