Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. januar 2018Nr. 7
Kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum
§ 1
Í kunngerð nr. 137 frá 23. september 1992 um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 33 frá 24. mars 1998 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 8 a í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 13. mai 1992 og løgtingslóg nr. 47 frá 11. mai 2009, verður ásett:”
2. Skjalið til kunngerð nr. 137 frá 23. september 1992 um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum verður orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 29. januar 2018
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)
Skjal
“Skjal 1
Umsókn um upptøku á vallista fyri føroyingar, ið búgva uttanlands
NB. Umsóknir, sendar inn ov stutta tíð áðrenn valdagin, kunnu ikki roknast avgreiddar til valið.
Sendast til:
Fólkayvirlitið í seinastu Bústaðarkommununi |
At útfylla av fólkayvirlitinum
| |
|
Valrættardagur | |
Stempul |
Dagur | |
Sign. |
1. Umsøkjarin, ið hevur fyribils tilhald uttan fyri Føroyar, søkir um upptøku á vallistan
Øll fornøvn og millumnøvn: |
Føðingardagur: |
Eftirnavn:
| |
Bústaður uttanlands: | |
Seinasti bústaður í Føroyum: |
Fardagur: |
2. Útbúgvingin uttanlands
Heiti á útbúgvingini og útbúgvingarstaðnum |
|
|
|
3. Aðrar upplýsingar
|
4. Undirskrift
Skeiv skrivlig váttan kann eftir § 162 í revsilógini revsast við bót ella fongsul í upp til 4 mánaðir |
____________ Dagur |
__________________________ Undirskrift |
“