14. mai 2018Nr. 75
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin hjá skipum úr ES londum í føroyskum sjógvi í 2018
(Ungfiskur)
§ 1
Í kunngerð nr. 191 frá 29. desember 2017 um fiskiskapin hjá skipum úr ES londum í føroyskum sjógvi í 2018, sum broytt við kunngerð nr. 24 frá 22. mars 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 26, stk. 6, 2. pkt. verður “undirmálsfiskur” broytt til: “ungfiskur”.
2. Í § 26, stk. 7, 2. pkt. verður “undirmálsfiskur” broytt til: “ungfiskur”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 14. mai 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)