Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 11-05-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 73 frá 8. mai 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

8. mai 2018Nr. 73

Kunngerð um einstaklingatilskot til heilivág

Við heimild í § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 30. apríl 2018, verður ásett:

Virkisøki

§ 1. Sambært § 12 í Heilsutrygdarlógini viðgerð Landsapotekarin umsóknir um tilskot til heilivág, útgerð í sambandi við heilivág, kostískoyti o.a., sum ikki er lýst at vera heimilað sambært § 13 í Heilsutrygdarlógini.

Stk. 2. Landsapotekarin kann skipa heilivág, ið ikki fær vanligt tilskot, í tilskotsbólkar, ásettir til ávísar sjúkur. Hevur ein persónur eina av hesum diagnosunum, verður einstaklingatilskot veitt persóninum, tá læknin á forskriftina skrivar diagnosuna.

Stk. 3. Landsapotekarin viðgerð sjálvur umsóknirnar, men kann eftir tørvi útvega sær hjálp frá øðrum fakpersónum við kunnleika innan heilivág, læknavísindi o.tíl. Eisini kann Landsapotekarin útvega sær allar viðkomandi upplýsingar frá myndugleikum í Føroyum og uttanlands.

Stk. 4. Landsapotekarin skal síggja til, at lóggávan verður fylgd í sambandi við viðgerð av umsóknunum.

Viðgerð av umsóknum

§ 2. Vanliga viðgerð Landsapotekarin tær innkomnu umsóknirnar aðru hvørja viku. Tó kann Landsapotekarin eisini viðgera umsóknir eftir tørvi.

Stk. 2. Partar í einum máli hava ikki rætt til at vera hjástaddir undir viðgerðini av umsóknini.

§ 3. Ein umsókn skal vera liðug viðgjørd innan 4 vikur frá móttøku, uttan so at heilt serligar umstøður gera seg galdandi.

Avgerðir

§ 4. Allar avgerðir, tiknar av Landsapotekaranum, skulu verða skrivligar og fráboðast læknanum og apoteksverkinum.

§ 5. Landsapotekarin virkar sjálvstøðugt og er ikki bundin av boðum frá øðrum í arbeiði sínum.

Kærur

§ 6. Sambært § 29, stk. 1 í Heilsutrygdarlógini kunnu avgerðir hjá Landsapotekaranum kærast til kærunevndina í almanna- og heilsumálum innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið boð um avgerðina.

Stk. 2. Landsapotekarin kann velja at taka eitt mál upp til nýggja viðgerð, um nýggjar og týðandi upplýsingar koma fram í málinum.

Gildiskoma

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 97 frá 29. oktober 2010 um tilskotsnevnd.

 

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 8. mai 2018

 

Sirið Stenberg (sign.)

landsstýrismaður

/ Turid Arge (sign.)