20. apríl 2018Nr. 34
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018
(Kvota og atgongd í ES sjógvi)
§ 1
Í kunngerð nr. 194 frá 29. desember 2017 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 28. februar 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “7.500 tons av kvotuni í ES sjógvi” broytt til: “kvotan í ES sjógvi”.
2. Í § 4, stk. 4, 2. pkt. verður “15.672 tons” broytt til: “21.500 tons”.
3. Í § 4, stk. 4, 3. pkt. verður “7.500 tonsini” broytt til: “10.000 tonsini”.
4. Í § 5, stk. 1, 2. pkt. verður “, ES sjógvi” strikað.
5. § 5, stk. 1, 3. pkt. verður strikað.
6. § 5, stk. 2 verður strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 20. apríl 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)