Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. januar 2009Nr. 5
Kunngerð um trygd og ábyrgdartrygging fyri løggildar og skrásettar grannskoðarar
Við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 116 frá 11. desember 2007 um løggildar og skrásettar grannskoðarar (grannskoðaralógin) verður ásett:
Trygd
§ 1. Tilnevning sum løggildur ella skrásettur grannskoðari er treytað av, at ein trygd verður veitt frá triðjamanni um, at viðkomandi sum sjálvskuldari svarar fyri teimum fíggjarligu krøvum, sum kunnu koma av at gera arbeiði sambært § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini.
Stk. 2. Trygdin verður veitt eftir leisti, sum Skráseting Føroya ásetur.
Stk. 3. Trygdin skal skrásetast hjá Skráseting Føroya.
§ 2. Tryggjaði skal sambært innihaldinum í trygdini, smb. § 1, stk. 1, hava beinleiðis krav mótvegis tí, ið hevur veitt trygdina, og kann trygdin ikki avmarkast á annan hátt enn ásett er í hesi kunngerð.
§ 3. Trygdin skal veitast fyri krøvum, ið viðvíkja viðurskiftum frá tí degi at rokna, at trygdin fær gildi, og til trygdin fer úr gildi.
Stk. 2. Trygdin kann ikki fara úr gildi, fyrr enn tað er skrásett hjá Skráseting Føroya. Skrásetingin verður gjørd eftir áheitan frá tí, ið hevur veitt trygdina, og hevur virknað frá einum ávísum degi, tó í fyrsta lagi ein mánað eftir, at Skráseting Føroya hevur móttikið áheitanina. Um áheitanin er grundað á svik frá løggilda ella skrásetta grannskoðaranum, kann tann, ið hevur veitt trygdina, krevja, at trygdin verður sett úr gildi dagin eftir, at Skráseting Føroya hevur fingið áheitanina.
Stk. 3. Áheitanin um skráseting sbrt. stk. 2 verður gjørd eftir leisti, sum Skráseting Føroya ásetur.
§ 4. Trygdin kann peningaliga avmarkast soleiðis, at øll krøv í einum ári í tí tíðarskeiðinum, sum trygdin er galdandi fyri, bert verða rindað við einari ávísari upphædd, sum í minsta lagi skal vera 500.000 kr. fyri hvønn einstaka løggilda ella skrásetta grannskoðara.
Stk. 2. Upphæddin í stk. 1 verður ikki lækkað, hóast ábyrgdin bert er galdandi styttri enn 1 ár.
§ 5. Trygdin kann tíðaravmarkast, soleiðis at hon bert er galdandi fyri krøv, sum verða reist ímóti tí, ið hevur veitt trygdina í seinasta lagi 5 ár eftir, at uppgávan ella viðurskiftini, sum kravið er grundað á, er endað.
Stk. 2. Freistin í stk. 1 verður frestað, um tryggjaði førir rættarsókn mótvegis grannskoðaranum, undir hesum tá klaga er latin Dissiplinernevndini fyri løggildar og skrásettar grannskoðarar.
§ 6. Trygdin kann avmarkast í mun til ta í § 8 nevndu ábyrgdartrygging, soleiðis at trygdin ikki er galdandi fyri krøv, sum ikki verða rindað av ábyrgdartryggingini, og orsøkin til hetta einans er avmarking í peningaupphæddini í ábyrgdartryggingini.
§ 7. Tann, sum veitir trygdina, skal vera eitt tryggingarfelag, ein peningastovnur ella annar fíggingarstovnur, hvørs trygd hevur við sær eins góða trygd.
Stk. 2. Tryggingarviðurskiftini verða regulerað í føroyskari lóggávu. Rættarmál viðvíkjandi trygdini skulu leggjast fyri Føroya Rætt.
Stk. 3. Um trygdin fyri tann einstaka grannskoðaran er stovnsett sum ein liður í einari heildarskipan galdandi fyri fleiri grannskoðarar, kann tann, ið veitir trygdina, vera ein sjálvstøðugur grunnur ella felag. Hetta er tó treytað av, at tilsøgnin frá grunninum ella felagnum er so mikið greið, at Skráseting Føroya út frá einari ítøkiligari meting metur, at grunnurin ella felagið til eina og hvørja tíð setur tilsvarandi trygd sum eftir stk. 1.
Ábyrgdartrygging
§ 8. Tilnevning sum løggildur ella skrásettur grannskoðari er treytað av, at eitt tryggingarfelag váttar, at viðkomandi grannskoðari hevur eina ábyrgdartrygging, og at tryggingarfelagið heftir beinleiðis mótvegis honum, sum hevur verið fyri skaða, orsakað av, at løggildi ella skrásetti grannskoðarin kemur undir endurgjaldsábyrgd, sum stendst av minni ósketni grannskoðarans ella øðrum, sum hann heftir fyri, í sambandi við at loysa uppgávur sbrt. § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini.
Stk. 2. Á virkjum, smb. § 12, stk. 1 í grannskoðaralógini, sum hava 10 ella fleiri løggildar ella skrásettar grannskoðarar, skal ábyrgdartryggingin eftir stk. 1 hava eina samlaða tryggingarupphædd, sum í minsta lagi er 20 mió. kr. fyri hvørt tryggingarár.
Stk. 3. Á øðrum virkjum, smb. § 12, stk. 1 í grannskoðaralógini skal ábyrgdartryggingin sbrt. stk. 1 samanlagt hava eina tryggingarupphædd á í minsta lagi áljóðandi 2 mió. kr. fyri hvørt tryggingarár faldað við samlaða talinum av løggildum og skrásettum grannskoðarum í felagnum, tó smb. stk. 4.
Stk. 4. Á virkjum, smb. § 12, stk. 1 í grannskoðaralógini, sum hava færri enn 6 løggildar ella skrásettar grannskoðarar, kann ábyrgdartryggingin sbrt. stk. 1 vera uttan samanhópan av tryggingarupphæddini og við eini tryggingarupphædd á í minsta lagi áljóðandi 2 mió. kr. fyri hvørt tryggingarár og fyri hvønn løggildan ella skrásettan grannskoðara. Hetta er hægsta tryggingarupphædd, sum tryggingarfelagið skal gjalda fyri ein einstakan skaða, sjálvt um fleiri løggildir ella skrásettir grannskoðarar hava ábyrgd av skaðanum.
Stk. 5. Váttanin verður gjørd eftir leisti, sum Skráseting Føroya ásetur.
Stk. 6. Váttanin skal skrásetast hjá Skráseting Føroya.
§ 9. Er ábyrgdartryggingin sbrt. § 8, stk. 1 fyri hvønn einstaka grannskoðara stovnað sum liður í einari kollektivari skipan, sum fevnir um fleiri grannskoðaravirkir og fleiri enn 9 grannskoðarar, skal ábyrgdartryggingin hava eina samlaða tryggingarupphædd, sum í minsta lagi er áljóðandi 20 mió. kr. fyri hvørt tryggingarár. Tað er ein treyt fyri at stovna eina kollektiva ábyrgdartrygging, at tryggingin veitir fulnað fyri, at tryggingarupphæddin verður endurstovnað í teimum førum, har upphæddin er brúkt, orsakað av einum ella fleiri skaðum í einum tryggingarári.
§ 10. Ein ábyrgdartrygging kann bert verða sett úr gildi, tá hetta er skrásett hjá Skráseting Føroya. Skrásetingin fer fram eftir áheitan frá tryggingarfelagnum við virknaði frá einum ávísum degi, tó í fyrsta lagi ein mánað eftir, at Skráseting Føroya hevur móttikið áheitanina.
Stk. 2. Áheitanin um skráseting sambært stk. 1 verður gjørd eftir leisti, sum Skráseting Føroya ásetur.
§ 11. Tryggingarviðurskiftini verða regulerað í føroyskari lóggávu. Rættarmál viðvíkjandi ábyrgdartryggingini skulu leggjast fyri Føroya Rætt.
Gildiskoma v.m.
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tryggingaravtalur (ábyrgd og ábyrgdartryggingar), ið eru gjørdar, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, eru galdandi inntil tær sambært tryggingartreytunum kunnu verða settar úr gildi, tó í mesta lagi fram til tann 1. januar 2010.
Vinnumálaráðið, 14. januar 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)