Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. juni 1991Nr. 69
Kunngerð um skrásetingarráð viðvíkjandi farmaseutiskum tilbúningi, sum broytt við kunngerð nr. 38 frá 6. mai 2015
Við heimild í § 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54. frá 8. mai 1991, hevur Føroya Landsstýri fyrisett:
§ 1. Innan karmarnar av kap. IX í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág avger skrásetingarráðið mál viðvíkjandi skráseting av farmaseutiskum tilbúningi í Føroyum.
§ 2. Fastir limir í skrásetingarráðnum eru landslæknin, landsdjóralæknin og landsapotekarin.
§ 3. Skrásetingarráðið skal hittast í minsta lagi 4 ferðir um árið til at viðgera upptøku í skránni av sertilbúningum, sum eru komnir afturat DK-sertilbúningarskránni sambært § 54 í løtingslógini um apoteksverkið og heilivág.
2. stk. Undir viðgerð av máli um skráseting av “synonym”-sertilbúningum og “analog”-sertilbúningum, skal ráðið taka støðu til avmarking í skránni av hesum sertilbúningum hvør sær.
3. stk. Ráðið skal undir viðgerð eftir stk. 1 og stk. 2 eisini sammeta søluprísir millum sertilbúningar í sama ATC-bólki.
§ 4. Skrásetingarráðið skal fylgja við nýtsluni av heilivági í landinum við serligum atliti til nýtsluna í ATC-bólkinum NO2 og NO5B.
§ 5. Skrásetingarráðið sendir fyri hvørt kalendaraár frágrei›ing til landsstýrið um virki ráðsins við møguligum tilmælum um broyting í skipanini viðvíkjandi skráseting og útflygging av heilivági.
§ 6. Skrásetingarráðið kann í virki sínum søkja sær ráðgeving og lata hóskandi samsýning fyri slíka.
§ 7. 1) Landsapotekarin hevur skrivstovuhaldið hjá skrásetingarráðnum og ber allar útreiðslur av virki ráðsins.
2. stk. Limirnir í ráðnum fáa ikki fundarpening.
§ 8. Henda kunngerð fær gildi tann 1. juli 1991.