Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. apríl 2016Nr. 37
Kunngerð um sigling í sjóøkinum
Við heimild í § 31 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, verður ásett:
§ 1. Landsstýrismaðurin kann seta ávísum skipum undir útlendskum flaggi forboð at koma inn í innara sjóøkið, t.e. sjóøkið innan fyri grundlinjurnar, til tess at fyribyrgja óskili og vanda á sjónum í sambandi við virksemi í sjóøkinum, m.a. grindarakstur og annað lógligt virksemi í sjóøkinum. Slíkt forboð kann verða sett ávísum útlendskum skipum, ið kunnu væntast at gera seg inn á lógligt virksemi í sjóøkinum, tí tey t.d. áður hava verið í sjóøkinum, og tá roynt fysiskt at forða fyri, at lógligt virksemi fer fram.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann seta ávísum skipum undir útlendskum flaggi forboð at koma í ytra sjóøkið, um persónur, felag ella felagsskapur, sum skipið er knýtt at, hevur sett fram hóttanir um at fremja brot á føroyska lóggávu, ella gera seg inn á lógligt virksemi í føroyskum sjóøki, og har tað tískil ikki er talan um meinaleysa gjøgnumsigling, sbr. grein 18 í Havrættarsáttmála Sameindu Tjóða.
Stk. 3. Forboð eftir stk. 1 og 2 fevnir eisini um smærri bátar, ið eru knýttir at skipum, sum hava fingið forboð eftir stk. 1 og 2.
Stk. 4. Forboð eftir stk. 1-3 fevnir ikki um føri, tá skip og bátar í neyðstøðu hava tørv á at koma inn í sjóøkið.
Stk. 5. Ásetingarnar í hesi kunngerð og forboð eftir kunngerðini verða eisini fráboðað sjóvinnumyndugleikunum í londum, har skip, sum hava fingið forboð, eru skrásett.
§ 2. Við sekt verður tann revsaður, ið ikki yvirheldur forboð, ið er givið sambært § 1, stk. 1, 2 og 3.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært kapitli 5 í revsilógini.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 21. apríl 2016
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)