24. mai 2018Nr. 78
Kunngerð um broyting í kunngerð um ískoyti til brillustell og brillugløs
(Javnseta rættindi hjá fyritíðarpensjónistum við rættindi hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár)
§ 1
Í kunngerð nr. 32 frá 12. apríl 2012 um ískoyti til brillustell og brillugløs verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Heilsutrygd veitir árligt ískoyti sambært fylgiskjali 1 til keyp av einum brillum ella brillugløsum til børn undir 16 ár, til fólk, sum eru fylt 67 ár og til fyritíðarpensjónistar.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 24. mai 2018.
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)