Nr. 5 10. januar 2017
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2017
(Broyttar revsiásetingar)
§ 1
Í kunngerð nr. 148 frá 22. desember 2016 um fiskiskapin hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2017 verður § 32, stk. 1 orðað soleiðis:
”Brot á §§ 4-6 og 8-20, § 22, § 23, stk. 2, §§ 25-26, § 27, stk. 1, §§ 28-29 og § 31 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður revsaður tann, sum umskipar uttan loyvi sambært § 30, ella ikki ger eftir boðum ella fylgir boðum sambært § 14.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 10. januar 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)