Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. apríl 2016Nr. 36
Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggi- og útgerðarkrøv o.a. 1)
(Fráboðan B)
Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11, §§ 14 og 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3, § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014 verður ásett:
§ 1. Uttan so, at annað er ásett í einstøku kapitlunum í skjali 2, er hendan kunngerð galdandi fyri:
1) Ferðamannaskip í altjóða sigling, uttan mun til stødd.
2) Handilsskip, 15 metrar og longri, ella við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira, uttan mun til, um skipið er í innanoyggja sigling ella í altjóða sigling, sí tó stk. 2.
3) Stuttleikafør, 24 metrar og longri.
Stk. 2. Handilsskip, 15 metrar og longri, ella við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira, men tó styttri enn 24 metrar, sum sigla innanfyri 100 sjómíl úr landi, kunnu ístaðin fyri hetta regluverki koma undir ásetingarnar í fráboðan F.
§ 2. Byggi- og útgerðarkrøvini til tey í § 1 nevndi skip eru nærri útgreinaði í skjal 2.
§ 3. Reiðarin skal syrgja fyri, at manningin hevur kunnleika til ásetingar í hesum regluverki, sum hava týdning fyri arbeiði hjá viðkomandi umborð á skipinum.
4. Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð verða revsað við bót ella fongsul í upp til 2 ár.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. mai 2016.
Stk. 2. Skjal 3 kemur í gildi 1. juli 2016.
Stk. 3. Uttan so, at annað er ásett í hesum regluverki, eru byggikrøvini sbrt. higartil galdandi reglum framvegis galdandi fyri verandi skip.
Sjóvinnustýrið, 26. apríl 2016
Hans Johannes á Brúgv (sign.)
/ Gunnvá S. á Lofti (sign.)
1) Fylgiskjølini eru ikki løgd út á logir.fo, men eru at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo, og á Regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum.