Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. mai 2016Nr. 62
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2016, sum broytt við kunngerð nr. 111 frá 16. november 2016
1) Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 2, 3, 4, 6, 7 og 8, § 9, stk. 2, § 10, stk. 1 og 3, § 32, stk. 1, § 36, stk. 1 og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. juni 1995, § 6 í løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 80 frá 20. august 2007 og løgtingslóg nr. 74 frá 7. juni 2012, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2016 og treytir um virking, lating og móttøku av veiðu í tí sambandi.
Heildarkvota og býti av kvotuni
§ 2. Føroyska heildarkvotan av norðhavssild í 2016 er 56.087 tons. Afturat hesum kemur kvota, ið er latin sum samsýning í sambandi við vísindaligar rannsóknir í 2015.
§ 3. Av kvotuni, sambært § 2, verða 43.587 tons sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska. Fiskiskapurin kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi, ES sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum. Fiskiskapurin í ES sjógvi av hesi kvotu er avmarkaður til í mesta lagi 6.000 tons.
§ 4. Av kvotuni, sambært § 3, verða 34.565 tons latin nótaskipum, t.e. fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum hava rætt til fiskiloyvi, sambært § 5, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini, at fiska eginkvotu av norðhavssild. Kvotan verður latin sum egin árskvota.
Stk. 2. 1) Fiskiførum eru heimilað at veiða av kvotuni fyri 2017 við upp til 10% av egnu árskvotuni fyri 2016. Veiða, sum er fiskað sambært 1. pkt, verður mótroknað í tillutaðu kvotuni hjá fiskifarinum í 2017.
§ 5. Av kvotuni, sambært § 3, verða 2.522 tons latin ídnaðarskipum, t.e. øðrum enn teimum í § 4 nevndu fiskiførum, sum í 2015 høvdu fiskiloyvi til beinleiðis veiðu eftir norðhavssild, ella fiskiførum, hesin rættur er fluttur á.
Stk. 2. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið fyri hvørt fiskifar verður sett í mun til tal av veiðiloyvum, sum eru løgd saman á fiskifarið, harumframt verða 252 tons løgd afturat fyri hvørt fiskifar.
§ 6. Av kvotuni, sambært § 3, verður rætturin at veiða 4.000 tons av norðhavssild seldur á uppboði eftir ásetingunum í § 1 í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016.
§ 7. Av kvotuni, sambært § 3, verða 500 tons sett av til Havstovuna at nýta sum samsýning í sambandi við vísindaligar fiskirannsóknir. Kvotan verður latin sum egin árskvota sambært § 20, stk. 1 í løgtingslógini.
§ 8. Av kvotuni, sambært § 3, verða 2.000 tons sett av til at nýta sum hjáveiða í fiskiskapi hjá føroyskum skipum eftir uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi.
§ 9. Eru líkindi fyri, at felagskvotan, sambært § 5, ikki verður fullnýtt, kann landsstýrismaðurin hækka ella taka burtur ásetta hámarkið, ella loyva fiskiførum við loyvi sambært § 4 at fiska av hesum kvotum.
Stk. 2. Er kvota, sambært § 7, ikki latin, ella líkindi eru fyri, at kvotan, sambært § 8, ikki verður fiskað, kann landsstýrismaðurin loyva fiskiførum við loyvi sambært §§ 4 og 5 at fiska av hesum kvotum. Kvoturnar verða latnar fiskiførum í sama lutfalli og skipan og á somu leiðum sum í §§ 4 og 5.
Stk. 3. Við almennari fráboðan skal landsstýrismaðurin í góðari tíð, og í seinasta lagi 10 dagar áðrenn, boða frá avgerð um broytingar sambært stk. 1.
Fiskiloyvi
§ 10. Fiskiskapur eftir norðhavssild kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Tá søkt verður um fiskiloyvi til fiskiskap eftir norðhavssild, skal umsóknarblað nýtast, ið er tøkt á www.vorn.fo.
Stk. 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap í íslendskum sjógvi, ES sjógvi ella í NEAFC- skiparanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum Ísland ella ES hava givið loyvið at fiska í teirra sjóøki, ella eru fráboðað NEAFC at fiska í altjóða sjógvi.
Fiskileiðir
§ 11. Í føroyskum sjógvi kann kvota sambært hesi kunngerð bert fiskast uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum, norðan fyri 62˚30’ N.
Stk. 2. Tá fiskað verður í føroyskum sjógvi, sambært hesi kunngerð, skal fiskifarið halda seg til ásetingarnar um friðað øki og reiðskap í §§ 9 a og 9 b í løgtingslógini, §§ 11 og 12 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, og § 1 í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum.
Fiskiskapur í íslendskum sjógvi og ES sjógvi
§ 12. Tá fiskað verður í íslendskum sjógvi, skal skiparin, sambært § 26, stk. 2 í løgtingslógini, halda seg til tær reglur, sum galda fyri fiskiskap eftir norðhavssild fyri skip undir føroyskum flaggi í íslendskum sjógvi.
Stk. 2. Tá fiskað verður í ES sjógvi, skal skiparin, sambært § 26, stk. 2 í løgtingslógini, halda seg til tær reglur, sum galda fyri fiskiskap eftir norðhavssild fyri skip undir føroyskum flaggi í ES sjógvi.
Partroling
§ 13. Fiskifar við fiskiloyvi at fiska norðhavssild kann partrola saman við øðrum fiskifari, sum eisini hevur fiskiloyvi at fiska norðhavssild.
Stk. 2. Áðrenn fiskifar byrjar at partrola, skal fráboðan sendast Vørn á vakt@vorn.fo um, hvørjum trolað verður saman við. Eisini skal fráboðan sendast Vørn á vakt@vorn.fo, tá partrolingin, saman við fráboðaða fiskifarinum, endar.
Stk. 3. Tað er bert loyvt at skifta skip, ið partrolað verður saman við, eftir at fráboðan er send Vørn á vakt@vorn.fo um veiðu flokkað á fiskaslag. Fiskifør, sum hava veiðu umborð, sum ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, kunnu ikki partrola við øðrum skipi, fyrr enn veiðan er farin um eina góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.
Landing
§ 14. Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum og kunngerð um avreiðing av feskum uppsjóvarfiski at frysta ella meirvirka í Føroyum skal allur fiskur og øll fiskavøra vigast, tá veiða sambært hesi kunngerð fer um eina innvigingarskipan, undantikið, tá veiðan verður goymd í kørum ella kassum umborð og undantikið, tá veiðan verður fryst og pakkað umborð.
Hjáveiða og hámark fyri íblanding av ungfiski
§ 15. Hjá fiskiførum, ið hava loyvi at fiska uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, er hjáveiða av hesum uppsjóvarfiskasløgum loyvd í beinleiðis fiskiskapi eftir norðhavssild. Hjáveiðan verður roknað av eginkvotuni hjá viðkomandi fiskifari ella av felagskvotuni hjá viðkomandi fiskiførum.
Stk. 2. Hjá fiskiførum, sambært stk. 1, har kvota av uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki eru fevnd av stk. 1, kann hjáveiða av uppsjóvarfiski, sum er undir kvotuskipan, í mesta lagi vera 10% av samlaðu vektini fyri hvørja avreiðing, lating, uppskiping ella umskiping.
§ 16. Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur á føroysku landleiðunum má ikki vera meira enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin, hálið ella kastið.
Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur er meira enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.
§ 17. Í beinleiðis veiðu eftir norðhavssild, skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ikki vera meira enn 10% í tali. Norðhavssild, ið er minni enn 25 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 2. Er íblandingin av ungfiski, sambært stk. 1, størri enn ásetta hámarkið, skal skiparin alt fyri eitt boða Vørn frá. Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski, tá ið Vørn biður um tað.
§ 18. Vørn kann, við heimild í § 35, stk. 3 í løgtingslógini, áseta bráðfeingis veiðibann á føroysku landleiðunum, har hjáveiðan er meira enn ásetta hámarkið sambært § 15, stk. 2 ella § 17, stk. 1.
Undirmálsfiskur
§ 19. Veiðan av undirmálssild má ikki vera meiri enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.
Stk. 2. Sild, ið er undir 22 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hon er strekt, er undirmálssild.
Meskar í uppsjóvartroli
§ 20. Tá norðhavssild verður fiskað við uppsjóvartroli á føroysku landleiðunum og í NEAFC-skipanarøkinum, mugu meskarnir ikki fara niður um 35 mm.
Stk. 2. Ásetingarnar um trolposan í § 7, stk. 1-3 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, eru ikki galdandi í beinleiðis fiskiskapi eftir norðhavssild.
Gørn
§ 21. Beinleiðis veiða eftir norðhavssild við gørnum á føroysku landleiðunum er ikki loyvd.
Útblaking
§ 22. Tað er ikki loyvt at blaka ella sleppa fiski útaftur.
Umrokningarfaktorar
§ 23. Við umrokning av sild og sildaúrdrátti til runda vekt í sambandi við uppgerð av veiðu, skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast:
1) Kruvd, við høvdi 1,00.
2) Kruvd, avhøvdað 1,00.
3) Flak við skræðu og beinum 2,00.
4) Flak, skrædlað, við beinum 2,00.
5) Flak skrædlað, uttan bein 2,00.
6) Fiskamjøl 5,11.
Áseting um pumpukassa
§ 24. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, mugu ikki vera meira enn 15 mm í tvørmát.
Virking, lating og móttøka av veiðu
§ 25. Fiskifør, og onnur før, undir føroyskum flaggi, kunnu eftir umsókn fáa loyvi frá Vørn til at virka, lata og taka ímóti veiðu, sum er fiskað sambært hesi kunngerð. Virking, lating og móttøka kann bert fara fram í føroyskum sjógvi.
Stk. 2. Í loyvið, sambært stk. 1, verða settar treytir um innvigingarskipan, fráboðanir í sambandi við lating, móttøku, eygleiðara o.a.
Stk. 3. Verða treytirnar í loyvinum sambært stk. 1 ikki hildnar, kann Vørn taka loyvið aftur.
Stk. 4. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum taka ímóti veiðu frá øðrum á føroysku landleiðunum og flyta veiðuna til innvigingarstað í Føroyum, undantak frá kravinum um at hava góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.
Eygleiðari
§ 26. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð, og førum, sum umskipa, taka ímóti frá øðrum fari ella lata øðrum fari veiðu ella úrdrátt úr veiðu. Útreiðslur til løn, kost og uppihald hjá eygleiðara ber farið. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Fráboðanir
§ 27. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í íslendskan sjógv, ES sjógv ella NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv, ES sjógv ella í NEAFC-skipanarøkið.
2) Skipið skal, hvønn fyrrapart áðrenn kl. 12 føroyska tíð, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr íslendskum sjógvi, ES sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi, ES sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum.
Revsing
§ 28. Brot á § 10, stk. 1 og 3, § 11, § 13, stk. 2 og 3, § 14, § 15, stk. 2, § 16, § 17, stk. 2, § 19, stk. 1, § 20, stk. 1, §§ 21-24 og 26-27 verða revsað við bót, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum letur ella tekur ímóti veiðu uttan loyvi, sambært § 25, stk. 1 ella ikki fylgir treytum ásettar sambært § 25, stk. 2.
Stk. 2. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við bót.
Stk. 3. Sambært § 45, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka inn fiskiloyvið, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í hesi kunngerð, um fiskifarið hevur fiskað meira enn tí er loyvt sambært fiskiloyvinum ella sambært hesi kunngerð, ella fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum latið sambært § 10 í hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Stk. 4. Sambært § 45, stk. 2, 2. pkt. í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur fiskiloyvið, verður brot staðfest á § 17, stk. 2 og § 19, stk. 1. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 3 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 29. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2016.
Fiskimálaráðið, 19. mai 2016
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv, ES sjógv ella NEAFC-skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð | OB | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Tá fiskað verður, skal fráboðan sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 føroyska tíð.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi, ES sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn | PO | Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað | TR | Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað | PD | Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað | PT | Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking | RE | Viðmerking |