Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. mai 2016Nr. 59
Kunngerð um broyting í kunngerð um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum (Próvtøkukunngerðin)
(Skrivligar og munnligar próvtøkur)
§ 1
Í kunngerð nr. 8 frá 22. januar 2013 um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum, sum broytt við kunngerð nr. 22 frá 7. apríl 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 8, stk. 1 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Er bæði skrivlig og munnlig próvtøka í einari lærugrein, kann næmingurin skriva seg inn til próvtøku í ávikavist tí munnligu og tí skrivligu próvtøkuni hvør sær. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann í serligum føri víkja frá innskrivingarfreistini.”
2. Í § 27, stk. 2 verður “§ 13 í” strikað.
3. § 41 verður orðað soleiðis:
“§ 41. Tann einstaki næmingurin í 3 ára breytaskipanini skal í minsta lagi hava 3 skrivligar próvtøkur og í minsta lagi 3 munnligar próvtøkur.
Stk. 2. Næmingar á tøknibreytini skulu altíð upp í tøkni A, og verkætlanin telur sum ein skrivlig próvtøka.
Stk. 3. Næmingar á tilfeingisbreytini skulu altíð upp í tilfeingi A, og verkætlanin telur sum ein skrivlig próvtøka.
Stk. 4. Tá ið skúlaárið endar 3. árið, verður endaliga próvtøkuætlanin fyri tann einstaka næmingin ásett soleiðis:
1) Talið av skrivligum próvtøkum skal í minsta lagi verða 3 samanlagt, og um gjørligt 4. Er talið av áður tiknum skrivligum próvtøkum minni enn 4, velur Mentamálaráðið, eftir einum raðfestum lista, eyka skrivligar próvtøkur, soleiðis at samlaða talið verður júst 4. Eru 4 skrivligar próvtøkur ikki møguligar, verður talið 3.
2) Í lærugreinum á A-stigi, sum hava skrivliga og munnliga próvtøku, skal næmingurin í minsta lagi upp í antin skrivligum ella munnligum. Mentamálaráðið staðfestir eftir einum raðfestum lista, hvørjar lærugreinar talan er um, og ásetir um próvtøkuformurin skal vera skrivligur ella munnligur.
3) Talið av munnligum próvtøkum skal í minsta lagi vera 3 samanlagt. Er talið av áður tiknum munnligum próvtøkum minni enn 3, velur Mentamálaráðið eyka munnligar próvtøkur, soleiðis at samlaða talið verður júst 3.
4) Um talið av lærugreinum á A-stigi er, sum ásett í § 40, stk. 3, er samlaða talið av próvtøkum 8, breytaverkætlanin ikki íroknað. Hevur næmingur eina ella tvær eyka lærugreinar á A-stigi, smb. § 40, stk. 3, verður samlaða talið av próvtøkum ávikavist 9 ella 10, breytaverkætlanin ikki íroknað.
5) Er samlaða talið av próvtøkum minni enn 8, 9 ella 10 velur Mentamálaráðið eyka lærugreinar, munnligar ella skrivligar, soleiðis at samlaða talið verður júst 8, 9 ella 10.
Stk. 5. Hevur næmingur ikki valt enskt A, kann hann fara til skrivliga próvtøku, munnliga próvtøku ella bæði skrivliga og munnliga próvtøku í enskum á B-stigi.
Stk. 6. Hevur næmingur støddfrøði B, og ikki valt støddfrøði A, kann hann fara til skrivliga próvtøku, munnliga próvtøku ella bæði skrivliga og munnliga próvtøku í støddfrøði á B-stigi.
Stk. 7. Mentamálaráðið skipar fyri, at allir næmingar eftir 2. árið hava í minsta lagi verið til tvær próvtøkur.”
§ 2
Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Ásetingin í § 1, nr. 3 fevnir um teir næmingar, sum fara undir gymnasiala miðnámsútbúgving eftir 1. august 2016.
Mentamálaráðið, 11. mai 2016
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)