23. mai 2017Nr. 63
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017
(Hækking av kvotu til vísindaligar fiskirannsóknir)
§ 1
Í kunngerð nr. 138 frá 22. desember 2016 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 5. januar 2017 og kunngerð nr. 6 frá 26. januar 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 1 verður “95.876 tons” broytt til: “97.176 tons”.
2. Í § 11, stk. 1 verður “500 tons” broytt til: “1.800 tons”.
3. Í § 13 verður “12.000 tons” broytt til: “10.700 tons”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 23. mai 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)