Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. januar 2018Nr. 6
Kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir íslendskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2018
Við heimild í § 36, stk. 4, § 37, stk. 2, § 39, stk. 1, nr. 1-4 og 6, stk. 2, nr. 2 og 5-9 og stk. 3, § 44, stk. 1 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um veiðu eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild í føroyskum sjógvi við skipum undir íslendskum flaggi samsvarandi sínámillum fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Ísland.
Kapittul 2
Veiða eftir svartkjafti
§ 2. Loyvt er skipum undir íslendskum flaggi at fiska íslendsku kvotuna av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2018.
Stk. 2. Í mesta lagi 15 skip kunnu vera á svartkjaftaveiðu samstundis. Talið kann verða avmarkað til minni enn 15 skip, um tað gerst ov trongt á fiskileiðunum. Vørn tekur avgerð um øki og um tal av skipum í slíkum førum.
Fiskileiðir
§ 3. Loyvt er ikki at royna eftir svartkjafti við troli á teimum leiðum nevndar í stk. 2 og 3.
Stk. 2. Á landgrunninum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°50'00"N, 07°11'00"V
2) 62°53'00"N, 06°40'00"V
3) 62°50'00"N, 06°10'00"V
4) 62°43'00"N, 05°38'00"V
5) 62°32'00"N, 05°02'00"V
6) 62°25'00"N, 04°15'00"V
7) 62°19'00"N, 04°00'00"V
8) 62°01'00"N, 04°00'00"V
9) 61°17'00"N, 04°56'00"V
10) 60°26'00"N, 06°10'00"V
11) 60°26'00"N, 06°32'00"V
12) 60°35'00"N, 06°35'00"V
13) 61°23'00"N, 07°30'00"V
14) 61°25'25"N, 08°01'00"V
15) 61°32'48"N, 08°20'30"V
16) 61°49'00"N, 08°41'50"V
17) 62°00'00"N, 10°00'00"V
18) 62°40'00"N, 10°00'00"V
19) 62°40'00"N, 08°00'00"V
20) 62°50'00"N, 07°11'00"V
Stk. 3. Á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 60°50'00"N, 07°57'00"V
2) 61°03'00"N, 07°57'00"V
3) 61°15'30"N, 08°16'00"V
4) 61°13'20"N, 08°42'12"V
5) 61°00'00"N, 09°11'00"V
6) 60°48'40"N, 09°25'00"V
7) 60°24'00"N, 09°07'00"V
8) 60°50'00"N, 07°57'00"V
Reiðskapur
§ 4. Tá svartkjaftur verður veiddur við uppsjóvartroli, skulu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.
§ 5. Trolið skal hava innsetta skiljirist, tá roynt verður eftir svartkjafti á leiðunum norðan fyri 60°20'00''N, og sunnan fyri eina linju drigna í ein beinan eystan úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið, og 315° rættvísandi úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið.
Stk. 2. Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45°-60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út. Skjal 1 vísir skitsu av rist og ristseksjón.
Kapittul 3
Veiða eftir norðhavssild og makreli
§ 6. Skip undir íslendskum flaggi hava atgongd at fiska íslendsku kvotuna av norðhavssild í føroyskum sjógvi í 2018.
§ 7. Loyvt er skipum undir íslendskum flaggi at fiska 1.300 tons av makreli í føroyskum sjógvi í 2018.
Reiðskapur
§ 8. Tá makrelur ella norðhavssild verða veidd við uppsjóvartroli, skulu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.
§ 9. Fiskiskapur eftir norðhavssild kann fara fram við uppsjóvartroli ella nót.
Fiskileiðir
§ 10. Fiskiskapur eftir norðhavssild, sambært § 6, kann bert fara fram uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum norðan fyri 62˚30’ N.
§ 11. Fiskiskapur eftir makreli, sambært § 7 kann bert fara fram uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum.
§ 12. Kemur skip inn í øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burturstúgvaður á sínum natúrliga staði og trolwirar úrsjeklaðir.
Útgerð umborð fyri skip, sum veiða norðhavssild og makrel
§ 13. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meiri enn 15 mm í tvørmát.
§ 14. Skip skulu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum yvir borð undir vatnlinjuni.
§ 15. Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til einhvørja tíð hava avrit av hesum tekningum.
§ 16. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing.
Kapittul 4
Ymiskar ásetingar
Loyvi
§ 17. Fiskifør undir íslendskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap á føroysku landleiðunum, um tey eru á lista yvir fiskifør, sum Ísland hevur givið loyvi at fiska á føroysku landleiðunum sambært hesi kunngerð. Listin skal vera fráboðaður og góðkendur av føroyskum myndugleikum.
Hjáveiða og ungfiskur
§ 18. Í fiskiskapi eftir svartkjafti, norðhavssild ella makreli skal samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur, hvørki fyri hvørt hál ella fyri túrin, vera meir enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin ella hálið.
Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, er íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur meir enn 2% av samlaðu vektini í hvørjum háli ella kasti.
§ 19. Í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ikki vera meira enn 50% í tali. Svartkjaftur, ið er minni enn 23 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 2. Er íblandingin av ungfiski, sambært stk. 1, størri enn ásetta hámarkið, skal skiparin alt fyri eitt boða Vørn frá. Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski, tá ið Vørn biður um tað.
§ 20. Sambært § 69, stk. 1 í løgtingslógini kann fiskiveiðieftirlitið áseta bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har íblandingin av ungfiski ella hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann kann lýsast fyri upp til 4 vikur hvørja ferð.
Leiðir
§ 21. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um friðað øki ásettar í kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi.
Umrokningarfaktorar
§ 22. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri makrel:
1) Kruvdur, við høvdi: 1,15.
2) Kruvdur, avhøvdaður: 1,30.
3) Flak við skræðu og beinum: 2,60.
4) Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,60.
5) Flak uttan skræðu og bein: 2,60.
6) Fiskamjøl: 5,11.
§ 23. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri norðhavssild:
1) Kruvd, við høvdi: 1,00.
2) Kruvd, avhøvdað: 1,00.
3) Flak við skræðu og beinum: 2,00.
4) Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,00.
5) Flak uttan skræðu og bein: 2,00.
6) Fiskamjøl: 5,11.
§ 24. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri svartkjaft:
1) Kruvdur, við høvdi: 1,20.
2) Kruvdur, avhøvdaður: 1,40.
3) Flak við skræðu og beinum: 2,80.
4) Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,80.
5) Flak uttan skræðu og bein: 2,80.
6) Fiskamjøl: 5,11.
Undirmálsfiskur
§ 25. Veiðan av undirmálsmakreli skal ikki vera meiri enn 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.
Stk. 2. Makrelur, ið er undir 30 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hann er strektur, er undirmálsmakrelur.
§ 26. Veiðan av undirmálssild skal ikki vera meiri enn 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.
Stk. 2. Sild, ið er undir 22 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hon er strekt, er undirmálssild.
Útblaking
§ 27. Loyvt er ikki at blaka ella sleppa fiski útaftur.
Umskipingar
§ 28. Sambært § 37, stk. 1 í løgtingslógini er umskiping av veiðu ikki loyvd.
Stk. 2. Vørn kann tó loyva umskiping við bryggju í føroyskari havn samsvarandi galdandi NEAFC reglum hesum viðvíkjandi.
Fráboðanarskyldur
§ 29. Fiskifar undir íslendskum flaggi, sum hevur loyvi at fiska í føroyskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skal boða frá samsvarandi ásetingum í kunngerð um elektroniskar fráboðanir fyri skip undir norskum og íslendskum flaggi í føroyskum sjógvi.
Kapittul 5
Revsireglur og gildistíð
Revsing
§ 30. Brot á §§ 3-5 og 8-14, § 15, 2. pkt, §§ 16 og 18, § 19, stk. 2, §§ 21-24, § 25, stk. 1, § 26, stk. 1, §§ 27 og 29 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum ella ger eftir boðum sambært § 15, 1. pkt., ella sum umskipar uttan loyvi sambært § 28, stk. 2.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 31. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2018.
Fiskimálaráðið, 30. januar 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Skitsa av rist og ristseksjón
Skiljiristin hevur sum endamál at skilja stóran fisk frá smáum og sleppa størra fiskinum út gjøgnum op í undirnetinum.
Ristseksjón
Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45° - 60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út.