Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 07-05-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 72 frá 7. mai 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

7. mai 2018Nr. 72

Kunngerð um broyting í kunngerð um áseting av søluprísi á heilivági

(Lækking av avsláttri)

§ 1

Í kunngerð nr. 113 frá 1. juli 1992 um áseting av søluprísi á heilivági, sum broytt við kunngerð nr. 17 frá 10. mars 1997, kunngerð nr. 70 frá 28. mai 2009, kunngerð nr. 81 frá 28. juni 2010, kunngerð nr. 41 frá 8. mai 2012, kunngerð nr. 137 frá 22. desember 2014 og kunngerð nr. 40 frá 2. mai 2016, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Frumsøluprísurin til heilivágsgoymslur á sjúkrahúsum, til havbúnaðin og landbúnaðin skal ásetast til 86% av frumsøluprísi, ásettur eftir stk. 1.”

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 7. mai 2018

 

Sirið Stenberg (sign.)

landsstýrismaður

/ Turid Arge (sign.)