Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. apríl 2016Nr. 38
Kunngerð um serundirvísing, serligan tørv og sernámsfrøðiligan stuðul
Við heimild í § 4, stk. 7, sbr. stk. 5, í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 26. mai 2011, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Serundirvísing, serligur tørvur og sernámsfrøðiligur stuðul fata um:
1) at skipa skúlagongdina og undirvísingina við atliti at fortreytum hjá einstaka næminginum,
2) at leggja til rættis serligt undirvísingarligt tilfar og tøknilig amboð, sum eru neyðug fyri læring, menning og virkisførleika hjá einstaka næminginum,
3) at skipa og undirvísa í virkishættum og arbeiðshættum, sum hava til endamáls at menna virkisførið hjá einstaka næminginum,
4) at venja í virkishættum og arbeiðshættum, sum hava til endamáls at menna virkisførið hjá einstaka næminginum, og
5) at veita persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í gerandisdegnum í sambandi við skúlagongdina.
Allýsing
§ 2. Sernámsfrøðilig ráðgeving er skipað í stovninum Sernám til at ráðgeva, samskipa og samstarva um serundirvísing, serligan tørv og sernámsfrøðiligan stuðul.
Stk. 2. Sernám hevur sum arbeiðsuppgávu at skipa fyri og ráðgeva í øllum sernámsfrøðiligum spurningum, at gera kanningar og veita stuðul og vegleiðing, so at allir næmingar mennast.
Stk. 3. Sernám samskipar serundirvísing, serligan tørv og sernámsfrøðiligan stuðul í skúlanum í samstarvi við Førleikastovu og leiðslu skúlans.
Stovnan av serundirvísing, serligum tørvi og sernámsfrøðiligum stuðli
§ 3. Serundirvísing, serligur tørvur og sernámsfrøðiligur stuðul eru tímar til:
1) serligan tørv, sum eru til næmingar, ið hava serliga tørv, ið ikki er fyribils, sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini. Hesar tímar skipar Sernám í samstarvi við Førleikastovu og leiðslu skúlans og
2) miðfirrað serundirvísing verður nýtt til sernámsfrøðilig átøk, sum leiðsla og Førleikastovan skipa í samstarvi við Sernám.
Stk. 2. Um skúlin heldur, at næmingurin hevur tørv á serundirvísing, serligum tørvi ella sernámsfrøðiligum stuðli, sum ikki kann gevast í vanligu undirvísingar- ella næmingalagaðu undirvísingini ella innan miðfirraðu serundirvísingini, skal ein námsfrøðilig og ella sálarfrøðilig kanning fyriliggja, sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 3. Skúlaleiðarin sendir Sernámi áheitan um sernámsfrøðiliga kanning og ella meting. Áheitanin skal gerast í samráð við foreldur ella verja og næming í tí vavi, tað er hóskandi.
Tilráðing
§ 4. Frágreiðingin frá Sernámi verður skrivliga fráboðað skúlaleiðaranum við avriti til foreldrini ella verja.
Stk. 2. Um næmingurin hevur tørv á serundirvísing ella sernámsfrøðiligum stuðulstímum, skal frágreiðingin frá Sernámi eisini fata um eina tilráðing, hvussu serundirvísingin ella stuðulstímarnir skulu skipast sbrt. §§ 1 og 6.
Stk. 3. Um foreldur ella verji nokta fyri, at næmingurin verður ávístur til Sernám, skal skúlaleiðari kunna Barnaverndina um avgerðina hjá foreldrunum sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini.
Dagføring
§ 5. Skúlin tekur í samráð við Sernám avgerð um serundirvísingina, serliga tørvin og tann sernámsfrøðiliga stuðulin. Skúlin kunnar foreldur ella verja og næming, hvussu serundirvísingin og ella sernámsfrøðiligi stuðulin verður lagdur til rættis, áðrenn skipað verður fyri serundirvísing, serligum tørvi og ella sernámsfrøðiligum stuðli.
Stk. 2. Skúlaleiðarin hevur ábyrgd av og fylgir við menningini og úrtøkuni hjá næminginum, sum fær serundirvísing og ella sernámsfrøðiligan stuðul.
Stk. 3. Á hvørjum ári verður støða tikin til, um serundirvísingin, serligi tørvurin og ella sernámsfrøðiligi stuðulin skal halda fram, skal broytast ella steðgast. Skúlin kunnar í samráð við Sernám, foreldur ella verja og næmingin, í tí vavi tað er hóskandi, um avgerðina.
Stk. 4. Støða til serundirvísingina, serliga tørvin og ella sernámsfrøðiliga stuðulin fyri komandi skúlaár sbrt. stk. 3 skal vera tikin í seinasta lagi í mai mánaði.
Staðseting
§ 6. Sernámsfrøðilig undirvísing og stuðul verða skipað soleiðis:
1) Næmingur gongur í vanliga flokkinum, men kann eisini vera undirvístur og ella fáa stuðul einsæris ella saman við øðrum uttanfyri floksundirvísingina í bólkum, tó í mesta lagi helvtina av undirvísingartíðini sbrt. § 13, stk. 5 í løgtingslógini, og varðveitir tilknýti til flokkin, ella
2) næmingurin gongur í serflokki í skúlanum, í serflokki í øðrum skúla ella í serskúla.
Ávísing
§ 7. Ávísing til serflokk ella serskúla er treytað av, at mett verður, at tað er meira gagnligt fyri næmingin at fáa undirvísing í sertilboði í styttri ella longri tíðarskeið.
Stk. 2. Sernám saman við viðkomandi skúla skulu gera eina meting og tilráðing til serflokk ella serskúla. Henda tilráðing verður gjørd í samráð við foreldur ella verja og næming í tí vavi, tað er hóskandi.
Stk. 3. Støða til tilráðing til serflokk ella serskúla fyri komandi skúlaár sbrt. stk. 2 skal vera tikin í seinasta lagi í mai mánaði.
Skipan
§ 8. Serflokkar umfata serligar skipanir í tí vanliga fólkaskúlanum, har givin verður undirvísing og sernámsfrøðiligur stuðul.
Stk. 2. Eftir góðkenning landsstýrismansins tilmælir og skipar Sernám serflokkar.
Stk. 3. Sernám hevur vegna landsstýrismannin eftirlit, innlit og yvirlit yvir næmingar í serflokkum og serskúla.
§ 9. Um næmingur gongur í serflokki ella serskúla hjá øðrum skúlamyndugleika, enn í tí kommunu, hann er búsettur, verða skúlaútreiðslurnar goldnar av kommununi, har næmingurin býr.
Stk. 2. Sernám boðar heimstaðar kommununi hjá næminginum, sum flytur í sertilboð í aðrari kommunu, frá flytingini beinavegin.
Stk. 3. Árliga skúlagjaldið, sum heimstaðarkommunan hjá næminginum skal rinda, sbrt. stk. 1, er tann upphædd skúlamyndugleikin á staðnum rindar til rakstur fyri hvønn næmingin í sertilboðnum. Avdráttur, renta og leiga eru ikki íroknað rakstrarútreiðslunum.
Stk. 4. Heimstaðar kommunan hjá næminginum ber kostnaðin av næmingaflutninginum í og úr skúla.
§ 10. Sernámsfrøðilig undirvísing ella sernámsfrøðiligur stuðul, sum fer fram í serflokki ella serskúla, skal endurskoðast á hvørjum ári. Støða skal á hvørjum ári takast til, um sernámsfrøðiligi stuðulin skal halda fram, skal broytast ella steðgast.
Stk. 2. Skúlaleiðarin fyri serskúla ella serflokk tekur avgerð í samráð við Sernám, foreldur og næmingin í tí vavi, tað er hóskandi.
Undirvísingartíðin
§ 11. Undirvísingartíðin hjá næmingi, sum fær serundirvísing og ella sernámsfrøðiligan stuðul, skal fylgja ásetta vikutímatalið sbrt. § 19 í løgtingslógini.
Stk. 2. Skúlaleiðarin kann í serligum førum eftir tilmæli frá Sernámi og í samráð við foreldur ella verja og næmingin, í tí vavi tað er hóskandi, lækka tímatalið.
Próvtøka
§ 12. Næmingar, ið fáa serundirvísing og ella sernámsfrøðiligan stuðul í vanliga flokkinum, í serflokki og ella serskúla, kunnu fara til próvtøku eftir serligari fyriskipan sbrt. § 21 í kunngerðini um próvtøkur fólkaskúlans.
Stk. 2. Um ein lærugrein er sera torfør hjá næmingi, kann næmingurin verða frítikin fyri lærugreinina. Hetta verður gjørt í samráð við foreldrini ella verja og næmingin, í tí vavi tað er hóskandi, og Sernám.
Stk. 3. Skúlaleiðarin tekur avgerð um próvtøku eftir serligari fyriskipan ella frítøku eftir tilmæli frá Sernámi ella Førleikastovuni og í samráð við foreldur ella verja og næmingin sbrt. §§ 9, 21 og 53 í kunngerð um próvtøkur fólkaskúlans.
Frítøka
§ 13. Um næmingur verður frítikin fyri talmeting av úrtøkuni í eini ella fleiri lærugreinum, skal próvtøkuskjalið í samráð við lærarar, næming og foreldrini gevast sum støðumetingarskjal sbrt. § 53 í kunngerð um próvtøkur fólkaskúlans.
Flyting
§ 14. Um næmingur, sum fær sernámsfrøðiligan stuðul, flytur í annan skúla, skal skúlaleiðarin í skúlanum, hann flytur frá, boða Sernámi frá flytingini.
Starvsfólk
§ 15. Lærarar, námsfrøðingar ella onnur skikkað starvsfólk kunnu røkja sernámsfrøðiligar uppgávur sbrt. § 1.
Eftir loknan fólkaskúla
§ 16. Um mett verður, at næmingur við loknan fólkaskúla framvegis hevur tørv á sernámsfrøðiligum stuðli, ráðgeving ella vegleiðing, kunnar skúlin ella serskúlin í samráð við Sernám foreldur og næming um møguleikar.
Stk. 2. Skúlin ella serskúlin tekur, í seinasta lagi í mars mánaði, saman við Sernámi, neyðug stig til samstarv við viðkomandi stað, har næmingurin fer eftir loknan fólkaskúla, um næmingurin ynskir tað. Hetta við tí endamáli at økja um møguleikar at gagnnýta yrkisførleikar og møguleikar at taka miðnám ella aðra útbúgving.
§ 17. Avgerðir sbrt. hesi kunngerð kunnu kærast sbr. § 59 í løgtingslógini.
Gildiskoma
§ 18. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2016.
Mentamálaráðið, 21. apríl 2016
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)