Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 75 28. juni 2016
Kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski, sum seinast broytt við kunngerð nr. 124 frá 27. november 2023
(Lúsakunngerðin)
Við heimild í § 9, § 46, stk. 1 og § 48, stk. 2 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verður ásett:
§ 1. Endamálið við kunngerðini er at minka um útbreiðsluna av laksalús soleiðis, at skaðaárinið á fisk í aliútbúnaði og á villan fisk verður sum minst, umframt at minka um og at niðurberja mótstøðuførið hjá laksalús.
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) Alifiskur: Laksafiskur, Salmonidae, og havfiskasløg, sum verða ald á alistøðum á landi og alistøðum á sjónum.
2) Lús á alifiski: Lús av sløgunum laksalús, Lepeophterius salmonis, seiðalús, Caligus elongatus, og toskalús, Caligus curtus.
3) Vaksin kvennlús: Kynsbúgvin kvennlús við ella uttan eggjasekkjum.
4) Smáar flytførar laksalýs: Lús, ið er <5mm til longdar, t.e. preadult kalllús 1 og 2 og preadult kvennlýs.
5) Stórar flytførar laksalýs: Lús, ið er >5mm til longdar, t.e. preadult kvennlús 2 og kynsbúnar kalllýs.
6) Lús á menningarstigi, sum rørir seg: Vaksin ella hálvvaksin, preadult, lús.
7) Reinsifiskur: Ymisk fiskasløg, sum kunnu brúkast til at tálma talinum av lúsum í einum alibrúki.
8) Viðgerð: Avlúsing við heilivági, annaðhvørt við baði ella fóðri, ella aðrir hættir at beina burtur lýs, undir hesum eisini mekanisk burturbeining.
9) Alifjørður: Ein fjørður, ein vík, eitt sund ella eitt annað allýst avmarkað øki, har ein ella fleiri alistøðir á sjónum ella á landi hava loyvi at ala matfisk.
10) Alibrúk: Lívfiskastøð, smoltstøð, alistøð ella onnur støð, har fiskur verður aldur.
11) Alistøð: Alistøð á landi ella sjónum, har matfiskur verður aldur.
12) Alistøð á landi: Alistøð, har aling av matfiski fer fram í innpumpaðum sjógvi í kari, tanga el. tíl. á landi.
13) Alistøð á sjónum: Alistøð, har aling av matfiski fer fram á flótandi alianleggi á sjónum á einum ella fleiri aliøkjum við tilhoyrandi landstøð.
14) Fiskaeind: Fiskur í einum aliringi, alibúri, tanga, kari o.tíl.
§ 3. Teljing og skráseting av laksalúsum og seiðalúsum á laksi og ælabogasílum skal gerast eftir skrivligari vegleiðing frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni í minsta lagi 14. hvønn dag. Allir ringar skulu teljast hvørja ferð.
Stk. 2. Teljast og skrásetast skulu
1) vaksnar kvennlýs,
2) stórar flytførar laksalýs,
3) smáar flytførar laksalýs,
4) seiðalýs og
5) fastar lýs.
Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann áleggja teljing, skráseting og fráboðan av øðrum lúsum enn laksalús.
Stk. 4. Úrslitini av lúsateljingunum á alifiski skulu verða skrásett í rakstrardagbókini á alibrúkinum og skulu verða fráboðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni eftir galdandi reglum um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum. Skráseting og fráboðan skulu verða framd í seinasta lagi dagin eftir, at teljingin er gjørd.
Stk. 5. Teljarin skal beinanvegin boða Heilsufrøðiliga starvsstovuni frá, um teljingin ikki er gjørd í samsvari við vegleiðingina, nevnd í stk. 1.
§ 4. 1) 2) Miðaltalið fyri lús í aliøkinum verður roknað út frá vigaðum miðaltali fyri hvørja alieind. Markvirðið í hvørjum aliøki er 1,0 vaksin kvennlús.
Stk. 2. 1) 2) Markvirðið, sum ásett í stk. 1, verður sett niður í 0,5 í hesum tíðarskeiðinum:
1) Í 2021 frá 1. juni til 31. juli.
2) Í 2022 og frameftir frá 1. mai til 31. juli.
Stk. 3. 1) 2) Tað skulu verða framd tiltøk, undir hesum slakt, til tess at tryggja, at nøgdin av vaksnum kvennlúsum til eina og hvørja tíð er undir markvirðið, sum ásett í stk. 1 og 2.
§ 5. Um neyðugt er at viðgera fiskin við heilivági fyri at halda ásetingarnar í § 4, skulu allar fiskaeindir í alibrúkinum viðgerast. Viðgerðin skal vera liðug í seinasta lagi 14 dagar seinni.
Stk. 2. Um tað kann skjalprógvast, at tað ikki er neyðugt at viðgera allar eindir í einum alibrúki í senn, kann embætisdjóralækni eftir umsókn geva undantaksloyvi frá ásetingini í stk.1.
Stk. 3. Viðgerð við heilivági skal einans fremjast við evnum, sum grundað á kanningar, kunnu væntast at hava góðan virkna.
Stk. 4. Viðgerast skal á tann hátt, at fiskurin fær ta terapeutisku nøgdina av heilivági, sum er lýst í leiðbeiningini um evnið, í allari viðgerðartíðini. Eisini skal tryggjast, at fiskurin ikki fær ov stóran skamt, at fiskurin fær rætta nøgd av súrevni undir viðgerðini og at fiskurin annars ikki fær mein av viðgerðini.
Stk. 5. Øll baðiviðgerð skal fremjast í afturlatnum eindum.
Stk. 6. Áðrenn viðgjørt verður við fóðri, skal tryggjast, at fiskurin tekur fóður til sín.
Stk. 7. Landsdjóralæknin kann krevja, at viðgjørt verður samstundis fyri lýs á alifiski í øllum fiskaeindum, ið liggja í sama alifirði sum alibrúkið, har lúsatrupulleikin, sbr. § 4, er staðfestur.
Stk. 8. Landsdjóralæknin kann krevja, at viðgjørt verður samstundis fyri lýs í fleiri alifirðum, um tað verður mett neyðugt við samskipan fyri at tálma lýsnum.
Stk. 9. Landsdjóralæknin kann krevja samskipaða brakklegging fyri fleiri alifirðir, um tað verður mett neyðugt við samskipan fyri at tálma lýsnum.
§ 6. Úrslitið av hvørjari viðgerð skal eftirmetast. Tann, sum hevur útskrivað heilivágin, ger eftirmetingina. Er viðgerðin gjørd uttan heilivág, ger tann, ið hevur ábyrgd av viðgerðini, eftirmetingina. Nýggj lúsateljing skal gerast beint eftir, at viðgerðin er liðug, sbrt. vegleiðing frá framleiðara. Um viðgerðin er ófullfíggjað í mun til tað, sum væntast kann fyri viðgerðarevnið, ið nýtt verður, skal orsøkin greinast.
Stk. 2. Ófullfíggjað viðgerð, illgruni um mótstøðuføri og ávísing av mótstøðuføri skulu verða fráboðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni beinanvegin.
Stk. 3. Um illgruni er um mótstøðuføri ella um mótstøðuføri er ávíst, skal viðgerast av nýggjum við einum øðrum evni.
§ 7. Um onnur evni, sbr. § 6, stk. 3, heldur ikki geva eina fullfíggjaða viðgerð, ella onnur evni av øðrum orsøkum ikki kunnu nýtast, kann landsdjóralæknin áleggja tiltøk, herundir framskundað slakt, um mett verður, at vandi er fyri, at smittutrýstið til onnur alibrúk og til villan laks verður ov stórt, ella um vandi er fyri spjaðing av mótstøðuførum lúsum.
Stk. 2. 1) 2) Um eitt alibrúk hevur tríggjar teljingar á rað, ella fýra teljingar tilsamans í útsetuni, sum eru farnar upp um markvirðið, sum ásett í hesi kunngerð, verður álagt at slakta fiskin innanfyri 11 vikur.
Stk. 3. 3) Um landsdjóralæknin, við heimild í § 59, stk. 4, nr. 3, í kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, loyvir flyting av fiski, telja teljingar í upprunaligu útsetuni, ið eru farnar upp um markvirðið, við í uppgerðini av, um farið er um markvirðið tríggjar teljingar á rað, ella fýra teljingar tilsamans í útsetuni. Í slíkum førum verður álagt at slakta fiskin innan fyri 11 vikur, sbr. § 7, stk. 2.
Stk. 4. 3) Alari kann søkja um undantak frá framskundaða slaktinum fyri teir ringar, har fiskurin vigar undir 4 kg í miðal í livandi vekt, um alarin kann vísa á eina mannagongd, sum ger tað sannlíkt, at støðan ikki versnar munandi ta tíðina, sum eftir er av setanini. Tó kann undantak í mesta lagi veitast, til fiskurin vigar 4 kg.
§ 8. 2) Hevur eitt alibrúk ofta lúsateljingar, sum fara upp um markvirðið, nógvar lúsaviðgerðir í mun til alibrúk í Føroyum annars ella ófullfíggjaðar viðgerðir, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan avgera, at talið av smoltum ikki skal vera hækkað í mun til seinastu útseting, ella avgera, at talið av útsettum smoltum skal vera lækkað.
Stk. 2. Grundarlagið fyri avgerðum um, hvørt talið av smoltum kann økjast, standa í stað ella eigur at minka, verður partvíst lagt út frá hvørjum av bólkunum í skjali 1 alibrúkið er í. Harumframt verður eisini tikið atlit at rakstrinum av alibrúkinum í seinasta tíðarskeiði, innrætting av alibrúki og kapasiteti annars, m.a. nøktandi møguleikum at viðgera móti lús, slaktikapasitet o.a.
§ 9. Øll alibrúk skulu, sum partur av tilbúgvingarætlanini, sum er lýst í kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, hava eina ætlan um tálming av lúsum. Skjalprógvast skal, at ein tálming sbrt. § 23 í kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum kann fara fram. Ætlanin skal í minsta lagi innihalda:
1) Mannagongd fyri lúsateljing,
2) mannagongd fyri viðgerð og viðgerðarhættum, undir hesum eisini samskipan av viðgerðum, og
3) mannagongd fyri eftirmeting av viðgerð.
§ 10. Allar lúsateljingar eftir § 3 í hesi kunngerð skulu gerast av P/F Fiskaaling. Aðrar lúsateljingar kunnu gerast av øðrum.
§ 10 a. 4) Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við og tekur avgerðir fyri at fremja ásetingarnar í kunngerðini og kann heruppií geva boð og áseta forboð.
§ 11. 4) Avgerðir, tiknar sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn.
§ 12. 4) Er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, sum:
1) brýtur reglurnar í § 3, stk. 1, 2, 4 og 5, § 4, stk. 3, § 5, stk. 1 og 3-6, § 6, §§ 9 og 10, ella
2) ikki ger eftir boðum eftir § 3, stk. 3, § 5, stk. 7-9, § 7, stk. 1 og 2 og § 8, stk. 1.
§ 13. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 14. Heimildin hjá landsstýrismanninum eftir § 50 í djórasjúkulógini at avgera revsimál uttan rættarsókn verður løgd Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 163 frá 21. desember 2009 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski úr gildi.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 28. juni 2016
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)
Bólking av alibrúkum
Sambært § 8 hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan heimild at avgera, at smolttalið í einum alibrúki ikki skal verða hækkað ella skal verða lækkað í mun til seinastu útsetu, um eitt alibrúk ofta hevur lúsateljingar, sum fara upp um markvirðið, hevur nógvar lúsaviðgerðir í mun til alibrúk í Føroyum annars ella hevur ófullfíggjaðar viðgerðir.
Fyri at meta um, hvar eitt ávíst alibrúk, í mun til nevndu parametur, er í mun til alibrúk í Føroyum annars, verða nýttar hesar vegleiðandi reglur til at bólka einstøku alibrúkini:
Bólkingin verður gjørd út frá sokallaðum “klippum”, sum eru grundað á tal av viðgerðum og hvussu ofta – og í hvønn mun – farið er upp um markvirðið í hvørjari setu.
Fyri viðgerðir við heilivági telur hvør viðgerð av øllum alibrúkinum sum tvey klipp fyri hvørt slagið av heilivági, t.e. at ein kombiviðgerð við t.d. Alpha Max og Salmosan telur sum fýra klipp. Verður einans partur av alibrúkinum viðgjørdur, telur viðgerðin sum klipp í lutfallinum, sum er viðgjørt. T.e. um tríggir av 12 ringum verða viðgjørdir, telur hetta sum 0,5 klipp.
Teljingar, sum fara upp um ásetta markvirðið, og heilivágsviðgerðir verða taldar sum “klipp”. Fyri teljingar, sum fara upp um markvirðið, telur hvør teljing lutfalsliga sum eitt klipp í tann mun, farið er upp um markvirðið. Tað vil siga, at í vetrarhálvuni t.e. 1. august til 30. apríl telur 1 vaksin kvennlús sum eitt klipp, 2 vaksnar kvennlýs telja sum tvey klipp, 3 vaksnar kvennlýs telja sum trý klipp o.s.fr. Í summarhálvuni t.e. 1. mai til 31. juli telur 0,5 vaksin kvennlús sum eitt klipp, 1 vaksin kvennlús telur sum 2 klipp, 2 sum fýra klipp o.s.fr., sí talvu 1 og 2 niðanfyri.
Við grundarlagi í talinum av klippum verða alistøðirnar býttar sundur í tríggjar bólkar, alt eftir hvussu nógv klipp hava verið í útsetingartíðarskeiðinum.
Alibrúk, sum vera áløgd at slakta fiskin sambært § 7, stk. 2, verða sett í bólk trý.
Í førum, tá landsdjóralæknin við heimild § 59, stk. 4, nr. 3, í kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, loyvir flyting av fiski, er meginreglan, at klippini fylgja flutta fiskinum. Endaliga nøgdin av klippum, sum hevur fylgt fiskinum, eigur at verða tillutað økinum, ið fiskurin gekk tíðina upp til slátur.
Mongdin av klippum í uppruna aliøkinum eigur at verða tillutað í teirri mongd, sum varð áløgd í tíðarskeiðinum, meðan fiskurin gekk í hesum aliøkinum.
Dømi: Um teljingar ella heilivágsviðgerðir hava givið tvey klipp, meðan fiskurin hevur verið í einari alistøð og tað á seinnu alistøðini koma 6 klipp afturat, so verður samlaða talið av klippum á seinna aliøkinum 8 íalt. Tað merkir, at upprunaliga aliøkið verður flokkað í bólk 1 og tað seinna aliøkið verður flokkað í bólk 2.
Klipp, sum verða áløgd í sambandi við teljing í tíðarskeiðinum, tá fiskurin verður fluttur, verður tillutað teimum alistøðum, sum flutt verður ímillum. Tað merkir, at miðaltalið av teirri lúsateljing, sum verður gjørd í flutningstíðarskeiðinum umfatar allar ringar á báðum aliøkjum.
Dømi: Tríggir aliringar eru í alistøð A og seks aliringar eru í alistøð B. Um ein lúsateljing í flutningstíðarskeiðinum vísur ávíkavíst 2,2, 1,9 og 1,2 í alistøð A og 0,5, 0,2, 0,6, 0,3, 0,8 og 0,1 í alistøð B, verður miðaltalið roknað soleiðis, at aliringarnar í alistøð A og B verða lagdir saman. Miðaltalið verður tí, fyri hvørja alistøð 0,9, og ikki 1,8 í alistøð A og 0,4 í alistøð B.
Bólkur 1
Alistøðir við færri enn 7 klippum.
Bólkur 2
Alistøðir við 7 klippum ella fleiri, men færri enn 13 klippum.
Bólkur 3
Alistøðir við 13 klippum ella fleiri.
Talva 1. Dømi, tá markvirðið er 1,0 vaksin kvennlús:
Miðaltal av vaksnum kvennlúsum: |
Tal av klippum: |
0-0,99 |
0 |
1,00-1,99 |
1 |
2,00-2,99 |
2 |
3,00-3,99 |
3 |
4,00-4,99 |
4 |
o.s.fr. |
|
Talva 2. Dømi, tá markvirðið er 0,5 vaksin kvennlús:
Miðaltal av vaksnum kvennlúsum: |
Tal av klippum: |
0-0,49 |
0 |
0,50-0,99 |
1 |
1,00-1,49 |
2 |
1,50-1,99 |
3 |
2,00-2,49 |
4 |
2,50-2,99 |
5 |
o.s.fr. |
|
1) Broytt við kunngerð nr. 106 frá 15. juli 2019, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2019. Stk. 2. Broytingin í § 1, nr. 2 hevur gildi fyri teljingar eftir, at kunngerðin er komin í gildi. Stk. 3. Broytingin í skjalinum í § 1, nr. 3 viðvíkjandi bólkunum 1-3 hevur gildi fyri nýggjar útsetingar eftir, at kunngerðin er komin í gildi.”
2) Broytt við kunngerð nr. 93 frá 3. juni 2021.
3) Broytt við kunngerð nr. 124 frá 27. november 2023.
4) Broytt við kunngerð nr. 29 frá 2. mars 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2023.”
5) Broytt við kunngerð nr. 118 frá 28. november 2016.