Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. juni 2002Nr. 69
Kunngerð um yrkisgymnasiala undirvísing til hægri tøkniliga próvtøku, sum seinast broytt við kunngerð nr. 33 frá 23. apríl 2010
(HT-kunngerðin)
Við heimild í §§ 3, stk. 2, 7, stk. 1, 2, 9, stk. 1, 4, 10, stk. 4, 11, stk. 2, og 17, stk. 2 í løgtingslóg nr. 42 frá 23. apríl 1999 um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving), verður ásett:
Kapittul 1
Endamál o.a.
§ 1. Útbúgvingin til hægri tøkniliga próvtøku (HT) er ein almennandi og yrkisgymnasial útbúgving, ið er sett saman av ástøðiligum og verkligum lærugreinum við almennandi og tøknifrøðiligum innnihaldi. Útbúgvingin gevur eftir lokna próvtøku atgongd til hægri framhaldslestur.
Stk. 2. Útbúgvingin skal menna næmingarnar, so teir fáa neyðugt innlit í samfelagið og framtøku tess við serligum atliti at tøkniligum og vinnuligum viðurskiftum, og geva teimum grundarlag fyri at starvast í privatari eins og í almennari vinnu.
§ 2. Útbúgvingin tekur tilsamans 3 ár. Fyrri partur av útbúgvingini er eitt støðisár innan tøkni, SIT (HT 1). Seinni partur er ein tvey ára yrkisgymnasial útbúgving til hægri tøkniliga próvtøku (HT 2 og HT 3).
Stk. 2. Innihaldið í SIT-útbúgvingini, sum fortreyt fyri at halda fram á HT-útbúgvingini, verður lýst í § 4, stk. 1 og 2 og § 5, stk. 2.
Stk. 3. Fyrri partur av útbúgvingini, sbr. stk. 1, endar við próvtøku, og næmingurin fær útflýggjað prógv.
Stk. 4. Seinni partur av útbúgvingini, sbr. stk. 1, endar við próvtøku, og næmingurin fær útflýggjað prógv.
Stk. 5. Lærugreinir úr øðrum gymnasialum útbúgvingum kunnu avriksflytast til HT-útbúgvingina sambært kunngerð um avriksflutning.
Stk. 6. Útbúgvingin kann eisini verða skipað sum stakgreinalestur og sum sjálvlestur.
Kapittul 2
Upptøka
§ 3. Umsøkjari kann verða tikin upp til støðisárið, sbr. § 2, stk. 1, um hann hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans í lærugreinunum alis-/evnafrøði, donskum, enskum, føroyskum og støddfrøði við nóg góðum úrsliti, og eftir meting skúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt og fullføra útbúgvingina til ásetta tíð.
Stk. 2. Umsøkjari kann verða tikin upp til støðisárið, um hann á annan hátt lýkur upptøkukrøvini, sbr. stk. 1, og um hann eftir meting skúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini og fullføra útbúgvingina til ásetta tíð.
Stk. 3. Umsøkjari kann verða tikin upp til seinna part í útbúgvingini eftir staðið støðisár. Upptøka fer fram við støði í heildarmeting skúlans, um næmingurin verður mettur at kunna fullføra útbúgvingina til ásetta tíð, og hevur lokið tær lærugreinir, ið eru fortreyt fyri upptøku, sbr. § 4, stk. 1 og 2, við nóg góðum úrsliti.
Stk. 4. Umsøkjari kann verða tikin upp til seinna part í útbúgvingini, um hann á annan hátt lýkur upptøkukrøvini sbrt. stk. 3.
Stk. 5. Vantar umsøkjara fortreytir í onkrari lærugrein, kann skúlin seta sum treyt fyri upptøku til HT- útbúgvingina, at umsøkjarin bøtir um fakliga støðið í viðkomandi lærugrein/um.
Stk. 6. Umsøkjari, sum upptøkuskúlin ikki hevur nóg neyvar upplýsingar um, verður kallaður inn til persónliga samrøðu, til tess at upptøkuskúlin kann meta, um umsøkjarin er førur fyri at fylgja undirvísingini og fullføra útbúgvingina til ásetta tíð.
Stk. 7. Skúlin kann bjóða næmingum, ið eru tiknir upp til støðisárið, og sum hava ein avmarkaðan fakligan tørv í alisfrøði, enskum, evnafrøði ella støddfrøði, ískoytisundirvísing í einum stuttum tíðarskeiði, so teir verða førir fyri at fylgja dagligu undirvísingini. Vav og innihald av ískoytisundirvísingini ásetur skúlin sjálvur.
Stk. 8. Umsøkjari kann verða tikin upp sum stakgreinalesandi, um hann lýkur fortreytirnar í teimum lærugreinum, ið hann søkir inn á.
Kapittul 3
Innihaldið í útbúgvingini
§ 4. 1) Undirvíst verður í hesum lærugreinunum við tí ásetta pultstímatalinum um árið. Næmingarnir hava krav upp á í minsta lagi 90% av tímatalinum, sum ásett er í talvuni niðanfyri. Skúlastjórin skipar fyri, hvussu skráseting av teimum ásettu pultstímunum, sum næmingarnir hava krav uppá, verður framd í skúlanum. Næmingarnir skulu hava atgongd til at síggja yvirlit yvir hildnar tímar í mun til ásetta kravið um pultstímatal. Í talvuni eru eisini tilskilað lærugreinastig, eins og hvar í skipanini, lærugreinirnar koma fyri.
Lærugreinir | Støðisár/HT 1 | HT 2 | HT 3 |
Kravdar lærugreinir |
|
|
|
Alisfrøði | - | 105 (B) | - |
Enskt | 140 (C) | 140 (B) | - |
Føroyskt | 140 (C) | 140 | 140 (A) |
Samfelagsfrøði | - | 105 (C) | - |
Støddfrøði | 175 (C) | 175 (B) | - |
Tøknifrøði | - | 210 (B) | - |
Yrkislærugrein | 175 | - | - |
Vallærugreinir |
|
|
|
2. fremmandamál, byrj. | - | 140 | 140 (C) |
2. fremmandamál, framh. | - | 140 (C) | 140 (C/B) |
Alisfrøði | 140 (C)* | 140 (B) | 175 (A) |
Enskt | - | - | 175 (A) |
Evnafrøði | 140 (C)* | 140 (B) | 140/175 (B/A) |
Fiskivinna | - | 140 (C) | 140 (C) |
Forritan | - | 140 (C) | 140 (C) |
Góðskustýring | - | 140 (C) | 140 (C) |
Heimspeki | - | 140 (C) | 140 (C) |
Lívfrøði | 140 (C)* | 140 (B) | 140 (B) |
Sálarfrøði | - | 140 (C) | 140 (C) |
Samfelagsfrøði | - | - | 140 (B) |
Samskiftistøkni | - | 140 (C) | 140 (C/B) |
Statikkur og styrkilæra | - | 140 (C) | 140 (C) |
Støddfrøði | - | - | 175 (A) |
Tøkni | - | - | 420 (A) |
Tøknifrøði | 245 (C)* | - | 175 (A) |
Tøknisøga | - | 140 (C) | 140 (C) |
Virkisbúskapur | - | 140 (C) | 140 (C) |
Stk. 2. Bókstavirnir í klombrum lýsa lærugreinastigið. Tilskilaða pultstímatalið omanfyri fevnir ikki um tíðina, ið nýtt verður til próvtøku. Tær við * merktu vallærugreinirnar eru kravdar fyri næmingar, ið ætla sær at halda fram í seinna parti av HT-útbúgvingini.
Stk. 3. 2. fremmandamál sum byrjanarmál á C-stigi verður boðið næmingum, ið ikki hava forkunnleika í málinum, sum ein samlað 2 ára undirvísingargongd.
Stk. 4. Í minsta lagi tvær av hesum sergreinunum innan tøkni A skulu standa næmingunum í boði:
1) Bygging og orka
2) Evnisgongd og matvøra
3) Formgeving og framleiðsla
4) Náttúra og jarðarbrúk
5) Tænasta og samskifti
6) Vøra og virki.
Hvør sergreinin innan lærugreinina tøkni á A-stigi er sett saman av grundtættum, sum eru kravdir og felags fyri allar sergreinirnar. Harumframt eru sergreinirnar settar saman av lyklatættum, sum eru kravdir í tí valdu sergreinini, og av sertættum, sum skúlin velur eftir tí innihaldi, sum ásett er í lærugreinakunngerðini fyri ta ávísu sergreinina. Sertættirnir fevna um umleið 1/3 av hvørji sergrein.
Stk. 5. Harumframt bjóðar skúlin í minsta lagi út aðra av hesum báðum lærugreinunum: tøknifrøðisøga á C-stigi ella heimsspeki á C-stigi.
Stk. 6. Um ein lærugrein er til á fleiri stigum, byggja tey hægru stigini á tey lægru. Skúlin kann tó bjóða 2 stig undir einum, um námsfrøðilig og umsitingarlig viðurskifti tala fyri tí.
Stk.7. Skúlin ger sjálvur av, hvussu útboðið av vallærugreinum verður innan tímakarmarnar. Skúlin skal tó bjóða so nógvar vallærugreinir út, at næmingarnir lúka krøvini, ið eru ásett í § 5, stk. 1-3.
Stk. 8. Skúlin skal bjóða út vallærugreinar, so ynski næminganna í tann mun tað ber til, verða gingin á møti.
Stk. 9. Einstaki skúlin kann góðkenna, at næmingur velur lærugrein úr eini aðrari gymnasialari útbúgving sum vallærugrein.
Stk. 10. Í seinasta lagi 1. mars skal næmingur boða skúlanum frá, í hvørjum av teimum vallærugreinum, ið skúlin bjóðar út, hann ynskir at fylgja undirvísingini fylgjandi skúlaár. Vallærugreinaskifti eftir 1. mars kann ikki fara fram. Tó kann skúlastjórin í heilt serligum føri loyva lærugreinaskifti, um tað ikki ávirkar ætlan skúlans í aðrar mátar.
Stk. 11. Útbúgvingar- og yrkisvegleiðing er partur av undirvísingini.
Kravdar lærugreinir og vallærugreinir
§ 5. Kravdu lærugreinirnar í fyrra partinum av útbúgvingini (støðisárinum) fevna um tilsamans 630 pultstímar, og í seinna partinum um ávikavíst 875 pultstímar (HT 2) og 140 pultstímar (HT 3).
Stk. 2. Vallærugreinirnar í fyrra parti av útbúgvingini fevna um tær lærugreinir, ið eru kravdar fyri at halda fram á seinna parti av HT-útbúgvingini, tilsamans 665 pultstímar. Í seinna partinum av útbúgvingini skal einstaki næmingurin í HT 2 velja 2 vallærugreinir á C- ella B-stigi. Í HT 3 skal einstaki næmingurin velja í minsta lagi 2 ella 3 vallærugreinir á A-stigi, harav ein skal vera lærugreinin tøkni, sbr. § 4, stk. 4, og 2 ella 3 vallærugreinir á B- ella C-stigi. Í HT 3 má samlaða pultstímatalið hjá einstaka næminginum tó ikki fara upp um 1190.
Stk. 3. Í minsta lagi 1 vallærugrein í seinna parti av útbúgvingini skal vera úr hugvísindaligu lærugreinarøðini.
Stk. 4. So leingi endaligt HT-prógv ikki er skrivað, kann næmingurin fara til endurpróvtøku í einari lærugrein sum sjálvlesandi sambært reglum í próvtøkukunngerð fyri SIT og HT.
Stk. 5. Eingin næmingur kann velja eina vallærugrein á sama stigi, sum hann í útbúgvingini ella í eini atgongugevandi útbúgving fyrr hevur fingið undirvísing í.
Stk. 6. Skúlastjórin kann loyva næmingi at fylgja undirvísingini av nýggjum (ganga umaftur), tó í mesta lagi 2 ferðir á sama floksstigi. Skrivlig umsókn um at verða tikin upp av nýggjum, skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 25. juni.
Stk. 7. Skúlastjórin kann taka avgerð um, at samlestur verður í eini ella fleiri lærugreinum innan ymsar gymnasialar útbúgvingar.
Kapittul 4
Skipan av undirvísingini
§ 6. Undirvísingin í teimum einstøku lærugreinunum fer fram sambært ásetingunum í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð.
Stk. 2. Undirvísingin skal framhaldandi økja um førleikar næmingsins, her í millum menna munnligu og skrivligu framsagnar- og samskiftisevni hansara.
Stk. 3. Næmingur skal læra at nýta tey serligu háttaløgini, ið eru eyðkend fyri einstøku lærugreinirnar, og soleiðis fáa hollan førleika í at greina og meta um, hvussu lærugreinirnar kunnu nýtast til at lýsa ymisk faklig og samfelagslig viðurskifti, og á henda hátt leggja støði undir framhaldandi útbúgving.
Stk 4. Undirvísingin skal vera heildarkend og verður løgd soleiðis til rættis, at lærugreinirnar stuðla upp undir hvørja aðra.
Stk. 5. Næmingurin skal læra at nýta ymsar arbeiðshættir, og fáa venjing í at arbeiða við verkætlanum, eisini í tvørfakligum høpi, sum gera hann føran fyri at seta saman sína vitan um fleiri fakøki.
Stk. 6. Lærararnir samskipa undirvísingina fyri at tryggja samanhang millum lærugreinirnar og eitt hóskandi býti av arbeiðsbyrðuni hjá næmingunum, her í millum innlating av skrivligum avrikum.
Stk. 7. Fyri skúlaársbyrjan verða verkætlanargongdir fyri næmingarnar lagdar til rættis, umframt annað tvørfakligt virksemi, t.d. evnisdagar, námsferðir og serligar gongdir, ið eru felags fyri fleiri lærugreinir. Tímar, ið verða nýttir til tvørfakligt virksemi, verða roknaðir uppí tímatalið fyri lærugreinirnar sbrt. § 4, stk. 1.
Stk. 8. Við undirvísingarbyrjan ger lærarin eina undirvísingarætlan í samráð við næmingarnar. Gjøgnum skúlaárið eftirmeta lærari og næmingar regluliga arbeiðið og gongdina annars í undirvísingini.
Stk. 9. KT er partur av undirvísingini í øllum lærugreinum.
Stk. 10. Tekstir á fremmandamálum kunnu nýtast í øllum lærugreinum.
Stk. 11. Í øllum lærugreinum verður miðvíst arbeitt við at menna føroyska málburð næminganna, bæði munnliga og skrivliga.
Kapittul 5
Verkætlanarbeiði
§ 7. Skipað verður fyri verkætlanum í lærugreinunum tøkni á A-stigi og tøknifrøði á A- og B-stigi. Meðan arbeitt verður við eini verkætlan, fær næmingurin vegleiðing frá avvarðandi lærarum. Í eini viku ímóti endanum av verkætlanartíðini í tøkni á A-stigi og í tøknifrøði á B-stigi verður øll vanlig undirvísing niðurløgd. Til verkætlanina í tøkni á A-stigi verða nýttir einir 130 pultstímar í einum 8 viku tíðarskeiði. Til verkætlanina í tøknifrøði á B-stigi verða nýttir einir 60 pultstímar í einum 6 viku tíðarskeiði, og til tøknifrøði á A-stigi einar 60 pultstímar í einum 12 viku tíðarskeiði.
Stk. 2. Í tøkni á A-stigi og tøknifrøði á A-stigi ger skúlin uppskot um orðing av verkætlanum, og skal próvdómari, tilnevndur av Mentamálstýrinum, góðkenna uppskotið í seinasta lagi 1. februar. Uppskotini til verkætlanir skulu verða soleiðis orðað, at tey í høvuðsheitunum fevna um høvuðstættirnar í lærugreinini og lýsa, hvørjar tøkniligar ella tøknifrøðiligar spurningar næmingurin skal viðgera. Harumframt skulu uppskotini til verkætlanir verða orðaði soleiðis, at næmingurin kann greina serlig krøv og viðurskifti, ið eru fortreytir fyri, at uppgávan kann verða loyst. Næmingurin velur millum góðkendu uppskotini eina verkætlan at arbeiða við.
Stk. 3. Skúlin kann góðkenna, at ein verkætlan verður gjørd sum bólkaavrik, har í mesta lagi 4 næmingar arbeiða saman. Um avrikið verður gjørt í bólki, skal tað greitt síggjast aftur, hvat hvør einstakur næmingur hevur ábyrgd av.
Stk. 4. Einstaka verkætlanin, sum fyri hvønn næming í mesta lagi kann fevna um 30 A-4 síður, verður latin skúlanum í seinasta lagi 7. mai. Saman við skrivliga avrikinum kann ein tilgjørdur lutur ella lýsing av einari evnisgongd verða latin inn. Í tøknifrøði á A-stigi kann tann tilgjørdi luturin ístaðin vera ein ástøðiligur myndil.
Kapittul 6
Næmingaskyldur
§ 8. 2) 1) Allir næmingar hava møtiskyldu, her í millum skyldu at lata kravd skrivlig avrik inn rættstundis sambært lærugreinakunngerð, at fara til allar royndir og allar próvtøkur á avvarðandi floksstigi, umframt skyldu til virknir at luttaka í undirvísingini. Næmingur, sum av aðrari orsøk enn sjúku ikki møtir til allar royndir og próvtøkur, kann ikki flytast upp í næsta flokk.
Stk. 2. Næmingur, sum ikki gjøgnum skúlaárið hevur latið alt skrivligt avrik inn, ið er partur av próvtøkupensum, og fingið skrivliga avrikið rættað í seinasta lagi 7 dagar undan fyrsta skrivliga próvtøkudegi, sleppur ikki til próvtøku.
Stk. 3. Rektarin sær til, at næmingarnir verða kunnaðir um møtiskylduna, sbrt. stk. 1, og um avleiðingarnar, um møtiskyldan ikki verður hildin.
Stk. 4. 1) Rektarin hevur ábyrgdina av, at fráveran, líka mikið av hvørjum slagi hon er, sbr. tó Sjúkraundirvísingarkunngerðina, verður skrásett og gjørd upp í minsta lagi 8 ferðir í skúlaárinum, og at mannagongd hesum viðvíkjandi eru øllum næmingum og starvsfólkum á skúlanum kunnug. Vantandi innlating av skrivligum avrikum verður skrásett og viðgjørd sum onnur frávera. Einstaki næmingurin skal hava møguleika at eftirkanna sína fráveru. Fráveruuppgerðin hjá einstaka næminginum er galdandi fyri eitt skúlaár í senn. Skúlastjórin skipar fyri, hvussu skráseting av teimum ásettu pultstímunum, sum næmingarnir hava krav uppá, verður framd í skúlanum, smbr. § 4, stk. 1. Næmingarnir skulu hava atgongd til at síggja yvirlit yvir hildnar tímar í mun til ásetta kravið um pultstímatal.
Stk. 5. 1) Um fráveran í einari lærugrein fer upp um 15% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) ella av kravdum skrivligum avrikum í einari lærugrein, ella upp um 10% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) til samans í øllum lærugreinunum, fær næmingurin fyrru ávaring. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin skrivliga ella í talgildari fráboðan hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina.
Stk. 6. 1) Um næmingurin við eini seinni uppgerð ikki hevur tikið ávaringina sbrt. stk. 5 til eftirtektar, fær næmingurin seinnu ávaring. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin skrivliga ella í talgildari fráboðan hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina. Næmingurin fær bert tvær ávaringar. Um næmingurin við eftirfylgjandi fráveruuppgerð framhaldandi ikki hevur tikið ávaringarnar til eftirtektar, soleiðis at fráveran framvegis er meiri enn 15% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) ella av kravdum skrivligum avrikum í einari lærugrein, ella upp um 10% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) til samans í øllum lærugreinum, kann næmingurin ikki halda fram í útbúgvingini. Hann kann tó fara til próvtøku sum sjálvlesandi sambært galdandi reglum.
Stk. 7. 1) Stakgreinalesandi eru eisini fevnd av ásetingunum í hesi grein um møtiskyldu.
Stk. 8. 1) Rektarin kann í heilt serligum føri loyva næmingi, ið hevur verið fyri álvarsligum lívstilburði at fara til próvtøku eftir vanligum treytum, hóast ásetingarnar í stk. 5 og 6. Mentamálaráðið skal hava fráboðan.
§ 9. 1) Næmingarnir skulu fylgja skilhaldsreglum skúlans. Skúlastjórin sær til, at næmingarnir við skúlaársbyrjan verða kunnaðir um reglurnar og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar.
Stk. 2. Skúlastjórin kann burturvísa næmingi úr skúlanum, um næmingur groft brýtur skilhaldsreglur skúlans. Næmingur, sum verður burturvístur, kann fara til próvtøku sum sjálvlesandi sambært galdandi reglum.
Kapittul 7
Eftirmeting, ársmet og støðumet
§ 10. Undirvísingin skal javnan eftirmetast til innanhýsis nýtslu, soleiðis at næmingar og lærarar fáa kunnleika um úrslitið av undirvísingini. Harumframt skal fakliga støðið hjá einstaka næminginum eftirmetast til uttanhýsis nýtslu. Hetta verður gjørt við støðumeti og ársmeti.
§ 11. Ársmet verða við undirvísingarlok givin næmingum í fulltíðarútbúgving í øllum próvtøkulærugreinum og skrivað í próvtøkubók. Hetta verður gjørt í seinasta lagi 5 dagar áðrenn próvtøkuætlanin fyri tær munnligu próvtøkurnar, ávikavist tær skrivligu próvtøkurnar, verða almannakunngjørdar sambært ásetingum Mentamálstýrisins. Um møguleiki er fyri bæði skrivligari og munnligari próvtøku, skal ársmet gevast í báðum førum. Stakgreinalesandi, sjálvlesandi og tey, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, fáa ikki ársmet. Ársmetini verða skrivliga útflýggjað einstaka næminginum í seinasta lagi 3 dagar, áðrenn próvtøkuætlanin verður kunngjørd.
Stk. 2. Ársmet er meting lærarans av fakligu støðuni hjá næminginum í ávísu lærugreinini við undirvísingarlok. Miðskeiðis í skúlaárinum skal næmingurin hava støðumet, ið er meting lærarans av fakligu støðuni hjá næminginum í ávísu lærugreinini um hetta mundið.
Stk. 3. Listarnir við støðumetum og ársmetum verða undirskrivaðir av einstaka læraranum og latnir skúlanum sambært reglum, sum skúlin ásetir. Skúlin skal varðveita hesar listar í minsta lagi í 5 ár.
§ 12. Við støði í ársmetinum í HT 2 gevur skúlin næminginum ráð um framhald í HT 3. Næmingurin tekur sjálvur avgerð um hetta, ella – um hann er undir 18 ár og ógiftur – tann, sum hevur foreldramyndugleikan.
§ 13. Fyri at verða innstillaður til próvtøku í sambandi við ávikavíst fyrra part (SIT/HT 1) og seinna part av útbúgvingini (HT 2 og 3), skal næmingurin lúka krøvini í § 16, stk. 4, viðvíkjandi miðaltali fyri ársmeti.
§ 14. Í teimum lærugreinum, Mentamálastýrið ikki tekur út til próvtøku, verður ársmetið flutt sum flutt ársmet í teigin ”Flutt ársmet” í próvtøkubókini.
Kapittul 8
Próvtøkur
Innskriving til próvtøku
§ 15. Próvtøka verður hildin í mai-juni (vanligt próvtøkuskeið) og í august-oktober (sjúkrapróvtøkuskeið).
Stk. 2. Skúlin skal í seinasta lagi 1. desember boða Mentamálastýrinum frá, hvørjir næmingar skulu til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, og hvørjar lærugreinirnar eru. Skúlin letur inn upplýsingar sambært ásetingum hjá Mentamálastýrinum. Um broytingar henda, skal Mentamálastýrið alt fyri eitt hava fráboðan um hesar.
Stk. 3. Fyri at næmingur kann verða innskrivaður til próvtøku, skal miðaltal hansara av samlaðu ársmetunum vera í minsta lagi 6.
Stk. 4. 1 Fyri næmingar, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum.
Stk. 5. Eingin næmingur kann innskriva seg til próvtøku í einari lærugrein á sama stigi meira enn 2 ferðir.
Próvtøka í fyrra parti av útbúgvingini (SIT/HT 1)
§ 16. Einstaki næmingurin, ið ætlar at søkja um upptøku á seinna parti av HT-útbúgvingini, fer aftaná 1. skúlaár (støðisárið) til próvtøku tilsamans 4 ferðir í lærugreinum, sum nevndar eru í § 4, stk. 1. Farið verður altíð til skrivliga próvtøku í føroyskum og støddfrøði. Um ein próvtøka hevur bæði ein skrivligan og ein munnligan part, telur hvør parturin sum ein próvtøka.
Kravdar lærugreinir | Próvtøkuháttur |
Enskt C | M |
Føroyskt C | S*, M |
Støddfrøði C | S*, M |
Vallærugreinir | Próvtøkuháttur |
Alisfrøði C | M |
Evnafrøði C | M |
Lívfrøði C | M |
S: skrivlig próvtøka
M: munnlig próvtøka
Tá ið bókstavurin er merktur við *: kravd próvtøka
Próvtøka í seinna parti av útbúgvingini (HT 2 og 3)
§ 17. Einstaki næmingurin fer í seinna parti av HT-útbúgvingini til próvtøku tilsamans 11 ferðir í teimum lærugreinum, sum nevndar eru í § 4, stk. 1, 5 ferðir í HT 2 og 6 ferðir í HT 3.
Stk. 2. Í HT 2 verður altíð farið til skrivliga próvtøku í støddfrøði á B-stigi. Herumframt verður altíð farið til munnliga próvtøku í tøknifrøði á B-stigi.
Stk. 3. Í HT 3 verður altíð farið til skrivliga próvtøku í føroyskum á A-stigi eins og í vallærugreinunum á A-stigi. Herumframt verður altíð farið til munnliga próvtøku í tøkni á A-stigi.
Stk. 4. Í yvirlitinum niðanfyri er tilskilað, á hvørjum floksstigi farið verður til próvtøku í kravdum lærugreinum og vallærugreinum, eins og próvtøkuhátturin er tilskilaður.
Kravdar lærugreinir, HT 2 | Próvtøkuháttur |
Alisfrøði B | M |
Enskt B | M |
Samfelagsfrøði C | M |
Støddfrøði B | S* + M |
Tøknifrøði B | M* + V* |
Kravdar lærugreinir, HT 3 | Próvtøkuháttur |
Føroyskt A | S*, M |
Tøkni A | M* + V* |
Vallærugreinir í HT 2 ella HT 3 | Próvtøkuháttur |
2. fremmandamál, byrj. C/B | M |
Alisfrøði A | S* + M |
Enskt A | S* + M |
Evnafrøði B | M |
Evnafrøði A | S* + M |
Fiskivinna C | M |
Forritan C | M |
Góðskustýring C | M |
Heimspeki C | M |
Lívfrøði B | M |
Sálarfrøði C | M |
Samfelagsfrøði B | M |
Samskiftistøkni C | M |
Statikkur og styrkilæra C | M |
Støddfrøði A | S* + M |
Tøknifrøði A | M* + V* |
Tøknisøga C | M |
Virkisbúskapur C | M |
S: skrivlig próvtøka
M: munnlig próvtøka
V: verkætlan
Tá ið bókstavurin er merktur við *: kravd próvtøka
Felags fyri próvtøkurnar
§ 18. Mentamálastýrið ásetur á hvørjum ári, hvørjum lærugreinum einstaki næmingurin fer til munnliga próvtøku í.
Stk. 2. Próvtøkurnar fara fram á tí floksstigi, har næmingurin endar undirvísingina í lærugreinini.
Stk. 3. Hevur ein lærugrein fleiri stig, skal lægra stigið vera staðið, áðrenn farið verður upp til próvtøku á næsta stigi.
Stk. 4. Endurpróvtøkur, ið eru partur av eini samlaðari gongd til hægri tøkniliga próvtøku, telja ikki við i teimum 11 provtøkunum, sbr. § 17, stk. 1.
Stk. 5. Ein verkætlan verður vard við eina munnliga próvtøku, ið fer fram við støði í avrikinum, ið einstaki næmingurin, ella ein bólkur, hevur latið úr hondum, sbr. § 7, stk. 4. Í dømingini verður høvuðsdenturin lagdur á avrikið, ið latið er inn. Givið verður 1 próvtal fyri verkætlanina við støði í eini heildarmeting. Tó verða 2 próvtøl givin fyri verkætlanina í tøkni á A-stigi, eitt fyri serfakliga avrikið og eitt fyri evnini hjá næminginum at sameina ástøði og verkligt innihald, eins og knýta saman vitan úr ymsum lærugreinum.
Kapittul 9
Prógv
SIT-prógv
§ 19. Á próvskjalinum skulu tær lærugreinirnar standa, sum næmingurin hevur verið til próvtøku í, sbr. tó § 11.
Stk. 2. Í lærugreinum, sum ikki verður farið til próvtøku í, verður ársmetið flutt til teigin “Próvtøl”, og tilskilað verður, at talan er um flutt ársmet.
Stk. 3. Í teiginum “Ársmet” verður roknað eitt miðaltal av ársmetunum, og í teiginum “Próvtøl” verður roknað miðaltal av próvtølunum, sum eru fingin til próvtøku, og av teimum fluttu ársmetunum. Av báðum miðaltølum verður roknað eitt miðaltal við einum desimali, og er hetta miðaltalið próvtøkuúrslitið.
Stk. 4. Próvtøkan er staðin, tá ið kravið um miðaltalið 6 er lokið, bæði viðvíkjandi ársmetum og próvtølum hvør sær.
HT-prógv
§ 20. Á próvskjalinum skulu tær lærugreinirnar standa, sum næmingurin hevur verið til próvtøku í, sbr. tó § 11.
Stk. 2. Í lærugreinum, sum ikki verður farið til próvtøku í, verður ársmetið flutt til teigin “Próvtøl”, og tilskilað verður, at talan er um flutt ársmet.
Stk. 3. Í teiginum “Ársmet” verður roknað eitt miðaltal av ársmetunum, og í teiginum “Próvtøl” verður roknað miðaltal av próvtølunum, sum eru fingin til próvtøku, og av teimum fluttu ársmetunum. Av báðum miðaltølum verður roknað eitt miðaltal við einum desimali, og er hetta miðaltalið próvtøkuúrslitið.
Stk. 4. Fyri næmingar, ið velja eina lærugrein á A-stigi, har teir hava verið til skrivliga próvtøku á B-stigi, verða skrivliga próvtalið á B-stigi og skrivliga próvtalið á A-stigi í lærugreinini løgd saman í lutfallinum 1:2.
Stk. 5. Próvtøkan er staðin, tá ið kravið um miðaltalið 6 er lokið, bæði viðvíkjandi ársmetum og próvtølum hvør sær.
Kapittul 10
Stakgreinalestur og sjálvlestur
§ 21. SIT- og HT-próvtøkur kunnu takast í støkum lærugreinum, sbr. § 2, stk. 6. Próvtøkur í støkum lærugreinum kunnu setast saman til eitt samlað prógv.
Stk. 2. Reglurnar um eftirmeting, sbr. §§ 10 og 11, eru ikki at nýta í sambandi við stakgreinaundirvísing. Tey, ið taka stakar lærugreinir, kunnu tó fáa tilboð um eftirmeting tvær ferðir um árið frá viðkomandi faklærara. Í seinastu hálvu fyri próvtøku skulu stakgreinalesandi í teimum lærugreinunum, sum enda við skrivligari próvtøku, hava tilboð um at skriva uppgávu undir próvtøkulíknandi umstøðum.
Stk. 3. Stakgreinalesandi fara til próvtøku við undirvísingarlok. Verður farið til próvtøku seinni, fer hetta fram eftir somu treytum sum sjálvlesandi.
Stk. 4. Innskriving til stakgreinalestur fylgjandi skúlaár fer í seinasta lagi fram 25. juni á serligum oyðiblaði, sum Mentamálastýrið ger. Skúlin boðar Mentamálastýrinum frá um stakgreinalesandi sambært nærri ásettum reglum.
§ 22. Sjálvlesandi kunnu innskriva seg til próvtøku í eini ella fleiri lærugreinum, uttan heilt ella lutvíst at hava fingið undirvísing frammanundan.
Stk. 2. Innskriving til próvtøku sum sjálvlesandi fer fram í seinasta lagi 25. februar tað árið, ætlanin er at fara til próvtøku. Innskriving fer fram á serligum oyðiblaði, sum Mentamálastýrið ger.
Stk. 3. Fyri sjálvlesandi er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum.
Stk. 4. Hevur ein lærugrein fleiri stig, skal lægra stigið vera staðið, áðrenn farið verður upp til próvtøku á næsta stigi.
§ 23. Næmingur, sum ikki hevur staðið samlaðu próvtøkuna, sbr. § 20, stk. 4, kann fáa útflýggjað skjalváttan fyri at hava staðið próvtøku í støkum lærugreinum, um næmingurin í minsta lagi hevur fingið próvtalið 6 til einstøku próvtøkuna.
Kapittul 11
Ymsar ásetingar
§ 24. Mentamálastýrið kann senda út leiðbeiningar um undirvísingina í lærugreinunum.
§ 25. Næmingur kann kæra avgerð skúlastjórans sambært hesari kunngerð, her í millum avgerðir um burturvísing ella onnur agatiltøk, til Mentamálastýrið innan 7 dagar aftaná, at næmingurin er kunnaður um avgerðina.
Stk. 2. Um næmingurin ikki er myndugur, kann tann, ið hevur foreldramyndugleikan, senda kæruna.
Stk. 3. Kæran verður skrivliga latin skúlastjóranum, sum sendir hana til Mentamálastýrið saman við sínum ummæli av málinum. Áðrenn málið verður sent Mentamálastýrinum, skal skúlastjórin geva tí, ið kærir, møguleika fyri innan 7 dagar, at gera viðmerkingar til ummæli skúlastjórans. Møguligar viðmerkingar skulu eisini sendast Mentamálastýrinum.
Stk. 4. Mentamálastýrið ger av, um avgerð skúlastjórans skal standa við ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, ið hevur kært.
§ 26. Mentamálastýrið kann lata fíggjarligan stuðul til námsfrøðiligt menningararbeiði og til eftirútbúgving av lærarum og øðrum starvsfólkum.
§ 27. Ein normalsíða (ns.) av teksti (óbundnum máli) fevnir um 1300 bókstavir, og ein normalsíða í bundnum máli (yrkingar) fevnir um 30 reglur.
Stk. 2. Ein normaluppgáva í eini lærugrein er ein uppgáva, sum í vavi svarar til eina skrivliga próvtøkuuppgávu. Ein normaluppgáva í lærugreinunum tøkni og tøknifrøði er ein frágreiðing, sum í vavi svarar til 15-30 normalsíður.
§ 28. Skúlaárið hjá næmingunum er 200 dagar, íroknað próvtøkutíðarskeiðið.
Kapittul 12
Skiftisreglur og gildiskoma
§ 29. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Henda kunngerð fevnir eisini um teir næmingar, ið taka HT-útbúgving sambært royndarskipan frá august 2000. Ásetingarnar um HT-útbúgving, samtyktar av Landsskúlaráðnum tann 29. mai 1995, eru galdandi fyri næmingar, sum eru tiknir upp í útbúgvingina fyri 1. august 2000.
Mentamálastýrið, 13.juni 2002
Annlis Bjarkhamar (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)
Fylgiskjal 1
Apríl 2002
Lærugreinarøðin til hægri tøkniliga próvtøku
Undirvísingin í teimum einstøku lærugreinunum fer fram sambært endamálsorðingunum í hesum fylgiskjali. Lærugreinir úr lærugreinarøðini úr øðrum gymnasialum útbúgvingum, sbr. § 6, stk. 7 í kunngerðini, verða lisnar sambært avvarðandi lærugreinakunngerðum.
1.1 2. fremmandamál
1.2 C-stig, byrjanarmál
Endamálið er, at næmingurin
a) fær grundleggjandi kunnleika til mállæruna,
b) verður førur fyri at lesa og skilja lættari tekstir á upprunamálinum,
c) fær venjing í at tosa málið og lærir at skilja talumálið ótarnað og
d) við at arbeiða við tekstum frá máløkinum fær vitan um mentanarlig og sosial viðurskifti í landinum sjálvum og í ávísan mun í londum, har málið eisini verður nýtt.
1.3 C-stig, framhaldsmál
Endamálið er, at næmingurin
a) framhaldandi mennir førleika sín at tala málið hampiliga rætt eins og ótarnaður at skilja talumálið,
b) verður førur fyri at skrivliga at málbera seg einfalt á málinum,
c) framhaldandi økir um fortreytir sínar fyri at skilja tekstir á málinum og
d) við at arbeiða við ymiskum tekstum fær breiðari innlit í mentanarlig, søgulig og samfelagslig viðurskifti í landinum/londunum, har málið verður tosað.
1.4 B-stig, framhaldsmál
Endamálið er, at næmingurin
a) framhaldandi mennir munnliga og skrivliga málførleikan hjá sær,
b) verður førur fyri at málbera seg flótandi og natúrliga á málinum,
c) økir um fortreytir sínar fyri at skilja meiri torgreiðar tekstir á málinum og
d) fær djúpri innlit í eyðkend mentanarlig, søgulig og samfelagslig viðurskifti í landinum og fær eina samanhangandi fatan av samanspælinum millum hesi viðurskifti.
2.1 Alisfrøði
2.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) fær amboð til at skilja náttúruvísindaligu heimsmyndina,
b) fær grundleggjandi innlit í alisfrøðiligar meginreglur og alisfrøðiligt arbeiðslag, ið eru støði undir tøknifrøðini í okkara tíð og
c) fær vitan um alisfrøðiligar hugsanar- og arbeiðshættir.
2.3 B-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) framhaldandi skal økja vitan sína um alisfrøðiligar arbeiðshættir, hugtøk og lógir,
b) dugir at nýta nýta alisfrøðiligar arbeiðshættir fyri at loysa verkligar og ástøðiligar spurningar og
c) í sambandi við starvsstovuroyndir lærir at greina ymiskar uppgávur og greiða frá teimum bæði skrivliga og munnliga.
2.4 A-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) økir um evni síni at lýsa, greina og meta um alisfrøðiligar spurningar við støði í náttúruvísindaligum arbeiðs- og hugsanarháttum,
b) dugir at viðgera myndlar ástøðiliga,
c) dugir sjálvstøðugt at gera starvsstovuroyndir og arbeiða við náttúruvísindaligum verkætlanum og
d) fær holla venjing í skrivliga at loysa alisfrøðiligar uppgávur og at gera skrivligar frágreiðingar um alisfrøðiligar royndir.
3.1 Enskt
3.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) skilir fjølbroytt enskt mál í skrift og talu,
b) dugir at málbera seg væl munnliga og skrivliga á fjølbroyttum máli um almenn og samfelagslig viðurskifti,
c) framhaldandi mennir kunnleika sín um mállæruna í enska málinum og
d) økir málsliga og mentanarliga vitan og tilvitsku sína um Stóra Bretland og ensktmælt øki.
3.3 B-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) verður førur fyri ótarnaður at lesa og skilja tekstir við tøkniligum og náttúruvísindaligum innihaldi,
b) mennir evni síni at skilja og brúka enska málið rætt í skrift og talu,
c) fær førleika at at greina og tulka tekstir á enskum máli,
d) mennir almennu máltilviskuna og fatanina av sambandinum millum mál, mentan og samfelagsviðurskifti og
e) við at arbeiða við enskum tekstunum fær innlit í týðandi tættir av mentan, søgu og samfelagslivi í Stóra Bretlandi, USA og øðrum ensktmæltum londum.
3.4 A-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) dýpir evni síni at lesa tekstir um náttúruvísindalig og tøknilig evni,
b) framhaldandi mennir evni síni at orða seg fjøltáttað og rætt á enskum í skrift og talu,
c) framhaldandi mennir evni síni at greina og tulka ymisk tekstasløg á enskum,
d) dýpir vitan sína um týðandi tættir innan mentan, søgu og samfelagslív í Stóra Bretlandi og USA og
e) á vandaligan hátt megnar at síggja líkleikar og munir millum egna mentan og angelsaksisku mentanina.
4.1 Evnafrøði
4.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) fær innlit í grundleggjandi hugtøk og evni innan lívrunna og ólívrunna evnafrøði,
b) fær kunnleika um eginleikar hjá og nýtslu av týðandi evnafrøðiligum evnum, umframt kunnleika um týdningin, sum serligar útvaldar evnafrøðiligar ágerðir og andgerðir hava fyri tøknifrøðilig, umhvørvislig og samfelagslig viðurskifti,
c) fær grundleggjandi fimi í royndar- og starvsstovuarbeiði, her í millum um trygdarreglur og umhvørvisreglur viðvíkjandi handfaring av vandamiklum evnum,
d) fær venjing í at orða seg skrivliga og munnliga um evnafrøðiligar spurningar og royndir og
e) ognar sær fakligar fortreytir fyri at meta um týdningin, sum evnafrøðin hevur fyri einstaklingin eins og fyri samfelagið og tøknifrøðiligu menningina.
4.3 B-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) fær sína vitan um evnafrøðina dýpaða, skipaða og setta inn í størri høpi,
b) fær fimi í at orða seg um hugtøk, fakmál og roknihættir, ið verða nýtt í evnafrøðini,
c) verður førur fyri at ogna sær nýggja vitan innan fakøkið,
d) lærir at nýta evnifrøðilig hugtøk og evnafrøðiligar arbeiðshættir fyri at loysa verkligar og ástøðiligar spurningar innan avmarkað evni og
e) verður førur fyri at leita eftir náttúruvísundaligum upplýsingum og at brúka hesar.
4.4 A-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) fær eina samanhangandi fatan av meginhugtøkum, myndlum og lógum innan evnafrøðina,
b) framhaldandi økir um evni síni skrivliga at orða seg um evnifrøðiligar spurningar,
c) dugir at nýta vitan sína úr alisfrøðini og støddfrøðini til at viðgera evnafrøðiligar myndlar,
d) ognar sær størri fimi í arbeiðsgongdum innan royndararbeiði og víðkaðan kunnleika um evnifrøðilig evni, her í millum trygdarreglur og umhvørvissjónarmið,
e) dugir at leita eftir og meta um evnifrøðilig evni,
f) dugir at nýta evnafrøðilig hugtøk og háttarløg fyri at loysa meri samansettar verkligar og ástøðiligar spurningar,
g) dugir sjálvstøðugt at gera og skjalprógva gongdir innan royndararbeiði og
h) dugir at nýta náttúruvísindaligar hugsanar- og arbeiðshættir.
5.1 Fiskivinna
5.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) fær grundleggjandi innlit í tey náttúru- og samfelagsviðurskifti, sum hava týdning fyri fiski- og alivinnuna í Føroyum,
b) gerst førur fyri at meta vandaliga um upplýsingar, sum hava við fiski- og alivinnuna at gera, og taka støðu til sjónarmið í dagliga kjakinum,
c) fær kunnleika til dýpi og botnviðurskifti og um tey fiskasløgini, ið hava týdning fyri fiskiskapin,
d) fær vitan um vistfrøðilig viðurskifti, har í millum um dálking við plantu- og djóraeitri, lívfrøðiligari dálking, dálking við tungmetallum og oljudálking,
e) fær kunnleika um stovnshugtakið og um, hvussu lívfrøðilig og búskaparlig tiltøk til stýring av fiskivinnuni verða nýtt,
f) innlit í hagreiðing og framleiðslugongd umborð á skipum,
g) fær holla vitan um aling sum framleiðsluhátt - frá lívfiski til fiskurin verður sendur á marknað og um, hvussu alivinnan ávirkar umhvørvið og umhvørvið alivinnuna og
h) fær vitan um útflutning, marknað og arbeiðspláss í sambandi við fiskivinnu.
6.1 Forritan
6.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) fær kunnleika til og fimi í at loysa ymsar spurningar við at nýta teldufrøðilig háttaløg og teldufrøðiligar arbeiðshættir,
b) fær kunnleika til og fimi í at nýta forritanarmál,
c) fær kunnleika til tann grundleggjandi bygnaðin í arkitekturinum hjá teldum og
d) dugir at orða seg skrivliga um teldufrøðilig evni.
7.1 Føroyskt
7.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) mennir hugin at lesa og uppliva tekstir,
b) mennir sítt málsliga, søguliga og fagurfrøðiliga medvit, sína sjálvsfatan, sítt hugflog og síni evni at taka støðu,
c) dugir at greina, tulka og meta um ein tekst og
d) mennir sína málkenslu, bæði munnliga og skrivliga, so hann verður førur fyri at orða seg greitt og hóskandi til høvið.
7.3 A-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) framhaldandi mennir hugin at lesa og uppliva tekstir,
b) økir um sína málsliga og listarliga tilvisku, sína sjálvsfatan, sítt hugflog og síni evni sjálvstøðugt at taka støðu,
c) dugir at greina, tulka og meta um ymisk tekstasløg,
d) mennir tilvitsku sína um søgu, samfelags- og mentanarviðurskifti og dugir at seta hetta inn í eitt størri høpi og
e) mennir sína málkenslu, bæði munnliga og skrivliga, so hann verður førur fyri at orða seg greitt, rætt og fjøllbroytt.
8.1 Góðskustýring
8.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) fær vitan um góðskustýringarhugtakið, góðskustýringarskipanir og góðskustýringaramboð,
b) fær vitan um løggilding og um týdninginum av framhaldandi menning í einari lærandi fyritøku,
c) skilir góðskustýringarhugtakið og tað orðalagið, sum verður nýtt í hesum høpi,
d) skilir góðskustýring í einari fyritøku og tann týdningin, sum góðskustýring hevur fyri arbeiðsgongd og dygd í einari fyritøku og
e) verður førur fyri at loysa minni uppgávur viðvíkjandi góðskustýring við støði í grundleggjandi hugtøkum og amboðum.
8.3 Heimspeki
8.4 C-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) ognar sær vitan um heimspekilig greiðsluevnismál og ástøði viðvíkjandi grundleggjandi fatan av menniskju, samfelagi og náttúru og viðvíkjandi almennum fyritreytum fyri samkenning og gerð,
b) mennir evni síni at greiða frá, greina og taka støðu til heimspekiligar spurningar og
c) fær fatan av, hvussu heimspekiligar áskoðanir eru tengdar saman við hug-, samfelags- og náttúruvísindaligum lærugreinum, umframt politiskum grundáskoðanum.
10.1 Lívfrøði
10.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) fær kunnleika til grundleggjandi lívfrøðilig evni og náttúruvísindaligar hugsanarhættir,
b) fær innlit í tann týdning, sum lívfrøðiligar tilgongdir hava fyri framleiðslu, umhvørvi og heilsu,
c) fær innlit í hvønn týdning virksemi menniskjanna hevur fyri umhvørvi og heilsu,
d) lærir at gera og skjalprógva einfaldar lívfrøðiligar royndir og
e) ognar sær grundleggjandi fakligar fortreytir fyri at meta um og luttaka í orðaskiftinum um nútímans lívfrøðiligar spurningar.
10.3 B-stig
Endamálið er, næmingurin
a) dýpir sín kunnleika um lívfrøði og náttúruvísindaligar hugsanarhættir,
b) fær djúpri innlit í lívfrøðiligar tilgongdir, ið eru grundarlag fyri útvalda nýtslu innan framleiðslu, umhvørvisvernd, umframt sjúkraviðgerð og basan av sjúkum,
c) verður førur fyri at leggja til rættis lívfrøðiligar royndar og kanningar og fær venjing í at fremja og skjalprógva hesar og
d) dýpir sinar fakligar fortreytir fyri at meta um og luttaka í orðaskiftinum um, hvussu lívfrøðin kann gagnnýtast í gerandisdegnum.
11.1 Samfelagsfrøði
11.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) fær kunnleika til búskaparlig, politisk og tøknifrøðilig viðurskifti,
b) dugir at greiða frá einføldum búskaparligum, politiskum og tøknifrøðiligum viðurskiftum, ið eru av týdningi fyri samfelagsmenningina í innlendis og altjóða høpi,
c) skilir einfaldar samfelagsligar avgerðarhættir , ið eru av týdningi fyri fyri tann einstaka og fyri samfelagið,
d) kann greiða frá og skifta orð um samanhangið millum samfelagsligu og tøknifrøðiligu menningina og
e) dugir at samantvinna samfelagsligt innlit við egna tilveru og at taka lut í dagliga orðaskiftinum um samfelagið.
11.3 B-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) fær dýpað sítt innlit í nøkur búskaparlig, politisk, mentanarlig og altjóða viðurskifti og fær kunnleika til samfelagslig ástøði og samfelagslig háttaløg,
b) kann greiða frá týðandi tættum í samfelagsligu menningini, ið hava týdning fyri atgerðarmøguleikarnar hjá tí einstaka,
c) fatar altjóða greiðsluevni,
d) skilir tann týdning, sum samfelagsligar drívkreftir hava fyri tøknifrøðiligu menningina og
e) skilir fortreytirnar fyri egnum sjónarmiðum eins og fortreytirnar hjá øðrum og styrkir sínar fortreytir fyri at luttaka í samfelagsorðaskiftinum.
12.1 Samskiftistøkni
12.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin fær
a) innlit í og dugir at nýta kunningartøknilig hugtøk,
b) grundleggjandi vitan um og dugir at nýta kunningartøkniligar skipar, ið byggja á tøknifrøði, fyri at loysa ymsar uppgávur og spurningar,
c) fær yvirlit yvir høvuðsbólkar av kunningartøkniligum skipanum og
d) fær kunnleika til teir møguleikar, fyrimunir og vansar, sum nýtslan av kunningartøkni ber í sær fyri einstakling, fyritøkur og samfelag.
12.3 B-stig
Endamálið er, at næmingurin við støði í vitanini frá C-stignum fær
a) øktar førleikar í nýtslu av kunningartøkniligum hugtøkum, háttaløg og kunningartøkniligar skipanir, ið byggja á tøknifrøði, fyri at loysa ymsar uppgávur og spurningar,
b) grundleggjandi kunnleika til og fimi í tillaging av tøknifrøðiligum skipanum,
c) verkligan kunnleika til kunningartøkniligar frymlar, ið kunnu loysa tøknifrøðiligar og tøkniligar spurningar og
d) ítøkiligt innlit í og hollan kunnleika um fyritøkur og samfelagsviðurskifti við atliti at øktari tøknifrøðifatan.
13.1 Sálarfrøði
13.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin lærir
a) at savna og skipa vitan um hugsan, kenslur og atferð menniskjans,
b) at skilja sálarligu menningina út frá ymiskum ástøðum og kanningarháttum við at lýsa ymiskar og broyttar menningarumstøður, ið geva eina fjøltáttaða fatan av menningarorsøkum,
c) at nýta sálarfrøðiliga ástøðið til at skilja nútíðarmenniskjað,
d) um sálarligu menning menniskjans, m.a. verða hugtøkini samleiki, tilvitan og atferð viðgjørd,
e) um munir og broytingar í menningini og verður førur fyri at seta hetta inn í størri høpi, bæði søguliga og mentanarliga,
f) um høvuðsmunir millum sálarfrøðiligar ástøðisskipanir, háttaløg og menniskjaáskoðanir og dugir at nýta henda kunnleika,
g) at menna evni síni at lýsa, greina og meta um sálarfrøðilig greiðsluevni og at nýta tey sálarfrøðiligu hugtøkini og
h) at seta sálarfrøðiliga vitan í samband við dagligu tilveruna.
14.1 Statikkur og styrkilæra
14.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin fær
a) grundleggjandi kunnleika til hugtøk innan statikk og styrkilæru,
b) vitan um dimensionering og styrkikanning av einføldum bygningseindum,
c) vitan um tey mest vanligu tyngingarsløgini í byggi- og maskineindum,
d) kunnleika til gerð av statiskum frymlum fyri bjálka-, súlu- og rimagrind,
e) kunnleika um styrki og mótstøðuføri hjá ymiskum tilfari og
f) høvi til við støði í einføldum konstruktiónum at velja statiskan frymil, gera skurðkraftásetingar og gera neyðugar dimensioneringar.
15.1 Støddfrøði
15.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) fær grundleggjandi kunnleika til støddfrøðiligar hugsanar- og arbeiðshættir,
b) mennir rokniførleika og kunnleika sín til, hvussu støddfrøðin er eitt amboð, ið kann orða, greina og loysa týðandi spurningar,
c) fær venjing í at orða seg munnliga og skrivliga um einfaldar støddfrøðiligar spurningar og at gera einfaldar støddfrøðiligar próvførslur, og
d) ognar sær fimi og hættir at loysa støddfrøðiligar spurningar, sum kann vera honum til gagns í øðrum lærugreinum og í framhaldandi útbúgving.
15.3 B-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) dugir at nýta støddfrøðilig hugtøk, háttaløg og KT sum amboð í sambandi við at orða, greina og loysa ástøðiligar og verkligar spurningar innan støddfrøðina,
b) fær góðan kunnleika til funkur, geometri, trigonometri, vektorar, rúmligar ritmyndir, differentialrokning og integralrokning,
c) fær høvi at nýta støddfrøðina sum amboð fyri at loysa verkligar spurningar og
d) fær fortreytir fyri at nýta støddfrøði í øðrum lærugreinum og í framhaldandi útbúgving.
15.4 A-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) framhaldandi økir um kunnleika sín, sum hann hevur ognað sær á B-stigi,
b) fær hollan kunnleika innan differentialrokning, her í millum funkukanningar, integralrokning, differentiallíkningar, vektorfunktiónir, vektorar í rúminum, umframt eitt valfrítt evni,
c) kann nýta støddfrøðilig ástøði og háttaløg til sjálvstøðugt at orða, greina og loysa ástøðiligar og verkligar spurningar við støði í støddfrøðiligum orðingum, umframt at skjalprógva loysnir og
d) økir um vitan sína viðvíkjandi nýtslu av støddfrøðiligum myndlum innan tøknilig, náttúruvísindalig og samfelagslig øki, samstundis sum hann við umhugsi skal venjast við, hvussu hesar kunnu nýtast í verkligum høpi.
16.1 Tøkni
16.2 A-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) ognar sær hollan kunnleika um arbeiðsumhvørvi og trygd, góðsku og búskap, so hann fær eina breiða ástøðiliga og verkliga vitan um tað, ið eyðkennir týðandi tættir í lærugreinini,
b) fær kunnleika til søguligu og mentanarligu menningina innan tøkni,
c) dugir at lýsa, ráðleggja og fremja eina sjálvstøðuga verkætlanargongd og ítøkiligar verkætlanir,
d) kann leita upp, viðgera og leggja fram týðandi upplýsingar og seta fram uppskot til loysnir,
e) kann hugsa gjølla um ein ítøkiligan faksermerktan spurning og
f) kann tengja søgulig, mentanarlig, búskaparlig og umhvørvislig sjónarmið eins og framleiðslusjónarmið uppí verkætlanararbeiði.
17.1 Tøknifrøði
17.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) ognar sær grundleggjandi ástøðiligan kunnleika um tøkni, ið verður nýtt innan yrkislærugreinirnar,
b) fær vitan um, hvussu tøkniframstig hava ment ymisk yrki,
c) mennir ein náttúruvísindaligan hugsanarhátt,
d) kan greiða frá einføldum tøknifrøðiligum fyribrigdum,
e) fær grundleggjandi vitan um nýtslu av KT í ymsum yrkjum,
f) lærir at arbeiða við loysa smærri verkætlanir, og
g) fær kunnleika um arbeiði á verkstaði og starvsstovu, her í millum um arbeiðsgongdir og trygd.
17.3 B-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) ognar sær kunnleika um ta tøknifrøðina, sum verður nýtt í vinnulívinum,
b) kann greiða frá einari vøru og framleiðsluni av henni í einum tøknifrøðiligum høpi,
c) kann greiða frá samanspælinum millum vøru, framleiðslu og samfelag,
d) kann arbeiða við umhvørvismeting á ymsum stigum í vørumenning,
e) kann arbeiða við verkætlanum í tvørfakligum gongdum og við ymsum spurningum, umframt at menna verkligar loysnir,
f) kann kenna og orða greiðsluevni, geva loysnir, próvføra hesar og skrivliga greiða frá tøknifrøðiligum viðurskiftum,
g) kann nýta eina náttúruvísindaliga og samfelagsvísindaliga vitan í tøknifrøðiligum høpi,
h) kann gera og skjalprógva eina verkætlanargongd, ið fevnir um verkstaðar- og starvsstovuarbeiði, eins og um partar innan tænastuvinnuna,
i) dugir at nýta KT sum samskiftisamboð og
j) fær grundleggjandi fortreytir fyri undirvísing í lærugreinini tøkni.
17.4 A-stig
Endamálið er, at næmingurin – við støði í loknum B-stigi -
a) framhaldandi fær innlit í tøknifrøðiligar skipanir, og hvussu tøknifrøðin verður nýtt í einari vøru,
b) dugir at seta upp tøknifrøðilig greiðsluevni við støði í egnari eygleiðing,
c) er førur fyri ráðleggja, gera og skjalprógva eina verkætlanargongd,
d) dugir at nýta greinandi háttaløg fyri at lýsa partar av einari gongd og at lýsa samanhangið millum teir ymsu partarnar,
e) dugir at seta upp og nýta verkligar og ástøðiligar myndlar, her í millum eftirlíkningarmyndlar og útrokningarmyndlar,
f) dugir at tillaga verandi forrit til ítøkiligar, tøkniligar umstøður og
g) dugir at nýta samskiftistøknifrøðilig myndla- og eftirlíkningarforrit og
h) dugir at savna dátu í sambandi við eftirlíkning og samlát.
18.1 Tøknisøga
18.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin fær
a) greitt yvirlit yvir søguligu gongdina innan tøknimenningina í vesturheiminum,
b) grundleggjandi vitan um ymisk eyðkenni hjá tøknini við støði í søguligum dømum,
c) hugtøk, ið gera hann føran fyri at greina og skilja menningina av ymsari tøkni,
d) tilvitsku um spurningar av etiskum, mentanarligum, samfelagsligum og umhvørvisligum slagi, sum tøknimenningin hevur verið atvoldin til og
e) høvi til sjálvstøðugt at seta seg inn í, greina og taka støðu til spurningar, ið eru ein avleiðing av tøkniligu menningini.
19.1 Virkisbúskapur
19.2 C-stig
Endamálið er, at næmingurin
a) fær neyðuga vitan um, hvat eitt virki er, og dugir at fata virkið sum eina fyriskipan og sum part av umheiminum. Hann skal kenna høvuðsfunktiónirar í einum virki og tær vanligu uppgávurnar í búskaparfunktiónini,
b) dugir at skilja ímillum rakstur og fíggjarstøðu,
c) skilir dupultu bókhaldsregluna og dugir at brúka hana í skrásetingararbeiðnum
d) dugir at skráseta vanligar dagligar bókingar og eftirbókingar í handilsvirki,
e) dugir at seta ársroknskap upp við notum,
f) skilir regluna um tíðaravmarking og týdningin, sum meting um virði á ognum hevur fyri úrslit og eginpening. Hann skal duga at gera einfaldar roknskapargreiningar,
g) veit, hvussu búskaparliga stýringin virkar sum samskipan av keypi, framleiðslu og sølu, og
h) skilir endamálið við fíggjarætling og veit, hvussu høvuðsætlanirnar hanga saman.