Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Áður galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Áður galdandi
  • Myndugleiki: Eingin
  • Útgávudagur: 30-01-2018
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 5 frá 30. januar 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. januar 2018Nr. 5

Kunngerð um veiðu eftir lodnu við fiskiførum undir føroyskum flaggi í íslendskum sjógvi í 2018

Við heimild í § 5, stk. 2, § 34, stk. 1 og 2, § 39, stk. 1, nr. 6, stk. 2, nr. 2 og 4 og stk. 3, og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:

Virkisøki

§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap eftir lodnu í serbúskaparøkinum hjá Íslandi við fiskiførum undir føroyskum flaggi sambært fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Ísland.

Áseting av heildarkvotu og býti av kvotuni

§ 2. Loyvt verður fiskiførum undir føroyskum flaggi at fiska lodnu í íslendskum sjógvi sambært fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Ísland.

Stk. 2. Føroyska kvotan verður ásett samsvarandi fráboðan, sum íslendskir myndugleikar eftir avtalu landanna millum senda Fiskimálaráðnum.

Stk. 3. Kvotan, ásett sambært stk. 2, verður latin persóni ella felagi, sum í 2017, við fiskifari undir føroyskum flaggi, hevði rætt til fiskiloyvi at fiska av egnari árskvotu av lodnu í íslendskum sjógvi. Egin kvotuparturin hjá hvørjum rættindahavara er, tá henda kunngerð fær gildi, samanløgdu egnu kvotupartarnir í hvørjum fiskiloyvi sambært 1. pkt., sum viðkomandi hevði rætt til í 2017. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.

Treytir viðvíkjandi at frysta umborð og at landa uttan fyri Ísland

§ 3. Er loyvda nøgdin, sambært § 2, stk. 2, 25.000 tons, er til og við 17. februar 2018 loyvt føroyskum skipum tilsamans at landa í mesta lagi 16.667 tons til frystingar uttan fyri Ísland, ella at frysta umborð.

Stk. 2. Er loyvda nøgdin, sambært § 2, stk. 2, minni enn 25.000 tons, er til og við 17. februar 2018 loyvt føroyskum skipum tilsamans at landa til frystingar uttan fyri Ísland, ella at frysta umborð í mesta lagi ¾ av nøgdini sambært § 2, stk. 2.

Stk. 3. Eftir 17. februar 2018 er loyvt føroyskum skipum tilsamans at landa til frystingar uttan fyri Ísland, ella at frysta umborð, í mesta lagi ⅓ av nøgdini sambært § 2, stk. 2. Er føroyska kvotan, sambært § 2, stk. 2, undir 12.000 tons, kunnu føroysk skip tó tilsamans landa til frystingar uttan fyri Ísland ella frysta umborð 4.000 tons, tó ikki meir enn ásetta kvotan sambært § 2, stk. 2.

Stk. 4. Frysting umborð og at landa til frystingar uttan fyri Ísland kann ikki halda fram, tá nøgdirnar sambært stk. 1-3, sum kunnu frystast umborð ella verða landaðar til frystingar uttan fyri Ísland, eru brúktar.

Stk. 5. Parturin at landa til frystingar uttan fyri Ísland ella at frysta umborð á føroyskum skipum verður tilskilaður í fiskiloyvinum.

Stk. 6. Vørn hevur eftirlit við ásetingunum í stk. 1-4.

Fiskiloyvi

§ 4. Fiskiskapur eftir lodnu í íslendskum sjógvi kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap, og um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum Ísland hevur givið loyvi at fiska í íslendskum sjógvi.

Stk. 2. Bert persónur ella felag, ið lýkur treytirnar í § 5, stk. 1, §§ 6, 7 og 9 og § 51, stk. 2 í løgtingslógini, kann fáa fiskiloyvi sambært hesi kunngerð.

Stk. 3. Fiskiloyvi til kvotu sambært § 2, stk. 3 er samstundis ein góðkenning at reka fiskiveiðu í 2018 eftir ásetingunum í § 5, stk. 1 í løgtingslógini.

§ 5. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri fiskiskap í íslendskum sjógvi.

Eygleiðari

§ 6. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Útreiðslur til løn, kost og uppihald hjá eygleiðara ber farið. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.

Fráboðanir

§ 7. Fiskifar, sum sambært hesi kunngerð fiskar í íslendskum sjógvi, skal senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:

1)   Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv.

2)   Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn dag, millum kl. 6 og kl. 8 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.

3)   Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi.

Stk. 2. Fiskifarið skal somuleiðis senda íslendskum myndugleikum fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í íslendskum sjógvi.

Revsing

§ 8. Brot á § 3, stk. 1-4, § 4, stk. 1, § 6 og § 7, stk. 1 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1, um fiskað er meira enn loyvt er sambært fiskiloyvinum ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifar ikki heldur seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært § 4, stk. 1 í hesi kunngerð. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

Gildistíð

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 30. apríl 2018.

 

 

Fiskimálaráðið, 30. januar 2018

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

 

 

 

Skjal 1

 

Fráboðanir til Vørn

 

Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast VØRN í XML sniði umvegis heimasíðuna www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.

 

1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hagar skipið fer til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða umborð

OB

Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga millum kl. 6 og kl. 8 UTC.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið har skipið er til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit and control report)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Móttøkuhavn

PO

Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður

Landað ella umskipað

TR

Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til.

Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað

PD

Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð, tá veiðan verður landað ella umskipað

PT

Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m)

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerking

RE

Viðmerking