Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. apríl 2016Nr. 39
Kunngerð um veiðu eftir botnfiski og øðrum fiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í ES sjógvi í 2016
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 2 og 4, § 26, stk. 1 og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997 og løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi av kvotum av botnfiski og øðrum fiski í ES sjógvi sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Evropeiska Samveldið fyri 2016.
Heildarkvotur
§ 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2016 fiska 200 tons av brosmu og longu í ICES øki VIa norðan fyri 56°30’N og VIb í ES sjógvi.
Stk. 2. Í fiskiskapi av kvotum sambært stk. 1 er loyvt at hava sum hjáveiðu upp til 20% av øðrum fiskasløgum, tó so, at teir fyrstu 24 tímarnar eftir, at fiskiskapur er byrjaður á ávísari fiskileið, kann hjáveiðan vera meira enn 20%. Samlaða hjáveiðan hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi kann í mesta lagi vera 75 tons. Hjáveiðan verður roknað av kvotuni í stk. 1.
Stk. 3. Í mesta lagi 10 føroysk skip kunnu vera til fiskiskap í senn eftir brosmu og longu.
§ 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2016 fiska 150 tons av blálongu í ICES øki VIa norðan fyri 56°30’N og VIb í ES sjógvi.
Stk. 2. Hjáveiða av langasporli og stinglaksi í fiskiskapi sambært stk. 1 verður roknað av kvotuni í stk. 1.
Stk. 3. Í mesta lagi 16 føroysk skip kunnu vera til fiskiskap í senn eftir blálongu.
§ 4. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2016 fiska 1.700 tons av rossamakreli í ICES øki IVa,VIa norðan fyri 56°30’N og VIIe, f, h í ES sjógvi.
§ 5. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2016 fiska 6.000 tons av hvítingsbróður í ICES øki IV í ES sjógvi.
Stk. 2. Í fiskiskapi eftir hvítingsbróður skal skiljirist nýtast sambært ES reglum.
Stk. 3. Hjáveiða, sum ikki slepst undan í fiskiskapi eftir hvítingsbróður sambært stk. 1, kann í mesta lagi vera 15%. Hjáveiðan verður roknað av kvotuni í stk. 1.
§ 6. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2016 fiska 5.500 tons av brislingi í ICES øki IV og VIa norðan fyri 56°30’N í ES sjógvi.
Stk. 2. Í fiskiskapi eftir brislingi sambært stk. 1 er loyvt at hava sum hjáveiðu upp til 4% av sild. Hjáveiðan verður roknað av kvotuni í stk. 1.
§ 7. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2016 fiska 600 tons av sild í ICES øki IIIa N, Skagerakk, í ES sjógvi.
Fiskiloyvi
§ 8. Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap, og sum Vørn hevur váttað eru á lista yvir fiskifør, ið ES myndugleikar hava givið loyvi at fiska í ES sjógvi.
§ 9. Fiskiloyvi, sambært § 8 til fiskiskap eftir kvotuni í § 2, stk. 1, verða latin línuskipum, t.e. eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi í bólki 3 sambært § 28, stk. 1 í løgtingslógini. Veiðast skal við línu. Kvotan verður latin sum felags árskvota.
§ 10. Fiskiloyvi, sambært § 8 til fiskiskap eftir kvotuni í § 3, stk. 1, verða latin lemmatrolarum, t.e. eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi í bólki 2 sambært § 28, stk. 1 í løgtingslógini, sum inntil 1. september 2011 vóru í bólki 1 sambært § 28, stk. 1 í løgtingslógini. Veiðast skal við troli. Kvotan verður latin sum felags árskvota.
§ 11. Fiskiloyvi, sambært § 8 til fiskiskap eftir kvotuni í § 4, verða latin eigarum av nótaskipum, t.e. eigarum av fiskiførum, sum hava rætt til eginkvotu av makreli og eigarum av ídnaðarskipum, t.e. eigarum av fiskiførum, sum í 2014 ella í 2015 høvdu fiskiloyvi eftir hvítingsbróður í ES sjógvi. Er veiðiloyvið flutt á annað fiskifar, verður loyvið til fiskiskap latið hesum fiskifari. Kvotan verður latin sum felags árskvota.
§ 12. Fiskiloyvi, sambært § 8 til fiskiskap eftir kvotunum í § 5, stk. 1, § 6, stk. 1 og § 7, verða latin eigarum av ídnaðarskipum, t.e. eigarum av fiskiførum, sum í 2014 ella í 2015 høvdu fiskiloyvi eftir hvítingsbróður í ES sjógvi. Er veiðiloyvið flutt á annað fiskifar, verður loyvið til fiskiskap latið hesum fiskifari. Kvoturnar verða latnar sum felags árskvotur.
§ 13. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiðu í ES sjógvi.
Fráboðanir
§ 14. Fiskifør, sum veiða í ES sjógvi sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í ES sjógv.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr ES sjógvi.
Revsing
§ 15. Brot á §§ 8 og 14 verða revsað við bót, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við bót.
Stk. 3. Sambært § 45, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka inn fiskiloyvið, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í hesi kunngerð, um fiskifarið hevur fiskað meir enn tí er loyvt sambært fiskiloyvinum ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært § 8 í hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 16. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2016.
Fiskimálaráðið, 28. apríl 2016
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í ES sjógv.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð | OB | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr ES sjógvi.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COX, fráboðan um, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn | PO | Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað | TR | Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað | PD | Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð, tá veiðan verður landað ella umskipað | PT | Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking | RE | Viðmerking |