Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. apríl 2003Nr. 59
Kunngerð um støðisútbúgving og hægri próvtøku innan fiskivinnu, sum broytt við kunngerð nr 36 frá 23. apríl 2010
(SIF- og HIF-kunngerðin)
Við heimild í § 1, § 3, stk. 2, § 4, § 5, stk. 4, § 7, stk. 1 og 3, § 8, stk. 2-4, § 9, stk. 2, § 11, stk. 4 og 5, § 14, § 15, stk. 2 og § 16, stk. 1 í løgtingslóg nr. 42 frá 26. mars 2002 um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað verður ásett:
Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
§ 1. Støðisútbúgvingin innan fiskivinnu, stytt SIF, fevnir um yrkislærugreinir og yrkisgymnasialar lærugreinir sbrt. § 5, stk. 2. Útbúgvingin tekur eitt ár.
Stk. 2. SIF-útbúgvingin endar við próvtøku, og næmingurin fær útflýggjað prógv.
Stk. 3. 1) Hægri próvtøka innan fiskivinnu, stytt HIF, er ein yrkisgymnasial HT-útbúgving innan fiskivinnu, og fevnir um yrkisgymnasialar lærugreinir sbrt. § 5, stk. 2. Útbúgvingin tekur 2 ár.
Stk. 4. 1) Útbúgvingin endar við próvtøku, og næmingurin fær útskrivað eitt HT-prógv við undirheitinum “Fiskivinnubreyt/framleiðsla.
Stk. 5. Útbúgvingarnar sbrt. stk. 1 og 3 kunnu eisini fara fram sum stakgreinalestur og sum sjálvlestur.
§ 2. Støðisútbúgvingin hevur til endamáls at menna næmingin, so hann fær almennan og yrkisligan kunnleika, ið ger hann føran fyri at virka og luttaka í menningini av føroyskum fiskaídnaði og havbúnaði. Næmingurin skal harumframt fáa eina grundleggjandi fatan av støðinum hjá fiskaídnaðinum og havbúnaðinum, sæð í mun til tað føroyska samfelagið og tað náttúruríkidømi, sum fiskaídnaðurin og havbúnaðurin eru treytaðir av.
Stk. 2. Við hægri próvtøku innan fiskivinnu fær næmingurin eina almennandi og yrkisgymnasiala útbúgving, sum við undirvísing í ástøðiligum og verkligum lærugreinum gevur honum neyðugt grundarlag undir hægri framhaldslestri eins og vinnuførleika innan fiskaídnað og havbúnað.
§ 3. Mentamálaráðið hevur eftirlit við útbúgvingunum, her í millum undirvísing, próvtøku og undirvísingarførleika læraranna.
Kapittul 2
Upptøka
§ 4. Umsøkjari verður tikin upp til støðisútbúgvingina, um hann hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans í føroyskum, enskum og støddfrøði við nóg góðum úrsliti, og eftir meting skúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt.
Stk. 2. Umsøkjari kann verða tikin upp til støðisútbúgvingina, um hann á annan hátt lýkur upptøkukrøvini, sbr. stk. 1, og um hann eftir meting skúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini og fullføra útbúgvingina til ásetta tíð
Stk. 3. Umsøkjari verður tikin upp til HIF-útbúgvingina, um hann hevur staðið støðisútbúgvingina. Upptøka fer fram eftir heildarmeting skúlans, og um næmingurin við hesi er skikkaður at fullføra útbúgvingina til ásetta tíð.
Stk. 4. Umsøkjari kann verða tikin upp til HIF-útbúgvingina, um hann á annan hátt lýkur upptøkukrøvini, sum eru ásett í stk. 3.
Stk. 5. Vantar umsøkjara fortreytir í einari/fleiri lærugreinum, kann skúlin seta sum treyt fyri upptøku á HIF- útbúgvingina, at umsøkjarin bøtir um fakliga støðið í viðkomandi lærugrein/um, har hetta krevst.
Stk. 6. Skúlin kann bjóða næmingum, ið hava avmarkaðan fakligan tørv í eini ella fleiri lærugreinum, sbr. stk. 5, faklig støðisskeið. Vav, longd og innihald ásetur skúlin sjálvur.
Stk. 7. Umsøkjari kann verða tikin upp sum stakgreinalesandi, um hann lýkur fortreytirnar í viðkomandi lærugrein.
Kapittul 3
Innihaldið í undirvísingini
§ 5. Undirvíst verður eftir lærugreinakunngerðum, sum Mentamálaráðið hevur góðtikið.
Stk. 2. 1) Undirvíst verður í hesum lærugreinum og eini verkætlan á teimum ásettu stigunum og við hesum pultstímatalinum um árið:
Lærugrein | Tímatal og stig SIF | Tímatal og stig 1. HIF | Tímatal og stig 2. HIF |
Kravdar lærugreinir |
|
|
|
Alisfrøði/evnafrøði | 140 (C) |
|
|
Enskt | 140 (C) | 140 (B) |
|
Evnafrøði |
| 175 (B) |
|
Føroyskt | 140 (C) | 140 | 140 (A) |
Lívfrøði | 105 (C) |
|
|
Matvøruframleiðslutøkni |
| 140 (B) |
|
Samfelagsfrøði | 105 (C) |
|
|
Støddfrøði | 175 (C) |
|
|
Sølubúskapur |
|
| 140 (B) |
Verkætlan |
|
| 175 (A) |
Virkisbúskapur |
| 210 (B) |
|
Kravdar yrkislærugreinir |
|
|
|
Fyriskipan | 35 |
|
|
Góðskustýring 1 | 35 |
|
|
Heilsa, trygd og umhvørvi | 35 |
|
|
KT | 70 |
|
|
Smáverulívfrøði 1 | 35 |
|
|
|
|
|
|
Valbundnar yrkislærugreinir |
|
|
|
Fóðurlæra | 35 |
|
|
Framleiðsla 1 | 140 |
|
|
Framleiðsla av alifiski 1 | 140 |
|
|
Rávørulæra | 35 |
|
|
Vinnulæra | 35 |
|
|
|
|
|
|
Vallærugreinir |
|
|
|
Alibreyt |
|
|
|
Alitøkni |
|
| 140 (B) |
Havbúnaður |
|
| 140 (B) |
|
|
|
|
Fiskavirkisbreyt |
|
|
|
Fiskivinna |
|
| 140 (B) |
Framleiðslulæra |
|
| 140 (B) |
|
|
|
|
Felags hjá báðum breytum |
|
|
|
Alisfrøði |
|
| 175 (B) |
Enskt |
|
| 175 (A) |
Lívfrøði |
| 175 (A) | 175 (A) |
Støddfrøði |
| 175 (B) |
|
Týskt |
| 140 (C) |
|
|
|
|
|
Stk. 3. Tá ið ein lærugrein verður boðin út á fleiri stigum, byggja tey hægru stigini á tey lægru. Skúlin kann tó bjóða tvey stig undir einum, um skipanarlig og námsfrøðilig viðurskifti eru til tess.
Stk. 4. Tilskilaða pultstímatalið í stk. 2 fevnir ikki um tíðina, ið nýtt verður til próvtøku.
Stk. 5. Innihaldsligar broytingar í lærugreinum sambært stk. 2 kunnu verða loyvdar eftir góðkenning frá Mentamálaráðnum.
Stk. 6. Skúlin kann, við teirri treyt, at undirvísingarmálini verða rokkin og eftir góðkenning frá Mentamálaráðnum, leggja undirvísingina til rættis við smærri frávikum frá ásetta tímatalinum, sbrt. stk. 2.
Stk. 7. Útbúgvingar- og yrkisvegleiðing er partur av undirvísingini.
Stk. 8. 1) Skúlastjórin sær til, at næmingarnir í teimum einstøku flokkunum/bólkunum fáa í minsta lagi 90% av tí í § 5, stk. 2 ásetta tímatalinum. Skúlastjórin ger reglur fyri, hvussu skráseting av teimum ásettu pultstímunum, sum næmingarnir hava krav uppá, verður framd í skúlanum. Næmingarnir skulu hava atgongd til at síggja yvirlit yvir hildnar tímar í mun til ásetta kravið um pultstímatal.
§ 6. Almennu lærugreinirnar í støðisútbúgvingini fevna um tilsamans 805 pultstímar og yrkislærugreinirnar um 420 pultstímar.
Stk. 2. Í HIF-útbúgvingini skulu næmingarnir seinna árið velja millum 2 breytir, alibreyt ella fiskavirkisbreyt, ið hava ávísar vallærugreinir knýttir at sær. Harumframt kunnu næmingarnir velja aðrar vallærugreinir sbrt. § 5, stk. 2. Kravdu lærugreinirnar fevna fyrra árið um 945 pultstímar, og ein vallærugrein um 140 ella 175 tímar. Seinna árið fevna kravdu lærugreinirnar um 595 pultstímar, breytatengdar vallærugreinir um 455 pultstímar, og ein vallærugrein um 140 ella 175 pultstímar.
Stk. 3. Í HIF-útbúgvingini má samlaða árliga pultstímatalið hjá einstaka næminginum vanliga ikki fara upp um 1225.
Stk. 4. 1 Eingin næmingur kann velja eina vallærugrein á sama stigi, sum hann í útbúgvingini ella í eini atgongugevandi útbúgving fyrr hevur fingið undirvísing í.
Stk. 5. Skúlastjórin kann loyva næmingi at fylgja undirvísingini av nýggjum (ganga umaftur), tó í mesta lagi 2 ferðir á sama floksstigi. Skrivlig umsókn um at verða tikin upp av nýggjum, skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 25. juni.
Stk. 6. Skúlastjórin kann taka avgerð um, at samlestur verður í eini ella fleiri lærugreinum innan ymsar gymnasialar útbúgvingar.
§ 7. Undirvísingin eigur at vera heildarkend og skal tí leggjast soleiðis til rættis, at lærugreinarnar stuðla upp undir hvørja aðra.
Stk. 2. Undirvísingin skal samskipast á lærarafundum fyri at tryggja samanhang millum lærugreinirnar og eitt hóskandi býti av arbeiðsbyrðuni hjá næmingunum
Stk. 3. Við undirvísingarbyrjan skal lærarin annaðhvørt gera eina undirvísingarætlan saman við næmingunum, ella kunna teir um eina slíka. Seinni í undirvísingini gera lærari og næmingar í felag ætlan fyri arbeiðið og tosa annars regluliga saman um gongdina í undirvísingini
Stk. 4. Í øllum lærugreinum skal málsligi førleikin á føroyskum verða havdur fyri eyga, og arbeitt verður við at menna málburðin hjá næmingunum. Tilfar á fremmandum máli kann tó vera nýtt í øllum lærugreinum.
Stk. 5. KT er partur av undirvísingini í øllum lærugreinum.
Stk. 6. Næmingurin skal hava venjing í ymsum arbeiðshættum, her í millum tvørfakligum samstarvi.
§ 8. Undirvísingin skal javnan eftirmetast til innanhýsis nýtslu, soleiðis at næmingar og lærarar fáa kunnleika um úrslitið av undirvísingini. Harumframt skal fakliga støðið hjá tí einstaka næminginum eftirmetast til uttanhýsis nýtslu. Hetta verður gjørt við støðumeti og ársmeti.
§ 9. 1) Ársmet verða givin við skúlaárslok í øllum próvtøkulærugreinum og skrivað í próvtøkubók, í seinasta lagi 7 dagar áðrenn próvtøkuætlanin fyri tær munnligu próvtøkurnar verður almannakunngjørd. Um møguleiki er fyri bæði skrivligari og munnligari próvtøku, skal ársmet gevast í báðum førum. Tó fáa stakgreinalesandi og sjálvlesandi ikki ársmet.
Stk. 2. Ársmet er meting lærarans av fakligu støðuni hjá næminginum við undirvísingarlok. Miðskeiðis í skúlaskeiðinum skal næmingurin hava støðumet í viðkomandi lærugreinum, tó ikki fyri yrkislærugreinirnar í støðisárinum. Støðumetið er meting lærarans um støðuna hjá næminginum. Listi við støðumeti verður undirskrivaður av læraranum og latin skúlanum sbrt. reglum, sum skúlin ásetir. Skúlin skal varðveita hesar listar í minsta lagi í 1 ár.
Stk. 3. Í teimum lærugreinum, sum Mentamálaráðið ikki tekur út til próvtøku, verður ársmetið flutt í teigin "Flutt ársmet" í próvtøkubókini.
Kapittul 4
Verkætlanin
§ 10. Í einum parti av tí seinasta skúlaárinum, sum svarar til 175 pultstímar, arbeiðir næmingurin, annaðhvørt einsæris ella í bólki, við eini verkætlan á A-stigi, ið verkætlanarleiðarin og lærarin, ið virkar sum vegleiðari, leggja til rættis.
Stk. 2. Næmingurin velur sjálvur økið, har verkætlanin verður gjørd. Hetta skal vera innan virkisøkið hjá skúlanum og skal góðkennast av verkætlanarleiðaranum og -vegleiðaranum. Tá næmingurin hevur valt øki, orðar hann saman við verkætlanarleiðanum og -vegleiðaranum arbeiðssetningin. Skúlin kann treyta sær, at verkætlanin, ella partur av henni, verður gjørd í tilknýti til virki, felag ella almennan stovn.
Stk. 3. Næmingurin letur regluliga skúlanum skrivlig ávegis avrik í sambandi við verkætlanina eftir nærri reglum, sum skúlin ásetir. Ávegis avrikini er partur av skrivliga arbeiðinum í lærugreinini føroyskum. Endaliga skrivliga avrikið skal latast skúlanum í seinasta lagi 14 dagar undan seinasta undirvísingardegi.
Stk. 4. Skúlin ger nærri reglur fyri verkætlanini, her í millum um vavi og próvtøkugongd, sum Mentamálaráðið skal góðkenna.
Kapittul 5
Næmingaskyldur
§ 11.2) 1) Allir næmingar hava møtiskyldu, her í millum skyldu at lata kravd skrivlig avrik inn rættstundis sambært lærugreinakunngerð, at fara til allar royndir og allar próvtøkur á avvarðandi floksstigi, umframt skyldu til virknir at luttaka í undirvísingini. Næmingur, sum av aðrari orsøk enn sjúku ikki møtir til allar royndir og próvtøkur, kann ikki flytast upp í næsta flokk.
Stk. 2. Næmingur, sum ikki gjøgnum skúlaárið hevur latið alt skrivligt avrik inn, ið er partur av próvtøkupensum, og fingið skrivliga avrikið rættað í seinasta lagi 7 dagar undan fyrsta skrivliga próvtøkudegi, sleppur ikki til próvtøku.
Stk. 3. 1) Skúlastjórin sær til, at næmingarnir verða kunnaðir um møtiskylduna, sbrt. stk. 1, og um avleiðingarnar, um møtiskyldan ikki verður hildin.
Stk. 4. 1) Skúlastjórin hevur ábyrgdina av, at fráveran, líka mikið av hvørjum slagi hon er, sbr. tó Sjúkraundirvísingarkunngerðina, regluliga verður skrásett og gjørd upp, og at mannagongd hesum viðvíkjandi eru øllum næmingum og starvsfólkum á skúlanum kunnug. Vantandi innlating av skrivligum avrikum verður skrásett og viðgjørd sum onnur frávera. Einstaki næmingurin skal hava møguleika at eftirkanna sína fráveru. Fráveruuppgerðin hjá einstaka næminginum er galdandi fyri eitt skúlaár í senn.
Stk. 5. 1) Um fráveran í einari lærugrein fer upp um 15% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) ella av kravdum skrivligum avrikum í einari lærugrein, ella upp um 10% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) til samans í øllum lærugreinunum, fær næmingurin fyrru ávaring. Fyrsta fráveruuppgerðin fer fram beint undan heystfrítíðini. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina.
Stk. 6. Um næmingurin við eini seinni uppgerð ikki hevur tikið ávaringina sbrt. stk. 5 til eftirtektar, fær næmingurin seinnu ávaring. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina. Næmingurin fær bert tvær ávaringar.Um næmingurin við eftirfylgjandi fráveruuppgerð framhaldandi ikki hevur tikið ávaringarnar til eftirtektar, so fráveran framvegis er meiri enn 15% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) ella av kravdum skrivligum avrikum í einari lærugrein, ella meiri enn 10% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) til samans í øllum lærugreinum, kann næmingurin ikki halda fram í útbúgvingini. Hann kann tó fara til próvtøku sum sjálvlesandi sambært galdandi reglum.
Stk. 7. 1) Stakgreinalesandi eru eisini fevnd av ásetingunum í hesi grein um møtiskyldu.
Stk. 8. 1) Skúlastjórin kann í heilt serligum føri loyva næmingi, ið hevur verið fyri álvarsligum lívstilburði at fara til próvtøku eftir vanligum treytum, hóast ásetingarnar í stk. 5 og 6. Mentamálaráðið skal hava fráboðan.
§ 11 a. Næmingarnir skulu fylgja skilhaldsreglum skúlans. Skúlastjórin sær til, at næmingarnir við skúlaársbyrjan verða kunnaðir um reglurnar og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar.
Stk. 2. Skúlastjórin kann burturvísa næmingi úr skúlanum, um næmingur groft brýtur skilhaldsreglur skúlans. Næmingur, sum verður burturvístur, kann fara til próvtøku sum sjálvlesandi sambært galdandi reglum.
Kapittul 6
Próvtøkur
Innskriving til próvtøku
§ 12. Próvtøka verður hildin í mai-juni (vanligt próvtøkuskeið) og í september-oktober (sjúkrapróvtøkuskeið).
Stk. 2. Próvtøkukrøv, próvtøkuhættir og próvtøkureglur eru tilskilað í teimum einstøku lærugreinakunngerðunum, sum Mentamálaráðið ásetir.
Stk. 3. Skúlin skal í seinasta lagi 1. desember boða Mentamálaráðnum frá, hvørjir næmingar skulu til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, og hvørjar lærugreinirnar eru. Skúlin letur inn upplýsingar sambært ásetingum hjá Mentamálaráðnum. Um broytingar henda, skal Mentamálaráðið hava fráboðan um hesar sum skjótast.
Stk. 4. 1 Eingin næmingur kann innskriva seg til próvtøku í einari lærugrein á sama stigi meira enn 2 ferðir. Mentamálaráðið kann loyva, at vikið verður frá hesum reglum, um heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Felags fyri SIF og HIF-próvtøkurnar
§ 13. Mentamálaráðið ásetur á hvørjum ári, hvørjum lærugreinum næmingurin fer til munnliga próvtøku í.
§ 14. Nærri reglur um próvtøku í teimum einstøku lærugreinunum eru tilskilaðar í viðkomandi lærugreinakunngerðum, sbrt. § 5, stk. 1.
Stk. 2. Verkætlanin verður vard við eina munnliga próvtøku, ið fer fram við støði í skrivliga avrikinum, ið næmingurin hevur latið úr hondum, sbrt. § 10, stk. 3. Í dømingini verður høvuðsdenturin lagdur á skrivliga avrikið. Givið verður eittans próvtal fyri verkætlanina við støði í eini heildarmeting.
Stk. 3. Nærri reglur um próvtøkuviðurskifti og próvtøkuhald eru tilskilaðar í kunngerð um próvtøku.
Próvtøka í SIF-útbúgvingini
§ 15. Einstaki næmingurin fer aftaná støðisútbúgvingina til próvtøku 4 ferðir í teimum kravdu lærugreinunum, sum nevndar eru § 5, stk. 2. Harafturat fer einstaki næmingurin til eina samansetta próvtøku, ið fevnir um innihaldið í yrkislærugreinunum, ið hann hevur havt í støðisútbúgvingini. Farið verður altíð til skrivliga próvtøku í føroyskum og støddfrøði. Farið verður altíð til munnliga próvtøku í støddfrøði. Skrivliga og munnliga próvtøkan í støddfrøði telur sum ein próvtøka.
Stk. 2. Fyri munnliga og skrivliga avrikið verður givið hvørt sítt partspróvtal. Hesi verða løgd saman í lutfallinum 1:1. Hækkað/lækkað verður til næsta tal á próvstiganum.
Lærugrein | Próvtøkuháttur |
Alisfrøði/evnafrøði C | M |
Enskt C | S, M |
Føroyskt C | *S, M |
Lívfrøði C | M |
Samfelagsfrøði C | M |
Støddfrøði C | *S + *M |
Yrkislærugrein | *S |
S: skrivlig próvtøka
M: munnlig próvtøka
Tá ið bókstavurin er merktur við *: kravd próvtøka
Próvtøka í HIF-útbúgvingini
§ 16. Einstaki næmingurin fer í HIF-útbúgvingini til próvtøku 11 ferðir í teimum lærugreinum, sum nevndar eru í § 5, stk. 2 - 5 ferðir í 1. HIF og 6 ferðir í 2. HIF. Farið verður altíð til skrivliga próvtøku í enskum B, føroyskum A og munnliga próvtøku í verkætlan á A-stigi.
Stk. 2. Um næmingurin velur støddfrøði á B-stigi, fer hann altíð til skrivliga og munnliga próvtøku í lærugreinini. Skrivliga og munnliga próvtøkan í støddfrøði B telur sum ein próvtøka.
Stk. 3. 1) Fyri skrivliga og munnliga avrikið verður givið hvørt sítt partspróvtal. Hesi verða løgd saman í lutfallinum 1:1. Hækkað/lækkað verður til næsta tal á próvstiganum.
Lærugrein, 1. árið | Próvtøkuháttur |
Enskt B | *S, M |
Evnafrøði B | M |
Matvøruframleiðslutøkni B | M |
Støddfrøði B (vallærugrein) | *M + *S |
Týskt C (vallærugrein) | M |
Virkisbúskapur B | S |
Lærugrein, 2. árið | Próvtøkuháttur |
Alisfrøði B (vallærugrein) | M |
Alitøkni B (vallærugrein) | M |
Enskt A (vallærugrein) | *S, M |
Fiskivinna B (vallærugrein) | S, M |
Framleiðslulæra B (vallærugrein) | M |
Føroyskt A | *S, M |
Havbúnaður B (vallærugrein) | M |
Lívfrøði A | *S, M |
Sølubúskapur B | S |
Verkætlan A | *M |
S: skrivlig próvtøka
M: munnlig próvtøka
Tá ið bókstavurin er merktur við *: kravd próvtøka
Kapittul 7
Prógv
SIF-prógv
§ 17. Á próvskjalinum skulu tær lærugreinirnar standa, sum næmingurin hevur verið til próvtøku í,sbr. tó § 15.
Stk. 2. Í lærugreinum, sum ikki verður farið til próvtøku í, verður ársmetið flutt til teigin "Próvtøl", og tilskilað verður, at talan er um flutt ársmet.
Stk. 3. Í teiginum "Ársmet" verður roknað eitt miðaltal av ársmetunum, og í teiginum "Próvtøl" verður roknað miðaltal av próvtølunum, sum eru fingin til próvtøku, og av teimum fluttu ársmetunum. Av báðum miðaltølum verður roknað til miðaltal við einum desimali, og er hetta miðaltalið próvtøkuúrslitið.
Stk. 4. Í lærugreinum, har próvtalið verður ásett við partspróvtølum, verður próvtalið roknað sum eitt miðaltal av partspróvtølunum, sbr. tó § 15, stk. 2. Partspróvtølini verða sett í prógvið sum serpróvtøl. Svarar útroknaða miðaltalið ikki til eitt tal á próvtalsstiganum, verður próvtalið tað, ið á stiganum er próvtalinum næst. Liggur miðaltalið mitt ímillum tvey próvtøl, verður hækkað. Próvtølini 00 og 13 kunnu ikki verða givin við útrokning ella lækking/hækking. Miðaltalið verður sett í prógvið sum próvtal.
HIF-prógv
§ 18. Á próvskjalinum skulu tær lærugreinirnar standa, sum næmingurin hevur verið til próvtøku í, sbr. tó § 16.
Stk. 2. Í lærugreinum, sum ikki verður farið til próvtøku í, verður ársmetið flutt til teigin "Próvtøl", og tilskilað verður, at talan er um flutt ársmet.
Stk. 3. Í teiginum "Ársmet" verður roknað eitt miðaltal av ársmetunum, og í teiginum "Próvtøl" verður roknað miðaltal av próvtølunum, sum eru fingin til próvtøku, og av teimum fluttu ársmetunum. Av báðum miðaltølum verður roknað til miðaltal við einum desimali, og er hetta miðaltalið próvtøkuúrslitið.
Stk. 4. Í lærugreinum, har próvtalið verður ásett við partspróvtølum, verður próvtalið roknað sum eitt miðaltal av partspróvtølunum, sbr. tó § 16, stk. 3. Partspróvtølini verða sett í prógvið sum serpróvtøl. Svarar útroknaða miðaltalið ikki til eitt tal á próvtalsstiganum, verður próvtalið tað, ið á stiganum er próvtalinum næst. Liggur miðaltalið mitt ímillum tvey próvtøl, verður hækkað. Próvtølini 00 og 13 kunnu ikki verða givin við útrokning ella lækking/hækking. Miðaltalið verður sett í prógvið sum próvtal.
Kapittul 8
Stakgreinalestur og sjálvlestur
§ 19. Eitt SIF- og eitt HIF-prógv kann takast í støkum lærugreinum, sambært §§ 1-11. Próvtøkur í støkum lærugreinum kunnu setast saman til eitt samlað prógv.
Stk. 2. Reglurnar um eftirmeting í §§ 8 og 9 eru ikki at nýta í sambandi við stakgreinaundirvísing. Tey, ið taka stakar lærugreinir, kunnu tó fáa tilboð um eftirmeting tvær ferðir um árið frá viðkomandi lærara. Í seinastu hálvu fyri próvtøku skulu stakgreinalesandi hava tilboð um at skriva uppgávu undir próvtøkulíknandi umstøðum, í teimum lærugreinum, sum enda við skrivligari próvtøku.
Stk. 3. Farið verður til próvtøku við undirvísingarlok. Verður farið upp seinni, fer hetta fram eftir somu treytum sum sjálvlesandi.
Stk. 4. Innskriving til stakgreinalestur fylgjandi skúlaár fer í seinasta lagi fram 25. juni á serligum oyðiblaði, sum Mentamálaráðið ger. Skúlin boðar Mentamálaráðnum frá um stakgreinalesandi sambært nærri ásettum reglum.
§ 20. Sjálvlesandi kunnu innskriva seg til próvtøku í eini ella fleiri lærugreinum, uttan heilt ella lutvíst at hava fingið undirvísing frammanundan.
Stk. 2. Innskriving til próvtøku sum sjálvlesandi fer fram í seinasta lagi 25. februar á serligum oyðiblaði, sum Mentamálaráðið ger.
Stk. 3. Til einstøku lærugreinina verður givið upp lesipensum.
Stk. 4. Hevur lærugreinin fleiri stig, skal lægra stigið vera staðið, áðrenn farið verður upp til próvtøku á næsta stigi.
Kapittul 9
Ymsar ásetingar
§ 21. Skúlaárið er 199 dagar, íroknað próvtøku- og royndarskeiðið.
§ 22. Lærarar, sum undirvísa í útbúgvingunum, skulu lúka førleikakrøv at undirvísa á miðnámsstigi sambært § 11 í lógini og nærri ásetingum frá Mentamálaráðnum.
§ 23. Næmingur kann kæra avgerð skúlastjórans sbrt. hesi kunngerð, her í millum avgerð um burturvísing og onnur agatiltøk, til Mentamálaráðið innan 7 dagar eftir, at næmingurin skrivliga er kunnaður um avgerðina.
Stk. 2. Um næmingurin ikki er myndugur, kann foreldramyndugleikin kæra, sbrt. stk.1.
Stk. 3. Kæran verður send skúlastjóranum skrivliga, og sendir hann hana víðari til Mentamálaráðið saman við einum ummæli av málinum. Áðrenn málið verður sent Mentamálaráðnum, skal skúlastjórin geva tí, ið kærir, møguleika fyri innan 7 dagar at gera viðmerkingar til ummælið. Møguligar viðmerkingar skulu eisini sendast Mentamálaráðnum.
Stk. 4. Mentamálaráðið ger av, um avgerð skúlastjórans skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, sum hevur kært.
Stk. 5. Fyri kærur í sambandi við próvtøku eru reglurnar í kunngerð um próvtøku galdandi.
§ 24. Mentamálaráðið kann loyva, at vikið verður frá hesi kunngerð, tá ið talan er um royndar- og menningarvirksemi. Slíkar royndir skulu bert vara í avmarkaða tíð og byggja á eina útgreinaða ætlan. Ein fyritreyt fyri hesum er, at møguleikarnir at nýta próvtøkuna í framhaldandi útbúgving ikki verða skerdir.
§ 25. Ein normalsíða av teksti (prosa) fevnir um 1300 bókstavir, og ein normalsíða av yrkingum fevnir um 30 reglur.
Kapittul 10
Gildiskoma
§ 26. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Kunngerðin fevnir ikki um teir næmingar, ið taka HIF-útbúgving sambært kunngerð nr. 102 frá 26. juli 2000, Kunngerð um støðisútbúgving og hægri próvtøku innan fiskivinnu.
Mentamálaráðið, 16. apríl 2003
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)
SIF- og HIF-kunngerðin Januar 2003
Fylgiskjal 1
Lærugreinarøðin til Støðisútbúgvingina innan fiskivinnu og Hægri próvtøku innan fiskivinnu
Undirvísingin í teimum einstøku lærugreinunum fer fram sambært endamálsorðingunum í 1-21 í hesum fylgiskjali til SIF- og HIF-kunngerðina.
1. Í alilívfrøði á A-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær kunnleika til fiskasløgini, sum verða nýtt í aling, ella sum møguliga fara at verða nýtt í framtíðini,
2) gerst vitandi um lívfrøðiligar forðingar í sambandi við nýggj fiskasløg í aling,
3) fær kunnleika til alis-/evnafrøðilig viðurskifti í vatni og sjógvi,
4) fær vitan um kynbótararbeiði við serligum atliti at føroyskum viðurskiftum,
5) verður tilvitandi um fiskasjúkur, smittuspjaðing og fyribyrgjandi arbeiði,
6) fær innlit í fóður, fóðursamansetingar, fóðurútrokningar og fóðurframleiðslu v.m., og
7) er kunnugur við neyðugar mátingar í dagliga arbeiðinum og hvussu evnafrøðilig evni verða nýtt á rættan hátt.
2. Í alisfrøði á B-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær ein lykil at skilja heimin, og at teir fáa kunnleika til natúruvísindaligu heimsmyndina,
2) fær innlit í alisfrøðiligar meginreglur og arbeiðslag, sum eru grundarlag undir tøknifrøðini í okkara tíð, og
3) verður kunnugur við alisfrøðiligar hugsanarhættir og arbeiðshættir.
3. Í alisfrøði/evnafrøði á C-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær kunnleika til tann týdning, ið natúruvísindini hava fyri mentan og samfelagslív,
2) við at fáast við alisfrøðiligar og evnafrøðiligar spurningar fær kunnleika um umhvørvisviðurskifti,
3) fær vitan um høvuðshugtøk innan alisfrøði og evnafrøði, ið kunnu gerast grundarlag undir framhaldandi útbúgving,
4) fær skil á alisfrøðiligum og evnafrøðiligum evnum, ið hava týdning í gerandisdegnum,
5) fær kunnleika um royndararbeiðshættir, vandamál og trygdarviðurskifti í hesum sambandi, og
6) í ávísan mun fær kunnleika til at málbera seg um einføld alisfrøðilig og evnafrøðilig viðurskifti.
4. Í alitøkni á B-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær kunnleika til kør, ringar, stálannlegg og annan útbúnað, sum verður brúktur á smoltstøðum og alistøðum á sjónum,
2) hevur vitan um, hvussu útgerðin á smolt- og alistøðum virkar, og hvussu hon verður brúkt,
3) fær innlit í nýtslu og viðgerð av vatni,
4) kennur rætta nýtslu av ljósi í sambandi við vøkstur og smoltifisering,
5) kennur týdningin av ymsum framleiðsluætlanum, sum t.d. vakstrarforsagnir, fellis- og fóðurforsagnir og vatnnýtsluforsagnir,
6) er kunnaður um virkistættir, ið hava týdning fyri trivnaðin og trygdina hjá fiskinum, eins og hjá teimum, ið hava hann um hendi,
7) kennur galdandi góðskukrøv á rávøru og lidnari vøru,
8) veit um neyðugt viðlíkahald á útbúnaði, og
9) hevur greiðu á galdandi lóggávu og reglur á aliøkinum.
5. Í enskum á C-stigi er endamálið, at næmingurin
1) skilur fjølbroytt enskt mál í skrift og talu,
2) dugur at málbera seg rætt munnliga og skrivliga á fjølbroyttum máli, í almennum, mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum viðurskiftum,
3) dugur at lýsa og greina fagurbókmentir eins og og sannsagnir,
4) dugur at málbera seg rætt í einfaldum samfelagsligum og vinnuligum høpi,
5) dugur at lýsa og gera viðmerkingar til almenn, samfelagslig og vinnulig viðurskifti í ensktmæltum londum, og
6) prógvar vitan um munir og líkleikar millum mentanarlig viðurskifti í Føroyum og í útvaldum ensktmæltum økjum.
Stk. 2. Í enskum á B-stigi er endamálið, at næmingurin
1) dugur at orða seg munnliga og skrivliga á fjølbroyttum máli, tá hann skal samskifta um almenn, mentanarlig, samfelagslig og vinnulig viðurskifti,
2) dugur at lýsa og greina fagurbókmentir eins og sannsagnir, eins og at orða seg rætt um samfelagslig og vinnulig fyribrigdi,
3) dugur at lýsa og gera viðmerkingar til almenn, mentanarlig, samfelagslig og vinnulig viðurskifti í enskttalandi londum, og
4) vísur vitan um munir og líkleikar millum mentanarlig viðurskifti í Føroyum og í útvaldum enskttalandi økjum.
Stk. 3. Í enskum á A-stigi er endamálið, at næmingurin
1) dugur at skilja fjølbroytt enskt mál í skrift og talu,
2) dugur at orða seg munnliga og skrivliga á góðum og rámandi máli, tá hann skal samskifta um almenn, mentanarlig, samfelagslig og vinnulig viðurskifti,
3) framhaldandi mennir førleika sín til at greina, tulka og samanbera fagurbókmentir eins og sannsagnir, og
4) er førur fyri at greina og meta um málslig, almenn, mentanarlig, samfelagslig og vinnulig viðurskifti í stórum høpi í enskttalandi londum.
6. Í evnafrøði á B-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær fatan av grundhugtøkunum í evnafrøðini, hvussu tey verða nýtt og háttalagnum í lærugreinini í sambandi við royndir og venjingar,
2) fær kunnleika um týðandi bólkar av evnum, teirra eginleika og verkligu nýtslu,
3) fær eina ávísa venjing í at nýta starvsstovuútgerð og fáa kunnleika um, hvussu hon skal handfarast,
4) menna evnini at greiða frá evnafrøðiligum spurningum og greiðsluevnismálum munnliga og skrivliga,
5) fær eitt fakligt grundarlag fyri at kunna fata og meta um týdningin av evnafrøðini fyri hin einstaka, tøkniligu menningina og samfelagið, og
6) fær innlit í viðurskifti viðvíkjandi ytri umhvørvi við at arbeiða við evnafrøðiligum greiðsluevnismálum.
7. Í fiskivinnu á B-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær hollan kunnleika um tey búskapar-, náttúru- og samfelagsviðurskifti, sum eru grundleggjandi fyri vinnuna, og um samspælið millum hesi, og
2) skal gerast førur fyri at meta um ymisk viðurskifti, sum eru av týdningi fyri vinnuna.
8. Í framleiðslulæru á B-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær kunnleika til viðkomandi framleiðsluútgerð,
2) fær kunnleika um framleiðslustýringsamboð, t.e. innlit í stýringsskipanir, ið verða nýttar á einum framleiðsluvirki, og
3) fær innlit í, hvussu framleiðsluvirki eru fyriskipað.
9. Í fyriskipan á A-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær kunnleika um, hvønn týdning fyriskipan hevur í einari fyritøku ella á einum stovni,
2) ognar sær djúpri innlit í samskiftið í einari fyritøku og vitan um framferðarhættir, sum kunnu nýtast, tá ið trupulleikar skulu loysast, og
3) fær innlit í, hvussu ein fyritøka kann laga seg til broytingar, sum koma uttanífrá.
10. Í føroyskum á C-stigi er endamálið, at næmingurin
1) mennir hugin at lesa og uppliva ein tekst,
2) mennir sítt málsliga, søguliga og fagurfrøðiliga tilvit, sína sjálvsfatan, sítt hugflog og síni evni at taka støðu,
3) dugir at greina, tulka og meta um ein tekst, og
4) mennir sína málkenslu, bæði munnliga og skrivliga, so hann verður førur fyri at orða seg greitt og hóskandi til høvið.
Stk. 2. Á A-stigi er endamálið, at næmingurin
1) framhaldandi mennir evni síni at nýta føroyska málið skrivliga og munnliga, so hann ótarnaður megnar at røkja starv í umsiting og vinnulívi,
2) fær so hollan kunnleika til og neyvt innlit í mál og bókmentir, at hann kann fara undir hægri framhaldslestur,
3) fær greinaligt grundarlag og málburð, so hann megnar at viðgera ymisk tekstasløg,
4) lívgar ans sín fyri fagurfrøðiliga innihaldinum í ymiskum tekstasløgum, og
5) fær holla vitan um samtíðarbókmentir eins og um bókmentir í søguligum høpi.
11. Í havbúnaði á B-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær kunnleika til dagligt arbeiði og viðlíkahald á smoltstøð, eins og alibrúki,
2) fær innlit í stýring av umhvørvisviðurskiftum á støðini við nýtslu av tøkniligum útbúnaði,
3) hevur neyðuga vitan um dagligt eftirlit á støðini og støðutakan til óvæntaðar hendingar,
4) hevur kunnleika til skrásetingarskráir fyri viðlíkahaldi og framleiðslu,
5) veit um rætta skiljing, viging og flyting av fiski, soleiðis at fiskurin ikki fær mein ella verður strongdur óneyðugt,
6) dugur geva rætta fóðurnøgd, -slag og -stødd út frá væntaðum og veruligum vøkstri,
7) kennur heilsufrøðiliga rættar arbeiðsgongdir og reinføri í dagliga arbeiðinum, og
8) dugur at leggja ætlanir um og koppseta alifisk, og at skipa tøku og hagreiðing av tiknum fiski eftir galdandi reglum.
12. Í lívfrøði á C-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær innlit í lívfrøðiligan hugsanarhátt og háttalag, eins og at hann útvegar sær kunnleika innan ymisk burturúrvald lívfrøðilig øki,
2) fær ein ávísan førleika at gera royndir og at lýsa og greina lívfrøðilig hagtøl,
3) fær eina ávísa venjing í at orða og at loysa lívføðiligar spurningar eftir einum natúruvísindaligum háttalagi,
4) fær grundleggjandi lívfrøðiligar fortreytir fyri at kunna greina og meta um møguleikarnar og avleiðingarnar av tøkniligu menningini fyri natúruna, samfelagið og einstaklingin,
5) fær ein ávísan førleika at siga frá lívfrøðiligu vitan síni, munnliga eins og skrivliga, og
6) verður eggjaður at nýta vitan, háttalagskunnleika og skapanarevni síni til at taka støðu til egnar og samfelagsligar trupulleikar við lívfrøðiligum innihaldi.
13. Í matvøruframleiðslutøkni á B-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær kunnleika til útgerð og maskinur, framleiðsluhættir og tær vørur, sum eru vanligar í føroyska fiskaídnaðinum, og
2) fær innlit í krøv frá kundum og almennum myndugleikum í sambandi við við framleiðslu av fiskavørum.
14. Í matvørulæru á A-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær djúpari innlit í matfrøðiligan hugsanarhátt og háttalag, umframt at ogna sær hollan kunnleika til hættir, sum økja um haldbarið hjá matvørum,
2) fær hegni at gera nágreiniligar lýsingar av matvørum við støði í royndum,
3) lærir sjálvstøðugt at taka støðu til trupulleikar við matvørum á ástøðiligum grundarlagi,
4) fær fortreytir fyri at greina og meta um møguleikarnar og avleiðingarnar av tøknifrøðiligu menningini á matvøruøkinum og hvussu týdningarmikil menningin er fyri eitt matvøruframleiðandi samfelag, og
5) lærir at nýta sína vitan at taka støðu til egnar og samfelagsligar trupulleikar við einum matfrøðiligum innihaldi.
15. Í samfelagsfrøði á C-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær innlit í grundleggjandi samfelagsligar samanhangir og í, hvussu avgerðir verða myndaðar, sum hava týdning fyri tann einstaka og fyri samfelagið sum heild,
2) fær økt tilvit um og áhuga fyri samfelagsligum spurningum og kann taka støðu til dagliga orðaskiftið um ymisk samfelagsviðurskifti,
3) verður førur fyri at knýta samband millum samfelagsfrøðiligt tilvit og sjálvan gerandisdagin, og
4) mennur sín málsliga førleika.
16. Í smáverulívfrøði á B-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær innlit í smáverulívfrøði og grundleggjandi bakteriulívfrøði, eins og kunnleika til mikrofloraina í havumhvørvinum,
2) fær kunnleika til smáverufrøðiligu atgerðirnar, sum henda við fiski frá veiðu til nýtslu,
3) fær innlit í kontaminatiónsmøguleikarnar undir viðgerð av fiski,
4) fær grundleggjandi innlit í atgerðir, sum økja um smáverufrøðiligu haldgóðskuna á matvørum,
5) fær kunnleika og innlit í tey viðurskifti, sum verða nýtt til at meta um bakteriulogisku og heilsufrøðiligu góðskuna av lidnum vørum,
6) fær grundleggjandi innlit í heilsufrøðiligar atgerðir, sum skulu gerast á virkjum, ið arbeiða við fiski og fiskavørum, og
7) fær grundleggjandi innlit í starvsstovu- og royndararbeiði í sambandi við kanningar av matvørum og reinføri.
17. Í støddfrøði á C-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær støddfrøðiligan kunnleika, sum kann verða honum til gagns í øðrum lærugreinum og gerandisdegnum annars, og
2) fær kunnleika til støddfrøðiligar hugsanarhættir og arbeiðshættir.
Stk. 2. Í støddfrøði á B-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær innlit í nakrar støddfrøðiligar meginreglur, hugsanarhættir og arbeiðshættir,
2) fær hollan kunnleika til støddfrøðina sum eitt amboð, ið kann verða brúkt til at orða, greina og loysa uppgávur, eisini innan aðrar lærugreinir, og
3) fær støddfrøðiligan førleika, sum kann verða honum til gagns í framhaldandi lestri.
18. Í sølubúskapi á B-stigi er endamálið at næmingurin
1) fær fatan av, at sølubúskapur er ein aðaltáttur í einum virki, og at samskifti millum sølubúskap og hinar tættirnar í einum virki er umráðandi,
2) fær kunnleika um tey amboð, ið eru til taks í sambandi við ráðlegging, stýring, fremjing og eftirlit við marknaðarvirksemi heima og á altjóða marknaðinum, og hervið gera hann føran fyri at verða virkin medarbeiðari, tá ið marknaðarførsluuppgávur skulu loysast.
19. Í týskum á C-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær innlit í nakrar støddfrøðiligar meginreglur og førleika at málbera seg fjølbroytt á fremmandamálinum um evni, ið snúgva seg um einstaklingar, vinnulív, mentan og samfelag,
2) víðkar vitan sína um vinnulig, samfelagslig og mentanarlig viðurskifti í økjum, har málið verður tosað,
3) mennir tilvit sítt og evni síni at meta um menniskjaligu, málsligu og mentanarligu tættirnar, sum hava týdning fyri samanspælið millum persónar, virki, stovnar og myndugleikar í altjóða høpi, og
4) gjøgnum arbeiði við størri heildum fær innlit í fakligar samanhangir og her í millum fær møguleika fyri á fremmandamálinum at fáast við evnisøki, ið eru partur av øðrum lærugreinum í útbúgvingini.
20. Í virkisbúskapi á B-stigi er endamálið, at næmingurin
1) fær eina heildarfatan av virkinum sum ein fyriskipanarlig og búskaparlig eind, og
2) fatar grundarlagið fyri virkisbúskaparligum avgerðum hjá virkinum.
21. Í yrkislærugreinini fyriskipan (leiðsla og umsiting) er endamálið, at næmingurin
1) fær kunnleika um fyriskipanarlig viðurskifti á føroyskum fyritøkum,
2) fær innlit í, hvørjar uppgávur virkisfyrisitingin tekur sær av, og hvussu arbeiðið verður skipað,
3) fær kunnleika um ymsar leiðsluhættir og hvussu fyritøkubygnaðurin kann lýsast,
4) fær innlit í logistikk, marknaðarviðurskifti, kundarøkt, sølu og sølufremjandi tiltøk,
5) skal fáa kunnleika um sáttmálaviðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og um fakligar felagskapir á bæði arbeiðsgevara- og løntakarasíðuni, og
6) fær kunnleika um aðalstýri, almenna umsiting og avvarandi almennar stovnar.
Stk. 2. Í yrkislærugreinini góðskustýring 1 er endamálið, at næmingurin
1) fær kunnleika til ymsar góðskustýringarskipanir innan matvøruídnaðin og góðskustýring í víðastu merking,
2) fær kunnleika til lóggávuna um matvøruframleiðslu og um innaneftirlit á føroyskum virkjum og verksmiðjuskipum og um krøvini í sambandi við HACCP-grundað innaneftirlit,
3) fær hollan kunnleika um, hvussu eitt heilsufrøðiliga reint umhvørvi kann skapast og haldast við líka í sambandi við framleiðslu av matvørum,
4) mennir sín kunnleika og gerst førur fyri at meta um, hvussu ein hóskandi góðskustýringarskipan kann byggjast upp, setast í verk og haldast við líka, og
5) fær innlit í framferðarhættir fyri at halda seg dagførdan og altíð kenna til krøvini frá almennum myndugleikum og kundum.
Stk. 3. Í yrkislærugreinini heilsa trygd og umhvørvi er endamálið, at næmingurin
1) fær kunnleika um, hvønn týdning heilsugóð viðurskifti hava í øllum arbeiðsliðum,
2) lærir, hvussu skaðar á arbeiðsplássum kunnu fyribyrgjast,
3) fær leiðbeining um fyrstuhjálp og fyrstuhjálparútgerð,
4) fær innlit í innihaldið í arbeiðsumhvørvislógini og teimum kunngerðum, reglum og leiðbeiningum, ið fylgja hesari,
5) fær kunnleika um trygdarskipaninir, val av trygdarumboðum, ábyrgd, skyldur og rættindi hjá trygdarumboðum, leiðslu og starvsfólkum, og
6) fær kunnleika um skilagóða bygging og innrætting av virkisbygningum á landi og alistøðum á sjónum.
Stk. 4. Í yrkislærugreinini kunningartøkni er endamálið, at næmingurin
1) lærir grundleggjandi hugtøk innan KT, um telduna sum fíluskipan, lærir at brúka tekstviðgerð, rokniark, framløguforrit og samskiftisnet,
2) lærir at brúka telduna sum týdningarmikið arbeiðsamboð í tí framhaldandi skúlaarbeiðinum og í dagligum yrki,
3) skal kenna til, hvussu ein telda virkar og kann brúkast til at skriva, rokna, goyma og annars viðgera data við, og
4) sum heild fær ein grundleggjandi kunnleika um tey kunningartøkniligu amboðini, hvussu tey virka og kunna brúkast í meginreglunum og ítøkiliga í samfelagi og vinnulívi.
Stk. 5. Í yrkislærugreinini smáverulívfrøði 1 er endamálið, at næmingurin
1) í frálæruni fær grundleggjandi vitan um smáverur,
2) skal gerast førur fyri at taka støðu til og fremja atgerðir, sum hava týdning fyri góðskuna á matvørum, og fyri at halda umhvørvi reint, so gróðrarlíkindi hjá skaðiligum smáverum verða burturbeind ella hildin niðri,
3) lærir at kenna mun á gagnligum og skaðiligum smáverum, fær kunnleika til smittuvandar, matvørueitran og matvørusmittu,
4) fær innlit í ymsar hættir at økja um haldbarið á matvørum, sum t.d. køling, frysting, salting, turking, royking, niðursjóving o.a. konserveringshættir, og
5) lærir at gera einfaldar starvstovuroyndir við tilknýti til ymsu tættirnar í undirvísingini.
Stk. 6. Í yrkislærugreinini framleiðsla av alifiski 1 er endamálið, at næmingurin
1) fær kunnleika um øll virkisøki innan aling av laksafiskum frá lívfiski til tøku og innlit í aling av alternativum fiskasløgum,
2) fær kunnleika um kropsbygnað og lívvirkisfrøði hjá fiski, lærir at navngeva og kenna virkisháttin hjá ymisku gøgnunum,
3) fær eina heildarfatan, við støði í hagtølum, yvir alingina í Føroyum samanborið við aling av laksafiski og ymiskum øðrum fiskasløgum og skeljafiski í heimshøpi,
4) skal kenna til sjúkuverjuskipanina hjá fiski og hvørji sjúkufyribyrgjandi tiltøk kunnu setast í verk,
5) fær innlit í kynbótaarbeiðið, røkt og viðgerð av lívfiski, umframt týdningin av at velja út lívfisk við góðum og røttum eginleikum, og
6) fær kunnleika um øll virkisøki í sambandi við smoltstøðir og aling á sjónum.
Stk. 7. Í yrkislærugreinini fóðurlæra er endamálið, at næmingurin
1) fær kunnleika um ymisk sløg av fóðri, hvørji krøv eru til evnafrøðiliga samanseting o.a. eginleikar við dygdargóðum alifóðri,
2) fær kunnleika um framleiðslu av alifóðri og um krøv til goymslu og flutning,
3) fær hollan kunnleika til at rokna út fóðurnýtsluna hjá einum alibrúki í eitt ávíst tíðarskeið og innlit í ymisku skrásetingarskipaninar í sambandi við biomassa, vøkstur, felli v.m., og
4) gerst førur fyri at meta, um veruliga nýtslan er rímulig í mun til ætlaðu fóðurnýsluna
Stk. 8. Í yrkislærugreinini vinnulæra er endamálið, at næmingurin
1) fær kunnleika um almennu umsitingina av fiski- og alivinnuni, um almennar stovnar og fakligar felagsskapir við tilknýti til hesar vinnugreinir,
2) verður kunnaður um eigaraviðurskifti, sergreinir, staðseting, uppboðssøluskipan, kassamiðstøð v.m.,
3) fær grundleggjandi kunnleika um verandi vørur og vørubólkar, sum verða framleiddar úr okkara fiskatilfeingi og lærir at meta um framtíðar vørur og vørubólkar,
4) fær innlit í sølu og sølurásir, útbreiðslu av fiski, marknaðir og marknaðaratgongd og flutningsviðurskifti nú og í framtíðini, og
5) dugir at meta um framtíðarútlit fyri vinnuna.
Stk. 9. Í yrkislærugreinini framleiðsla 1 er endamálið, at næmingurin
1) fær hollan kunnleika um framleiðsluna á fiskavirkjum og kryvjivirkjum frá tí at fiskurin er komin inn á rávørugoymslu, til hann verður avskipaður sum liðugt pakkað vøra,
2) fær kunnleika um týdningarmiklar sergreinir innan føroyska fiskaframleiðslu, sum t.d. vanlig flakavirki, saltfiskavirki, meirviðgerð av alifiski, rækju- og skeljaframleiðslu v.m.,
3) fær kunnleika um tøkniliga útbúnaðin á einum fiskavirki/kryvjivirki,
4) fær kunnleika um týðandi dygdarkrøv, og út frá hesum taka støðu til til ymsar framleiðslumøguleikar,
5) fær eina grundleggjandi ástøðiliga vitan um, hvussu fiskavirkir kunnu bøta um og albøta framleiðsluna út frá givnum fortreytum,
6) fær kunnleika um framleiðslustýring í síni heild og lærir at finna fram til og brúka lyklatøl, sum hava týdning fyri fíggjarliga úrslitið,
7) gerst førur fyri at meta um og taka støðu til spurningar, upplýsingar og krøv við støði í týðandi hugtøkum, sum t.d. úrtøku, tíðarnýtslu, prísi, vørusamanseting (produktmix) v.m., og
8) fær innlit í stýringaramboð, ið kunnu nýtast til framleiðslustýring og skráseting.
Stk. 10. Í yrkislærugreinini rávørulæra er endamálið, at næmingurin
1) lærir um kropsbygnað og lívvirkisfrøði hjá fiski,
2) fær hollan kunnleika um rætta og skilagóða hagreiðing, sum kann bøta um haldbarið av fiski,
3) fær kunnleika um keyp og sølu av ráfiski og um ymiskar veiðuhættir og skipabólkar,
4) fær innlit í landing og rávørumóttøku, góðskumeting, støddarflokking, staðfesting av samlaðari vekt í eini ísfiskalast, stýring av íløtum og goymslustýring av rávøru, og
5) fær kunnleika um tøku av alifiski.
1) Broytt við kunngerð nr 36 frá 23. apríl 2010 har § er soljóðandi: “Henda kunngerð fær gildi frá 1. august 2010, tó fáa § 1, nr. 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 11, 12, 16, 17, 19, 20, 21, 22 og 23 gildi frá 1. august 2009.”
2) Broytt við kunngerð nr. 53 frá 20. august 2004, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá 1. august 2004.”