2. mai 2018Nr. 48
Kunngerð um broyting í kunngerð um framleiðslu og sølu av matvørum, sum ikki eru virkaðar á løggildum matvøruvirki (Heimaframleiðslukunngerðin)
(Heimaframleiðsla verður víðkað til eisini at fevna um egg frá heimafugli)
§ 1
Í kunngerð nr. 149 frá 27. november 2017 um framleiðslu og sølu av matvørum, sum ikki eru virkaðar á løggildum matvøruvirki (Heimaframleiðslukunngerðin), verður í § 1, stk. 2 aftan á “heimafuglur,” sett: “egg frá heimafugli,”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 2. mai 2018
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)