Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. februar 2010Nr. 5
Kunngerð um óheftni grannskoðarans og grannskoðanarvirkisins
Við heimild í § 22, stk. 5 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir verður ásett:
Almennar reglur
§ 1. Grannskoðari má ikki gera uppgávur, sum § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini fevnir um, tá hóttanir eru, sum kunnu vekja ivan hjá einum vælkunnaðum triðjamanni um óheftni grannskoðarans.
Stk. 2. Um viðurskifti eru, sum hótta óheftni, sbr. § 22, stk. 3 í grannskoðaralógini, skal grannskoðarin fremja neyðug trygdartiltøk, til tess at minka um hesar hóttanir. Um óheftni grannskoðarans, hóast framdu trygdartiltøkini, framvegis er í vanda, skal grannskoðarin lata vera við at gera uppgávuna.
Hóttanir móti óheftni
§ 2. Hóttanir sambært § 1, stk. 1 eru altíð til staðar, sbr. § 22, stk. 2 í grannskoðaralógini, tá:
1) Grannskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, ið eru knýttir at eini uppgávu, sbr. § 1, stk. 1, ella hava eftirlit við at uppgávan verður framd, gjøgnum tøtt familjubond eru knýttir at persónum, sum
a) hava ein munandi beinleiðis ella óbeinleiðis fíggjarligan áhuga í virkinum, sum uppgávan viðvíkur,
b) hava eitt leiðandi starv hjá tí, sum ynskir at fáa uppgávuna gjørda, ella hjá tí, sum uppgávan viðvíkur,
c) hava beinleiðis ávirkan á fremjan av arbeiðinum, sum uppgávan viðvíkur, ella
d) hava handilsligt samband við tað virkið, sum uppgávan viðvíkur, uttan so at sambandið er at meta sum vanligt virksemi, og ikki er ein týðandi hóttan móti óheftni grannskoðarans.
2) Granskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, ið eru knýttir at uppgávuni ella hava eftirlit við, at hon verður gjørd, eru ella innanfyri tey seinastu 2 árini hava verið í einum leiðandi starvi í virkinum, sum uppgávan viðvíkur, og sum partur av starvinum hevði ávirkan á tað, sum uppgávan viðvíkur.
3) Grannskoðanarvirkið, grannskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, sum eru knýtt at uppgávuni ella hava eftirlit við, at hon verður gjørd, hava ein beinleiðis ella týðandi óbeinleiðis fíggjarligan áhuga í tí virkinum, sum uppgávan viðvíkur.
4) Grannskoðanarvirkið, grannskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, sum eru knýtt at uppgávuni ella hava eftirlit við, at hon verður gjørd, á annan hátt hava eitt handilsligt samband við tað virkið, sum uppgávan viðvíkur, ið inniber ein felags handilsligan ella fíggjarligan áhuga, uttan so at tað handilsliga sambandið verður framt innanfyri vanligt virksemi hjá báðum pørtum, við vanligum handilsligum treytum og ikki er somikið stórt, at tað hóttir óheftni. Uttan mun til slag av treytum er krossgrannskoðan tó ongantíð loyvd.
5) Virkið, sum uppgávan viðvíkur
a) hevur beinleiðis ella týðandi óbeinleiðis fíggjarligan áhuga í grannskoðanarvirkinum, sum grannskoðarin er knýttur at, ella
b) hevur rætt til at velja limir í nevndina hjá grannskoðanarvirkinum ella í nevndina hjá móðurfelagnum hjá grannskoðanarvirkinum.
Stk. 2. Tøtt familjubond, sum nevnd í stk. 1, nr. 1, eru við foreldur, systkin, hjúnafelagar ella sambúgvandi, børn umframt aðrir persónar, sum viðkomandi er í bundinskapi við.
Serstøk viðurskifti
§ 3. Er ein hóttan, sum umrødd í § 2, stk. 1, nr. 1, sum grannskoðarin ikki hevur ásannað og ikki átti at hava ásannað, er § 1, stk. 1 bert galdandi frá tí, at grannskoðarin verður varugur við hóttanina.
Stk. 2. Hevur hóttanin við grannskoðaran sjálvan at gera, skal grannskoðarin lata vera við at fremja uppgávuna.
Stk. 3. Hevur hóttanin við ein annan persón á grannskoðanarvirkinum at gera, sum er knýttur at uppgávuni ella hevur eftirlit við fremjan av uppgávuni, skal viðkomandi beinanvegin verða tikin úr grannskoðanartoyminum, ella um viðkomandi ikki er við í toyminum, verða útihýstur frá at verða við til at taka avgerðir uppgávuni viðvíkjandi. Í slíkum føri skal grannskoðarin vísa serligt umhugsni, tá viðkomandi arbeiðsskjøl hjá viðkomandi verða gjøgnumgingin.
§ 4. Er ein hóttan, sum umrødd í § 2, stk. 1, nr. 3, skal tann fíggjarligi áhugin verða avhendaður skjótast gjørligt og í seinasta lagi ein mánað eftir, at grannskoðarin hevur fingið at vita um viðurskiftini. Um hetta ikki verður gjørt, skal grannskoðarin halda seg frá at gera uppgávuna.
Stk. 2. Hevur hóttanin við ein annan persón í grannskoðanarvirkinum at gera, sum er knýttur at uppgávuni ella hevur eftirlit við fremjan av uppgávuni, skal fíggjarligi áhugin verða avhendaður skjótast gjørligt og í seinasta lagi ein mánað eftir, at grannskoðarin hevur fingið at vita um viðurskiftini. Inntil tann fíggjarligi áhugin er avhendaður, skal viðkomandi persónur takast úr grannskoðanartoyminum, ella, um viðkomandi ikki er við í toyminum, ikki lata viðkomandi sleppa at vera við til at taka avgerðir uppgávuni viðvíkjandi. Um hetta ikki verður gjørt, skal grannskoðarin lata vera við at gera uppgávuna.
Stk. 3. Hevur hóttanin við ein persón at gera, sum umrøtt í stk. 2, men uttan at grannskoðarin hevur ásannað ella átti at hava ásannað, at ein slík hóttan var til staðar, skal tann fíggjarligi áhugin verða avhendaður skjótast gjørligt og í seinasta lagi ein mánað eftir, at grannskoðarin hevur fingið at vita um viðurskiftini. Inntil tann fíggjarligi áhugin er avhendaður, skal viðkomandi persónur takast úr grannskoðanartoyminum ella, um viðkomandi ikki er við í toyminum, skal viðkomandi ikki sleppa at vera við til at taka avgerðir uppgávuni viðvíkjandi. Í slíkum føri skal grannskoðarin vísa serligt umhugsni, tá viðkomandi arbeiðsskjøl hjá viðkomandi verða gjøgnumgingin. Um treytirnar í 1. og 2. pkt. ikki verða yvirhildnar skal grannskoðari halda seg frá at gera uppgávuna.
Virkir av almennum áhuga
§ 5. Hóttanir, sum nevndar í § 1, stk. 1 eru harumframt altíð til staðar, tá ið uppgávan viðvíkur einum virki, sum ásett í § 19, stk. 3 í grannskoðaralógini, og grannskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum
1) út yvir tey krøvini, ið verða sett til góðan grannskoðanarsið, hava havt bókhald ella líknandi skrásetingar, sum eru grundarlag undir teimum viðurskiftum, sum uppgávan viðvíkur, ella hava verið við í arbeiðinum at gera tað skjalið, sum uppgávan viðvíkur, ella
2) innanfyri tey seinastu 2 árini hevur gjørt úttøkulistar til setan av starvsfólkum til týðandi leiðslustørv innan fíggjar- og fyrisitingarøki í virkinum ella á líknandi hátt luttikið í setanartilgongdini.
Aðrar hóttanir mótvegis óheftni
§ 6. Hóttanir, sum nevndar í § 1, stk. 1, kunnu umframt í teimum í §§ 2 og 5 nevndu førum millum annað vera til staðar, um
1) grannskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, sum eru knýttir at uppgávuni ella hava eftirlit við fremjan av uppgávuni, fremja ella innanfyri tey seinastu 2 árini hava framt aðrar uppgávur av slíkum slagi fyri tað virkið, sum váttanin viðvíkur, at grannskoðarin við at veita váttanina í høvuðsheitum hevði úttalað seg um arbeiðið hjá sær sjálvum ella hinum persónunum á grannskoðanarvirkinum.
2) grannskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, ið eru knýttir at uppgávuni ella hava eftirlit við fremjan av uppgávuni, úteftir í sambandi við løgfrøðilig trætumál eru ella innanfyri tey seinastu 2 árini hava verið umboð fyri tað virkið ella viðskiftafólkið, sum uppgávan viðvíkur, ella
3) aðrir persónar enn teir í § 2, stk. 1, nr. 1, sbr. stk. 2, umrøddu, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eru knýttir at grannskoðanarvirkinum, ið veitir váttanina, hava ella innanfyri tey seinastu 2 árini hava havt slíkt samband við tað virkið, um hvørs viðurskifti váttanin skal veitast, at grannskoðarin ikki kundi veitt váttanina, um grannskoðarin sjálvur hevði havt eitt samsvarandi samband.
Netverk
§ 7. Persónar í netverkinum hjá grannskoðanarvirkinum, sum kunnu hava ávirkan á arbeiðið, eru somuleiðis fevndir av teimum í §§ 2-4 og § 6 nevndu reglum.
Stk. 2. Persónar í netverkinum hjá grannskoðanarvirkinum, eru somuleiðis fevndir av reglunum í § 5, uttan mun til um teir kunnu hava ávirkan á arbeiðið.
Stk. 3. Netverk er at skilja sum ein størri bygnaður,
1) ið hevur til endamáls at skipa eitt samstarv, og sum ein grannskoðari ella eitt grannskoðanarvirki tekur lut í, og
2) sum greitt hevur til endamáls at býta yvirskot og útreiðslur ella at hava sama ognarrætt, umsjón ella leiðslu, sama góðskupolitikk og -mannagongdir, eina felags handilsætlan, nýta sama virkisnavn, ella eru felags um ein munandi part av tí yrkisliga tilfeinginum.
Revsing
§ 8. Brot á § 1, § 3 og § 4 verða revsað við bót.
Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 17. februar 2010
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)